Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2000 eruna. Seinasta hálva árið hevur yrkisleiðin sum komponist- ur til tónleik, sum verður brúktur í sendingum sum Jeopardy og Rene ord for pengene, rættiliga tikið dik á seg. Størstu uppgávuna fekk Kári frá einum framleiðslu- felag, sum skuldi gera eina nýggja sending til TV3. Hetta er ikki bara ein send- ing, sum skal tveitast inn í skránna eitt tilvildarligt kvøld fyri at rúgva eitt sind- ur upp. Sendingin er størsta projektið hjá TV3 í løtuni, og hon skal lokka hyggjarar og lýsarar til rásina. Send- ingarnar hava kostað eina trivaliga milliónaupphædd at útvikla og framleiða. – Tá TV3 nú legði so nógv fyri, og alt skuldi verða so og so stórt, so vildu vit eisini gera nógv burtur úr eyðkennislagnum. Vit settu okkum í samband við Grace Jones, og hon vildi fegin verða við, eftir at hon hevði hoyrt sangin hjá okk- um, greiðir Kári Jacobsen frá. – Hetta var ein stór íløga hjá TV3 at gera, og tí var tað alneyðugt fyri okkum, at vit fingu sum mest burtur úr, tá Grace Jones so kom í studio. Tað er langt síðani, at hon var frammi, og í grundini vistu vit ikki við vissu, um hann framvegis kláraði at syngja so væl, sum hon plagdi. Men tað gjørdi hon sanniliga. Seljast til onnur lond Arbeiðið í studionum í Keypmannahavn tók tveir dagar, og úrslitið heldur Kári Jacobsen verða frálíka gott. – Hon er veruliga ein Heimsstjørna syngur sang hjá Kára Jacobsen Grace Jones hevur verið í studio í Keypmannahavn og sungið sang hjá Kára Jacobsen. Sangurin fer helst kring allan heim, og nú vil ameri- kanska songkvinnan hoyra fleiri løg hjá føroyinginum EYÐUN KLAKSTEIN Hon fór av durum á Man- hattan í New York, fleyg um Atlantshavið og brúkti tveir dagar í studio í Keypmann- ahavn. Alt fyri at syngja ein sang hjá Kára Jacobsen. Føroyski sangskrivarin og tónleikarin er í Føroyum best kendur fyri ólavsøku- sangin um deiligu Havnina, men næstu tíðina verður tað myrka songkvinnan og sjónleikarindan Grace Jon- es, sum skal syngja um full- komnað brotsverkið hjá Kára. – Tað var næstan óveru- liga at hava eina so stóra stjørnu og so frálíkan sang- ara í studio, sigur Kári Jac- obsen um dagarnar saman við Grace Jones. »The Perfect Crime« kallast sangurin, og hann skal brúkast í eini sending, sum danska TV3 hevur lagt nógvar pengar í. Á donsk- um er heitið á sendingini Det Perfekte Kup, og 20. mars fer fyrsti partur av røð- ini í luftina. Tá verður tað við nýggja sanginum hjá Kára Jacob- sen sum eyðkennislag, og Kári hevur saman við dan- ska samstarvsfelagnum Jac- ob Duus eisini gjørt annan tónleik, sum skal brúkast í sendingini, sum verður flaggskipið hjá TV3 næstu mánaðirnar. Tóku kjansin Kári Jacobsen er rættiliga við at koma fram í Dan- mark. Hann hevur skrivað tónleik til fleiri kendar sjón- varpssendingar, og nú kann samstarvið við Grace Jones seta enn meira ferð á karri- sangari í heims- klassa. Tað er ein myrk- ur og dramatiskur dámur yvir sanginum, og tað passaði røddin hjá Grace Jones sera væl til, sigur Kári. Áðrenn amerikanska songkvinnan kom í studio, høvdu Kári og Jacob fyri- reikað seg væl. Allur tón- leikurin var spældur inn, og ein annar føroyingur, Óli Poulsen, var kallaður inn til at leggja seinastu hond á tónleikin. – Grace Jones visti, hvat hon vildi, tá hon kom í studio, men vit vistu sanni- liga eisini, hvat vit vildu hava burtur úr, sigur Kári. – Hetta er klárt tað størsta navnið, sum eg havi sam- starvað við, og tá hon kom í studio fyrstu ferð, kendist tað eitt sindur løgið. Men vit vandu okkum við tað, og tað gjørdist til eina ómeta- liga spennandi og stuttliga uppgávu. Grace Jones var so væl nøgd við sangin, at hon bað Kára og Jacob senda sær fleiri sangir, og tí er eitt framtíðar samstarv við Grace Jones ikki útilokað. Men fyri fyrst er tað ein sangur, sum føroyski kom- ponisturin og amerikanska heimsstjørnan hava gjørt saman, og umframt at skula brúkast í sjálvari sendingini hjá TV3, skal sangurin eis- ini gera reklamu fyri sendi- røðini. Sangurin verður spældur á ymsum útvarps- rásum í Norðurlondum. Fleiri sjónvarpsfeløg í øðrum londum eru áhugað í at keypa konseptið til sendingina frá TV3, og gera tey tað, verður tað við sang- inum hjá Kára Jacobsen sum eyðkennislagi. S a m a felag, sum gjørdi sendirøðina um stóru floksveitsluna, hevur gjørt nýggju røðina til TV3, og verður hugsað um, hvussu víða flokasveitslan er komin, kann alt henda við Det Perfekte Kup. Vanligt er, at tá eitt sjón- varpsfelag ger eina nýggja sending, eigur tað rættindini til konseptið, og tað kann seljast til onnur lond. Send- ingin um floksveitsluna, sum føroyski Per Zacharia- sen hevur framleitt, er seld til nógv lond, og í fjør var røðini á topp-10 yvir størstu undirhaldssendingarnar í heiminum. Gevast út á stakfløgu Møguleikar eru fyri, at sangurin um fullkomnað brotsverkið skal gevast út á eini stakfløgu, og líkt er til, at hendan stakfløgan skal gevast út í fleiri londum. – Enn vita vit ikki so nógv um hetta, men tá tú hevur við eina slíka stjørnu at gera, so veitst tú ong- antíð, hvat kann spyrjast burtur úr, sigur Kári Jacob- sen. Tað kann eisini koma upp á tal, a t sang- urin hjá Kára skal brúkast á eini útgávu hjá Grace Jones seinni. – Í øllum førðum hevur eitt slíkt samstarv stóran týdning fyri meg framyvir, tí tað kann hava aðrar spennandi uppgávur við sær, og í løtuni er okkurt á bakkastokki. Kári Jacobsen hevur nógvu seinnu árini búð í Danmark, men tað er serliga seinasta hálva árið, at hann rættiliga hevur fingið vind í seglini sum komponistur. Og eftir nýggjasta avrikið saman við Grace Jones eru møguleikar fyri, at hann kann náa enn longur innan tónleikaheimin. Sanniliga eitt fullkomið brotsverk... Í seinasta tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum, verður sagt, at nógvar kommunur hava í 90‘unum havt trupul ár, við stórari skuld eftir yviríløgur í áttatiárunum. Støðan er nú broytt munandi. Avtalur um skuld eru fingnar upp á pláss, inntøkurnar vaksnar sera nógv, vegna økta virk- semið seinastu árini. Ein grund til stóru inntøkurnar hjá kommununum er eisini, at »kreppu-skattaprosent- ini« enn standa við. Í 1989, áðrenn nøkur kreppa merktist var miðal skattaprosentið hjá komm- ununum 15,46 %. Í 1994, tá kreppan var í hæddini var miðal skattaprosenti hjá kommununum 20,41 %. Nú, nøkur ár eftir, at virk- semi av álvara aftur tók seg upp aftur, er miðal skatta- prosenti enn uppi á 19,81%. Hetta er uml. 4 % yvir ein- um normalum støði, um vit siga, at skattatrýstið innan kreppuna, á leið myndar eitt útgangsstøði. Fjølmiðlarnir hava sein- astu tíðina borið tíðindir um komunalar íløgur, ið benda á, at ávísar kommunur nú spæla sær við skattapeningi, heldur enn at lækka skattin. Tað vísir seg at verða ólíka lættari at seta skattin upp,, tá tørvur er á tí. Og hetta er margháttligt, tí talan er um pengar borgarina. Skal vinnan trívast, er meginreglan: Jú lægri skatt- ur, tess betur, bæði tá ið talan er um persóns- og virkisskatt. Persónsskattur- in rakar virkið óbeinleiðis gjøgnum lønartrýstið, og virkisskatturin tyngir um út- Kommunurnar eiga at hugsa seg væl um Tað vísir seg at verða ólíka lættari at seta skattin upp, tá tørvur er á tí. Og hetta er margháttligt, tí talan er um pengar borgarans, verður sagt frá Føroya Arbeiðsgevarafelag í tíðindaskrivi reiðslunar hjá virkinum og minkar um yvirskotið. Tí heldur Føroya Arbeiðs- gevarafelag, at kommunur- nar eiga at hugsa seg væl um, og endurskoða skatta- prosentini frá kreppuáru- num, verður sagt í tíðinda- skrivinum. Føroyski sangskrivarin og tónleikarin, Kári Jacobsen, er best kendur fyri ólavsøkusangin um deiligu Havnina, men næstu tíðina verður tað myrka songkvinnan og sjónleikarindan Grace Jones, sum skal syngja um full- komnað brotsverkið hjá Kára – Heldur sam- gongan fast um, at vit skulu úr ríkisfelagsskap- inum, er javnað- arflokkurin ikki við longur. Og tað verður okk- ara egna tulking av ríkisfelags- skapinum, sum verður avgerð- andi fyri okkara støðu, gjørdi Jó- annes Eidesgaard tvørafólki greitt mánakvøldið ÁKI BERTHOLDSEN – Ríkisfelagsskapurin er markið, sum vit ikki fara yvirum. Hendan boðskapin endur- tók Jóannes Eidesgaard, fyri teimum, sum vóru møtt á fundi í Tvøroyar Sosial- demokratiska Felag í TB Húsinum mánakvøldið. Á fundinum skuldi for- maður javnaðarfloksins greiða frá politisku støðuni, og ikki óvæntað var tað gongdin í fullveldismálin- um, sum fekk mestu um- røðuna. Á fundinum gjørdi Jóan- nes Eidesgaard heilt greitt, at tað kann henda, at javn- aðarflokkurin fer at taka seg burturúr viðgerðini í full- veldismálinum. Hann staðfesti sostatt, at heldur samgongan fast við, at endamálið við samráð- ingunum við danir skal vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum, so er javnaðarflokkurin ikki við meiri og fer at taka seg burt- urúr viðgerðini. – Hinvegin hava vit gjørt líka greitt, at er málið við samráðingunum at finna eina skipan, sum varðveitir ríkisfelagsskapin, so eru vit framvegis við, segði Jóan- nes Eidesgaard. Halda fast Men tað skiltist á formann- inum, at hann hevði ikki góðar vónir um at tað fer at eydnast hjá javnaðarflokk- inum og samgonguni at semjast um grundarlagið fyri samráðingum við danir um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Tí hann segði, at eftir uppritinum, sum samráð- ingarnar við danir skulu byggja á, er endamálið framvegis tað, sum stendur í samgonguskjalinum, um- framt tað, sum stendur í Hvítu Bók og tað, sum stendur í løgtingssamtykt- ini, sum varð gjørd í okt- ober í 1998, nevniliga, at Føroyar skulu burturúr rík- isfelagsskapinum. Annars er uppritið í trún- aði, so hann vildi ikki út- greina, hvat tað annars bygdi á. Og hann helt eisini, at fer javnaðarflokkurin burturúr viðgerðini, er seinasti møguleikin farin fyri at finna eina breiða semju, fyri teimum ríkisrættarligu broytingunum, bæði í ting- inum og í fólkinum sum heild, tí sambandsflokkurin hevur langt síðani boðað frá, at hann er ikki við. Men hann legði kortini dent á, at enn var javnað- arflokkurin uppi í viðgerð- ini og hann roknaði við, at hann kom at verða við heilt fram at málstrikuni. Tí hann vísti á, at bæði løgmaður og landsstýris- maðurin í fullveldismálum, gjørdi seg til talsmann fyri eini breiðari semju, í hvussu so er úteftir. Men Jóannes Eidesgaard mátti ásanna, at hann síðani er farin at ivast í, hvussu altráð samgongan er eftir eini breiðari semju. – Eg má siga, at eg havi varhugan av, at kaffifund- irnir, vit høvdu við lands- stýrið, vóru bara uppá kvamsvís og at landsstýrið ongantíð ætlaði at nakað skuldi spyrjast burturúr. – Í øllum førum hevur samgongan ikki flutt seg ein tumma, segði hann, hóast vit fleiri ferðir hava ført mál fram, har vit halda okkum hava betri at halda um, enn, hvat samngongan hevur Krevja uppskotið Formaður javnaðarfloksins stóran týdning, at javnaðar- flokkurin ger heilt greitt, hvat hann skilir við ríkis- felagsskapin. – Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vit lata onnur def- inera ríkisfelagsskapin fyri okkum. – Tá ið so samráðingarnar við danir verða, má flokk- urin so taka støðu til um hetta er uttanfyri ella inn- anfyri tað mark, sum hann sjálvur hevur sett. Og útfrá tí verður so tann politiska støðan tikin útfrá tí. Jóannes Eidesgaard vísti á, at ríkisfelagsskapurin er ikki eitt statsrættarligt hug- tak, sum kundi definerast. Men hann gjørdi eisini púra greitt, at tað bleiv javn- aðarfloksins egna tulking av ríkisfelagsskapinum, sum bleiv avgerðandi, fyri, hvørja støðu, flokkurin tók. – Tá ið endalig støða skal takast til ein nýggjan sátt- mála við danir, fara vit at spyrja okkum sjálvi um hetta er ein loysn, sum er innanfyri ella uttanfyri okk- ara fatan av ríkisfelagsskap- inum, og so taka vit støðu eftir tí. Ein trupul leiklutur Útfrá sínum eygleiðingum seinastu tíðina metti Jóan- nes Eidesgaard, at ikki minst fólkaflokkurin hevði fingið ein sera truplan leik- lut. –Fólkaflokkurin hevur sett sær eitt eitans mál. – Og tað, er at sama, hvat úrslitið verður, so skal tað ikki vera hann, sum fær skyldina fyri tað, sum er hent. Hann vil helst koma burt- urúr hesum uppá ein máta, sum fær fólk til at halda, at hann hevur gjørt tað hann kundi fyri at røkka málinum at skipa Føroyar sum full- veldið. – Men vit vita, at ein stór- ur partur av tingmanning fólkafloksins tekur als ikki undir við fullveldismálinum og tað ger ein stórur partur av veljarum fólkafloksins enn minni, segði Jóannes Eidesgaard. Mánakvøldið fingu tvørafólk at vita frá formanni javnaðarfloksins, at, sum støðan er nú, eru smá útlit fyri eini breiðari semju um samráðingarnar, sum verða við danir i næstum um okkara ríkisrættarligu støðu Seinasti møguleiki fyri semju um at vera farin – Tað er ikki so trupult hjá javnaðarflokkinum at taka støðu til fullveldismálið. Tí famvegis tykist ætlanin at vera, at vit skulu vera uttanfyri ríkisfelagsskapin og so eru vit heilt einfalt ikki við, fortaldi Jóannes Eidesgaard fyri tvørafólki á fundi mánakvøldið vísir eisini á, at í fyrispurn- inginum til donsku stjórn- ina um samráðingar, skrivar landsstýrið, at á fyrsta fund- inum, sum verður longu í næsta mánaði, er ætlanin at leggja eitt uppskot til ein sáttmála ímillum Føroyar og Danmark fyri donsku samráðingarnevndina. – Í uttanlandsnevndini hava vit hava spurt, hvat tað er fyri sáttmálauppskot, sum landsstýrið longu hev- ur klárt. Og við hjálp frá miðflokkinum varð meiri- luti fyri at krevja løgmann á fund við uttanlandsnevnd- ina at greiða frá hesum sátt- málauppskotinum. –Fáa vit ikki innlit í hetta sáttmáluppskotið, vænti eg at viðgerðin fer at taka eina vend, sigur Jóannes Eides- gaard. Annars metti hann, at tað verður neyðugt, at uttan- landsnevndin heilt skjótt kemur til eina politiskari niðurstøðu í málinum – Skulu samráðingar verða í komandi mánaði, er ikki nógv at geva av, tí tá ið politiska støðan er tikin í uttanlandsnevndini, skal álit skrivast til landsstýrið og viðgerðast har og tað skal alt verða avgreitt áðrenn 13. mars. Tó helt Jóannes Eides- gaard, at hetta fór ikki at verða ein trupult hjá javn- aðarflokkin at koma til eina politiska niðurstøðu, tí held- ur samgongan fast við, at Føroyar skulu úr ríkisfel- agsskapin, eru vit heilt ein- falt ikki við, endurtók hann. Okkara meting Á fundinum mánakvøldið var eisini víst á, at nú vóru nógv fólk farin at ivast í, hvat ríkisfelagsskapurin er í veruleikanum. Og m.a. hevur Annita á Fríðriksmørk sett ríkisum- boðnum fleiri spurningar um, hvat ríkisfelagsskapur- in er. Hildið var, at javnaðar- flokkurin var í rættiliga stór- um trupulleikum um hann ikki fyrrenn nú fer at lýsa, hvat ríkisfelagsskapurin er. – Tí hevur tað rættiliga