Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2000 Lægsta burðartal síðani 1939 – Vit skulu heilt aftur til 1939 fyri at finna eitt líka lágt burðartal sum í 1999 og ikki síðani 1905 hevur burðar- avlopið verið so lágt, sum í fjør, sigur Hans Pauli Strøm SVEINUR TRÓNDARSON Tað vórðu føddir 619 nýggir føroyingar í fjør. Hetta er lægsta burðar- talið í meiri enn seksti ár, tí vit skulu heilt aftur til 1939 fyri at finna eitt lægri burðartal enn vit høvdu í fjør. Tá búðu um 26.200 fólk í Føroyum, meðan tað við árslok í fjør búðu 45.389 fólk á klettunum. Burðaravlopið, tað vil siga munurin millum fødd og deyð, í 1999 var 218 og so lágt hevur burðaravlopið ikki verið síðani 1905, greiðir Hans Pauli Strøm, sosiologur frá. – Men tað er eingin kata- strofa fyri tað, leggur hann afturat. Mynstrið broytt Frágreiðingin til lágu burð- artølini er nevniliga rætti- liga einføld. Samfelagsmynstrið er broytt, og við tí eisini føði- títtleikin, men sambært Hans Paula Strøm er eingin orsøk hjá føroyingum at ótt- ast at landið kemur í óføri av tí enn í hvussu er. – Ein høvuðsorsøk til, at tað verða fødd færri børn er, at tað eru færri kvinnur í burðarførum aldri. Nógvar teirra fluttu av landinum í kreppuárunum og tí sæst tað so væl. Føðitíttleikin fyri hvørjar 1000 kvinnur í burðarførum aldri er ikki fallin, og í veruleikanum er hann ein av teimum hægstu í Norðanlondum, sigur Hans Pauli Strøm. Kortini er orsøk at stúra fyri summum økjum, tí taka vit Vágs bygd einsamalla, so eru bara fødd fimm børn har alt árið í fjør, og tað er sera lágt, tá hugsað verður um at fleiri enn 1400 fólk búgva har. Til sammetingar fingu teir 1200 vestmenn- ingarnir 20 børn í fjør – Vit líða enn undir kreppuni Seinasta ár minkaði fólkatalið á Skála við 18 fólkum. Tað vil siga, at tað nú búgva næstan 100 fólk færri á Skála enn tað gjørdu í 1989. Bygdaráðsfor- maðurin kennir ikki orsøkina, men heldur, at skattaprosentið spælir nógv inn. – Á tann hátt eru vit merkt av kreppuni enn, sigur hann Fólkatalið á Skála fall við 18 fólkum seinasta ár og tað er beint øvugta gongdin sammett við restina av Eysturoynni. Og tá hugsað verður um, at tað var støðugt arbeiði á Skipasmiðjuni og at dagrøktin aftur varð sett á stovn í bygdini, so er tað ein løgin gongd. Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður er eisini varin við at siga hví so er, men hann heldur, at skattaprosentið er ein orsøk SVEINUR TRÓNDARSON Hóast fólkatalið í Eystur- oynni vaks við 106 fólkum samanlagt, so var gongdin beint tann øvugta á Skála. Har minkaði fólkatalið við 18 fólkum. Hetta er ein lítið hugalig gongd, serliga tá hugsað verður um, at eitt stórt ar- beiðspláss er í bygdini.og vit hava spurt bygdarráðs- formannin á Skála um hvat hann helt orsøkina vera til fallið. Kreppan nívir enn – Eg dugi ikki at siga tær heilt nágreiniliga, men eg haldi, at tað er ein avleiðing av kreppuni, sigur Símun Pauli Berg, bygdaráðsfor- maður á Skála. Hann greiðir frá, at skatt- aprosentið í bygdini er í hægra endanum og tað spælir uttan iva inn, tá bú- staður verður valdur, hug- leiðir Símun Pauli. Í hansara tíð, sum bygda- ráðsformaður á Skála eru bara bygd tvey hús, og tað sigur eitt sindur. Men er tað útstykking sum manglar, ella er tað eingin hugur at fara har, út- stykkingin er? – Grundstykkir eru tøk úti á Fløtum, men hóast tey, sum búgva har úti trívast væl, eru umstøðurnar kanska ikki nóg góðar, sigur SímunPauli. Útstykkingin úti á Fløtum liggur uttanfyri bygdar- markið og umstøðurnar hjá skúlabørnunum eru ikki serliga góðar, tí myrkt er á vegnum um morgnarnar og nógvir bilar fara framvið. Hetta kann vera ein orsøk til at fólk velja Skála frá, og fara aðrastaðni at byggja, men tað heldur Símun Pauli kortini ikki at tað er. – Men tað er ikki óhugs- andi, at var útstykkjað inni í bygdini fyri nøkrum árum síðani, so hevði bygdin havt ein náttúrligan vøkstur, men soleiðis var ikki, sigur Sím- un Pauli. Væl útbygt Hinvegin heldur hann, at tað høga skattaprosentið er ein orsøk til, at fólk ikki so fegin velja Skála sum bú- stað. – Skattaprosentið er om- anfyri 21 og tað trúgvi eg spælir nógv inn. Orsøkin til, at skattapro- sentið er so høgt er, at kommunan kom í fíggjarligt óføri tá ov nógvar verkætl- anir kostaðu ov nógvar pengar og skipasmiðjan samstundis fór av knóran- um. – Hetta hevði við sær, at kommunan fór á húsagang so at siga, og tað er nakað sum vit merkja sviðan av enn, sigur Símun Pauli. Harafturímóti kann hann so fegnast um, at bygdin er sera væl fyri og væl útbygd tá skuldin er afturgoldin. – Vit hava dagrøkt, eldr- abýli, bátahyl, ítróttarhøll, graslíkisvøll og annað, sum kemur øllum til góðar og tað kann gerast ein fyrimun- ur hjá bygdini tá, sigur Sím- un Pauli. Og seinastu árini er av álvara komin gongd aftur á bygdarlívið, hóast fólkatalið er fallið. Inntøkurnar frá skipa- smiðjuni vaksa og lív er komið í so at siga øll tóm hús á Skála og tað fer at hava við sær ein størri trivn- að. – Inntøkan og aktivitet- urin frá skipasmiðjuni hev- ur stóra ávirkan, men tað eru ikki bara skálafólk, sum fáa ágóðan av tí. Eins og við høllini og vøllinum, so fáa nógv onnur fram við Skálafjørðinum gagn av virkseminum. Men tað eru Skálafólk, sum gjalda fyri tað, og tað kostar, sigur bygdaráðsformaðurin, sum kortini ikki letur illa at. Skipasmiðjan, sum hevur verið grundarsteinurin undir bygdini í nógv harr- ans ár, er nú av álvara komin í snúðningar aftur, og tað merkist í kommunu- kassanum savnsmynd Her er eitt ríkidømi DAGFINN OLSEN Í dag klokkan 13:30 letur Suðuroyar Ullvirki upp handil við SIRRI vørum í gomlu Krambúð á Gørðun- um í Vági. SIRRI vørurnar eru fram- leiddar úr føroyskum tilfari á Suðuroyar Ullvirki. Toldi ikki ull Ein teirra, ið hevur notið at gingið í pløggum frá Suð- uroyar Ullvirki, er Ólavur Hátún. Hann hevur annars verið sera varin og ringur at gera tilpass, tá um klæðir umræður, tí tað er, sum er einki nóg mjúkt. - Longu sum smádrongur toldi eg illa ull. Skjúrturnar, eg nýti, koma allan vegin úr Sveis. Tær eru silkoline viðgjørdar og kosta sera nógv, og mín góði vinur Villy Gohl hevur tær van- liga við, tá hann vitjar, greiðir Ólavur frá. Hann hevur í mong ár havt trupult við at finna røttu klæðini, tí tað var ikki alt hann kundi fara í, tí hann toldi tað ikki. Eitt ríkidømi Ólavur leggur dent á, at hann hevur ikki privatan áhuga í at lýsa við vørum hjá nøkrum, ella at ganga mótaframsýning, men ullin hevur áhuga hansara. Nógv verður gjørt við ull í hús- inum, tí konan Ása, ið er handarbeiðslærarinna, fæst nógv við at virka úr ull. Ull er Føroya gull, søgdu tey fyrr, og tað er ikki sørt, at tað harmar Ólav, at ull nú verður fyribeind í Før- oyum, tí her er eitt ríkidømi, um rætt verður farið fram, heldur hann. Kórleiðarin fekk ullint plagg Men hvussu byrjaði so hetta við at Ólavur, sum ikki tolir hvat sum helst at húðini, byrjaði at ganga í ullintari troyggju. Fyri ári síðani, ella so, stóð Kirkjukórið Ljómur í Vági og tørvaði ein kórleið- ara. Ólavur tók uppgávuna á seg og fór suður og búði hjá Karini og Árna Brattaberg. Ein dagin vístu tey hon- um Ullvirkið, sum tey reka, og tey vildu hava hann at royna onkra av mongu troyggjunum, sum har lógu. Hetta var Ólavur tó ikki so fegin um, tí hetta var jú ull og royndir hansara við ull vóru ikki tær bestu. Hann royndi tó eina troyggju, ið passaði sera væl, so hann tók av. Kanska mest fyri at stuðla nýggju framleiðsluni. Eftir kórvenjng fór hann í troyggjuna, og hevði í huga at halda út, til hann sat umborð á Smyrli á veg til Havnar. Tá kundi hann skifta aftur. Men hann skifti ikki, tí einki var at klaga um. Troyggjan „prikaði“ ikki og síðani hevur nærum ikki verið dagur, at hann ikki hevur gingið í troyggj- uni inni og úti. - Eg kenni meg ikki ílatn- an, eri eg ikki í henni, sigur Ólavur. Ikki blandað Ólavur sigur, at troyggjan hevur fleiri góðar eginleik- ar. Hon niblar ikki. Er regn, so er bert at rista úr henni, so er alt burtur. - Kanska er skomm at siga frá tí, men hon er ong- antíð vaskað, men hon angar enn líka frísk. Eg veit ikki hví so er, men tað er ein eginleiki, sigur Ólavur. Hann metir, at aðrir fram- leiðarar av ullvørum blanda møguliga útlendska ull við føroysku ullina. Troyggjan hjá Ólavi er náttúrulitur og úr reinari før- oyskari ull og hon er full- góð, metir Ólavur. Fyribeind -Tað hevur harmað meg, at ull verður fyribeind. Sjálvt í bóndabygdum. Hetta sigi eg útfrá einum samfelags- búskaparligum sjónarmiði, sigur Ólavur Hátún. Hann heldur vera av stór- um týdningi, at menn hugsa um ullina, tá teir velja brund, tí ullin er ólík í dygd í ymsu hagunum. Buksur og hatt Ólavur hevur nú eisini fing- ið buksur frá Suðuroyar Ull- virki. Hetta eru fyrstu buks- urnar, ið eru framleiddar har, men Ólavur ivast ikki í, at hetta er besta plagg, ið t.d. ein sjómaður kann fáa. Mjúkar og heitar. Hann gongur eisini í ull- intum, tøvdum hatti, men henda hevur konan Ása gjørt honum. Tá fólk hitta Ólav í ull- intari troyggju hava tey onkutíð skemtast, og spurt, um konan nú hevur verið uppá spæl. Men so greiðir hann teim- um frá, at hetta er føroysk framleiðsla úr Suðuroynni. Ólavur heldur vera løgið, so trupult tað er í Havn at fáa fatur á vørum frá Suður- oyar Ullvirki. - Orsøkirnar kann ein gita um, men tað er spell, at so er, og vónandi verður bøtt um hetta, sigur Ólavur. Hann ivast onga løtu í, at vit í Føroyum kunnu fáa gagn og vinning úr ullini, um rætt verður farið fram. Í samband við, at Ullvirk- ið letur upp á Gørðunum í Vági í dag, er móttøka klokkan 13:30. Smyril sigl- ur mikudag á Vág klokkan 9:30 og av aftur Vági klokk- Ólavur Hátún hoyrir til teirra, ið velur klæði síni við umhugsni, tí hann tolir ikki alt. Til dømis ikki ull, men eftir at hann fekk eina troyggju úr reinari føroyskari ull frá Suðuroyar Ullvirki, hevur hann nærum ikki verið úr henni aftur Framtíðarprísir meira samansettir Føroya Tele hevur broytt nýtslugjaldið fyri føst internetsambond. Eisini GSM kundar kunnu vænta broytingar DAGFINN OLSEN Føroya Tele broytti 1. feb- ruar 2000 nýtslugjaldið fyri føst internetsambond. Framyvir verða 3 ymiskir bólkar: Bólkur 1: meira enn 1,5 Gb flutningur um mánaðin krónur 1,- pr Mb. Bólkur 2: millum 0,5 Gb og 1,5 Gb um mánaðin krónur 1,50 pr Mb. Bólkur 3: undir 0,5 Gb flutningur um mánaðin krónur 2,- pr Mb. Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari, sigur, at stórkundar fáa avsláttur á henda hátt. Hetta er avleið- ing av, at líka nógv umsiting er av stórum og smáum kundum og tí kann tykjast órímuligt, at gjaldið er tað sama. Men hóast alt, so hevur Føroya Tele útreiðslur av at senda, so hetta er ein roynd at raka har ímillum. Poul Henrik Poulsen sigur, at tíðin við føstum gjøldum er farin og at vit framyvir koma fáa meira samansett gjøld. Soleiðis er ætlanin t.d. eisini at broyta GSM fartelefon gjøldini. Arbeitt verður við at seta á stovn eitt frítíðarhald og eitt vinnuhald, men enn er ikki komið so langt við hesum ætlanum, sigur Poul Henrik Poulsen. Longu sum smádrongur toldi Ólavur Hátún illa ull. Men tá hann frá Suðuroyar Ullvirki fekk troyggju úr reinari føroyskari ull bar til. Síðani hevur hann nærum ikki verið úr henni aftur Mynd: Dagfinn Olsen Ólavur Hátún hevur nú eisini fingið buksur frá Suðuroyar Ullvirki. Hetta eru fyrstu buksurnar, ið eru framleiddar har, men Ólavur ivast ikki í, at hetta er besta plagg, ið t.d. ein sjómaður kann fáa. Mjúkar og heitar. Mynd: Dagfinn Olsen P/F Meinhardt Arge leiðara til mekaniska verkstaðin Att: Tummas Nielsen Box 3171, 110 Tórshavn Tel 31 61 61, fax 31 61 60 Vit vænta: Vit bjóða: • Ein við viðkomandi útbúgving • Ein ið hevur teldukunnleika • Helst við leiðsluroyndum • Góð samstarvsevni • Góð evni at leggja arbeiði tilrættis • Løn eftir avtalu og førleika • Gott arbeiðsumhvørvi Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til P/F Meinhardt Arge umboðar bilmerkini Opel, Nissan og Peugeot, P/F Meinhardt Arge hevur plátu- og lakk verkstað, Nissan og Peugeot bila- sølu og fyrisiting á Hálsi. Goymslu, mekaniskan verkstað og Opel bilasølu við Oyggjarvegin. Hjá P/F Meinhardt Arge starvast 37 fólk. Sóknast verður eftir at mynda virkið og samskifta við viðskiftafólk.