Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Faroe Smolt æltar at tvífalda framleiðsluna av smolti komandi tvey árini ALING Eyðun Klakstein Kalsoy: Í vikuni var nýggj høll hjá Faroe Smolt á Kalsoynni reist. Høllin verður bygd uppí verðandi smoltstøð, sum Faroe Sal- mon eigur. Í fjør framleiddi hendan smoltstøðin tvær millionir smolt, men Faroe Smolt ætlar at tvífalda framleiðsl- una komandi tvey árini. Faroe Salmon brúkar alt smoltið, sum Faroe Smolt framleiðir, umframt at alifelagið keypir smolt úr Gjógv og Funningi. Økja útflutningin Faroe Salmon er størsti einstaki alarin í landinum, og í fjør útflutti felagið 8000 tons av laksi. Hetta er umleið ein fimtapartur av samlaða laksaútflutning- inum. Ætlanin er, at útflutning- urin hjá Faroe Salmon skal vaksa komandi árini. Fimm fólk starvast á smoltstøðini á Kalsoynni, og talið verður tað sama eftir útbyggingina. Høllin skal verða liðug um ein mánaði, og tað eru Josephsen-menn, sum standa fyri arbeiðnum. Skal framleiðslan av smolti økjast upp í fýra milliónir um árið, er neyðugt við eini útbygging afturat norðureftir, og tá verður helst eisini neyðugt við fleiri starvsfólkum. Byggja uppí smoltstøðina Nýggja høllin hjá Faroe Smolt á Kalsoynni varð reist í vikuni. Smoltstøðin ætlar at økja munandi um framleiðsluna komandi árini FERÐSLA Ráðið fyri Ferðslutrygd Tá ið akfør viga meira enn eitt ávíst tonsatal, so mugu tey hava serloyvi at koyra úr einum øki til annað. Hægst loyvda heildartyngd hjá fermdum akfari er 48 tons. Sambært grein 38 í Ferðslulógini er tað løg- reglan, sum gevur hesi und- antaksloyvi. Men løgreglan ger bert frávik frá reglun- um eftir samráðingar við viðkomandi vegamyndug- leika, t.v.s. Landsverk- frøðingin, tá ið talan er um landsvegir. Løgreglan ansar bert eftir, at flutningurin ferðsluliga fer fram á rættan hátt, og at flutning- urin lýkur øll trygdarkrøv, sum ferðslulógin ásetir. Tá ið tað snýr seg um spurningar, um t.d. vegir ella brýr tola tungu vektina, so fylgir løgreglan avgerð- unum hjá vegamyndugleik- anum Hvør gevur serloyvi til tungan flutning? Nr. 54 - 17. mars 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 54 - 17. mars 2001 Landsfundur Sambandsfloksins 2001 verður í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið 23. og leygardagin 24.mars Fundarskrá samb.viðtøkunum Leygarkvøldið kl. 19.30 verður veitsla í B36- húsinum.Tekning til veitsluna á tlf. 318870. Kostnaður 120 kr. Øll sambandsfólk eru vælkomin Landsnevndin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Í dag er pátriksmessa. Pátrikur var apostul Írlands, sum doyði henda dag fyri 1540 árum síðani. Dag- urin, sum er tjóðdagur íra, verður eisini hildin í Mykinesi. Tá Pátrik doyði í 461, hevði hann bygt nógvar kirkjur og stovnað kleystur, og tað var frá hesum kleystrum, at írskir munkar hava leitað til Føroya, at fáa tilhald, sigur Axel Tórgarð í bókini ”Dagar og nøvn í álmanakkanum”. Írsku munkarnir hava eitt nú havt tilhald í Mykinesi, har pátriksmessa hevur verið hildin. Men líkt er til, at eisini aðrastaðni í Føroyum hava teir tikið til Pátrik, sigur Axel. Fyrstu orð, vit vita um Føroyar, eru allar helst skriv- að av írum. Í halgisøguni um Sankta Brendan, sum var føddur um ár 580, verður oyggj nevnd, har Brendan og bátsfelagar hansara komu til á drúgvari ferð í leitanini eftir fyrijáttaða landinum. Henda oygg er full av hvítum seyði, og eisini hitta írarnir har ein kristnan mann, sum gevur teimum ymsa útgerð. Írsku munkarnir hildu hina heilagu kvøld- máltíðina skírisdag, offraðu páskalambið og dvaldust her til páskadag. Einki ávíst er tó, ið bendir á, at oyggjarnar veruliga vóru Føroyar, sigur Hans Jacob Debes í fyrsta bindinum um ”Føroya Søgu”. Hann vil heldur vísa til ein annan íra, klerkin Dicuilus, sum góð tveyhundrað ár seinni skrivar um nágreinilig landafrøðilig viðurskifti í Norður- atlantshavi. Dicuilus skrivar í 825 í bók um ”Mát jarðarkringsins”, at higartil ókendar oyggjar liggja tvær dagsreisur fyri norðan. Frá øllum teim ná- greiniligu upplýsingunum kann lættliga gitast, at talan er um Føroyar. Kelda Dicuils er ein prestur, sum hann sjálvur hevur hitt. Einar Smörbakk erkibispur í Niðarósa sigur hug- tikin um Írland í ”Kongaspegilinum” í 13. øld, at Írland er nærum besta land, millum tey vit kenna, hóast drúvur ikki vaksa har. Helst ein staðfesting av lýggja veðurlagnum, sum drigið man hava mangan ferðandi føroyingin hagar. So tað er meiri enn so, at okkara vegir hava krossast, teir føroysku og teir írsku, gjøgnum søguna og higar til dags. Ikki minst, tá Tróndur Patursson var við í tiltiknu Brendans- ferðini hjá Tim Severin í 1978. Nú er eisini mangt, ið bendir á, at tað fragdarhúsið, sum Norðurlandahúsið er, hevur hepnast at knýta enn eitt írskt samband til Føroya. Leiðslan í írsku operuni hevur vitjað í oyggjunum og semja er millum partarnar um, at menna henda mentunarliga fremmanda, men dýrmetta skatt, so eisini tey, ið hava búsett seg so fjarskotið, sum í Føroyum og í Galway, kunnu njóta góða, altjóða operu. Hetta er mentapolitikkur, útintur av áhugaðum eftir bestu forskriftum. Sosialurin ynskir góða pátriksmessu, bæði her og í Írlandi! DAGSINS MEINING Sosialurin Pátriksmessa NØVN Í VIKUNI Ein 10-fermetra stór lagkøka fer m.a. at seta sín dám á stóra 70-ára føðingardagin hjá Neistanum mikudagin Mikudagin heldur Neistin 70-ára føðingardag sín. Felagið er ikki einans elsta hondbóltsfelagið í Føroy- um. Tað er eisini tað størsta við sínum stívliga 500 lim- um og ikki færri enn 33 lið- um í lands- og steypakapp- ingunum. Seinastu fimm árini hevur Neistin fingið triðingin av øllum heiðurs- merkjum í hesum kapping- um. Á kvinnusíðuni hevur Neistin gjøgnum tíðirnar vunnið nógv flest føroya- meistaraheiti – 36 av 58 – og fjør gjørdust menninir eisini føroyameistarar. Neistin leggur seg mið- víst eftir at skipa ungdóms- arbeiðið væl og hevur eisini ta størstu ungdómsdeildina í Føroyum. Hetta er sjálv- andi ein av høvuðsorsøkun- um til, at felagið hevur so nógvar limir. Felagið hevur tað grundsjónarmið, at ikki bert ítróttarligi førleikin, men eisini felagssinnið hjá hvørjum einstøkum uttan fyri vøllin, skal vera eitt atgongumerki til at sleppa at spæla hondbólt. Síðani 1994 hevur ein partur av ungdómsarbeið- inum verið, at Neistin ann- aðhvørt ár er við í stóru hondbóltskappingini Par- tille Cup í Svøríki, sum er fyri børn og ung. Síðani 1995 hevur felagið eisini annaðhvørt ár skipað fyri hondbóltsskúlum fyrstu vikuna í summarfrítíðini. Í 1995 var skúlin í Trongis- vági, í 1997 í Havn og í Vestmanna og í 1999 í Klaksvík. Millum 70 og 135 luttakarar hava verið við til hesi sjey summar- tiltøkini síðani 1994. Høgi aldurin verður há- tíðarhildin við manér. Mikudagin frá kl. 17 til 19 eru øll Neistafólk við fa- milju saman við øðrum ítróttafeløgum, myndug- leikum og stuðlum boðin í stóran føðingardag í Ítrótt- arhøllini á Hálsi. M.a. hevur bakaríið hjá Gunnleivi játtað at gera Neistanum størstu lagkøk- una í Føroya søgu. Køkan verður einar 10 fermetrar til støddar og skapað sum búmerkið hjá felagnum. Kakao fær Neistin frá MBM. Sámal Ravnsfjall og eitt ungdómshornorkestur fara at syngja og spæla. Skipað verður eisini fyri einum spæliplássi til teir yngstu gestirnar. Meira fæst at vita frá Djóna Dalsgarð á tlf. 303113. Størsta lagkøkan til størsta hondbóltsfelagið Poul Jákup Thomsen í ferðavinnuna Poul Jákup Thomsen er settur sum leiðari á fólka- flutningsdeildini á Strand- ferðsluni. Eyðkenni fyri Poul er, líka mikið hvar hann er staddur og hvat hann tekst við, so hendir nakað. Hann er 45 ára gamal og seinastu seks árini hevur hann starvast sum ráðgevi hjá Rúsdrekka og Nar- kotikaráðnum. Tað verður saknur í Poul innan fyri- byrgjandi arbeiði innan rús- drekkamisnýtslu og innan ovurnýtslu av turrelvandi drøgg. Poul hevur vanliga so nógv jørn í eldinum, at okkurt kølnar, men inni í miðjuni í eldinum gløða tey gult og reytt og tey verða smíðað, so neistar standa frá. Poul hevur ferðast kring landið, hann hevur víst ungum á vandan við rús- drekka og narkotika. Hann hevur víst á at summi boygna undir hesum evni, og teimum væntar ein ótespilig lívsleið. Nú Poul fer á Strandferðsluna, mugu sterkir herðar til at lyfta hansara leiklut innan rúsdrekkafyribyrging. Poul Jákup hevur útbúgv- ing sum tekniskur assi- stentur og hevur harum- framt útbúgving innan leiðslu, hagfrøði, ráðgeving o.a. Poul Jákup byrjar í starvinum mánadagin 12. mars 2001. Hann hevur annars ar- beitt hjá ráðgevandi verk- frøðingavirki, undirvíst í leiðslu og fyrireika størri verkætlanir. Nýtt skeið í Microsoft Project byrjar mánadagin 2. apríl kl. 09.00