Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað er ongin sparing í at gera eftir tilmælin- um hjá Bjarna Djur- holm og at byggja eitt skip, sum er minni og siglur seinni ØKISMENNING Áki Bertholdsen Tað nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja til suðuroyðarsiglingina, má og skal sigla 21 míl. Tað eru suðuroyingar samdir um. Í hesum málinum standa teir øksl við øksl í kravi sín- um til landsins myndurg- leikar. Landsstýrið hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu tann nýggi Smyril skal síggja út. Men nevndin hjá Strand- ferðsluni, sum hevur fyri- reikað byggingina, hevur mælt Vinnumálastýrinum til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl. Við í nevndini sótu eisini umboð fyri vinnuna og kommunurnar í Suður- oynni. Hetta er eitt skip, sum er einar 120-130 metrar langt og kostar 305 milliónir at byggja. Tó hevur landsstýrismað- urin í vinnumálum mælt til at byggja eitt skip, sum bara gongur 19 míl. Hetta skipið er einar 115 metrar langt og kostar 275 milli- ónir. – Men hetta góðtaka suðuroyingar ikki, teir vilja hava eitt skip, sum siglur 21 míl- og onki annað. Suðuroyingar vísa á, at tann Smyrilin sum er, kann sigla 19 míl, um koyrt verður á motorarnar og tí er skipið, sum Bjarni Djur- holm mælir til, als onki framstig. Onki bíligari Frá keldum, sum kenna málið, hava vit fingið at vita, at tað er púra ongin sparing í at byggja skipið, sum Bjarni Djurholm hevur mælt til. – Skipið, sum fyrireik- ingarnevndin hevur mælt til, og sum siglur 21 míl, gongur við tungolju, sum er væl bíligari enn vanliga oljan. Tí er skipið nógv bíligari í rakstri. Tað frættist somuleiðis, at avtala er gjørd við SEV um at at fáa tungolju. Hetta skipið er eisini longu teknað. Harafturat hevur kenda danska felagið Knud E. Hansen, sum projekterar skipið, víst á, at í Kina kann hetta skipið byggjast fyri 255 milliónir. Tá er íroknað, at tveir mans frá Knud E. Hansen eru á skipasmiðjuni í allari byggitíðini og hava eftir- litið við byggingini. – Tí er tað ongin sparing í at taka av tilmælinum hjá Bjarna Djurholm, tí tað skipið kostar, sum nevnt 275 milliónir. – Men tað er ikki teknað enn, so har skal ein eyka- kostnaður roknast. Tað gongur heldur ikki við tungolju og tí verður tað væl dýrari í rakstri. – Alt í alt er púra ongin sparing í at fylgja tilmæl- inum hjá landsstýrismann- inum í vinnumálum, ser- liga, tá ið vit hugsa um, at talan er um eina íløgu, sum skal halda í 30 ár. Brúgvin til meginøkið Ein av teimum, sum hevur verið í nevndini, sum hevur fyrireikað skipið, er Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági. Beint nú vil hann ikki gera so nógvar viðmerking- ar til smálutir í málinum . – Men tað er ikki nakað dulsmál longur, at vit hava mælt til eitt skip, sum siglur 21 míl. – Vit halda, at eitt slíkt skip er heilt neyðugt fyri at fáa Suðuroynna á Føroya- kortið, sigur hann. – Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er, at vit fáa eitt skip, sum siglur so skjótt, at tað veruliga knýtur Suðuroynna upp í meginøkið. Við hesum skipinum ber tað eisini til at fáa fleiri túrar, um tað verður neyð- ugt. Jógvan Krosslá sigur, at við skipinum, sum siglur 21 míl, ber til at fara úr Suðuroy klokkan 6.30 um morgnarnar og vera í Havn kl. 8. Sostatt sleppa allir suðuroyingar við flogfarin- um. Skipið kann fara suð- uraftur á miðdegi og vera í Suðuroy kl. 13.30. Tað gevur eisini Suðuroyingum fýra tímar í Havn til fundir ella til onnur ørindi, hóast teir eru heima aftur í hampiligari tíð. Skipið kann so fara norðuraftur kl. 17. Sostatt fáa norðoyingar eisini meiri enn tríggjar tímar í Suðuroy til at gera síni ørindi. At enda kann skipið so sigla suðuraftur kl. 19. So- statt sleppa allir suðuroy- ingar, sum koma við flog- farinum heim um kvøldið. Eitt væla skip Jógvan Krosslá sigur, at hetta skipið, sum nevndin hevur mælt til at byggja, er í allar mátar eitt væla skip. – Tað hevur sama snið sum verjuskipið Triton, ið er eitt tiltikið gott sjóskip. Somuleiðis er skipið sera væl útgjørt. Hann heldur ikki, at 300 milliónir er ov nógv at brúka upp á eitt suðuroyar- skip. – Tað er ikki meiri enn ætlanin er at brúka upp á undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð. Hetta skipið verður okk- ara brúgv til meginøkið og tað má verða eitt krav, at tað lúkar tey krøv, sum suðuroyingar seta til eitt slíkt skip. Hann vísir eisini á, at í fyrstuni, tá ið nýtt suður- oyarskip kom upp á tal, varð tosað um eina tvíkilju, sum kostaði út ímóti einari milliard. Men nú er ætlanin so enda niðri á einum vanligum skipið fyri 300 milliónir. ∆ Suðuroyingar púra samdir: Nýggi Smyril skal sigla 21 míl Nr. 54 - 17. mars 2001 5 4 Nr. 54 - 17. mars 2001 gult cyan magenta svart Stór gospelkonsert verður í Runavík leygarkvøldið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Leygarkvøldið verður stór gospelkonsert í ítróttarhøll- ini í Runavík. Á konsertini fara bólk- arnir I Am og MMM at spæla, umframt at kórið Vox eisini verður við I Am er helst fremsti gospelbólkurin í landinum júst nú. Bólkurin er við í Prix Føroyar tónleikakapp- ingini, og hann vann inn- leiðandi umfarið, sum var á Strondum. 21. apríl fer bólkurin at kappast við sjey aðrar bólkar í stóru Prix- finaluni. I Am gav ein vælumtókta fløgu út í fjør, og sangurin Willy vs. Jesus hevur sein- astu vikurnar ligið ovast á føroyska PopTop listanum hjá Útvarpinum. Eisini kór Bólkurin MMM hevur eisini roynt seg í Prix Før- oyar kappingini í ár. Bólk- urin er úr Vágum, og royndi seg eisini í innleiðandi umfarinum har. Hóast framførslan var góð, náddi bólkurin ikki víðari til finaluna. Gospelkórið Vox er mannað við ungum sangar- um úr Eysturoynni. Talan er um eitt rútmiskt kór, sum hevur tónleikarar at spæla undir. Konsertin verður leygar- kvøldið klokkan 22.30. At- gongumerki kunnu keypast við dyrnar. Umfatandi broytingar eru framdar í Hand- ilskjarnanum, nú umbyggingin er liðug. Handilin er nú býttur upp í eina damudeild og eina harradeild UMBYGGING Stefan í Skorini Tey hava arbeitt bæði dag og nátt niðri í Handils- kjarnanum seinastu vikur- nar, og nú er endiliga kom- ið á mál. Mest merkisverda broyt- ingin er, at handilin nú hev- ur eina damudeild og eina harradeild. Fyrr var hetta undir einari deild. Skó- deildin er samstundis avtik- in, men tey halda fram við at selja skógvar. Harra- skógvar fáast í harra- deildini, meðan damurnar kunnu keypa sínar skógvar ídamudeildini. Damudeild- in er á aðru hædd, og harra- deildin er á triðju hædd. Handilskjarnin hevur so- statt fingið tveir nýggjar handlar, meðan tveir aðrir eru avtiknir. Umframt tað at handl- arnir eru umskipaðir, so er gólvið, ljósið og innbúgvið skift út og nýtt er fingið ístaðin. Eisini er nýggj kassaskipan, sum bindur allar handlarnar, bæði teir í Handilskjarnanum og í SMS, saman í eitt kervi. – Tíðin var komin til, at vit framdu nakrar broyt- ingar í handlinum. Tað er týdningarmikið at fylgja við í menningini, tí hon steðgar ikki, fyri tað um vit steðga upp, sigur Schu- mann Hjaltalin, stjóri í Handilskjarnanum. Handilskjarnin fekk í hesum sambandi nakrar serfrøðingar á økinum at leggja hesar umbygging- arnar til rættis, so at úrslitið skuldi verið av tí frægasta. Í sambandi við umbygg- ingina hevur Handilskjarn- in meldað seg í donsku handilsketuna Tøjekspert- en, sum ikki hevur verið í Føroyum seinastu tíggju árini. Hetta var ikki møgu- ligt áðrenn umbyggingina, tí handilin hevði ikki uppfylt tær treytir, ið settar verða teimum, sum vilja við í handilsketuna. Nú hevur handilin so fingið grøna stemplið, og tað fegnast eigararnir stór- liga um. Teir siga, at teir nú leggja seg meira eftir at hava klæði í øllum støddum fyri at fáa ein breiðan kundaskara. Tað hevur tikið hand- verkarum seks vikur at fremja umbyggingina, og handilin var stongdur í eina viku, áðrenn hann lat upp- aftur í nýggjum hami. – Tá handilin er stongdur í eina viku, so eru fólk spent eftir at síggja, hvat er komið burturúr, og tí hava vit havt nógv viðskiftafólk hesar seinastu dagarnar, sigur Schumann Hjaltalin. Handilskjarnin umbygdur Gospelbrak í Runavík Fremsti gospelbólkurin í landinum, I Am, spælir á konsert í Runavík leygarkvøldið Mynd: Jens Kristian Vang Rætting Í mikudagsblaðnum varð greitt frá Dick Hentze, ið var komin til Føroya at leita eftir skyldfólki. Tá var skrivað, at abbabeiggi hansara, Búe, ongan- tíð var aftur í Føroy- um. Hetta er komið skeivt fyri, tí Búe var tvær ferðir í Føroyum. Hesar ferðirnar gjørdi Búe í 60-unum. Vit takka lesaranum, ið gjørdi vart við mis- takið 2. og 3. hædd hava verið stongdar í eina viku, men er nú latin uppaftur í nýggjum hami. Handlarnir eru umskipaðir, so at tað nú er ein harradeild og ein damudeild Mynd: Jens Kr. Vang