Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 17. mars 2001 7 6 Nr. 54 - 17. mars 2001 Kirkjan skal sambært nýggju sjálvstýris- semjuni hjá lands- stýrinum yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2002. Men Føroya Bispur er á ongan hátt vorðin kunnaður um nýggju ætlanina YVIRTØKA John Johannessen Fólkakirkjan skal undir før- oyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2002. Hetta stendur greitt í nýggju sjálvstýrissemjuni hjá samgonguni, sum í gjár varð viðgjørd fyrstu ferð á tingi. Men hægsti føroyski myndugleikin innan fólka- kirkjuna, Føroya Bispur, er ikki kunnaður um ætlanina, og heldur ikki hevur pol- itiski myndugleikin ráðført seg við hann, áðrenn av- gerðin varð tikin. – Eg haldi tað vera løgi, at eg ikki eri kunnaður um hesa ætlan, og eg má siga, at útmeldingin ørkymlar meg, sigur Hans Jacob Joensen, Føroya Bispur. Ov lítil tíð Í fullveldisætlanini, sum landsstýrið kunngjørdi á tíðindafundi í Tinganesi 1. februar, skuldi kirkjan yvir- takast í seinasta lagi í 2006. Hesum hevði Føroya Bispur einki at mæla ímóti.. Hans Jacob Joensen sigur seg taka undir við, at kirkj- an verður yvirtikin. Men hann heldur skotbráið til 1. januar 2002 vera alt ov stutt. – Tað hevði verið rímiligt at yvirtikið fólkakirkjuna í 2006, men tað er eitt drast- iskt lop at flyta hetta til 2002. Fram til 2006 kundu vit umrátt okkum og fyri- reikað yvirtøkuna. Men við nýggju ætlanini er ikki tíð til nakað sum helst, sigur Hans Jacob Joensen. Bispur vísir á, at í 1992 varð farið undir at dagføra kirkjulóggávuna, men úr- slitið fyrilá ikki fyrr enn 1. januar 2000. Kortini eru summar av kunngerðunum, sum tá vórðu gjørdar, ófulfíggjað- ar. Og sjálvt um eisini fleiri kunngerðir vanta, eru ongar gjørdar afturat hesar fimtan mánaðirnar frá 1. januar 2000 til í dag. – Tí er lítið hugsandi, at vit megna hetta eftir níggju mánaðum, sigur Hans Jac- ob Joensen, Føroya Bispur. Drúgt nevndararbeiði Tá Signar á Brúnni við loyvi frá løgtinginum gjørdi av, at fólkakirkjan skuldi yvirtakast við full- veldinum, varð ein nevnd sett at fyrireika yvirtøkuna. Nevndin skuldi bera so í bandi, at lógir og kunn- gerðir vóru í ordan og ann- að líknandi. Arbeiðið í nevndini er enn ikki liðugt, og nevndin hevur at kalla ikki ráðført seg við bisp um nakað enn. – Eg havi einaferð verið á fundi við nevndina. Men vit viðgjørdu bert eitt ávíst mál, sigur bispur. Hans Jacob Joensen er ikki limur í nevndini. Men, tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, skal álit sendast honum til ummælis. Bispur óttast yvirtøku: 2002 ov stutt skotbrá Hans Jacob Joensen, Føroya Bispur, heldur skotbráið at yvirtaka fólkakirkjuna innan 2002 vera alt ov stutt. Eftir hansara fatan hevði verið skilabetri at yvirtikið kirkjuna í 2006 Í verandi støðu koma 15 milliónir árliga úr Dan- mark til Føroysku kirkj- una. Danski staturin rindar 5 milliónir, og sokallaði Felagsgrunn- urin hjá Kirkjumála- ráðnum rindar 10 milli- ónir. Felagsgrunnurin hjá Kirkjumálaráðnum fær sín pening frá øllum teimum, sum rinda kirkjuskatt í danska rík- inum. Tað merkir, at ein partur av teimum 15 milliónunum frá Fel- agsgrunninum uppruna- liga koma úr Føroyum. Kirkjan kostar 15 milliónir Lønin í kirkjuni verður donsk Hóast fólkakirkjan verður yvirtikin, verður lønin hjá Føroya Bispi donsk. Bispur verður eisini fram- vegis valdur úr Danmark YVIRTØKA John Johannessen Skal danska grundlógin haldast, má bispur verða valdur og løntur úr Dan- mark, hóast kirkjan er yvirtikin. Hetta heldur aðalstjór- in í danska Kirkjumála- ráðnum, Finn Langager Larsen. Landsstýrið ætlar nevniliga at yvitaka fólkakirkjuna innan fyri rammurnar av heima- stýrislógini. Tí heldur aðalstjórin í Kirkjumála- ráðnum, at vit mugu fyrihalda okkum til grundlógina, sum sigur, at staturin skal styðja upp undir fólkakirkjuna. Í forsíðugrein í Kriste- ligt Dagblad 14. mars í ár vísir Finn Langarger Larsen á kirkjuna í Grønlandi, har bispurin enn formelt verður út- nevndur av drotningini og verður løntur av Kirkjumálaráðnum. Hetta, heldur hann, tryggjar danskt eftirlit við, at kirkjan heldur seg til evangelisku- luth- ersku læruna. – Vit mugu hava eitt minstamark av lívlínu til kirkjuna í Føroyum, um vit framhaldandi skulu halda okkum til orð grundlógarinnar um, at staturin skal styðja upp undir evangelisku- luth- ersku kirkjuna, sigur Finn Langager Larsen, aðalstjóri við Kirsteligt Dagblad. Kirkjumálaráðið er enn ikki formelt kunnað um ætlanirnar at yvirtka fólkakirkjuna innan 1. januar 2002. Frá mai í fjør og árið út var eldur í jørðini á tyrvingarplássinum hjá IRF í Trøllavík í Suðuroynni UMHVØRVI John Johannessen Nógvur roykur alt seinna hálvár í fjør úr tyrvingarplássinum hjá IRF á syðra armi av Trongisvágsfirði. Orsøkin til roykin var, at eldur var komin í tyrvt tilfar, tá arbeitt varð við skeribrennara á økinum í mai í fjør. IRF sigur í ársfrá- greiðing síni fyri ár 2000, at tað fleiri ferðir varð roynt at køva eldin, fyrst við vatni og síðani við at leggja mold og fínan sand út yvir øki. Men hetta hjálpti bert eitt sindur. Roykurin minkaði munandi í aug- ust, men var ikki heilt burtur fyrr enn við árs- enda. Sambært frágreiðing- ini hjá IRF, hevur Heilsufrøðiliga Starvs- stovan kannað spilli- vatnið frá tyrvingar- plássinum, og er úrslitið í lagi. Eldur í Suðuroynni í hálvt ár Trygd flytur til Ferða- ráðið, sum flytir til VIT, sum flytir til Trygd… ROKADA Eirikur Lindenskov Tað ljóðar fløkt, men í apríl flytir Ferðaráð Føroya úr gomlu Sjóvinnubankahús- unum í Gongini í Havn. Ferðaráðið skal nú halda til, har KT-fyritøkan VIT held- ur til undir Bryggjubakka 17. VIT flytir í hølini hjá Trygd í húsunum hjá Petur Lindberg í Tórsgøtu, og Trygd flytir oman í gamla Sjóvinnubankabygningin í Gongini. Tað er Føroya Banki, sum eigur Sjóvinnubanka- bygningin í Gongini eins og húsini hjá Trygd í Tórs- gøtu. Fiskimannafelagið eigur hølini undir Bryggju- bakka. Ein tríkantsflyting… Í framtíðini kunnu stjórarnir í tryggingarfeløgunum báðum líta hvønn annan í eyguni tøvrtur um Eystaru vág í Havn. Trygd flytir í næsta mánað oman í gamla Sjóvinnubankabygningin, har Ferðaráðið hevur hildið til í nøkur ár. Ferðaráðið flytir um reynið, og skal í framtíðini halda til undir Bryggjubakka 17, har KT-fyritøkan VIT heldur til. VIT flytir niðan í Tórsgøtu, har Trygd higartil hevur havt til húsa… Mynd: Eirikur Lindenskov Bogi Bendtsen er settur sum undir- stjóri í Føroya Sparikassa við ábyrgd av kreditt- økinum FÍGGJARSTOVNAR Eirikur Lindenskov Tann 35 ára gamli Bogi Bendtsen varð í gjár settur sum undirstjóri í Føroya Sparikassa. Hann skal hava ábyrgdina av kredittøkinum. Bogi Bendtsen er útbúgvin cand. merc. aud. frá Handilsháskúlanum í Århus í 1995. Upp- runaliga er hann í 1985 útbúgvin í Føroya Spari- kassa. Hann hevur síðani arbeitt í umleið fimm ár sum grannskoðari hjá KPMG Paula Ellefsen pf., bæði áðrenn og aftan á út- búgvingina sum cand. merc. aud. Í 1995 varð hann settur aftur í Føroya Sparikassa, og í 1997 varð hann útnevndur innanhýsis grannskoðanarleiðari. Síðani september 1998 hevur hann verið kreditt- leiðari í Sparikassanum. Nýggjur undirstjóri í Sparikassanum Sjálvstýrissemjan viðgjørd FERÐLA Ráðið fyri Ferðslutrygd Fleiristaðni kring landið hava fólk til fragd at skjóta til máls eftir vegaskeltum og gøtulyktum. Løgreglan upplýsir, at hesi mál ikki verða viðgjørd sum brot á ferðslulógina, men sum brot á revsilógina. Ferðslu- lógin sigur bert, at tann, sum skalar ferðslutalvur ella merkir á ella við ak- breyt ella súkklubreyt, skal beinanvegin fáa merking- ina í rættlag aftur, um tað er gjørligt, og annars ávara onnur ferðandi. Men hesi mál eru annars at rokna sum revsilógarbrot og verða viðgjørd undir stron- gum reglum um herverk. Skjóta skelti FERÐLA Ráðið fyri Ferðslutrygd – Hvør er munurin? Fólk villast eitt sindur í reglun- um um tær ymsu sokallaðu motoriseraðu súkklurnar. Prutl er føroyska og løg- frøðiliga heitið á knallert. Eitt prutl skal ikki hava meira enn 50 kubikk motor og ikki koyra skjótari enn 30 km/t á sløttum. Til hetta krevst bara van- ligt koyriloyvi til prutl. Tær, danir kalla EU-súkkl- ur, og sum vit kunnu kalla ES-súkklur, kunnu koyra 45 km/t, og her krevst, at førarin hevur annaðhvørt koyrikort til motorsúkklu ella til bil. Knallert, prutl og EU- súkkla FERÐSLA Ráðið fyri Ferðslutrygd Onkur hevur ilskast inn á løgreglumenn, tá ið teir hava átalað, at eitt nú kuff- ert hava ligið leys á bak- setrinum, og hava kravt, at tey annaðhvørt skulu verða spent føst ella løgd aftur í viðførisrúmið. Ferðslulógin ásetur, at slíkur farmur skal vera for- svarliga fastspentur, so skaði ikki stendst av hesum við møguligum saman- stoyti. Viðmerkjast kann, at hundar sambært ferðslu- lógini eru at rokna sum farmur, og skulu teir tí eis- ini sita fastspentir í bili. Nú ber eisini til ymsastaðni at keypa trygdarbelti til hundar. Í gjár varð nýggja sjálvstýrissemjan hjá samgonguni viðgjørd fyrstu ferð á tingi SJÁLVSTÝRIS- SEMJAN John Johannessen Nýggja sjálvstýrissemjan, sum staðfestir, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt, og sum miðar eftir at yvir- taka málsøki og minka blokkin fram móti full- veldinum, varð viðgjørd fyrstu ferð á løgtingið í gjár. Sjálvstýrissemjan var fyrsta málið á skránni, tá tingfundurin varð settur klokkan tíggju gjára- morgunin. Á middegi, tá Sosialurin fór til prenting- ar, vóru framsøgurøðurn- ar júst lidnar. Men kortini var nógv eftir av orða- skiftinum. Í týsdagsútgávuni av Sosialinum fara vit at taka saman um framsøgurøð- urnar fyri tei ymsu flokk- arnar. Farmur skal verða spentur fastur