Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 17. mars 2001 9 8 Nr. 54 - 17. mars 2001 Ferðafólkini, sum koma við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Aberdeen, skulu ígjøgnum eitt fat við sóttreinsandi løgi, áðrenn tey sleppa av vøllinum SÓTTVERJA Edvard Joensen Á flogvøllinum hóskvøld klokkan 21.00: H ó a s t kunngerðin, um verju móti munn- og kleyvsóttini ikki er komin í gildi í Føroyum enn, verða ferðafólk, sum koma við Atlantsflog úr Skotlandi, kortini sótt- reinsað, áðrenn tey fara av flogvøllinum. Tað er hóskvøld, flog- farið hjá Atlantsflog kemur spakuliga koyrandi inn eftir flogvøllinum. Tað hevur júst sett seg, afturkomið úr Aberdeen í Skotlandi. Við í ferðini eru fólk, sum hava verið á oljumessu í olju- høvuðsstaðnum við Norð- sjógvin. Men tey hava eisini verið í tí landinum, sum meinast er rakt av munn- og kleyv- sóttini, sum nú eisini er farin at herja á europeiska meginlandinum. Og tí skulu tey sóttreinsast, áðr- enn tey sleppa heim. Tað kemur ein maður út á vøllin við einum vogni. Á vogninum standa tvey føt, sum hann setir framman fyri báðum landgongdun- um, sum settar verða upp móti flogfarinum. Eina annar maður kemur við eini spann við reinsandi løgi, sum hann stoytir í føtini, áðrenn ferðafólkini fáa loyvi at koma niður trapp- urnar. Tey steðga á, so hvørt tey koma til karið. Stíga upp í og verða standandi nøkur sekund, áðrenn tey fara víðari. So einføld er hendan við- gerðin, sum kortini helst skal gera, at hendan hervi- liga sjúkan ikki kemur inn í landið. Tað eru tó tey, sum halda, at hendan viðgerðin er ikki nokk kortini. Tey vilja halda, at vit eiga at krevja, upp aftur strangari tiltøk. Men soleiðis eru tey nú einaferð, tiltøkini, og verð- ur ivaleyst hildið, at hetta man vera nokk. Tí flutn- ingsfeløgini siga seg enn í skrivandi stund ikki hava fingið nøkur boð um at herða tiltøkini. Og tað kann undra, siga fólk á flogvøllinum, at ferðafólkini skulu ígjøg- num hesi føtini, hóast tað er púra beint, sum tikið verður til. Tað er ikki tað, sum undrar. Tey undrast tvørtur í móti á, at einki verður gjørt við sjálvt flogfarið. Tí tað koyrir jú eftir eini breyt í Skotlandi, og har kann tað sama vera smitta, sum á eini gongugøtu inni í bý- num, verður víst á. Men enn siga tey seg ikki hava fingið nøkur boð um at sóttreinsa flogfarið. Føtur í fat Bygt verður upp í nýggju smiðuhøllina hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Tað er gott at hava soleiðis, sigur stjórin ÍDNAÐUR – Tað er altíð gott at vera undir taki, tá man arbeiðir í Føroyum, er viðmerk- ingin frá stjóranum á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, til útbygging- ina, sum nú er í gongd. Hann sigur, at talan er um eina víðkan, sum hevur verið ætlað eina tíð, men bara verður gjørd nú, tí tað nú liggur fyri. Ætlandi verður hesin parturin brúktur bæði til goymslu og framleiðslu- høll, sigur Poul Mohr. Tá hendan uppíbygg- ingin er liðug, eru 2.800 fermetrar undir taki á Skipasmiðjuni, umframt eina stóra høll upp á 5.000 fermetrar inni á Sandvíkarhjalla, sigur Poul Mohr. Tað vaksandi virksemið á Skipasmiðjuni skundar undir, sigur Poul. Og hann dylur heldur ikki fyri, at hann ætlar ikki at gevast við at blanda seg uppí, fyri tí um ein komandi oljuútgerðahavn verður løgd í Runavík. Tórshavnar Skipa- smiðja fer altíð at vera við í kappingini, sigur hann, og leggur dent á, at teir nokk skulu sleppa upp í part hjá teimum veiting- arfeløgum, sum skulu hava okkurt gjørt í Føroy- um, tá farið verður undir at leita í summar. ej Tórshavnar Skipasmiðja byggir uppí Ferðafólkini, sum koma úr Bretlandi, skulu stíga í ein bakka við sóttreinsandi løgi, áðrenn tey sleppa av flogvøllinum Mynd: Edvard Joensen Bygt verður upp í smiðjuhøllina á Tórshavnar Skipasmiðju Mynd: Jens K. Vang – Tað, sum danski løgmálaráðharrin nú staðfestir um før- oysku undirgrundina, vísi heilt greitt, at vit mugu ongantíð sleppa fólkarættarliga kravin um, sigur Høgni Hoydal UNDIRGRUNDIN Áki Bertholdsen Nú má tað vera heilt greitt fyri ølllum, at tað er heilt galið við rættarfatanini hjá donskum myndugleikum viðvíkjandi Føroyum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálv- stýrismálum, í eini við- merking til tað, sum danski løgmálaráðharrin segði um føroysku undirgrundina og sum vit hava greitt frá omanfyri. – Danir vilja ikki viður- kenna okkara rættarstøðu sum tjóð og harvið ognar- rættin til tey ráevni, sum møguliga liggja í undir- grundini. Hetta vísir so- statt, at vit kunnu ongantíð sleppa fólkarættarliga krav- inum og veruleikanum, at vit eru tjóð við teimum rættindum, sum fylgja við tí, sigur Høgni Hoydal á heimasíðuni hjá tjóðveld- isflokkinum. Hann sigur, at halda vit okkum til fólkarættin, er undirgrundin ikki ein gáva frá dønum, ið teir síðan kunnu krevja aftur. – Hinvegin er undir- grundin aldargamla ogn Føroya fólks. Skuldu danir gjørt krav á okkara ogn, er hetta sostatt ikki bert eitt mál millum danskar og føroyskar myndugleikar, men eisini eitt mál fyri altjóða rætt. Høgni Hoydal sigur, at hetta vísur okkum eisini hvussu umráðandi tað er at staðfesta og halda fast við sjálvsøgdu mannarættindi føroyinga og sjálvsavgerð- arrætt okkara sum tjóð. Tað var sjálvur danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, sum mikudagin slóð fast í danska Fólkatingin- um, at tað eru danir, sum eiga ognarrættin til føroysku undir- grundina UNDIRGRUNDIN Áki Bertholdsen Tað eru framvegis danir, sum eiga ognarrættin til ráevnini í føroysku undir- grundini. Tað slóð sjálvur danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, fast á Fólkatingin- um mikudagin. Danska Ekstrablaðið, sum hevur gjørt nógv burt- urúr undirgrundarmálinum í seinastuni fylgdi við, tá ið Fólkatingið hevði spurnar- orðaskifti mikudagin. Tá spurdi Peter Skaarup úr danska fólkaflokinum um, Løgmálaráðið enn hevði somu støðu sum tað hevði í 1985. Tá mettu løgfrøðiligu serfrøðingarnir hjá Løg- málaráðnum, at tað var ó- sambæriligt við ríkisfelags- skapin at lata føroyingar fáa ognarrættin til undir- grundina. Í svari sínum staðfesti Frank Jensen, at støðan hjá Løgmálaráðnum var tann sama enn, sum hon var tá. Sostatt staðfestir løg- málaráðharrin, at tað er Danmark, sum bæði hevur ognarrættin til undirgrund- ina og yvirvaldsrættin yvir henni og sostatt eisini til oljuríkidømið, sum kanska er í undirgrundini. Og sambært Ekstrablað- num hósdagin, vísti hann á, at føroyingar kunnu sostatt heldur ikki lata øðrum undirgrundina, ella av- henda hana til aðrar. Ekstrablaðið heldur, at hetta er ein staðfesting, sum púra vist fer at vekja ans í Føroyum. Nyrup tosar uttanum Sostatt vísir danski løg- málaráðharrin víst ein heilt annan lit í undirgrundar- málinum enn danska stjórnin higartil hevur víst føroyingum. Danski forsætisráðharrin er fleiri ferðir spurrdur um føroysku undirgrundina. Men Ekstrablaðið stað- festir, at hann hevur hvørja ferð snúð sær undan at svara ítøkiliga. Ístaðin hevur hann víst á, at yvir- valdsrætturin, sum er eitt meiri sveimandi hugtak, framvegis er hjá danska statinum. Blaðið vísir eisini á, at í avtaluni, við donsku stjórn- ina um undirgrundina, sum varð gjørd í 1992, er spurningurin um ognarrætt- in ikki nevndur. Í tí sambandinum bað Forsætismálaráðið um eina løgfrøðiliga meting frá Løgmálaráðnum um undir- grundina. Men tá ið Løg- málaráðið hevði skrivað niðurstøðuna, gjørdi For- sætismálaráðið tað heilt óvanliga, at tað noktaði at taka ímóti henni. Ósamdir Sostatt staðfesti Frank Jen- ’sen, at avtalan um undir- grundina er púra lóglig og í fullum samsvari við grundlógina, tí “føroyingar hava bara fingið tann lóg- gevandi og tann umsit- ingarliga myndugleikan yvir undirgrundini” Men tað eru ikki øll samd um. Kendi løgfrøðingurin, Frederik Harhoff, sum er settur landsdómari og fremsti danski serfrøðing- urin í ríkisfelagsskapinum, sigur, at við at býta yvir- valdsrættin sundur ímillum danir og føroyingar, beindi Schluter fyri eindarríkin- um, sum er staðfest í sjálv- ari grundlógini. Næstu ferð, Føroya- nevndin hjá fólkatinginum hevur fund, skal hon um- røða, antin Harhoff skal boðsendast á fund við nevndina, eins og Poul Schlüter er longu er boð- sendur, sigur Ekstrablaðið. Høgni Hoydal: Heilt galið Danski løgmálaráðharrin: Danir eiga føroysku oljuna –Tað er danski staturin, sum hevur ognarrættin til ráevni í føroysku undirgrundina. Tað slær sjálvur danski løgmála- ráðharrin fast í Fólkatinginum mikudagin. Sostatt hava danir enn einaferð birt uppundir kjak um føroysku undirgrundina Hetta vísir, hvuss umráðandi tað er, at vit halda fast um okkara sjálvsøgdu mannarættindi, sigur Høgni Hoydal G—Ýir brœktir fr‡ REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUTOMATIK Skrás.: 20-06-95 Km.: 81.000 Prísur: 149.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA L/B Skrás.: 25-01-99 Km.: 28.000 Prísur: 112.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA L/B Skrás.: 30-09-98 Km.: 52.000 Prísur: 115.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 GALLA H/B Skrás.: 30-08-95 Km.: 74.000 Prísur: 75.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B AUTOM. Skrás.: 21-07-97 Km.: 38.000 Prísur: 105.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,4 SEDAN Skrás.: 14-04-00 Km.: 27.000 Prísur: 142.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 20-04-99 Km.: 7.000 Prísur: 114.600,- Garanti* OPEL ASTRA 1,6 I STW. Skrás.: 03-11-97 Km.: 35.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CAMRY 2,0 GLI Skrás.: 10-07-91 Km.: 129.000 Prísur: 62.600,- Sýnaður 10-00 RENAULT MEGANE 1,6 3 HURÐAR Skrás.: 22-05-96 Km.: 100.000 Prísur: 65.600,- Sýnaður 09-00 Sýnaður 03-00 TOYOTA CARINA E 1,6 SEDAN Skrás.: 30-05-94 Km.: 109.000 Prísur: 89.600,- Garanti* FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 22-09-95 Km.: 87.000 Prísur: 74.600,- Sýnaður 06-99 VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 92.000 Prísur: 48.600,- HYUANDAI ACCENT 1,5 Skrás.: 02-01-98 Km.: 25.000 Prísur: 79.600,- Garanti* Sýnaður 09-00 PEUGEOT 405 1,9 T-DIESEL Skrás.: 10-01-96 Km.: 80.000 Prísur: 128.600,- Garanti* Sýnaður 10-00 CITROEN XANTIA DIESEL Skrás.: 01-06-95 Km.: 266.000 Prísur: 69.600,- Sýnaður 12-00 * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við STØKK INN Á GÓLVIÐ TOYOTA AVENSIS 1,8 SOL Skrás.: 26-03-98 Km.: 42.000 Prísur: 149.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 GXI L/B Skrás.: 09-11-95 Km.: 87.000 Prísur: 107.600,- Garanti* Sýnaður 04-00 TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 28-10-97 Km.: 84.000 Prísur: 127.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,9 DIESEL STW. Skrás.: 20-07-00 Km.: 11.000 Prísur: 164.600,- Garanti** Sýnaður 03-01 Sýnaður 11-00 TOYOTA COROLLA 1,3 H/B G6 Skrás.: 19-11-98 Km.: 15.000 Prísur: 124.600,- Garanti** HONDA ACCORD 2,0 LS Skrás.: 18-06-97 Km.: 113.000 Prísur: 135.600,- Garanti* DAIHATSU SIRION 5 H AUTOM. Skrás.: 30-06-99 Km.: 22.000 Prísur: 112.600,- Garanti* ROVER 420 DIESEL Skrás.: 30-12-98 Km.: 75.000 Prísur: 158.600,- Garanti* CITROEN XANTIA Skrás.: 17-05-96 Km.: 66.000 Prísur: 89.600,- SKODA FELICIA Skrás.: 30-09-96 Km.: 70.000 Prísur: 53.600,- FIAT CINQUECENTO 170 Skrás.: 19-08-97 Km.: 42.000 Prísur: 55.600,- BMW 320 I Skrás.: 06-04-90 Km.: 137.000 Prísur: 57.600,- Sýnaður 02-00 MERCEDES 300 DIESEL Skrás.: 20-10-86 Km.:260.000 Prísur: 69.600,-