Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 17. mars 2001 11 10 Nr. 54 - 17. mars 2001 IRF megnar ikki at brenna stóru nøgdirnar av fiskaslógvi, sjúkum laksi og øðrum lívrunnum burturkasti. Tí verður í løtuni arbeitt við at finna eina skipan, so hetta slag av burturkasti kann endurnýt- ast sum tøð UMHVØRVI John Johannessen Hvørt ár tekur IRF ímóti stórum nøgdum av lívrunn- um burturkasti frá alivinn- uni, fiskivinnuni og privat- um húsarhaldum. Men tað knípir hjá fel- agsskapinum at fáa alt hetta burturkast til høldar. IRF hevur einfalt ikki orku til at brenna lívrunna burturkast- ið. Tí er felagsskapurin farin at kannað møguleikarnar fyri eini skipan, har stóru nøgdirnar av lívrunnum burturkasti verða gjørdar um til tøð. Nógv niðurfyri Á gamla Leirvíksvegnum stendur ein røð av tangum fullum av innvølum frá deyðum laksi, sum varð dripin í mars í fjør, tá ILA sjúkan rakti alistøðina, Alilaks, í Fuglafirði. Brennistøðin í Leirvík fekk í mars í fjør 300 tons av innvøli frá alibrúkinum at brenna. Hóast eitt ár er liðið síðani, at laksurin varð dripin, er enn eitt sindur eftir. Brennistøðin kann nevniliga bert brenna eitt tons av hesum burturkasti um samdøgrið IRF fær eisini stórar mongdir av lívrunnum burturkasti frá sokallaðum botnfellingarbrunnum frá fiskavirkjum, innvølir og skinn frá slakti av seyði um heystið og annað líknandi burturkast. Umframt hetta, skal fel- agsskapurin eisini megna at brenna tiknan laks frá ali- vinnuni, um sjúkur, sum ILA sjúkan, aftur taka seg upp. Eisini hevði IRF fing- ið uppgávuna at brent stór- ar nøgdir av sjúkum seyði, um munn- og kleyvsóttin fór at herja í Føroyum. Turka burturkastið IRF sigur í ársfrágreiðing síni fyri ár 2000, at felags- skapurin hevur gjørt vinn- uni greitt, at tað er trupult at brenna stórar nøgdir av lívrunnum tilfari. Eisini sigur IRF, at um tey ikki høvdu hildið aftur við at tikið ímóti hesum tilfari, høvdu helst størri nøgdir komið. Fyri at loysa trupulleik- an, ætlar IRF at kanna, um tað ber til at finna eina samskipaða viðgerð av bæði rottangaevju og lív- runnum burturkasti frá virkjum. Sambært IRF skuldi tað borið til at turka hetta burt- urkast á ein ávísan hátt, so tað verður til tøð, sum uttan stórvegis trupulleikar kunnu nýtast í landbúnað- inum. IRF sigur seg vita um ymsar turkiskipanir, ið møguliga kunnu viðgera tilfarið. Men hetta eru lut- fallsliga dýrar skipanir. Tí er IRF farið at kanna aðrar møguleikar við stuðuli frá Oljumálastýrinum. Slógv skal verða tøð Líkindini vóru so vánalig, at smábát- arnir, sum æltaðu sær á Norðhavið fríggja- morgunin, vendu aftur FISKISKAPUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Fríggjamorgun- in lógu allir teir smáu snellubátarnir bundnir við kai í Klaksvík. Nakrir av smáu bátunum vóru annars farnir avstað tíðliga fríggjamorgunin, men teir vendu aftur, tí tað var so ringt í sjónum. Størru bátarnir komu á Norðhavið, og veðrið var brúkiligt hjá teimum. – Eg fór ongantíð avstað í morgun, tí líkindini vóru so vánalig. Aðrir royndu, men veðrið var ikki til tað, sigur Palli Jacobsen, sum rør út við Krossteini. Góðan túr mánadagin Báturin hjá Palla liggur við bátabrúgvarnar í Klaksvík, og hendan fyrrapartin er hann farin í holt við onkrar smærri umvælingar um- borð á bátinum. – Tað er altíð okkurt sum kann gerast ein slíkan dag sum í dag, tá vit ikki sleppa út, sigur hann. Mánadagin var hinvegin ein góður dagur hjá Palli. Teir vóru tveir við Krosst- eini á Norðhavinum og fingu næstan 2700 pund. – Á døgurða høvdu vit fingið eitt tons. Fyrrapart- urin royndist væl, og fisk- urin var stórur. Aftaná døg- urða gekk minni væl, men samanumtikið var tað ein góður túrur, sigur hann. Avreiða á Uppboðssøluni Palli hevur verið tríggjar túrar higartil, og hann vón- ar, at hann sleppur avstað aftur í dag. Bátarnir í Klaksvík av- reiða allir á Fisknamarkn- aðinum í Klaksvík, og tá allir bátarnir koma aftur ímóti kvøldi, er nógvur akt- ivitetur við Kósabrúnna. – Tað gongur rættiliga væl við at sleppa fram at eftir tørni, sigur Palli Jac- obsen. Dagurin í gjár var eitt sindur meiri friðarligur á uppboðssøluni, tí tað vóru bara teir størru bátarnir, sum vóru úti. Smábátarnir vendu aftur Brennistøðin í Leirvík klárar ikki at taka ímóti øllum lívrunna burturkastinum frá fiski- og alivinnuni. Tí er felagsskapurin farin at fyrireika verkætlan um at gera burturkastið um til tøð Grønlendingar hava rættuliga ment seg innan krabbaveiðu og fleiri skip royna eftir krabba. Krabbaveiðan gongur í løtuni fyri seg í Suð- urgrønlandi og rættulig kapping hevur tikið seg upp millum Nanortalik og Narsap um at virka krabban á landi. Hetta skrivar íslendska vevsíðan Interseafood. Í Nanortalik er eitt virkið júst latið upp og í næstum letir eitt virkið upp í Narsaq. Eisini royna skip eftir krabba í Grønlandi og tey virka umborð. Grønlendingar kappast um krabbaveiðuna Bodø(NTB) Stóri alarin Gigante AS í Bodø hevur sum fyrsta norska alifyritøkan fingið loyvi til at ala í Russlandi. Felagið ætlar at seta 2,5 –3 milliónir smolt út árliga og av hesum rokna teir við at vinna 17.000 tons av laksi í seks kilo klassanum, sum er beroknaður til russiska marknaðin, skrivar Interseafood. Norðmenn hava sein- astu tvey árini samráðst um at fáa hesi rættindi og í hesum sambandi hava teir stovna eitt fel- ag, nevnt Gigante Russ- land, sum skal standa fyri virkseminum. Norð- menn eiga 70 prosent í hesum felag og russar restina. Norðmenn ala í Russlandi Palli Jacobsen fór ongantíð avstað fríggjamorgunin, tí veðrið var so vánaligt, men hann vónar at sleppa út aftur í dag. Mynd: Eyðun Klakstein Gólvsølan 44 bátar seldu góð 48 tons um gólvsøluna hjá Fiskamarkn- aðinum fríggjadagin. Av yvirlitinum á síðuni sæst, hvussu nógv einstøku bátarnir landaðu, eins og býti av samlaðu veiðuni framgongur Syslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 123 RIDDARIN SNELLA 142 FD 16 TINDUR BOTNTROL 406 FD 530 NORÐSØKI LÍNA 4.232 FD 616 RANDI BOTNTROL 828 FD 900 HØVNIN LÍNA 3.602 FD1085 FUGLFIRÐINGUR LÍNA 88 FD1137 RIVTANGI SNELLA 121 KG 123 HÁENNI LÍNA 4.468 KG 323 TURIÐ LÍNA 3.941 KG 507 SØKIN LÍNA 3.217 KG 561 FAGRIKLETTUR SNELLA 2.113 KG 587 REYNSMÚLI LÍNA 2.160 KG 589 KALLANES LÍNA 2.645 KG 602 LÍÐHAMAR LÍNA 1.070 KG 642 BRAGD LÍNA 1.739 SA 211 SKARÐHAMAR BOTNTROL 56 TG 339 BÁRAN SNELLA 1.382 TG 40 KAMBUR SNELLA 2.100 TG 744 MARJUN SNELLA 1.788 TN 198 KVÍVÍKS ELSBA LÍNA 479 TN 23 ESPINGUR SNELLA 368 TN 483 ÆGIR LÍNA 2.825 TN 919 MORGUNROÐIN SNELLA 890 TN 992 ÁRNASTEINUR LÍNA 1.594 TN1062 HVÍTHAMAR SP/F JÓNLEYG BOTNTROL 27 VA 109 ELLA SNELLA 387 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B SNELLA 311 VA 164 NIKLÁI SNELLA 426 VA 221 CARINA SNELLA 222 VA 251 ELVIRA M/B SNELLA 133 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 549 VA 294 NESTANGI SNELLA 160 VA 295 THOVA SNELLA 173 VA 310 STREYMNES SNELLA 356 VA 324 SKARVUR SNELLA 179 VA 327 FORTUNA M/B SNELLA 263 VA 34 DUNGA HANS M/B SNELLA 401 VA 350 SIRIÐ SNELLA 461 VA 50 TØÐUBÓNDIN SNELLA 111 VA 60 DÁVA DÁNJAL SNELLA 404 VA 717 STÍGANES SNELLA 282 VA 81 GUTTA JÓGVAN SNELLA 560 VA 82 RAÐNES SNELLA 352 VN 136 SÆVAR SNELLA 317 Vørunavn kilo BROSMA 0 130 BROSMA 1 13 BROSMA 2 3 BROSMA 3&4 26 HÝSA 0 13 HÝSA 1 15 HÝSA 2 114 HÝSA 3 2.187 HÝSA 4 89 HÝSA 5 65 HAVTASKA 0 19 HVASSKVOYSA 2 HVÍTINGUR 0 36 KALVI 1 88 KONGAFISKUR 0 31 KONGAFISKUR 2 74 KONGAFISKUR 3 2 LÁLLA 20 LIRI 8 LIVUR 36 LONGA 0 206 LONGA 2 4 LONGA 4&5 18 LONGUROGN 18 SIL 437 SKØTA 18 SKRUBBA 2 STEINBÍTUR 94 TOSKAROGN 1.819 TOSKUR 1 428 TOSKUR 2 4.588 TOSKUR 3 14.750 TOSKUR 4 14.704 TOSKUR 5 7.823 TUNGA 0 45 UPSI 0 56 UPSI 1 151 UPSI 2 122 UPSI 3 70 UPSI 4 4 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Jústinus Leivsson Eidesgaard Týsdagin byrjar almenna vitjanin hjá Jørgen Nicla- sen, fiskimálaráðharri í Norra. Hann skal vitja í Lofeten. Har verður fund- ur millum norska fiski- málaráðharran Otto Gre- gersen og Jørgen Niclasen Á fundinum verður tos- að um felags áhugamál og Jørgen fer eisini at tosa um rækjur við Svalbard. Føroyingar eru sera ónøgdir við, at fiskidaga- talið er skert við Svalbard og Jørgen fer eisini enn einaferð vegna føroyingar at nýta høvi at mótmæla hesum. Hósdagin og fríggja- dagin verður eitt seminar um etikk og fiskivinnu og umframt fiskimálaráð- harran, so skal eisini vara- bispur Bjarni Bech lut- taka. Jógvan Hugo Gardar journalistur verður í Lofo- ten og hann fer at skriva í Sosialinum um vtijanina hjá Jørgen. Jørgen Niclasen á almenna vitjan