Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 17. mars 2001 13 12 Nr. 54 - 17. mars 2001 Brátt eru fimm mánaðir farnir, síðan vit fingu deyðsboðini av Katrini. Skelkurin og sorgin vóru stór. Soleiðis er tað eyð- vitað altíð, tá ið fólk í ar- beiðsførum aldri brádliga verða skrykt burtur. Vit skiltu tað ikki. Katrin? Tann fyrsta sorgin er dragnað. Tað hevur tíðin við sær, men saknurin og missurin bara vaksa. Ofta, tá ið vit snara okkum á ella fara inn í roykstovuna, vænta vit at síggja hana, men tá rennur enn eina- ferð fram fyri okkum, at hon er farin, og vit ongan- tíð aftur skulu síggja hana. Katrin var heil, har hon var, og vit minnast hana við takksemi í mongum sambondum bæði á lær- arastovuni, á lærararáðs- fundum, í fríkvarterunum, á námsferðum og eisini uttan skúlans gátt. Øll hava vit bara góð minnir um hana og kunnu bara bera henni alt gott. Hon fór blaðung niður til Danmarkar og tók stu- dentsprógv í Silkeborg í 1958. Haðan legði hon leiðina til Keypmanna- havnar, har hon las landa- frøði og søgu. Tvær stórar lærugreinar. Hægri lesn- aði viðvíkjandi var hon sum konufólk ein slóð- brótari. Føroyskar gentur, ið lósu á hægru lærustovn- unum tá, kunnu lættliga teljast á einari hond. Tíð- um var lestrartíðin drúgv hjá føroyskum studentum tá, men Katrin, sum átti trý børn, átti tvey teirra, meðan hon las. Eitt er at lesa, tað er altíð strævið, men at hava mann og tvey børn, meðan ein lesur, er ikki bara sum at siga tað. Ágrýtin og skilagóð sum hon var, gjørdi hon lesn- aðin burtur av sær og fór heimaftur til Føroya og var skúlanum í Hoydølum ein framúr góður og um- tóktur lærari øll hesi mongu árini, til lívsdagar hennara so brádliga vóru uppi. Katrin tók sjálvandi undir við kvinnufrígering- ini, men í roynd og veru halda vit, at hon persón- liga ongan tørv hevði á frígering. Vit duga illa at hugsa okkum, at hon nakr- antíð fekk mannminkandi viðferð, tí persónsmenska hennara var ikki soleiðis, at tað bar til at lítilsvirða hana. Øll høvdu og hava altíð havt stóra virðing fyri henni bæði fakliga og sum menniskja. Hugsjónarliga var Katr- in javnaðarfólk, men hon plagdi at siga við einum skemtingarsomum brosi: »Í grundini eri eg anar- kistur«. Tað ljóðar kanska eitt sindur ógvisligt, men tað, hon í roynd og veru sipaði til, var, at henni dámdi ikki autoritetar ella fanatismu av nøkrum slag. Katrin gav seg ongantíð í blindum undir nakað ella nakran. Katrin var Katrin. Hon látst ongantíð, hon var, tað hon var, og tað eru vit henni øll, sum kendu hana, ómetaliga takksom fyri. Katrin var eitt fólk, sum vit, sum kendu hana, halda, tað hevur verið bæði ein framíhjárættur, ein fongur og ein heiður at hava kent. Fyri at siga tað stutt, so ríkaði hon lív okkara á so mangan hátt. Skemtingarsom var hon eisini, og henni dámdi væl at stuttleika sær saman við næmingum og lærarum bæði í skúlanum, heima og í veitslum. Tú hvørki »snakkaði« ella sleygaði við hana, tí tað hvørki tímdi hon ella hevði stundir til. Haraft- urímóti var hon altíð fús at tosa um okkurt álvarsmál, og møtti tú henni til dømis í trappunum, so steðgaði hon tær ofta fyri at siga tær frá onkrum áhuga- verdum, sum júst tá hevði vakt ans hennara. Hon var altíð fróð og fryntlig, og alt, sum hevði týdning, hevði áhuga hennara. Katrin var kravmikil, hon bæði gav og tók. Oysti hon ikki sjálv av vitan síni, so leitaði hon tey upp, sum hon metti kundu upplýsa hana um okkurt, sum upptók hana, ella sum hon vildi vita meira um. Vitan og innlit hennara rukku langt út um og upp um fakmørk. Vanliga er tað soleiðis, at vit stirvna, sum vit eldast, og tað áræði og ágrýtni, sum vit einaferð høvdu, fjarar smátt um smátt burtur. Vit aftra okkum fyri at bróta upp úr nýggjum fakliga. »Best man vera sum er«, er tíð- um hugsanin hjá teimum eldru, men soleiðis var Katrin ikki. Einki tókti kunna steðga henni. Í somu løtu skúlin fekk in- ternetsamband, setti hon seg við telduna og dró upplýsingar niður úr luft- ini. Í sambandi við olju- vinnuna, sum nærkast í hvørjum, hildu Katrin og Heini Eysturoy tað vera spell, at næmingar skúlans fingu ikki høvi at kunna seg um nýggju vinnu- greinina. Oljufrøði er nú lærugrein á skúlanum teimum fyri at takka. Tað er í fyrra lagi fullgott prógv um, hvussu ung, ágrýtin og virkisfús hon var av lyndi í lærarayrk- inum. Í seinna lagi er tað eisini prógv um, at skúl- ans leiðsla og Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið høvdu fult álit á henni. Katrin var trúgv sum trøllið. Hon vitjaði dúg- liga mammuna, sum búði á Lágargarði tey síðstu árini, og verpápan, Tumm- as Thomassen (Tummas á Tryggingini), vitjaði hon eisini javnan, líka til hon sjálv fór. Katrin, eins lítið og onn- ur, slapp undan sorg. Hon misti mannin, Marius Thomassen (Maia), á rættiliga ungum árum, og tað var svárt hjá okkum at síggja, hvussu sorgin nívdi hana, men hon bardi vónloysiskensluna av sær. Hinvegn hevði hon eisin mangt at frøast um. Tað var henni ein sonn gleði at síggja børnini vaksa til og klára seg væl. Katrin var barngóð, og ommubørnini og dreing- irnir hjá systrini, Elsu Bergittu og Jákupi, vóru góð við hana. Katrin var sterk og tók okkum undir sítt veingja- breiði, og serstakliga vit, sum høvdu somu fak sum hon, hildu, satt at siga, at familja hennara eisini fevndi um okkum. Hon var ikki bara ein hissini starvsfelagi, hon var starvsfelagin. Hon stýrdi okkum landafrøðingum og lívfrøðingum við fast- ari hond, sum vóru vit synir hennara. Vit plagdu av og á at arga hana við tí. Hon plagdi bara at rista við høvdinum at okkum, men henni dámdi tað kort- ini, halda vit. Vit eru henni ómetaliga takksamir bæði fyri áhugan, hon vísti okk- um, og fyri øll tey góðu ráð og hollu leiðbeiningar, hon altíð fús gav okkum. Hon átti so at siga lívið í okkum, tá ið vit av fyrstan tíð komu niðan á skúlan sum óroyndir lærarar. Katrin var tann føddi lærarin. Hon elskaði lær- arayrkið, sum var henni mestsum í holdið borið. Systirin, Elsa Bergitta, er lærari, og pápin, Poul Pet- ersen, ættaður úr Sørvági, og mamman, Elinborg Petersen, fødd Samuelsen, ættað úr Horni í Havn, vóru bæði lærarafólk. Hvussu væl lýdd hon var av næmingum gav at bíta, einaferð ein okkara fór gangandi eftir gongini og hoyrdi tveir næmingar práta saman. Annar spurdi hin, um tey ikki skuldu skulka frá síðsta tíma, tá svaraði hin stutt og av- gjörd á málinum: »Nei, vit hava Katrina, og eg skulki ongantíð í hennara tím- um«. Betri eftirmæli kann eingin lærari ynskja sær. Vit eru ikki fullvísir í, at henni hevði dámað, at vit skrivaðu hesi minningar- orðini um hana: »So ólukksáliga deilig eri eg heldur ikki«, kundi hon saktans funnið uppá at sagt, men vit mugu kortini gera tað, tað fær ikki verið øðrvísi, tí saknurin og missurin er stórur, og hvørt orðið hevur hon uppiborið. Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Katrina Thom- assen Vinir og starvsfelagar hennara Jóhann Hendrik Dahl, Heðin Hammer, Finnur Lützen, Poul Magnussen, Jákup Reinert, Annfinnur í Skála, Heini Eysturoy Minningarorð um Katrina Thomassen studentaskúlalærara 1940-2000 TÍÐINDASRKIV Sambandsflokkurin Nýggja ætlan landsstýrisins tekur fullkomuliga grund- arlagið undan Føroyska samfelagnum. – Avtalan ber í sær, at helvtin av inntøkugrundar- lagnum hvørvur. – Allur blokkurin (uml. 1 mia.) verður burtur. – 300 mió. krónur, sum staturin í dag rindar einsa- mallur verða eisini burtur. – Hetta setur føroyska samfelagið aftur í kreppu- støðu, sum Hvítabók, ís- lendsku útrokningarnar og Caragata álitið hava ávarað um. Hóast upprunaliga full- veldisætlanin er farin fyri bakka, so arbeiðir sam- gongan framvegis við ein- um skilaleysum uppskoti, sum hevur við sær, at vit fáa nýggja búskaparkreppu í Føroyum. Sambært hvítubók, eru ríkisútreiðslurnar umleið helmingurin av fruminn- tøkunum hjá almennu kassunum her á landi. Men kortini er tað eitt mál í sær sjálvum hjá samgongu- flokkunum, at flestu ríkis- útreiðslurnar skulu burtur næstu 4 árini. Hetta fer at hava við sær, at grundar- lagið undir føroyska væl- ferðarsamfelagnum verður burtur. Fólkaatkvøðurnar, sum skuldu verða um henda spurningin blivu avlýstar, tá samgonguflokkarnir varn- aðust, at fólkið ikki fór at taka undir við teirra ætlan. – Ella við øðrum orðum: Fólkið skuldi sleppa at siga »ja«, men ikki »nei«. Í staðin roynir samgong- an seg nú við eini politisk- ari proklamatión í panikki. Samgonguflokkarnir ætla at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri Løg- tingið, har politiska kósin verður sett. Tí má tað verða fyrsta uppgávan hjá einum nýggjum landsstýri, at broyta hesa samtyktina. Neyðugt er, at nýggj manning skjótast gjørligt verður sett til at stýra samfelagsskútuni, fyri at steðga skilaloysinum hjá verandi samgonguflokkum. Nýggja samgonguavtalan er ein fíggjarlig bumba undir føroyska vælferðarsamfelagnum Maria Guttesen var í gjárkvøldið á palli í »Rytmeposten« í Odense og byrjaði harvið eina konsert- ferð, sum gongur ígjøgnum væl umtókt spælistøð í fýra teimum størstu býunum í Danmark. TÓNLEIKUR Rúnar Reistrup Lítið hevur verið at hoyrt til Mariu Guttesen farnu árini, bæði her heima og í Dan- mark. Men nú stígur sanga- rinnan, sum í 1994 gav út fløguna »Where it all begins«, aftur fram á pallin. Tað ger hon í samstarvi við tvær aðrar sangarinnur og saman ganga tær undir heitinum Popdiva. Tær tríggjar hava gjørt eina demofløgu og annað promotion-tilfar saman, og byrjaðu í gjár eina konsert- ferð saman við tí fyri eyga, at danski tónleikaídnaðurin skal fáa eyguni upp fyri teimum. Hørð kapping – Popdiva er eitt konsept, sum vit hava funnið uppá og ment til tess at royna at sláa ígjøgnum her í Dan- mark. Her er hørð kapping um bæði konsertpallar og plátukontraktir, og tí er tað ógvuliga torført at koma fram, um man bara presen- terar seg sum Maria Gutte- sen, sangarinna. Tað er neyðugt at vekja áhugan við onkrum serligum - sum til dømis Popdiva konsept- inum, sigur Maria Gutte- sen. – Harumframt er tað í løtuni sera lítil áhugi innan danska tónelikaídnaðin fyri at útgeva tónleik fyri teir meira »vaksnu« áhoyrarar- nar. Tað halda vit er ov galið og tað royna vit at gera vart við, sigur hon, og sipar her til, at tað mesta, ið verður útgivið í Danmark, er stílað til áhoyrarar í 14- 18 ára aldrinum. Vaksin poppur Sjálv ger Maria Guttesen tónleik til meira búgvin áhoyraraoyru. Stílur henn- ara er broyttur nakað, síðan hon gav sína einastu fløgu út fyri skjótt sjey árum síðan, men tað er enn rokk- utur poppur við eitt sindur av funk yvir sær, sum kemur ígjøgnum hátalarar- nar, tá Maria Guttesen er á palli. Størsta broytingin liggur í, at hon nú ger løg- ini sjálv. Men hesin tónleikur er ikki rættiliga uppi í tíðini í Danmark beint nú - í hvussu er ikki í fløgubúð- unum – og tað ger tað serliga torført hjá tónleikar- um innan hesa tónleika- grein at koma fram. Tí hava hon, tær báðar sangarinnurnar, Julie Michelsen og Pia Trøjgaard og sangskrivarin Lene Drachmann, tikið seg saman og bjóða seg nú fram á danska tónleikamarkn- aðinum sum eitt samlað konsept. Hetta hevur higartil eydnast væl, tí tey fýra støðini, sum tær hava á skránni á konserferðini eru rættiliga stór og vælumtókt spælistøð. Harafturat hava donsku miðlarnir verið rímiliga forvitnir, og tað er altíð ein fyrimunur, tá man vil gera vart við seg. Umframt framførsluna á »Rytmeposten« í Odense í gjár, spæla tær tríggjar pop- divairnar eisini á »Skråen« í Ålborg. Hendan konsertin verður í kvøld. Og komandi fríggjakvøld spæla tær í konsersalinum á Park Café í Keypmannahavn og leyg- arkvøldið 28. apríl fara tær á pall í Voxhall í Århus. Egnan bólk Hóast tær tríggjar sanga- rinnunar eru saman um konserttiltøkini, so eru tær ikki saman á pallinum. Tær hava allar tríggjar hvør sín tónleikabólk og Og samstarvið er í heila tikið bert ætlað at føra sangarinnunar fram. – Vit »hanga ikki saman« men standa bara saman fyri lættari at kunna sláa ígjøg- num hvør sær. Um tað eydnast okkum at vekja áhugan hjá onkrum kon- sertfyriskipara ella plátu- útgevara, so gera vit avtalur hvør sær og ikki sum ein samlað eind. Tað er bara sjálvt promotionarbeiðið, sum vit gera í felag, sigur Maria Guttesen. Ætlanin er ikki at jarða Popdiva konseptið aftaná konsertferðina, men at menna tað og hjálpa øðrum sangarinnum innan somu tónleikagrein at gera vart við seg. Maria Guttesen tekur í summar prógv á lærda tónlistaháskúlanum í År- hus, har hon hevur gingið á rútmisku linjuni. Konsertin hjá Mariu Guttesen og hinum báðum sangarinnunum á Skråen í Aalborg byrjar klokkan 21 í kvøld. Í »Vikuskiftinum« kom- andi leygardag ber til at lesa meira um Mariu Gutte- sen og Popdiva samtakið. Maria Guttesen á konsertferð í Danmark Maria Guttesen fer at bergtaka danir í næstum. Her er hon avmyndað á seinastu konsertferðini í Føroyum Frá seinastu konsertini í Føroyum