Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 54 - 17. mars 2001 Nr. 54 • leygardagur • 17. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Várframsýningin 2001: Í glas og rammu síða 20-21 FRUMSÝNING. Í kvøld verður leikurin »Eitur nakað land Week-End?« eftir Jóannes Nielsen frumsýndur á gamla Meiarínum í Havn. Hetta er onnur stóra leikuppsetanin hjá Grímu í hesum leikárinum. Eyðun Johannessen hevur leikstjórnað og eisini staðið fyri pallmyndini, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur latið SAMRØÐA Birgir Kruse – Sum áskoðarin, setur tú teg til rættis í stólinum, »nullstillar« teg, ella »vaskar talvuna reina« fyri teimum vónum, varhugum, fordómum og líknandi, sum tú kanst hava um ein leik, rithøv- unda, leikstjóra ella leikarar. Tá skuldi verið gott grundarlag fyri, at tú sum áskoðari, fær tað op- timala upplivilsi av sjónleikin- um. Eftir mínum tykki er tað ikki bara galdandi fyri henda sjónleikin, men fyri allan sjón- leik yvirhøvur. At verða »null- stillaður«. Soleiðis sigur Birita Mohr fyri frumsýningina av leikinum »Eitur nakað land Week-end?« Hon er ein av 8 leikarum í nýskrivaða, upprunaføroyska samtíðarleik- inum, sum Jóannes Nielsen er upphavsmaður til og Eyðun Johannessen hevur leiksjórnað. – Eyðun brúkar ikki nakra ávísa metodu tá hann arbeiðir, sigur Birita. Í hesum leikinum vóru vit noydd at gera eitt rætti- liga stórt research arbeiði, tí vit skuldu inn á øki ella inn í ein heim, har vit eru rættuliga ókend. Sum flest øll vita, so gongur meginparturin av leikin- um fyri seg á stongdari deild. Tí hava vit tosað við fólk, sum eru í hesum umhvørvi, bæði sálarliga sjúk og fólk, sum starvast á hes- um øki, sigur Birita, sum eisini hevur hugt at filmum og lisið bøkur um sama evni. – Men leikurin er ikki dok- umentariskur. Vit royna ikki at gera eitt kopi av stongdari deild á Landssjúkrahúsinum ídag, und- irstrikar Birita. Men við tí kunn- leika, sum vit hava fingið, og við leikritinum hjá Jóannesi Nielsen, hava vit í 9 vikur, saman við leikstjóranum, leitað eftir teim- um persónunum og teimum hendingum, sum almenningurin fer at uppliva í sjónleikinum »Eitur nakað land Week-end?« í kvøld. Vit hava latið okkum in- spirerað av tí tilfari, vit hava fingið. Hvør leikari hevur skapt sín egna »figur« og sín egna »heim«. Sjálvandi saman við leikstjóranum og hinum leik- arunum. – Eyðun Johannessen er ein garvaður leikstjóri, slær Birita fast. Við honum sum skipara er man í tryggum hondum og hann dugir einastandandi væl at peila seg inn á hvønn einstakan leik- ara. Vit eru jú øll so ógvuliga ymisk, og tá er gott at hava ein leikstjóra, sum dugir at lokka tað besta, ella tað ringasta, burtur úr okkum øllum, sigur hon. Men hetta hevur verið ein hørð og tung prosess. Og man hevur onk- untíð verið rættiliga langt niðri, bæði persónliga og arbeiðsmess- iga, sigur Birita, sum sigur, at onkuntíð hava tey eisini verið so langt úti, at tey ikki gryntu. Men tá er tað, at leikstjórin er har og loftar og vegleiðir og prátar, sig- ur Birita. Men prosessin hevur verið spennandi og so løgið tað ljóðar eisini ólukksáliga stuttlig. – Tað er fyrstu ferð, at eg skal spæla ein sjónleik, har rithøv- undurin er niðri í salinum, sigur Birita og sipar til Jóannes Niel- sen. Og at man í prosessini alla tíðina hevur havt ein dialog við hann. Tað vil so aftur siga, at scenir verða broyttar, nýggjar vendingar blíva til, nýggj innskot og so framvegis. Jú, tað hevur verið heilt stuttligt, eisini tí Jó- annes sjálvur hevur verið so en- gageraður, meðan vit hava vant. Heldur enn ein forðing, hevur tað so avgjørt verið ein frægd, metir Birita. Og hóast tætt og gott samstarv, so hava vit havt fríar teymar kortini, sigur hon. Spurd, um leikarar ikki kunnu ganga onkrum ov nær við tílík- um evni á palli í so lítlum sam- felag sum okkara, sigur Birita, at sum sjónleikari brúkar hon tað sum hon sær, upplivir, hoyrir og lesur. Tað er tann grunnur, vit ar- beiða út frá, sigur Birita og júst tí vilt tú altíð kenna ting og fyri- brigdi aftur. Man brúkar ikki bara ein ávísan persón, men part- ar av ymiskum »innputtum« og egnum royndum eisini. Tað var ein sálarfrøðingur sum setti spurningin: »Hví ræðast vit, ella hví taka vit avstand frá sálarliga sjúkum fólki? Man tað ikki vera tí, vit kenna okkurt aftur í okk- um sjálvum, sum vit ræðast og ikki tora at viðurkenna?« Man ikki sinnissjúka liggja inni í okk- um øllum? spyr Birita. Leikurin verður spældur út í eitt, tað vil siga, at ongin støðgur er, men hildið verður á heilt til endan. Tíðarskeiðið, sum leikur- in fevnir um, er frá miðjun des- ember til fram ímóti páskum. Á pallinum tekur rundferðin á aft- urlatnu deildini hundrað minuttir. »Og, ja, ja, vit hava fingið nýggjar stólar« sigur Birita, »so nú vóni eg ikki, at stólarnir blíva blandaðir uppí tey ummæli, sum vónandi fara at koma.« Góða eydnu og – ikki minst – gott Vikuskifti! Man ikki sinnissjúkan liggja í okkum øllum? – Man henda nýskapan, sum hesin leikurin er, ikki fara at eggja fleiri av okkara skrivandi fólkum, at royna seg innan pallskriving eisini? Vit hava tvey, møguliga trý av leikritunum frá kappingini hjá Leikpalli Føroya á okkara komandi leikætlan, sigur Birita Mohr í Grímu Mynd: Jens K. Vang Frits Johannesen Sjáldan hoyrir tú navnið Berthe Morisot, tá ið impressionistarnir verða nevndir, men satt at siga, er hon ein av mætastu lista- málarunum innan hesa grein í listini Hon varð fødd 15. jan- uar 1841 í Bourges mið- skeiðis í Frankaríki sama ár sum Frédéric Bazille og Auguste Renoir vórðu føddir. Faðirin, Edmé-Ti- burce Morisot, var amt- maður, so tey skiftu oftani búpláss, men 1855 setti familjan búgv í París – Rue Franklin. Berthe Morisot búði megin partin av ævi síni í Rue de Villejust. Beint áðrenn hon doyði í 1895, flutti hon til Rue Weber. Impressionistarnir mál- aðu oftani uttandura. Men ikki sóust kvinnurnar gera tað. Tær vóru illa sæddar, um tær dittaðu seg til at fara út um at røra pensilin. Hetta vóru bara mannfólki, sum høvdu henda rættin. Nei, kvinnurnar skuldu mála innandura. Tað sømdi seg ikki fyri eina kvinnu, at standa undir fríum lofti og mála….. nei, tær skuldu vera á “Balkongini” og dyrka sít listaliga ítrív. Rue Franklin lá um hetta mundi úti á landinum. Kring húsini hjá foreldrunum var ein blómugarður, hvar Berthe Morisot hevði sítt fyrsta atelier. Í Rue Ville- just vóru stór bøstykkir, hvar kvirran og friðurin ráddi . Hetta var nær við Bois de Boulogne, og her málaði hon kvinnur, ið spákaðu framvið, vatnið, trøini og svanarnar. Mynd- irnar hjá Berthe Morisot eru oftani lyriskar kvinnu- og barnamyndir og myndir av urtagørðum. Hon hevur eisini gjørt málningar av havnaløgum og fram úr góðar vatnlitismyndir við ymiskum motivum. Hon er ein kvinna og sæst tíðiliga í myndunum, at so er. Berthe Morisot reisti nógv. Hon hevði verið í Spania, Onglandi, Italia, Belgia, Hollandi, á oyggj- unum í ensku Kanalini og víða um í Frankaríki, men málaði bert heima við hús. Um hetta hevur verið ein bági ella ein styrki í list hennara er ilt at siga, men á uttanlandsferðunum hevur hon fingið íblástur til myndir sínar, so litur og strok vuksu úr myndunum sum dúnlættir hvítir pullar. Í mong ár málaði hon undir somu bitum, sum hon sum húsmóðir arbeiddi og svav. Kom onkur inn á gólvið, goymdi hon stillisliga løriftið, máling og penslar burtur í einum skápi, sum ringt var at fáa eygað á, tí okkurt klæði goymdi at hesari forvitn- isligu goymslu. Mamma Berthe Morisot vildi hava døturnar - tríggjar í tali, Yves, Berte og Edma skuldu læra at tekna og mála. Berthe Morisot var tann einasta, sum við føstum fetum gekk tann listaliga vegin. Hon málaði eina tíð hjá Camille Corot, men 1868 kom vend í. Ein dagin hon málaði á Lovre - gjørdi eina eftirlíkning av eini mynd av Rubens, møtti hon Edouard Manet. Manet var við at gerast gamal, men hevði enn neistan í síni sál og gjørdi ikki minni enn 11 myndir av Berthe Morisot á “Balkongini”. Í 1874, tá ið Berthe Morisot hevði avgjørt at gifta seg við beiggja Eduard Manet, Eugéne, málaði Manet Berthe Morisot. Bæði hava fingið íblástur til tað, sum skuldi henda. Eyguni á Berthe Morisot lýsa av gleði, eydnuleika og kærleika. Hetta hevur listamaðurin við kønu hond síni fest á løriftið við einum gløggum eyga, sum bert fá megna, men hetta dugdi Manet. Ikki so fá orð eru skrivað um Eduard Mante og Berthe Morisot. Ikki kunnu vit siga, at hetta kom væl við hjá Berthe Morisot, men tvørtur ímóti vóru fleiri mistulkingar gjørdar um teirra vinskap. Tann fyrsti, ið skrivar um sam- bandið teirra millum, er sjálvur Èmile Zola: “Ma- dame Berthe Morisot er persónliga ein næmingur hjá Eduard Manet”. Hetta er ikki rætt. Manet hevur ongantíð tikið Berthe Morisot til sín sum sín næming (student) ella fylgissvein. Hesi orðini hjá Èmile Zola hava fylgt henni øll hesi ár, men sannleikin er tann, at tey sum mynd- listafólk hava verið trúføst hvørt móti øðrum og hvør í sínum lagi hava givið íblástur til myndirnar, tey hava málað. Berthe Morisot var ein góð fyrimyndin hjá Manet, tá ið hann málaði portrettir av henni, og Morisot leiddi Manet á rásina til tann impression- istiska heimin, sum gjørdi hann føran fyri at skilja hesa grein í listina. Við ljósinum, sum Eduard Manet brúkti í myndum sínum, hevði hann stóran týdning fyri im- pressionismuna, men sjálv- ur nýtti hann ongantíð málingarmátan, sum im- pressionistarnir brúktu. Men hann var ein tann fyrsti at mála á tann hátt, at útiljósið(Plein air) setti síni spor á fólk, lutir og dýr. Myndin av Balkongini 1869 er ein slík mynd. Manet hevði funnið út av, at ljósið spældi í andlitunum á fólki, soleiðis, at partar av t. d. andlitislutunumm, sum her nøsin á tí handaru kvinnuni, var óneyðug at mála til fulnar, tí ljósið gjørdi at andlitini livdi í tí lyriska ljósinum í hesi uttanduramynd. Í sama andadrátti vóru skapini nógv meira livandi enn hjá teimum gomlu listamonn- unum. Henda myndin varð kveistrað burtur úr Sa- longini í (Lovre), sum nakað lítils- og láturvert, men myndin sjálv hevur havt alstóran týdning fyri impressionismuna. Manet og Monet vóru vinmenn. Monet fekk tann gamla Manet at fara út úr ateli- erinum, og sita uttandura andlit til andlits við motivið og mála. Sum kvinna kendi Berthe Morisot sínar greinsur, men hon var ein tann ídnasti “talsmaður” fyri impressi- onismuna, men ikki er tað sørt, tá ið lisið verður í bókmentum um list, hvussu lítið hon kemur fram. Hetta er harmiligt, tí sera dugna- lig er hon. Hon var við á teimum fyrstu framsýning- unum (1874) hjá impressi- onistunum, men ikki í 1879, tí tá var hon sjúk. Skotsmálini, ið impression- istarnir fingu í bløðunum frá teimum, sum skrivaðu um list, var ikki gott. T. d. stóð í onkrum blaði: “Ja, sanniliga var ein kvinna, sum vágaði sær at stilla út saman við hasum “Im- pressionistunum”!” Henda kvinna var Berthe Morisot. Á Glyptotekinum í Keyp- mannahavn hanga einar fýra myndir av Berthe Morisot, har ímillum er myndin: Ammen – ein, ið hevur barn á brósti fyri ein annan ( ein dadda ). Hvat sæst í myndini? Kvinnan, ið hevur barnið á brósti, eigur ikki barnið. Hon hevur kanska júst nú givið barninum, og av somu grund er barnið ikki í miðjuni á myndini. Barnið hyggur út í rúmið. Eygnakastið førir teg inn til barnið. Tann hvíti kjólin liggur sum dúnlætt kava- fólv um barnið eins og roykurin á myndini hjá Monèt frá jarnbreytini í Lazaret. Kvinnan hyggur við myldum eygum at barn- inum, men tá ið leitað verður upp í høgra horn er einki har – sæst bara tað gráa, døkka løritið, sum eisini er ein partur av myndini og er við at gera myndina. Tað sama kann sigast um niðasta og ovasta vinstra horn. Kvinnan er í einum hvítum kýsa við reyðum bandi, reyðari sloyfu og vinstri armur liggur so kærleiksfullur á tí hvíta barnakjólanum. Myndin er sera ljós. Strok- ini eru løtt við góðari fyllu í summastaðni og tann grái dúkurin, sum er sera sjónskur, styrkir tann hvíta litin og lyftir barnið upp í eina rúmliga demensión, so vit kunnu siga, at hetta er ein málningur, sum er málaður uttandura. (Plain- air mynd) Greining Kvinnan og barnið eru í einum meldri. Sentrifugal- meldurin, sum er í strokun- um, manar og máar burtur partar av likamslutunum í myndini t. d. vinstra armin á kvinnuni. Hann er ikki til, men vit kenna hetta fyri- brigdið: Lygnir á sjónum. Her er ein lygn, og okkurt er undir hesi lygn. Heilin arbeiðir víðari, og ger tað verunligt, tað sum ikki er , tí verða tær ómálaðu flat- urnar eisini livandi, og tí kunnu vit siga, at tað sum ikki er, tað er til steðar hóast alt. Impressionistar- nir dugdu sera væl eisini at leggja dýbd í sjálvt ljós- spælið, ikki verður steðgað á á yvirflatuni, men liturin ber teg inn í myndina, og onkuntíð verður farið so langt inn undir strokini, at tú ert komin inn í meldurin í myndini. Impressionistarnir komu fram, tá ið samfelagið fór at broytast. Tað støðufasta samfelagið misti sítt festi, og ídnaðarsamfelagið fekk sína vøggugávu. Nú var framleiðslan við maskin- um. Fólk fluttu av bygd inn til býirnar og vóru við í framleiðsluni. Strokini í myndunum hjá impression- istunum fingu gongd á eina nýggja grein í listini. Lutirnir, sum maskinurnar gjørdu, var eisini nakað nýtt. Teir fóru framvið sum strok við somu fer sum hjá impressionistunum. Tulking Impressionisman er tann ljósa, ljóðkáta listagreinin, sum fródliga ber ein blóm- andi listaligan dám við sær. Hetta eru mentalar myndir í sálarligari javnvág, sum gevur lív til bæði deytt og livandi betur enn flest allar listagreinir. Berthe Morisot var fyrsti kvinnuligi im- pressionistur, og verður hugt at myndum hennara, kundu tær verið málaðar í gjár, serliga tá ið hugsað verður um barna- og kvinnumyndirnar. Tað eru bert klæðini, sum ikki eru tey somu. Berthe Moritsot gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær. Hon málaði t.d. dóttir sína í einni 15 ár, og tað hvíta gongur aftur, sum ein blástur av him- neskum stjørnutinnum. Kvinnan í hesi mynd hevur lagt armin eymt, róliga og kærleiksfult á tað dropa- kenda hvíta litin. Í tí reyðu sloyfuni, teimum reyðu bondunum í kýsanum, lovar hon barninum (listini) sín (æviga) kærleika. Barn- ið er kinnareytt og reytt er kærleikans litur. Berthe Morisot Øvuta landið (Barnaríma) Eg kenni átjan oyggjar, Eg kenni nítjan fólk, Sum reka fyri vág og vind Í hunangi og mjólk. Tey eiga tjúgu bilar og einogtjúgu skip Og síggja helst seg sjálvi sum Sín størsta halgigrip. Tey koyra undir sjónum Og sigla millum fjøll Og fara uppá gólv, tá Tey eru einsamøll. Tey hava eittans eyga, Ið grætur, tá tað lær, Tað situr mitt í búkinum, Har áður nalvin var. Og fólkini tey elska Hetta land, sum bert er til Í huganum hjá teimum, Ið nýta vit og skil. Í landsins høvuðsstaði Eru fólk flest høvuðleys, Har síggjast bara kroppar Uttan háls og uttan heys. Tey tvassa runt í heilum Og vilt tú vita hví – Tey hava einki høvd at Hava sínar heilar í. 66