Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 17 16 Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 BÓKAUMMÆLI Ása Johannesen Eg havi altíð lisið, heilt síðan mamma mín las góð- anáttsøgur fyri mær. Tað byrjaði við at eg sat í fang- inum á henni og bara lurt- aði, men so við og við las eg við, meðan hon las fyri mær. Tað endaði við at eg rættaði hana, um hon segði okkurt skeivt, ella broytti ein setning eitt sindur, og tá helt hon tað var upp á tíðina, at eg bara las bøk- urnar sjálv. Og soleiðis bleiv tað. Eg eri nú seytjan ár, og havi meldað meg úr barnabókaklubbanum fyri ikki so langari tíð síðani. Eg eri fastur gestur niðri á bókasavninum, men sjálvt um har eru nógvar før- oyskar bøkur, hyggi eg ongantíð yvir á tær hillarn- ar, eg haldi meg langt vekk og lesi næstan bara danskt. Orsøkin til hetta er, at før- oysku bøkurnar eru í høv- uðsheitum, um »teenage problemir«, (her er talan um ungdómsbøkur), og er tað nakað eg ikki orki fyri at lesa um, so er tað hjart- asorgin hjá eini gentu, sum ikki heldur seg kunna liva uttan hendan ella handan drongin. Mær dámar spen- ning, skemt og gys. So ein dagin hoyrdi eg, at onkur fór at geva eina »modernaða« ævintýrbók út. Eg varð á skýggjunum, alt eg kundi hugsa um ta tíðina, var um tað veruliga kundi passa, at onkur í hesum lítla landi, var so genialur, at skriva nakað sum var vert at lesa (ikki tí, Jógvan er góður við sín- um krimibókum, sum mær dámar ógvuliga væl). Og rætt varð. Eg skræddi bøk- urnar til mín og setti meg at lesa beinanvegin. Eg fleyg ígjøgnum tær við einum steðgi fyri hvørja bók, tá mamma segði at vit skuldu eta. Nú er tað ikki so, at tær eru perfektar ella nakað, tí hvussu skulu tær vera tað, eg meini Anfinn- ur í Skála hevur ikki júst skrivað ævintýrbøkur alt sítt lív. Plottið í høvuðsheitum er um tey bæði Kjartan og Hallberu, sum verða lokk- að inn í ein heim, har tíðin stendur í stað, og dvørgar, álvar og risar eru vanlig fólkasløg. Har verða tey biðin um at finna eina yrk- ing, sum skal siga hvar ein hornslutur er, sum, um hann verður settur saman við restini av horninum og onkur blæsur í tað, førir til heimsins enda. Meira skal eg ikki siga nú, tí tað kann vera at onkur er, sum ikki hevur lisið bókina enn. Persónarnir eru heilt væl lýstir, kanska í so gjølla við hvørt. Tað er ikki neyðugt at skera út í papp, hví ein av persónunum føl- ir akkurát tað og tað, iva- leyst, er at siga onkra lítla viðmerking, sum tó skal vera beinrakin, og væl um- hugsað, so at lesarin uttan at skula lesa ov nógv um tað, veit hvat hvussu per- sónarnir eru og hugsa. Til dømis fáa vit einaferð ov ofta at vita, at Kjartani dámar Hallberu, ella kanska verður tað bara sagt ov skjótt, kanska skuldi hann bíða við tí, til vit kendu persónarnar bet- ur. Eftirsum eg veit at An- finnur kennir okkara mál út og inn, er tað eitt sindur keðiligt at lesa um før- oyskan ungdóm, sum næstan prátar grótføroyskt. Her er talan um Hallberu og Kjartan, Arngrímur kann ikki gera við tað. Talumál millum ungdóm nú á døgum er fult av banniorðum, skeivum bendingum og danismum, men hesi bæði fittu havn- arbørnini tosa sum um, mamma teirra las orðabók- ina upp fyri teimum sum góðanáttsøgu. Tað, sum eg meini, er, at bókin skal sjálvandi verða skrivað á góðum røttum føroyskum tá talan ikki er um bein- leiðis talu, men slang og áður nevndu mátar at tosa eru tað sum ger málið livandi, stuttligt og irr- iterandi at lesa og hoyra. Hetta má ikki hvørva. Nú ljóðar tað kanska, sum um eg bleiv vónsvikin av bókunum, men søgan í sær sjálvum er so góð, at um tey so tosaðu fornald- arføroyskt allanvegin ígjøgnum báðar bøkurnar, hevði mær dámt tær stak væl. Eg sat á kantinum á stólinum (sofuni) allan vegin ígjøgnum bøkurnar, og ofta var eg heilt á skeivari leið í mínum git- ingum um, hvat fór at henda næst. Hetta gjørdi, at eg ongantíð visti heilt, hvussu tey fóru at klára seg ígjøgnum søguna, men sum tað eisini eigur at vera, endaði alt sum eg hevði væntað. Einasta und- antak var ein ravnur, sum eg ikki skal siga meira um, og hetta gevur mær eina lítla vón um eitt møguligt framhald. Nú kann tað væl vera, at tað bara var fyri at geva søguni ein enda, ið fær fólk at sita og hugsa, men eg kann siga fyri meg, og fleiri onnur, at framhald hevði verið sera væl móttikið av okkum. Men um ikki framhald, so hevði eg verið ógvuliga glað fyri at lisið meira í hendan dur, frá Anfinni. So hví er ongin jubil at hoyra? Hví eru ummælarar so harðir við hann? Teir høvdu kanska væntað Harry Potter nr. 2, ella hvat við Lewis ella Tolk- ien? Tað er onki annað enn órímiligt. Hvussu skulu vit kunna samanbera ein før- oyskan rithøvund við heimsins kempur innan ævintýrbøkur? Anfinnur hevur skrivað eina frálíka søgu, sum hevur uppiborið alt rós. Sum tit kanska hava lagt til merkis eru nøkur ting, sum kundu verið betri, men av tí at søgan er tað, sum er tað týdningarmesta, skuldu vit grundað okkara gleði fyri bøkurnar hjá Anfinni á hana, og ikki byrja at grenja um “kosmetiskar feilir”. Tí at skriva er eitt handverk, men ongin lærir at skriva, um tey ikki hætta sær at geva sínar bøkur út og fáa konstruktivan krit- ikk. Her er ikki bert talan um Anfinn, men eisini um aðrar føroyskar rithøvund- ar, sum kanska hava lagt síni handrit aftur í skuff- una, tá tey sóu, hvussu søgan hjá Anfinni bleiv móttikin. Postboks 19, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: birgir@sosialurin.fo Blaðstjórn: Birgir Kruse FØROYSKAR BØKUR. Eg eri fastur gestur niðri á bókasavninum, men sjálvt um har eru nógvar føroyskar bøkur, hyggi eg ongantíð yvir á tær hillarnar, eg haldi meg langt vekk og lesi næstan bara danskt. So ein dagin hoyrdi eg, at onkur fór at geva eina »modernaða« ævintýrbók út, sigur Ása Johannesen, sum er studentaskúlanæmingur Heimurin Forni – Hví jubla tit ikki? Ása Johannesen, studentaskúlanæmingur, sum umframt at lesa, eisini spælir saxofon: – At skriva er eitt handerk, men ongin lærir at skriva, um tey ikki hætta sær at geva sínar bøkur út og fáa konstruktivan kritikk. Her er ikki bert talan um Anfinn, men eisini um aðrar føroyskar rithøvundar, sum kanska hava lagt síni handrit aftur í skuffuna, tá tey sóu, hvussu søgan hjá Anfinni bleiv móttikin. Mynd: Jens K. Vang SJÓNLEIKUR Birgir Kruse Birita Mohr fegnast um tann áhuga, sum tykist verða at skriva nýggj handrit til leik á føroysk- um palli. Leikritakapping- in, sum Leikpallur Føroya hevði í fjør, gav jú eitt einastandandi gott úrslit, sigur hon – heili 9 nýggj føroysk leikrit! Og vit hava tvey, møguliga trý av hesum leikritum á okkara komandi leikskrá, sigur Birita vegna Grímu og skoytir uppí, at vónandi fara áhugafeløgini kring landið eisini at spæla ný- skrivaði føroysk leikrit. - Og man henda nýskapan ikki fara at eggja fleiri av okkara skrivandi fólkum, at royna seg innan pall- skriving eisini? – Og so vítt eg veit er ætlanin, at innstilla leikin »Eitur nakað land Week- end?« til Nordiske Teater- dage í 2002, har »drama- tikerprisen« eisini verður latin. Hetta tiltak, sum er á øðrum hvørjum árið, verð- ur jú í Føroyum í august næsta ár. Saman við Lista- fólkastevnuni. Í august í fjør fekk norðmaðurin Jon Fosse virðislønina »Den Nordiske Dramatikerpris 2000«, sum fimm norður- lendskir leikritahøvundar kappaðust um í Malmø. Ein úr hvørjum av londun- um Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finn- landi. »Ein sommers dag« ver heiti á vinnandi leikin- um hjá norska Fosse, sum er hin fimti at fáa hesa virðisløn. Hin fjórði var sviin Lars Norén. Við virðislønini fylgja 50.000 krónur. Boð eru eftir Jon Fosse víðahvar í Evropa og um góðar tvær vikur verður virðislønti leikur hansara at hoyra í danska útvarpinum. Deildin Radio Drama kann bjóða ikki færri enn 11 danskar frumframførslur bara fyrru leikárshálvu í danska út- varpinum. – Í juni byrja vit at venja enn ein nýskrivaðan før- oyskan leik. Tað verður næsta tiltakið hjá Grímu, sigur Birita Mohr. Hetta er ein farca, ella ein krimi- farca. Leikurin eitur »Fót- ur í hosu« og tað eru systkini og sjónleikararnir Súsanna og Hans Tórgarð, sum hava skrivað. Hans ætlar sjálvur at leikstjórn- að og fyrsta framførsla er sett at verða hin 22. sep- tember í ár. Eftir hendan leik fara vit undir ein ung- dómsleik, sigur Birita. Og spurningurin er, um hann eisini verður upprunafør- oyskur. Livst so spyrst. Føroysk leikrit Jóannes Nielsen fær virðislønina áljóðandi hundrað túsund krónur fyri besta leikritið í kappingini hjá Leikpalli Føroya. Í kvøld situr hann undir liðini á Poul Mohr, Skipa- smiðjustjóra, tá leikurin »Eitur nakað land Week-End?« verður frumsýndur á gamla Meiarínum í Havn Mynd: Jens K. Vang – Hóast Mikines búði meginpartin av lívi sínum uttanlands, eru nærum allar myndirnar hann málaði úr Føroyum, serliga úr Mykinesi. Árinini eru so sterk, og tú kanst og eigur ikki at renna frá tær sjálvum, sigur Tróndur Patursson, formaður í Nordisk Kunstforbund, sum í summar skipar fyri listastevnu um Mikines og landslagsmálaríið Mikines og Mykines LISTASTEVNA Turið Kjølbro Hevur Mykinesmálarin Mikines nakað at siga okk- um í dag? Er Mikines klassikari á hædd við teir størstu í Norðurlondum, ella er tað bara nakað vit billa okkum inn? Er lands- lagsmálaríið uppbrúkt sum myndaevni? Hesir og nógvir aðrir áhugaverdir spurningar verða reistir á forkunnugari stevnu um Sámal Joensen-Mikines í summar. Tað er Nordisk Kunstforbund, sum skipar fyri stevnuni samstundis sum felagsskapurin heldur ársfund í Føroyum. Føroy- ar hava formansskapin í felagsskapinum. Tað er Tróndur Patursson, sum er formaður. – Mikines verður mettur sum ein norðurlendskur klassikari á rættiliga høg- um stigi. Kortini skilir hann seg nógv frá tí danska, svenska og norska. Hann kann metast á hædd við Edvard Munch, Kjar- val, Søndergaard og Krøy- er, sigur Tróndur Paturs- son. Úr Mykinesi til Havnar Listastevnan verður í tveir dagar. Luttakararnir fara fyrst út í Mykines, har víst verður á myndaevnini Sámal Joensen-Mikines arbeiddi við. – Luttakararnir fáa høvi at síggja umhvørvið har Mikines vaks upp og hvað- ani hann hevði íblásturin. Alt byrjaði jú við, at ein ferðamaður gav Mikines nakrar penslar og máling. Hann byrjaði sjálvur at mála uttan nakra kunning og varð so bitin av máln- ingalistini, at hann endaði á Akademiinum í Keyp- mannahavn og fekk sína útbúgving við góðum úr- sliti. Heimkomin aftur arb- eiddi hann nøkur ár í Myk- inesi, men tað gekk ikki rættiliga, tí tíðin var ikki búgvin at fata ein slíkan úrmæling, greiðir Tróndur Patursson frá. Sámal Joensen-Mikines, sum er tann fyrsti føroyski professiónelli listamálarin, fór aftur til Keypmanna- havnar, har hann búði í eini íbúð á Eysturbrúgv. Tað serstaka er kortini, at nærum allar myndirnar hann málaði eru úr Føroy- um, serliga úr Mykinesi. – So sterk hava árinini at vaksa upp í Mykinesi, lívið og náttúran, har havt á hann. Hann málaði ikki bara landslagið, men eisini havið, fólk, grindadráp, jarðarferðir og mangt ann- að, sigur Tróndur Paturs- son. Tróndur Patursson sam- anber hann við danska list- amannin Søndergaard, sum málar í tí jútska, og norð- mannin Edvard Munch, tá ið tað snýr seg um litaval- ið. – Eitt ávíst samanspæl er millum teir. Upprunin Eitt evni á listastevnuni í summar verður fyribrigdið, at uttan mun til, hvar tú sum listamaður er staddur, kanst tú ikki renna frá tín- um uppruna. – Málarin, sum er í út- legd, er altíð noyddur at fyrihalda seg til upprunan. Árinini eru ofta so sterk. Taka vit russaran Chagall, sum búði í Fraklandi mesta av sínum lívi. Alt hann málaði var russiskt, kanska meiri russiskt, tí maðurin búði í útlegd. Hjá teim flestu okkara, sum arbeiða við list í Føroyum í dag, finnur tú náttúruna so ella so í øllum vit gera. Lati eg hurðarnar aftur til mítt aterlier, hoyri eg vindin, kanska eitt hegningsæl, og streymin og fjørðin uttan- fyri. Náttúran er so tætt uppat okkum, at vit koma ikki uttan um hana. Vit kunnu ikki renna undan okkum sjálvum og tað skulu vit heldur ikki, sigur Tróndur Patursson. Føroysk list áhugaverd Á listastevnuni verða trígg- ir fyrilestrar. Bárður Ják- upsson, listamálari, sum hevur skrivað stórt verk um Mikines, fer at greiða frá lívi Mikinesar. Danin Jens Hendrik Sandberg, ið er serfrøðingur í list Oluf Høst, fer at hugleiða um Mikines er klassikari í norðurlendskum høpi ella er tað bara nakað, føroy- ingar sær inn. Somuleiðis fer hann at hugleiða um náttúran hevur nakað at siga okkum í 2001, er hon uppbrúkt og óviðkomandi sum myndaevni. Norðmað- urin Per Hovdenak, ið er listafrøðingur kendur um allan heim, fer at halda fyrilestur um framtíðina við Mikines sum útgangs- støði, um Mikines fram- vegis vekir áhuga um hálvt hundrað ár, og um náttúran tá framvegis hevur listar- ligt úttrykk. – Í hesum høpi er før- oysk list áhugaverd í løt- uni. Er hetta nostalgi ella húðaskógvamentan, vit fáast við, sigur Tróndur Patursson. Nordisk Kunstforbund varð stovnað í 1945 við tí fyri eyga at stuðla og menna norðurlendska list, skapa samstarv millum Norðurlond, skipa fyri list- astevnum, kunna um norð- urlendska list og ikki minst vísa norðurlendska list heima og úti í heimi. Øll Norðurlond eru javnsett í felagsskapinum. Føroyar, Áland og Grønland hava fullan limaskap. Har formansskapurin er, verður ársfundurin hildin. Tískil varð fundurin hildin í fjør í Føroyum eins og hann eisini verður í ár samstundis sum listastevn- an verður. Næsta ár tekur annað land yvir for- mansskapin. Hetta verður helst Noreg ella Svøríki. Øll kunnu tekna seg til fyrilestrarnar á listastevn- uni um Mikines, sum verð- ur í juni. Til ber at tekna seg hjá Honnu Jacobsen, skrivara í Nordisk Kunst- forbund á tlf. 317396, ella til Listaskálan. – Hjá teim flestu okkara, sum arbeiða við list í Føroyum í dag, finnur tú náttúruna so ella so í øllum vit gera, sigur Tróndur Patursson Mynd: Jens Kr. Vang