leygardagur 17. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001
NIFCA. Tað mest áhugaverda í arbeiðinum hjá Tummasi Jákup Thomsen beint nú er, at hann er sloppin at lána íbúð og
atelier í Oslo, har sum Edvard Munch búði á í 23 ár, sigur Meinhard Jensen í hesi samrøðu og viðgerð av listini hjá »unga
listamannin úr Gøtu«. Í Oslo eru 64 hús til listafólk at halda til og arbeiða í. Helst er Tummas fyrsti føroyingur at nýta
henda møguleika, sum kom í lag gjøgnum NIFCA, sum er felagsskapur í Norðurlondum fyri nútímans list.
Ungi profeturin
tær við klorini og skola tær
í vatni. Síðani teknaði
hann við penni og málaði á
tær. Ein kollaga við 2016
tílíkum varð sýnd fram í
Arken fyri fimm árum síð-
an. Tá hann fór undir at
arbeiða við hesum mynd-
unum, var hann hugtikin
av forholdinum millum
fotomyndina og veruleik-
an. Ein genta skrivaði eina-
ferð stíl í studentaskúlan-
um um eina »vrakaða
mynd,« sum var kopierað
upp til A4 stødd, og lærar-
innan segði við næmingin,
at hon kundi biðja Tummas
kontakta seg, og so skuldi
hon læra hann eitt sindur
um málningatøkni.
Tummas sigur, at hann
hevur gjørt nakrar myndir í
seinastuni, sum hava verið
ein blandingur av tekning
og málningi. Litirnir eru
fyri tað mesta reytt, blátt
og grønt afturat blýanti og
svartari olju. Tá hann fer at
sýna fram einsamallur í
Listaskálanum komandi
heyst, verður tað helst við
hesum slagnum av mynd-
um.
Hesi árini, hann hevur
teknað, hevur hann tó mál-
að nakrar myndir. Ein er av
einum hvíttklæddum
manni, sum gongur niðan á
eitt fjall. Hon ber dám av
bíbilskum søgum og hong-
ur í føroysku kirkjuni á
Amager, sum Tummas Ják-
up gongur í. Ein onnur er
eitt klassiskt føroyskt
bygdamotiv við einum lítl-
um fráviki. Tað er ein
mynd av Skipanesi, men á
fjørðinum liggur heimsins
størsti oljuboripallur bund-
in við bryggju.
Installatiónir
Ein grein innan myndlist,
sum hevur vundið nógv
upp á seg seinastu árini, er
installatiónin, ella uppset-
ing. Tað eru ikki nógvir
føroyingar, sum hava fing-
ist við tað, men Tummas
Jákup hevur roynt seg við
tí av og á. Ein málaður bil-
ur kann teljast sum install-
atión, og tað hevur hann
roynt tvær ferðir. Fyrru
ferð var tað ein gamal, blá-
ur Opel Kadett, sum hann
málaði appelsingular
prikkar á. Íblásturin kom
frá sorgarleikinum í Waco,
Texas. Einaferð, sigur
Tummas, runnu børn aftan
á honum og róptu,
”Klovnabilur, klovnabilur.”
Ein systurdóttir, sum tá var
smágenta, kom inn í garag-
una hjá teimum í Gøtu og
segði, at ”Øll flenna eftir
tær, men ikki Jesus. Hann
heldur við tær.”
Annað dømi um install-
atión vóru seks lok til súlt-
utoykrukkur, sum komu
við á KS eitt árið. Lokini
vóru hvít við reyðum punt-
um prentaðum á. Prentið
skal líkjast toyi, sum fyrr
varð nýtt at spenna yvir
krukkur. Tummas Jákup
málaði nakrar puntar reyð-
ar og gav lokinum heitið
”Jeg elsker marmelade.”
Hann hugleiðir um, at tað
hevur nakað við popplist at
gera. Andy Warhol málaði
Coca Cola fløskur og
Campbell’s suppudósir.
Súltutoy er ommuligt, men
tað er eisini poppur og
kitch, tí toyið er ikki toy,
men prent, sum líkist toyi.
Heitið ”Jeg elsker marme-
lade” talar eisini.
Tummas sigur, at hann
hugsaði um, hvat hann ta
ferðina skuldi gera fyri at
fáa verkini gjøgnum nálar-
eygað hjá KS sensurnevnd-
ini. Hann ivaðist ikki í, at
tey fóru at góðtaka hesi
lokini, helst fram um onkr-
ar tekningar, hann eisini
kundi sent. Hetta sigur eitt
sindur um følingina,
Tummas hevur við tíðar-
andanum innan list, og
tíðarandanum sum heild.
Annars heldur hann heldur
hánt um tíðaranda, og hann
heldur ikki, at hesi súlt-
utoylokini skulu takast í
serliga stórum álvara.
Puntarnir ganga aftur í
passmyndini, har hann sit-
ur í fýra ymiskum skjúrt-
um. Hann tók myndirnar á
høvuðsjarnbreytarstøðini í
Keypmannahavn. Har kom
fólk at hyggja at honum,
meðan hann hongdi bak-
grundina við grønu punt-
unum upp, og meðan hann
kom út at skifta skjúrtu
millum myndirnar. Refer-
ansan er aftur Andy War-
hol við hesi endurtøkuni
av sama andlitinum við
lítlum frávikum í liti og
uppseting. Marilyn Mon-
roe myndirnar eru serliga
kendar. Puntarnir eru
ommuligir, men arbeiðs-
skjúrturnar eru eitt annað
slag av kitch og poppi. Eitt
ovurhonds stórt kopi av
hesi myndini var við á eini
Ólavsøkuframsýning.
Landsløg
Tá tú hevur sagt, at Tumm-
as Jákup ger landsløg, hev-
ur tú ikki sagt so nógv.
Men rætt er, at har er sum
oftast hav ella oyðimørk,
næstan altíð fjøll, og so eru
luftin ella jørðin ofta okk-
urt, sum líkist rørum ella
røðunum í eini veltu. Foyr-
ur kallar hann tað. Hetta
hevur verið lagið í næstan
tíggju ár. Eg spurdi hann,
hvat tað var við hesum
fjøllunum. Um tey hava
nakað við tað føroyska at
gera. Tiltikni Toyotabilurin,
sum bæði hevur verið í
listaskálanum og Arken æt
jú Útlandslag (Land Esc-
ape á enskum), og tað var
einar Føroyar við snøgg-
um, óslitnum fjøllum og
ongum fólki. Har var ein
grind, men eingin at drepa
hana. Hann koyrdi við
honum bæði í Føroyum og
Keypmannahavn. Men
Tummas sigur, at tað er
ikki bara tað føroyska í
fjøllunum. Fjøllini, sigur
hann, eru ímyndin av tí
fasta og tí savnandi. Tað er
so nógv spjaðing og so
nógvur skilnaður í heimin-
um, og tað er so nógv, sum
dettur sundur. Men fjøllini
standa og fara ongan veg.
Tó, spjaðingin stendur við.
Hann sigur henda krypt-
iska setningin, at menn-
iskjuni savnast um fjøllini,
áðrenn tey skiljast aftur.
Fjøllini kunnu eisini síggj-
ast sum ein mynd av Báb-
elstorninum.
Eg havi fyrr hoyrt
Tummas Jákup tosa um
fjøllini, at eisini tey detta
sundur. Í yrkingini Grønt
grót skrivar hann um fjøll-
ini, sum brýnast og gerast
sandur, og ísfjøllini, sum
bráðna og gerast vatn. Tá
ein alda brýtur og sandurin
drekkur sjógvin í seg, kann
tað vera eitt fjall, sum
søkkur inn í eitt annað.
Viðmerkingar
til tíðina
Nógv av tí, sum Tummas
hevur gjørt, er beinleiðis
viðmerking til tað, sum er
frammi í tíðini, so sum
olju, kreppu, fartelefonir,
Kursk osfr.
Men tað, sum verðin sær
sum tíðindi og bara nemur
við á yvirflatuni, steðgar
Tummas við. Nógvar dagar
aftan á, at verðin er givin
at hugsa um Kursk, droym-
ir Tummas dreymar um
manningina. Tekningin
Kursk frá 2000 er tor-
greidd, men tá Tummas
tosar um hana, letur hon
seg upp, og tekningin legg-
ur honum vekt í orðini. Í
fyrsta lagi sær hon lagnuna
aftanfyri tíðindini. Men
hon sær eisini einsemið í
vónleysa deyðanum. Har
er ein trolari á myndini,
sum sigur okkum, at havið
eisini er tað havið, sum
føroyingar hava livað av og
eru druknaðir í. Har eru
fjøll og aldur, sum líkjast
fjøllum og siga, at havið er
eisini tað, sum altíð er.
Hondin, sum kemur upp úr
havinum, er hondin hjá tí,
sum druknar. Men hon er
eisini hondin, sum bjargar.
Hyggur tú at henni, sigur
Tummas, so minnir hon
um mátan, teir ofta hava
fingrarnar í religiøsum
málningum.
Tá kreppan var við at
bróta út, gjørdi Tummas
eina mynd, sum æt Gull-
kálvadansur. Har var ein
gullkálvur, og tvey fólk
vóru hjá honum. Annað
dansaði, meðan hitt hvíldi
seg. Hetta var tíðliga í níti-
árunum, tá Tummas ofta
málaði myndir, sum fóru
beint í andlitið, nakað sum
grunge-tónleikur. Boð-
skapurin var greiður:
summi hava mist trúnna
upp á ríkidømi nú í ringu
tíðunum, men tað verður
bara ein løta, áðrenn stóra
kapitalistiska vekingin
kemur. Myndin Aftan á tað
stóra ævintýrið er inni á tí
sama. Hon er ein myndarl-
igur spádómur um, at eina-
ferð fara fólk at gera rann-
sóknir úr øðrum londum til
Føroya fyri at kanna eina
avtoftaða sivilisatión aft-
aná eitt oljuævintýr.
Tummas veit ikki, hvat
verður næst. Hann sigur, at
tað liggur ein rúgva av
málningum úti í oyðimørk-
ini. Tað ræður bara um at
fara eftir teimum. Kanska
vilja vit bara vera hjá fjøll-
unum. Hvussu er og ikki:
Fá hava dugað sum Tumm-
as Jákup Thomsen at finna
sítt egna.
…
Og so ein góð at enda,
sum er typisk Tummas Ják-
up: Gongutúrurin frá atel-
ierinum við niðara enda á
Holmbladsgade til Øre-
sundskollegiið tekur einar
tjúgu minuttir. Vit høvdu
ein pakka við tekningum,
sum eg skuldi taka við
flogfarinum til Føroyar fyri
hann. Prátið á vegnum
snúði seg um, hvat eg
skuldi siga, um tollarin
spurdi, hvat var í. Ein var,
”Viss tollarin spyr, hvat er
í pakkanum, skal tú siga,
”Øll vita tað, uttan tú!””
Myndir hjá Tummas Ják-
upi hanga í Listasavni Før-
oya, og Tøting í Gøtu hev-
ur okkurt hangandi. Hann
er við á Várframsýningini
og verður møguliga við
Ólavsøkuframsýningini.
Komandi heyst hevur hann
Listaskálan fyri seg sjálvan
nakrar vikur. Tað ber eisini
til at støkka inn á gólvið í
Atelier 113. Tað er ikki so
langt frá Øresundskollegi-
inum. Ansa tær um kvøld-
ið, tí Holmbladsgade er
ikki nøkur hugnalig gøta.
Eigur tú ein gamlan
Sosial, finnur tú kanska
onkran part av teknirøðini
Bina og Bobo hjá Tummas
Jákupi, sum Petur Jensen
gjørdi tekst til.
SAMRØÐA
Meinhard Jensen
Inni í atelierinum hjá
Tummas Jákupi Thomsen á
Amager eru myndir, skulp-
turar og amboð og hund-
raðtals løgnir lutir. Har er
loppumarknaður á hæddini
niðriundir. Sumt er keypt
har fyri næstan onki, og
okkurt er funnið uttanfyri.
Tummas Jákup stoytir á
borðið úr einum posa. Tað
sær út sum ein brotin
koppur. Hann sigur, at tað
er skelin av einum skelja-
dýrið. Hon hevur eitt eina-
standandi vakurt og inn-
viklað mynstur, men er lit-
farin og í sorli. Hetta fekk
hann í hondina ein dagin,
hann var úti. Ein kvinna
kom til hansara, sum hann
ikki hevði sæð fyrr. »Eg
veit væl, hvør tú ert, og at
tú gert bíløt,« segði hon.
»Tak hetta, hetta eri eg.
Vita um tú fært sett meg
saman aftur.« Tummas
hevur ikki roynt at líma
skelina saman, og tað er
ikki vist, at tað ber til.
(Annars, typiskt Tummas
at uppliva okkurt, sum
eingin annar upplivir.)
Ungi listamaðurin
úr Gøtu
Tummas Jákup hevur ofta
verið kallaður »ungi lista-
maðurin úr Gøtu,« men nú
eru skjótt fimmogtjúgu ár
síðan, hann hevði myndir
við á framsýning fyrstu
ferð. Hann var óteljandi
ferðir við á Varmakeldu,
Ólavsøku, Várframsýning-
ini, Lions og sjálvur osfr.,
áðrenn hann flutti niður í
1995.
Síðan hann fór niður,
hevur hann verið í Arken,
Den Frie og Kunstnernes
sommerudstilling fleiri
ferðir, í Týsklandi, USA,
Dragør osfr.
Tummas Jákup kom
næstan beinanveg inn á
Atelier 113 í Det Blå Pak-
hus, tá hann flutti niður í
august 1995. Har heldur
ein blandaður hópur av
listafólki úr alskyns lond-
um til. Helst hevur hetta
latið upp fyri møguleikum.
Tummas Jákup er við í eini
Japanskari bók við altjóða
list, sum hevur ligið opin í
Louvre (har sum Mona
Lisa hongur) í París. Hann
hevur verið tríggjar ferðir í
Kekkia og málað,og fekk
legat til at fara til í Rom
einaferð.
Hjá Edvardi
Munch í Oslo
Tað mest áhugaverda í arb-
eiði hansara fyri tíðina er,
at hann slapp at lána eina
íbúð og eitt atelier í Oslo á
grundini, sum Edvard
Munch búði á í 23 ár. Har
eru 64 hús til listafólk at
halda til og arbeiða í. Sum
Tummas hevur skilt, so er
hann fyrsti føroyingur at
nýta henda møguleika. Tað
kom í lag gjøgnum
NIFCA, sum er felags-
skapur í Norðurlondum
fyri nútímans list (WWW.-
NIFCA.ORG). Tað ber til
hjá øllum at søkja, og tað
er ikki bara í Oslo, tey
hava atelier. Man kann eis-
ini fara til Svalbard, eitt
nú, sigur Tummas Jákup.
Umsøknarblað fæst á
NIFCA heimasíðuni.
Tummas letur væl at tíð-
ini í Oslo. Hann hitti fólk,
sá og teknaði nógv. Hann
hevði eisini framsýning. Tá
eg spurdi, um hann hevði
sett seg inn í norska list,
segði hann, at hann gran-
skaði Edvard Munch, bæði
í bókum og framsýningum.
Hann búði jú í sama stað
sum hann.
Edvard Munch, sigur
Tummas, er tungvektarin í
norðurlendskum høpi.
Norðurlendski Picasso.
Hann vísir mær nakrar
myndir hjá Munch, men
leggur mest dent á hend-
ingar úr lívi hansara, og
hvat menniskja hann var.
Býráðið, sum sat í Oslo, tá
Munch doyði, legði ikki so
nógv í list, so teir rivu hús
hansara niður fyri at gera
parkeringspláss til fýra bil-
ar! Men øll hini húsini á
grundini hjá Munch standa
enn. Hann hevði atelier,
hús til tænastufólk og so
framvegis. Her stongdi
hann seg inni í mong ár og
hevði sum minst við um-
heimin at gera. Ein dagin
fór hann til gongu at vitja
systur sína, sum eisini búði
í Oslo. Tey høvdu ikki sæst
í tíggju ár.
Tummas Jákup var eisini
serliga hugtikin av Vige-
lands parkini í Oslo, har
eitt ótal av standmyndum
av fólkum eru. Gustav
Vigelund stóð fyri stand-
myndunum, sum avmynda
fólk í øllum aldri, og fyri
tað mesta eru skulpturarnir
í natúrligari stødd og
størri. Serliga er tað ein
standmynd, sum er einar
tjúgu metrar høg, sum í-
myndar ein hóp av fólkum,
sum eru krøkt saman.
Steinurin varð høgdur til í
einum grótbroti og síðani
fluttur við báti og á landi.
Tað tók meiri enn eitt ár at
flyta hann. Síðani skuldi
hann høggjast til, og tað
tók fleiri monnum fleiri ár.
Ein søga sum henda sigur
frá tí áhuganum, Tummas
Jákup hevur í arbeiðs-
gongdini og arbeiðshætt-
um, serliga tá tað er okk-
urt, sum brýtur frá tí vanl-
iga.
Hitti Anthony
Gormley
Tummasi, haldi eg, dámar
væl at síggja tað vanliga í
»óvanlium« fólki og tað
óvanliga í »vanligum«
fólki. Hann var til fyri-
lestur hjá einum, sum hann
valla hevði hoyrt um fyrr,
men síðani fekk at vita, at
hesin av mongum verður
roknaður fyri ein hin
størsta listamannin í okk-
ara tíð. Hann eitur Anth-
ony Gormley og er úr
Onglandi. Ljósmyndatólið
hjá Gormley riggaði ikki,
sum tað skuldi, so Tummas
fekk til uppgávu at tendra
og sløkkja eitt ljós undir
fyrilestrinum, og tað varð
nógv flent at honum, tí
hann var ofta ov skjótur at
trýsta á kontaktina. Teir
komu í prát aftaná, og
Gormley segði fyri Tumm-
asi, at hann hevði fingið
43 miljónir krónur frá ein-
um ríkmanni í Onglandi,
og tað var tí, hann fekk
høvi at arbeiða so nógv við
skulpturum, sum ofta eru
úr dýrum tilfari.
Hesin Gormley tók eina-
ferð mát av øllum fólkin-
um í eini bygd í norður
Noregi. Síðani gjørdi hann
so nógvar stabbar úr gróti,
sum tað vóru fólk í bygd-
ini, eftir mátunum, sum
hann hevði tikið. Hesir
standa nú í eini park í tí
bygdini. Stuttligt var hjá
honum at síggja fólki
renna runt fyri at finna seg
sjálvan. Eisini hetta er ein
søga, sum Tummas kann
fáa nógv burturúr, og hann
er spentur, meðan hann
sigur frá.
Málningar
og tekningar
Tummas Jákup reksar upp
okkurt av tí, sum hann
hevur fingist við listarliga
gjøgnum árini. Í áttati og
tíðliga í nítiárunum málaði
hann fyri tað mesta.
Seinnu helvt av áttatiárun-
um og nakað inn í nítiárini
hevði stílurin útviklað seg
væl, og tað var serliga eyð-
kent av sterkum litum og
plastikkmáling.
Hann hevur altíð teknað,
men tekningin vant upp á
seg fyri eini tíggju árum
síðan, og síðan hann fór
niður, hevur hann gjørt lít-
ið við at mála. Tað hevur
verið blýantur og so eitt
sindur av svartari olju.
»Vrakaðar myndir« vóru
eitt ser-tummaskt fyri-
brigdi. Hann byrjað eitt
sindur áðrenn hann flutti
niður í 1995 at skava í
fotomyndir og oyðleggja
Meinhard Jensen við
samansettari mynd av
listamanninum
Tummas Jákup Thomsen.
Aftanfyri hómast
konan Rutt
Mynd: Tórheðin Jensen
»Kursk« blýantstekning sum Tummas Jákup Thomsen teknaði í fjør