Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 – Hasar báðar málning- arnar kundi eg funnið uppá at keypt, segði Birgir. So radikal er eingin onnur list á veggunum í Listaskálan- um beint nú! Ein bólkur av donskum listamonnum varð kallaður De Vilde, og kanska kann Hanni bólkast sum ein villur listamaður í Føroy- um, um hann skal dømast eina út frá hasum avrikin- um, sum kanska fellir onkrum meira vana- bundnum hyggjara fyri bróstið. Tað er tí umráðandi at fara við einum opnum sinni at skoða nøkur av teimum meira abstraktu listaverkunum, sum verða sýnd fram. Hóast hin traditionella (?) málningalistin var held- ur yvirumboðað á fram- sýningini, so vóru nakrir málningar, ið vaktu nakrar kenslur og góvu okkara annars so væl skipaða hugaheimi eina avbjóðing. Ov fastir karmar Stórur saknur er í lista- verkum, sum spreingja tær vanligu rammurnar. Flestu listaverkini eru oljumáln- ingar, sum eru í eini rammu. Púra fløt málarí, klár at hanga upp. Einki trýdimensionelt. Hetta verður heldur langdrigið, og kanska skuldu fyrireik- ararnir í næsta ár miða eftir at fáa fleiri stand- myndir og onnur listaverk, ið bróta uppúr nýggjum í føroyskum høpi. Ein av teimum fáu, ið royna nakað annað enn málningar, er kanska okk- ara fremsti listamaður, Tróndur Patursson. Hann hevur gjørt »Sildavaðið grimt og stórt«. Tað sýnir nakrar fuglar, ið kava eftir gyltari sild í sjónum. Og kanska er hetta gylta á havsins botni eisini ímynd av havsins gulli yvirhøvur. Hvat tí gylta viðvíkur, er eisini vert at hefta seg við tær báðar stóru myndirnar hjá Kára Svensson í sama rúmi. Tær eru ein gylt, glógvandi uppliving. Fuglarnir hjá Tróndi hanga niður úr loftinum í pyramidurúminum við dagsljósinum omanfyri. Hetta er eitt hugtakandi verk við øllum teimum litføgru fuglunum sveimandi yvir høvdinum. Turid og Birgir vóru bæði á einum máli um, at íkastið hjá Tróndi til hesa framsýningina er sum eitt frískt vindblak ein heitan summardag, tí hann brýtur teir føstu og fýrkantaðu karmarnar, sum framsýn- ingin í ov stóran mun ber brá av. – Hetta er heilt fantast- iskt, sum Tróndur hevur tilevnað. Men vit kenna eisini litirnar, ið Tróndur ofta hevur lyndi til at brúka, aftur, sigur Turid um listaverkið. Onnur listafólk vóru so djørv at tey fóru útum van- ligu rammurnar. Tey vóru Jóna Rasmussen og Jens Damsbo Fredriksen. Jens hevði eitt ógvuliga originalt og stuttligt verk við á framsýningini. Tað kallast »Hin dagin á strondini«. Hann hevði funnið ymsar lutir frá ein- um túri á strondini, sum vóru festir og hongdir upp og myndaðu ein sundur- dotnan bát. Alt listarverkið hekk niður úr eini gamlari ár, ið Jens óivað eisini hev- ur funnið í fjørðuni. Jens sprongdi karmarnar, og tað var kanska við til at vekja áhuga fyri hansara verki. »Kjalarvørrur« hjá Jónu Rasmussen var eisini eitt øðrvísi listarverk, men hinvegin var tað ikki so spennandi listarliga, hildu ummælararnir hjá Sosial- inum. Jóna hevði nakað, sum líktist kjalarvørrinum hjá einum skipi liggjandi úteftir gólvinum, og tveir málningar á vegginum. Tað var tó næstan bara í stødd, at Jóna fór útum vanligu karmarnar. Tað var breið semja millum ummælararnar, at ov nógv av listaverkunum vóru innanfyri tær vanligu rammurnar. Framsýningin var sum heild ov fábroytt, og fá bróta uppúr nýggj- um. Danskar samfelags- lýsingar og veðrahøvd Randi Martin hevði fimm raderingar við á framsýn- ingini. Randi nemur við donsk samfelagsviður- skifti, og myndirnar vísa søgur úr Keypmannahavn. Tað er tí nærliggjandi at hugsa, at Randi býr niðri á flatlondum, og tað hevði verið ein spurningur, ið skráin hevði kunnað svar- að, um hon var meira gjøgnumførd. Randi teknar bezettarar ella autonom og løgreglu- lið, ið standa tilbúgvin til bardaga. Gøtunøvn vísa, at hetta er í Keypmannahavn. Heitini eru klárt bíbilsk og myndirnar vilja siga okk- um nakað. Tað er heilt greitt. Hetta eru søguríkar og livandi myndir, við einum farra av onkrum primitivum í stílinum. Arcibald Black er ikki eitt av navnframastu lista- fólkunum í Føroyum. Arci- bald hevði tríggjar máln- ingar, ið allir sýndu upp- hongd seyðarhøvd. Lista- maðurin hevur kanska ilt við at ríva seg leysan av veðrahøvdum, tí tað er hann, ið hevur teknað myndina á kápuni á tí le- gendarisku veðraplátuni, sum kom út seinast í 70- unum. Birgir helt tað verða stuttligt, at listamaðurin hevði fasthildið hetta ser- merkta motiv – veðrahøvd- ið og útviklað tað listar- liga, so tað nú sæst sum ein gandakendur sirkul. Archibald nýtti sterkar litir á teimum stóru máln- ingunum, og tað var sum um at man ikki bleiv lið- ugur at hyggja at hesum málningunum. At Archi- bald er bóndi ávirkar óivað hansara list, men aftur her hevði ein frægari skrá hjálpt okkum forvitnu áskoðarum. Uppaftur sterkari litir brúkti Rannvá Mortensen. Í einum sterkt-reyðum málningi, kenna vit okkum sum í Kina. Málningurin er ein kinesisk eskja við dýrum og menniskjum. Plaseringin og útveljing Várframsýningin verður skipað soleiðis, at listafólk skulu senda fimm listaverk inn, og síðani tekur úrvals- nevndin støðu til, hvat av hesum listaverkum hevur uppiborið at sleppa við á framsýningina. Tað er eisini úrvals- nevndin, ið tekur støðu til, hvussu listaverkini skulu hanga í Listaskálanum. Fleiri hava víst á, at hetta er heldur óheppið, tí úr- valsnevndin ikki altíð hev- ur tær bestu fortreytirnar at meta um, hvør rætta plas- eringin hjá listaverkunum er. Listafólk hava eisini víst á, at tað er óheppið, at tað ikki er latið professionell- um fólkum uppí hendi at hanga listaverkini upp til framsýningina. Tað er ikki altíð, at lista- verkini hanga so væl fyri í mun til hvørt annað. Til dømis kann nevnast, at listaverkið hjá Øssuri Jo- hannesen og Hansinu Iver- sen als ikki eiga at hanga síð um síð. Birgir helt fyri, at okkurt av hesum listaverkum – uttan at nevna hvørji – heldur hoyrir heima á ólavsøkuframsýningini, har næstan øll listaverk sleppa framat, og útvelj- ingin ikki er so eirinda- leys, sum hon eigur at verða, til hesa framsýning- ina. Hetta hevði gjørt úr- valið kontantari. Nakað, ið vantaði á hesi framsýning- ini. Men sjálvand velst um úrvalið og endamálið við framsýningini. Eitt, ið ummælararnir fýltust á, var, at okkurt listaverk bar brá av at vera restir hjá listamálarnum. Hetta var ikki gjørt til hesa framsýningina, men nakað, ið listafólkið eigur inni frammanundan. Tað kann nevnast, at ein málningur var gjørdur í 1998, og tá kann hann metast sum gamal. Framsýningin skuldi sýnt tað nýggjasta innan føroyska list, heldur Turið. Annars kann sigast um listaframsýningina, at hon gevur okkum eina góða og ikki minst breiða mynd av føroyskari myndlist beint nú. Og samanumtikið kann sigast, at her eru fleiri ógvuliga spennandi máln- ingar, men ov nógvir í tali. Listaverk, ið brutu karmar- nar og onkursvegna skak- aðu og bjóðaðu av, teir vantaðu. VÁRFRAMSÝNING Stefan í Skorini Várframsýningin er okkara einasta framsýning, har ein nevnd velur og vrakar millum tey innsendu listar- verkini. Henda framsýn- ingin er okkara einasta professionella og sensurer- aða listaframsýning her í Føroyum. Tí er tað altíð ein stórhending í lista- heiminum, tá ferniseringin til júst hesa framsýning er. Nývaldi formaðurin í felagnum Føroysk Mynd- listafólk, Kári Svensson, hevur lýst framsýningina sum einasta veruliga sýnis- glugga hjá føroyskum myndlistafólkum, og tí hevur hon so stóran týdn- ing fyri listafólk. »Vikuskifti« hevur valt at ummæla framsýningina, soleiðis, at tveir mentanar- skribentar á blaðnum, Bir- gir Kruse og Turið Kjølbro fóru niðan í Listaskálan og lótu síni kritisku eygu skoða málningarnar og listaverkini, meðan undir- ritaði royndi at fanga nøkur av teimum skoðs- málum, ið tey høvdu at geva listaverkunum, og festa tey á blað. Bárður og Hanni hugtóku Tað vóru serliga tveir lista- málarar, ið framum aðrar hugtóku tey útsendu frá Sosialinum. Málararnir eru Bárður Jákupsson, ið hevði heili tíggju málningar við á framsýningini, og tann heldur yngri Hanni Bjarta- líð, sum hevði fingið tveir sera spennandi málningar við á hesa framsýningina. At byrja við kann nevn- ast, at skráin, sum segði frá, hvør persónurin aftan- fyri listaverkini var, kundi verið gjørd áhugaverdari, so at hon í størri mun vakti áhugan hjá teimum vitj- andi. Skráin er heldur turr- islig, halda tey bæði. Bert eitt skallut fotokopi. Hon eigur at fortelja teimum vitjandi eitt sindur um listafólkini. Fyrst og fremst, um tey eru debu- tantar. Upplýsingar um aldur og bústað høvdu giv- ið eina greiðari heildar- mynd av listarverkunum. Fyrireikararnir hava kanska hugsað, at einki annað skal vera at hugsa um hjá áskoðarum enn listaverkini, sum skulu standa suveren, men ein andlitsmynd av listafólk- unum og nakrar heilt fáar upplýsingar um persónar- nar høvdu verið við til at gjørt framsýningina full- komnari.Og kann henda eisini stuttligari. Tá fólk koma til máln- ingarnar hjá Ingálvi av Reyni ella Amarieli Norð- oy vita tey flestu, hvørjir teir eru. Men tá listaverk hjá Ingun Hansen, Randi Martin og Hedvig Jóhans- dóttir Høgnesen hanga frammanfyri fólki, so standa tey spurin og hugsa, hvørjar hesar munnu vera. Og um hesar sýna fram á fyrsta sinni. Tað hevði ver- ið gott at vita, og eingin orsøk er at fjala hetta nú vit siga okkum liva í kunn- ingarøldini. Felagið Føroysk Mynd- listafólk hevur hinvegin latið ein heldur óneyðugan bókling prentað við vatn- litsmyndum hjá Amarieli Norðoy, sum umframt málningarnar hevur nøkur áhugaverd sitat um list sum heild. Áhugaverdur lesnaður og forvitnisligar myndir, men nú tá prent- ingin skuldi gerast, so skuldi felagið havt hugsað um at gjørt eina skrá, ið segði nakað um listafólk- ini, í sama bóklingi. Kanska hetta verður tikið til eftirtektar í næsta ár. Um vent verður aftur til Bárð Jákupsson, so vóru Birgir og Turið á einum máli um, at hesir málning- arnir eru teir vakrastu og mest hugtakandi av teim- um øllum. Serliga var tað røðin av seks smærri málningum, ið fangar eyg- að beinanvegin. – Henda røðin er tann vakrasta á hesi framsýn- ingini. Hon er ikki bara brávøkur, men hon er framvegis eins hugtakandi, sum tá eg sá hana fyrstu ferð, og tað er eisini spennandi við eini røð sum hasari. Hesar seks myndir- nar innihalda alt, eg kann krevja av einum málningi á eini várframsýning, sigur Birgir Kruse. Røðin hjá Bárði hevur seks smáar málningar, ið allir hava sterkar litir, og málningarnir eru sera sprelskir og livandi á at líta. Í mun til teir fýra málningarnar hjá Bárði, ið hanga við síðuna av røðini, er røðin nógv frískari og riggar ógvuliga væl. Røðin verður kallað »Vár« og tað er eitt hóskandi heiti, Bárður hevur valt til Vár- framsýningina. Málningar hjá Hanna Bjartalíð eru kanska teir mest spennandi á framsýn- ingini og eru eisini heldur torførari at meta um. Teir eru so markant øðrvísi enn hinir, at teir vekja ans beinanvegin. Hanni spælir sær við motivi, heiti og teknikki, helt Birgir. Hesir málningarnir hjá Hanna hava ein farra av Picasso í sær, soleiðis sum mannakroppurin varð víst- ur fram og settur saman. Eini málningurin kallast »maður undir borði«, og tað er kanska eitt orða- spæl, sum Hanni nýtir. Samanber við »maður fyri borð«, helt Birgir. Málningurin sýnir eina so einfalda støðu sum ein mann undir einum borði, men Hanni hevur málað hesa støðuna á ein absurd- an hátt, sum fær hugin hjá áskoðaranum at sveima víða, og tað er ein góð kensla at fáa, tá ein sær ein málning. Kanska er tað fremsta uppgávan hjá ein- um listaverki. Sum heild er Várframsýningin, ið lat upp leygardagin 10. mars, ein spennandi listarlig uppliving, og hon spennir víða í myndlistini. Men hinvegin er stórur saknur í standmyndum og øðrum listarverkum, ið bróta tær vanligu rammurnar í myndlistini. Hesar vóru heldur fáar, og skráin fortelur fólki ov lítið um listafólki, halda tey bæði Birgir Kruse og Turið Kjølbro Í glas og rammu Turið og Birgir við tvær myndir hjá Hanna Bjartalíð, sum hava heitini »Spegling« og »Maður undir borði«. Hesar báðar myndir vóru spennandi, hildu tey bæði Mynd: Jens Kr. Vang 6 samansettar vármyndir hjá Bárði Jákupsson við heitinum »Vár I-VI«. Hetta var millum tað besta á Várframsýningini, hildu tey bæði Turið og Birgir Mynd: Jens Kr. Vang Turið og Birgir skoða »Sildavaðið« og sveimandi fuglarnar hjá Trónda Paturssyni í ljósríka Pyramidusalinum í Listaskálanum. Í baksýni Stefan við skriviblokkinum Myndir: Jens Kr. Vang