Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 23 22 Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 TÓNLEIKUR Sonne Smith, tekstur Birgar Johannessen, myndir Longsulin eftir farnari tíð hevur nú í skjótt 14 ár upp í slag savnað mong túsund fólk til samans í Ítróttar- høllini á Hálsi til tað stóra tiltakið »Aftur í 60 árini«, sum hondbóltsfelagið Neistin hevur skipað fyri øll árini. Tey gátuføru trýssini hava ekkóað mill- um dalar og fjøll í Føroy- um, heilt vestur í Vágar, har tey eisini eru farin at skipa fyri hesum sama nostalgiska tiltaki. Her hittast tilkomin og ung, kanska mest av tí at tey síggjast so sjáldan. Tey vilja sleppa út at dansa og stuttleika sær aftur við tón- unum hjá teimum røttu trýssarabólkunum, sum í øllum stillføri royndu at herma eftir The Beatles og The Rolling Stones, Elvis Presley, Cliff Richard & The Shadows ella teimum hvør sær. Trýssaraorkestr- ini leggja dent á at syngja og spæla tað, sum var frammi tíðliga í trýssun- um. Tað var rock’n roll og country & western og grát- søtar vísur. Tær – konurnar – minnast sítt lakkaða sátuhársnið, sínar krunk- asvørtu eygnabrýr og tey síðu, væl tjøraðu eygna- hárini, sínar violettu varrar og hárbondini, síni víðu, plisseraðu skjúrt og skjúrt- ini, sum seinni í trýssunum krupu so langt upp eftir lørunum, at tað øraði fyri dreingjunum í teimum reyðu nylonskjúrtunum við svartari flippu og teimum smølu slipsunum og teim- um hættisliga spísku skón- um, til teir seinni í trýssun- um fóru í slimline-skúrtur við síðari flippu og við- hvørt bundu slips so breið sum turriklæði um hálsin. Teir fóru í trompetbuksur og høghælaðar skógvar ella stivlar seinast í trýss- unum og nakað inn í hálv- fjerðsini. Trompetsniðið helt sær líka til 1978, tá ið buksurnar aftur vórðu trongar um leggirnar. Tað vóru nakrir dreingir, ið tordu at lata hárið grógva niður á herðarnar ella síð- ari seint í trýssunum. Teir flestu bíðaðu, til teir vóru komnir nakað væl inn í tað næsta áratíggju, hálvfjerðs- ini, við at lata hárið síðk- ast, tí nú vóru teir fjøl- mentir, og so gjørdi tað ikki so nógv. Teir fáu, ið vágaðu sær at ganga við síðum hári seinast í trýss- unum, vóru dreingir, sum fólk vendu sær við at síggja og ilskast inn á. Hashvrak. Kommunistar. Óargaungar. Hippiarar, ja, summi kallaðu teir »hipp- arar« úr Havn. Tað var ikki fyrr enn mótin gjørdist kollektivur, at tað betra slagið fór at ganga við síð- um hári eisini. Tey seinnu trýssini runnu at kalla saman í eitt við tey fyrru hálvfjerðsini, og tí verða tey tíggju árini, mest fimm tey fyrstu, umrødd her í sambandi við musikkin. Kraftblokkurin Eitt av mongum sereyð- kennum hesi árini vóru amerikanarabilarnir. Her koyrdu Rambler, Plymouth og Ford millum týskar Op- el Kapitän og Ford Taunus og bretskar Austin og Morris og svenskar Volvo. Tey ungu vildu helst koyra í sínum egna amerikanska bili, men tað var í flestum førum ein dreymur, eitt ófáiligt ævintýr, tí hesir bilar vóru dýrir, og teir elgdu bensin í seg. For hundan, hetta vóru bilar við V8-motori, sum næst- an kundu verðið settir í ein línubát. Teir flestu amerik- anarabilarnir vóru hýru- vognar, stationvognar, ið eisini koyrdu fasta rutu millum bygdir. Tey ungu leigaðu bil um kvøldarnar, ella rættari, teir ungu dreingirnir leigaðu bil, helst ein amerikanskan, at sigla við tíðliga og mest seint, langt út á náttina, at kasta nót eftir diddum í øðrum bygdum. Reiðskap- urin var sjálvur bilurin við øllum sínum hentleikum, eitt nú kraftblokkinum. Hetta var ein plátuspælari. Sjafførurin átti allar tær populerastu singlepláturnar við The Beatles, The Roll- ing Stones, Swinging Blue Jeans, Dave Clark Five, The Shadows, Buck Ow- ens, Bobby Bare, Charley Pride, The Beach Boys, The Supremes og alt tað, sum var frammi í trýssun- um. Eisini soul, ið legði støðið undir diskotekini. Undir soul komu allir soulsangararnir, ið fingu sín musikk út á Motown plátumerkinum. Motown var Motortown, sum aftur var Detroit. Hetta var tað vanliga náttarlívið, rukkulívið, dreymurin um alt, sum kundi ganga út, bara mappan var nóg tjúkk. Eisini tá vóru flest øll ung samd um, at einki hendi, hóast tað eisini tá vóru virkin ítróttarfeløg, losjur, samkomuhús, og musikk- ur. Men einki hendi, søgdu tey. Tað var kavrotið, deyð- keðiligt. Alt. Gud viti, hví so mongum leingist aftur í trýssini. Helst man tað vera tí, at tey fingu ikki tað, tey droymdu um. Tey fingu tað ongantíð, hvørki tá, ella tá ið ov seint var mong ár seinni. Mitt í trýssunum Eisini hetta tíðarskeiðið búðu nógvir føroyingar í Danmark, flestir í kongsins býi, Keypmannahavn. Teir lósu til okkurt. Summir gingu ta akademisku leið- ina, aðrir lósu til verkfrøð- ing, arkitekt, tannlækna, gingu á handilsskúla og handilsháskúla ella arb- eiddu hjá Carlsberg, post- verkinum, lósu rættlestur, og nógvir høvdu bara okk- urt arbeiði ella gingu fyri einki og suttaðu upp á labbarnar. Tað vóru teir, ið komu heim aftur sum av torvheiðum við ongari út- búgving. Tað gekk ikki. Teir dumpaðu. Føroyingar. Bæði dreingir og gentur. Nógvar ungar gentur hvurvu úr Føroyum við teimum millum ungar før- oyskar dreingir hataðu mjørkadalsmonnunum. Tær giftust í Føroyum ella í Danmark við hermonnum og livdu lukkuliga ella ólukkuliga. Hip sum hap, soleiðis sum lívið nú altíð hevur verið. Nakrar ungar gentur fóru niður at arbeiða á hotelli, hjá ríkum privatum ella okkurt fyrifallandi. Alt var betri og meiri spennandi enn í Føroyum. Og sjálv- andi fóru eisini nakrar nið- ur at lesa eins og dreing- irnir. Hesi trýssárini leivdu mangan ungan føroying í eitt kensluligt, ólukkuligt vakuum. Ei løgið at so mong stúra fyri oljuvinn- uni nú á døgum. Tað vóru eisini nógvir føroyingar í Århus og seinni fylktust nakrir í Odense, tá ið universitetið varð sett á stovn har. Upp- aftur seinni gingu aðrir á RUC, Roskilde Universi- tetscenter. Summir komu ongantíð heim aftur. Her var einki arbeiði. Her var so provinsielt, so bygd- asligt, at her tímdu teir ikki at vera. Hetta vóru árini, tá ið musikktemplini Hithouse og Le Caroussel drógu tey ungu til sín. Her kundu tey uppliva píkatráðsorkestrini sum til dømis The Defend- ers, The Hitmakers, Peter Belli og hansara rivalar umframt tey mætu út- lendsku orkestrini, ella bólkarnar, tó at teir kravdu víðari og størri hallir at spæla í. The Beatles vóru jú í Keypmannahavn í 1964. The Rolling Stones vóru har. Tveir tvøra- dreingir upplivdu Chuck Berry víð sínum duck- walk og rhytm & blues. Onkur annar sá The Who sorla øll síni ljóðførir sundur í Odense, og øll lurtaðu eftir Jørgen Mylius og Hans Jørgen Skov, tá ið teir høvdu programm sum »Efter skoletid« og »Top 20«. Hetta var tíðin, tá ið so at siga øll lurtaðu eftir Radio Luxembourg, burt- uri og heima. Flower Power Undan teirri tíðini, sum helst byrjaði í 1967, komu teir sonevndu mótmælis- sangararnir, fyrst Bob Dyl- an, síðani Donovan og Barry McGuire, og ein danskur avleggjari var Cæsar. Hetta bara fyri at nevna nakrar. Flower Power tók seg TÍÐ OG TÓNAR. Tey ótamdu sekstiárini eru gátufør hjá øllum teimum mongu, sum ikki vóru fødd í hesum dragandi áratíggju. Ungar gentur lata seg í klæðir hjá mammu síni, enntá ommu síni. Tær finna trýssaraklæðir, sum tær tilkomnu, tilárskomnu konurnar goymdu í sorgblídni til minnis um rock’n roll, flower power, andaligt frælsi, síðhærdan ungdóm og 68arar, studentauppreistur, Vietnam, The Beatles og skipstroyggjur, ongan brósthaldara, trompetbuksur niðarliga um mjadnarnar við breiðum jarnsettum belti og samhugaskógvar. Soleiðis minnist Sonne Smith tey gátuføru trýssini, tá hann var krambakallur í plátuhandlinum hjá S.H. Jacobsen í Havn Tey gátuføru trýssini upp í San Francisco við sangarum sum til dømis Scott McKenzie og teir bretsku Eric Burdon & The Animals. Flower Power- tíðin var eisini psykodel- iskar upplivingar við bólk- um sum Jefferson Airplain og Greatful Dead. Hetta var ein løgin pseu- dotíð. Boðskapurin hjá teimum ungu, serliga poppsangarum og -bólk- um, var »make love not war«, eitt syngjandi mót- mæli, ein prædika fyri friði í tí miðleysa Vietnam- krígnum, tá ið tvær milli- ónir vietnamesarar fullu í krígnum, og 55.000 am- erikanarar komu heim í líkposum. Aðrir komu heim sum lamløstað narko- vrak. Teir fingu onga hetjumóttøku. Eingin vildi vita av teimum. Teir av- byrgdu seg sjálvar í krígs- marruni. Hey Joe Brádliga, ein dag í 1967, vóru fólk varug við ein heilt nýggjan musikk, sum hoyrdist í radio. Ein rá, tal- andi rødd, væl styðjað av tungum gittarspæli, einum tungum bassi og rullandi, hostandi trummuspæli fór sína sigursgongd um lond. Hetta var bólkurin The Jimi Hendrix Experience, mannaður við gittarflogvit- inum Jimi Hendrix, bass- istinum Noel Redding og trummusláaranum Mitch Mitchell. Jimi Hendrix og hinir báðir høvdu spælt tann gamla country & western sangin, Hey Joe, inn. Henda singleplátan var ein hornasteinur hjá teimum bólkunum, ið komu undir heitið super- bólkarnir. Tey ungu fóru at lurta eftir superbólkum. Ein teirra var Cream við Eric Clapton, Jack Bruce og Ginger Baker. Cream var so musikalskt kollveltandi, at hann hoyrdist heilt til Klaksvíkar. Her fór tað »at krima«. Og í Havn royndu nakrir seg við tónleiki hjá Cream. Helst mundi tað vera trummusláarin hjá Cream, Ginger Baker, sum var íblásturin til, at eitt nú N.S.U dundraði í onkrum dansihøli í Havn. Cream var ein ótrúligur bólkur. Tá ið hann kom við LP’ini Disraeli Gears, upp- kallað eftir tí bretska polit- ikaranum Benjamin Disra- eli (1804-1881), kollvelti hann so at siga allan popp- heimin. Cream ruddaði slóð fyri øllum superbólk- um eftir hetta. Bólkurin gavst tíverri longu í 1969 við konsertupptøkuni Goodbye. Teir tríggir, Eric Clapton, Jack Bruce og maðurin við junglutrumm- unum, Ginger Baker, søgdu sjálvir, at fullkomið anarki valdaði á pallinum, tá ið teir høvdu konsert. Tað er væl møguligt, men hetta var ið hvussu er eitt óvanliga væl skipað an- arki. Hetta var alt um somu tíð sum tá ið Pink Floyd fekk nøkur til at droyma seg burtur í einum psyko- deliskum fata morgana. Skriðan Millum allar LP-pláturnar við The Beatles, The Roll- ing Stones, Elvis Presley, Cliff Richard, The Shad- ows, Buck Owens, Bobby Bare, alt hetta góða gamla, sum øll kendu, uppdagaði ein krambakallur í einum radio- og plátuhandli í Havn mestsum av tilvild eina forfjónaða LP-plátu við einum amerikanskum bólki, sum eingin hevði hoyrt um fyrr her á landi. Plátan stóð einsamøll á hillini millum allar hinar kendu. Hann, krambakall- urin, fór at lurta og varð varugur við, at hetta var nakað heilt annað enn tað, vit vóru von við. Haðani hoyrdist ein gravrustað rødd. Henda rødd var so frumkend, at hon festi seg sum ein rustaður, brúktur sjeytummanagli í sinnið. Sangarin æt John Kay, og bólkurin hjá honum æt Steppenwolf. Ja, nettupp, tað var LP’in við Born To Be Wild, Sookie Sookie og The Pusher. Hesin plátuhandilin bíl- egði sínar plátur úr Dan- mark eftir vørulistum, ið komu frá teimum stóru al- tjóða plátufeløgunum EMI, Polydor, tí danska Hede Nielsen og fleiri øðrum, sum liggja í gloymskunnar havi. Ein dagin kemur ein pakki við singleplátum inn um hurðina í handlinum. Í honum var ein pláta, hvørs A-síða æt Bad Moon Ris- ing við tí amerikanska bólkinum Creedence Clearwater Revival. Henda sama dag komu okkara liv- andi poppleksikon, Birgar Johannessen og Sigurd Bech inn at vita, um tað ikki mundi vera onkur pláta, teir kundu keypa til at brúka hjá sær í tí ný- stovnaða bólkinum Cream Crackers. Teir keyptu so at siga alt fyri eitt Bad Moon Rising, og so var alt Cree- dence Clearwater Revival eina tíð. Her slepst ikki undan av nevna, at Birgar var ein av trimum í Havn, sum átti eitt B & O stereoanlegg, sum var eitt so flott møbla- stykki, at hansara vinfólk og kenningar gingu píla- grímsferð heim til hansara í Lon at síggja og hoyra Føroya flottasta útbúnað. Palisandurlokið gekk við oljutrýsti. Heima hjá Birgari sótu ungfólk í hvørjum króki og á gólvinum í stovuni og lurtaðu eftir teirri mætastu plátuútgávuni nakrantíð, Sergeant Peppers Lonely Hearts Club Band. Onkur sat heima hjá Birgari og týddi tekstin til føroyskt, sum einki fantilsi var á: Vit eru sersjant pipar einsamalt hjarta klub band. Vit hopa, tit nýta hetta show. Vit eru sersjant pipar einsamaaalt hjaaarta klub band. Setið tykkum niður og latið kvøldið ganga ... Tra-la-la-la Tá ið eg blívi eldri og missi mítt hár nógv ár frá nú tra-la-la-la ... følsdagsheilsan og fløsku av vín. Abbabørn á tínum knæ, Vera, Chuck og Dave ... Elskaða Rite metur genta, einki kann koma imillum okkum. Tra-la-la-la-la-la-laaa. Standandi við eitt parkometur, tá ið eg fekk eitt glimt av Ritu, tjukke-tjukke-tjukke-tju, sitandi í eini sofu við eini systur ella tveimum waa-waa-waa-waa ... Eg sá ein film í dag oh drongur, tann eingilski herurin hevði ak’ra vunnið eitt kríggj. Fýra túsund hol í Lancashire, eg taldi tey øll ... Eini trý ár seinni kemur Rudolf Joensen (Gekkurin) inn í henda góða plátu- handil at hyggja, hvat er av nýggjum. Rudolf hugsaði um, hvat mundi vera av nýggjum gomlum. Altso tað, hann var vanur við. Men nú kemur kramba- kallurin og vísir honum húsan til eina spildur- nýggja plátu við spildur- nýggjum musikki: Deep Purple In Rock. Ein veld- ugur hátalaraútbúnaður fær alt at danda og rista í handlinum, og Rudolf sig- ur einki. Eingin hoyrir hann kortini. – »Nú, hvat dámar tær?«, spyr krambakallurin, tá ið Into the Fire og Living Wreck hava blást greytin úr høvd- inum á Rudolfi. Rudolf, sum er klaksvík- ingur og ivaleyst hevur hoyrt okkurt krima, svarar: »Ikki so galø.« »Ikki so galið? Hvat bill- ar tú tær inn. Ikki so galið, sigur tú. Hetta er rætt og slætt tað størsta og besta, sum er útkomið í fleiri ár.« Rudolf fór av stað við plátuni, og sum skilst angr- aði hann tað ikki. Diskotek Diskotekini tóku seg sum vant nakað seinni upp í Føroyum enn uttanlands. Tey gomlu dansistøðini vóru væl mannað, heilt frá Gágguni og The Faroe Boys til tey mongu ork- estrini, sum mong ár seinni myndaðu trýssini um alt landið. Viðhvørt komu útlendsk- ir bólkar hendavegin. Eitt nú ein bretskur bólkur, sum æt Spiggy Topes. Hann spældi í losjuni í Havn. Spiggy Topes, seinni The Cliff Bennet’s Rebell- ion, brúkti tvørfloytu. Hetta var sjálvandi nógv øðrvísi enn tað, vit vóru von við, og íblásturin hjá teimum í Spiggy Topes var tann bretski superbólkurin Jethro Tull við Ian Ander- son, manninum í tí síða kotinum og øðrum beinin- um uppi undir knæ á hin- um beininum. Nú fóru vit at lurta eftir Jethro Tull og keypa plát- urnar. Fyrst var tað single- plátan Living In The Past, síðani kom ein LP fyri og onnur eftir við Jethro Tull og oddamanninum Ian Anderson og hansara gand- atvørfloytu. Vit vórðu varug við San- tana, serliga Fleetwood Mac-lagið Black Magic Woman. Carlos Santana er Í dag starvast Sonne Smith sum tíðindamaður á Rás 2. Í trýssunum var hann krambakallur í einum av menta- deplunum í Havn – í dagligari talu hjá SHJ. Tað var plátuhandlinum hjá S.H. Jacobsen, sum helt til har Kunningarstovan nú er Mynd: Jens Kr. Vang Grand Funk Railroad – enn ein av yndisbólkunum hjá Sonna Tey hugna sær í Havn í 1969 Deep Purple in Rock – ein av klassikarunum frá 1970 Eyðkenda búmerki hjá Grateful Dead – av plátuni American Beauty 1970