Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 25 gult cyan magenta svart 24 Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001 MYNDLIST Turið Kjølbro Á sama hátt, sum rithøv- undar, skøld, filmsfólk, ar- kitektar og onnur listafólk í Norðurlondum á hvørjum ári, hava møguleika at fáa stóru virðislønina, sum Norðurlandaráðið letur, hevur Nordisk Kunstfor- bund í hyggju at stovna eina serstaka virðisløn til myndlistafólk. Felagsskap- urin hevur arbeitt við mál- inum í fleiri ár, men enn hevur Norðurlendska Ráð- harraráðið ikki mett, at myndlistafólk eiga at fáa hendan heiðurin. Nordisk Kunstforbund ætlar, at virðislønin verður á hædd við Norðurlendsku Bókmentavirðislønina á uml. 300.000 krónur. Til tess krevst játtan, sum er tvær-tríggjar ferðir upp- hæddina, sum sjálv virðis- lønin er, men higartil hava Norðurlendska Ráðharra- ráðið, Nordisk Kulturfond og aðrir grunnar víst upp- skotinum aftur. – Serliga tey stóru lond- ini vísa tankanum aftur, meðan tey smærru eru fyri virðislønini. Eg vil kortini meta, at tað bert er spurn- ingur um tíð, til ein slík virðisløn kemur, sigur Tróndur Patursson, sum er formaður í Nordisk Kunst- forbund. Undanfarni formans- skapurin í Nordisk Kunst- forbund hevur reist spurn- ingin, hesin hevur eisini við Tróndi Paturssyni á odda, og komandi for- mansskapur fær álagt at ar- beiða víðari við málinum at stovna eina virðisløn fyri myndlistafólk. Hví áhugi ikki er í Norðurlendska Ráðharra- ráðnum at seta eina virð- isløn fyri myndlistafólk á stovn, er ikki til at skilja, heldur formaðurin í Nordisk Kunstforbund. – Undanførslan hjá Nor- disk Kulturfond er, at áhugin fyri hinum virð- islønunum verður minni, og tá grunnurin hevur sýtt eini umsókn um at seta á stovn eina barnamentanar- virðisløn, má hendan eisini sýtast. Vit meta hinvegin, at myndlistafólk eiga líka góðan rætt sum onnur listafólk at fáa eina stóra virðisløn. Hon nýtist ikki at verða latin á hvørjum ári, kanska annað ella triðja hvørt ár, sigur Trónd- ur Patursson. Nevndir og rák skifta í øllum norðurlendskum samstarvi. Tróndur Paturs- son heldur ikki, at rákið júst er fyri tí norður- lendska í løtuni. – Hóast tað eitur Nord- isk Kulturfond er rákið ikki fyri norðurlendskum. Heldur er tað fyri, at norð- urlendsk list skal vísast úti í heimi. Har verður eisini mett, at Bókmentavirðisløn og Filmsvirðisløn Norður- landaráðsins geva ov lítið av sær. Tað er mest sum bara eitt sindur av umrøðu, og hon er eisini ov lítil, halda tey. Tey gloyma, at fyri listafólkið, sum fær virðislønina, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at viðkomandi kann seta tíð og orku av burtur av til sítt arbeiði, sigur Tróndur Paturson. Umsókn frá Nordisk Kunstforbund er aftur havnað um at seta á stovn eina virðisløn fyri myndlistfólk Rákið ikki fyri myndlistini FILMUR Birgir Kruse Í síðstu viku var barna- filmsstevna í Montreal í Kanada. Og eingin stevna uttan virðisløn. Tá stevnan varð lokin kundi liðið aftanfyri danska filmin »Mirakel« leggja fremstu virðislønina í kuffertið. Grand de Montréal eitur hon, kanadiska virðislønin. Eins og Danmark hevur Kanada leingi havt áhuga fyri barnafilmi. Skapt grundarlag fyri framleiðslu og útbreiðslu. Og sjálvi hava bæði londini meiri enn so vunnið altjóða við- urkenning á økinum. Danski filmurin »Mira- kel« er fyrsti filmur, sum Natasha Arthy stjórnar. Søguna eigur Kim Fupz Aakeson og filmsfelagið Nimbus Film hevur staðið fyri kraftagerðunum, sum eru fyri alt húskið. Um- framt fremstu virðislønina, vann filmurin eisini virðis- løn fyri bestu søgu og har- afturat kanadisku sjón- varpsvirðislønina. Filmurin um kraftagerð- irnar hevur lokkað fleiri enn 100.000 danir í bio- graf. Tað er tó ikki hin mest áhugaverdi danski filmurin í løtuni. Higartil í ár eru ikki færri enn 1,1 millión atgongurmerki seld til danskar filmar í donsk- um biohallum. Fremstur í røðini er »Italiensk for be- gyndere«, sum 743.000 danir hava sæð síðani hann varð frumsýndur hin 8. desember. Alt árið í fjør vórðu loyst tilsamans 2,05 milliónir atgongumerki til danskar filmar. Í mong ár hevur verið hjúklað um film í norður- lendsku grannalondum okkara. Í Danmark hava tey roynt ymsar mátar at samantvinna skúla og bio- grafar. Serliga á bygd hev- ur hetta hepnast væl. Í Svøríki hava tey tikið film- in í so stórum álvara, at tey hava sett nevnd, sum í 1988 lat frá sær eitt álit, sum longu í heitinum stað- festir eina mentunarpolit- iska ábyrgd: »Statens an- svar för visning och sprid- ning av värdefull film«. Stigtakari til hetta álit var eingin annar enn fyrrver- andi mentamálaráðharri og stýrisnevndarformaður Bengt Göransson, sum hóskvøldið helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Her í landinum hava vit ikki eitt sovorðið mentun- arsýni. Heldur síggja vit til, at sjónvarpið við al- mennum stuðli sendir okk- um ókeypis film í hvørja stovu. Tað er einki galið við tí. Men tá vit sam- stundis ikki stuðla húkandi handilsligu biografvinnuni í landinum, men tvørtur- ímóti leggja hann undir eftirlit, kenst mentunarsýn- ið margháttligt. Her mangla kraftagerðir, ið kunnu skapa fatan fyri, at hesir báðir biografar vit enn eiga – Havnar Bio og Suðuroyar Bio – eisini eru mentadeplar. Hyggja vit at øllum heiminum, eru tvey sløg av mentanum, sum burturav sameina fólkið. Tað eru fótbóltsvallirnir og biografløriftið. Her er fólksliga mentanin. So í framhaldi av Gunnar’sa frálíka setningi um »ein pott til mentanina fyri hvørja tunnuna« vil eg siga, »ein film fyri hvønn dystin – minst«. – Tað er bert spurningur um tíð, til ein virðisløn fyri myndalistafólk kemur, sigur Tróndur Patursson, sum er formaður í Nordisk Kunstforbund Mynd: Jens Kr. Vang MENTUNARPOLITIKKUR. Hyggja vit at øllum heiminum, eru tvey sløg av mentanum, sum burturav sameina fólkið. Tað eru fótbóltsvallirnir og biografløriftið. Her er fólksliga mentanin, sigur Birgir Kruse í sambandi við, at danski filmurin »Mirakel« vinnur fremstu virðisløn í Kanada Kraftaverk í Kanada Thomas Bo Larsen tryggjar kraftagerðirnar í danska filminum »Mirakel«. Hann er eingil í søguni hjá Kim Fupz Aakeson, sum Nasha Arthy stjórnar til enn, ongantíð so góður sum nú. Vit varnaðust tann am- erikanska superbólkin Grand Funk Railroad, hvørs trummusláara, Don Brewer, fleiri føroyskir trummusláarar royndu at herma eftir, og vit hvukku við av yvirsuperbólkinum Led Zeppelin, hvørs Good Times Bad Times dundraði í mangari hampastovu. Tað bar rætt og slætt ikki til at herma eftir øllum hesum superbólkum við góðari samvitsku. Men stuttligt og spennandi var tað. Tann einasti, ið dugdi so nøkulunda at skapa sær eftir einum broti úr Whole Lotta Love hjá Led Zepp- elin, var Tønnis Wardum. Allur hesin betongrokk- urin, allar hesar kraftmiklu framførslurnar, hóskaðu stak væl til plátuspælararn- ar í diskotekunum, sum tóku seg upp síðst í trýss- unum, ja, so seint sum í 1969. Tá varð Beat 69 stovnað. Ein roynd og eitt tiltak, sum veruliga setti gongd á í 1970, tá ið diskotekklubbin hjá Árna C fekk tey ungu at undrast í Havnar Klubba. Hetta var ein ótrúlig tíð við tí, vit í dag kalla, øll- um tí feitasta musikkinum, sum til var. Og alsamt fleiri útlendskir bólkar komu hendavegin at ríka okkum við øgiligum mus- ikkupplivingum. Vit fingu Savage Rose og Burnin’ Red Ivanhoe úr Danmark og fleiri íslendskar bólkar. Til dømis Náttúra. Teir í Náttúru lótu seg bergtaka av musikkinum, sum varð spældur í diskotekklubban- um, ikki minst Deep Purple og so tí amerik- anska gittaristinum og sangaranum Leslie West. Musikalst var diskotek- klubbin heldur framman fyri tey útlendsku disko- tekini, tí var tað so spenn- andi hjá útlendingum og okkum sjálvum at fara í diskotekklubban í Havnar Klubba við trolinum uppi undir loftinum, super- anleggum og go go-gent- um. Aftur í trýssini Hví? Jú, tað er tí, at trýss- aramusikkurin var lættur, óbindandi og lívsjáttandi. Tí fara tey tilkomnu aftur í trýssini at hoyra og dansa eftir teimum ótaldu hitløg- unum frá teirri tíðini. Sup- erbólkarnir undantiknir, so var trýssaramusikkurin lættur og glaður. Hesin musikkur er klassiskur nú. Tey ungu vita ikki – og hví skulu tey eisini tað – at eitt nútíðar band fyri og annað eftir hevur tikið trýssaraløg til sín. Gamaní ljóðar tað betur enn tá, takkað veri teknikkinum. Men bara í heilt fáum førum lukkast tað teimum nýggju at fáa tann anda og tær kenslur í trýssaramusikkin. Tað ger heldur einki. Men tey ungu nú á døg- um skulu bara minnast til, at trýssaramusikkurin var, er og verður livandi. Og tíbetur fæst hann allur sum hann er á elskaðum savns- fløgum. Um vit vilja ella ei. Vit fara øll aftur í trýssini. Elsa Pállson í stuttum skjúrti – lårkort – í 1969 Sonni Smith millum Ásu Poulsen og Kristian á Neystabø Hin litríki Jimi Hendrix í Electric Lady Land í 1968 Teir fýra villu í bólkinum The Who í 1966. Á húsanum sæst eisini Vakra búrmerkið hjá S. H. Jacobsen, har Sonne var krambakallur