leygardagur 17. mars 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2001
SJÓNARMIÐ
Elinborg Joensen
Hava børn hug at lesa, so lesa
tey helst Harry Potter. Lesa tey
ikki Harry Potter, so hava tey í
øllum førum hoyrt um hann. Jú,
eingin ivi er um, at hesin navn-
frami Potter er væl umtóktur hjá
teimum flestu. Tað eru seld ikki
færri enn 400.000 eintøk bara í
Danmark. Bøkurnar eru útgivnar
í meir enn 100 londum, og hava
selt 76 mió. eintøk. Og í heyst
var hin fyrsta bókin um Harry í
pottinum á føroyskum. Í týðing
hjá Gunnari Hoydal, sum Bóka-
deild Føroya Lærarafelags gav út
undir heitinum »Harry Potter og
Vitramannasteinurin«. So aftur
her megna vit at vera við í tí,
sum fer fram úti í stóra heimi.
Men annað enn bara bøkur eru
á veg. Tað stóra amerikanska
filmsfelagið Warner Brothers
hevur keypt rættindini til filmin
um Harry Potter og vitramanna-
steinin, sum kemur í kykmynda-
hallirnar kring knøttin í ár.
LEGO hevur keypt rættindini til
figurarnar, sum kanska eisini
koma í sambandi við filmin.
Felagið Electronic Arts
arbeiðir við einum telduspæli,
sum byggir á Harry Potter bøk-
urnar. Og skjótt koma eisini
Harry Potter-savnikort á
marknaðin. Og soleiðis kundi ein
hildið fram.
Spennandi og stuttligt
Harry Potter gongur á
kostskúlanum Hogwarts. Allar
lærugreinarnar hava okkurt við
okkult kynstur at gera. Hann lær-
ir til gandakall. Ein góðan
gandakall, sjálvandi. Á Hogwarts
trívist tað góða og tað ónda,
bæði millum lærarar og næming-
ar. Sum gandakallar og ganda-
kallanæmingar fáa tey ganda-
megina at ráða yvir. So er tað
upp til tey sjálvi at avgera, hvat
hon skal nýtast til. Bøkurnar
greiða frá einum dysti, sum eins
og í øllum góðum søgum, er ein
dystur millum tað góða og tað
ónda. Men rithøvundurin er í
parti við tí góða.
Rithøvundurin Joanne Kath-
leen Rowling hevur eitt ótrúligt
hugflog, og skrivar á ein stuttlig-
an hátt. Nógvir av persónunum
eru heldur ógvusliga lýstir, men
hóast tað stuttligir. Hetta gevur
eisini møguleika fyri at liva seg
inn í persónarnar. Tú hevur eina
hóming av, at tú kennir teir.
Bert ein hugaheimur?
Tá tú lesur, er eingin ivi um, at
hetta er ein hugaheimur. Kortini
er bókin so livandi skrivað, at tað
eru dømir um, at børn, mentalt
eru flutt inn í Hogwarts-heimin,
og nærum hava mist sambandið
við vanligu umstøðurnar. Og
helst verður tað enn meira at
hoyra um hetta, tá tað skjótt
kemur bæði ein filmur og
telduspæl um víðagitna
gandakallin.
Ikki bert barnabøkur
Tað eru fýra bøkur í røðini um
Harry Potter. Ætlanin er at geva í
alt sjey bøkur út, og av hesum er
bert tann eina higartil komin út á
føroyskum. Tann næsta kemur
væntandi út í summar, og tann
triðja longu í heyst. Bøkurnar
eru skrivaðar til børn, men ikki
eru tað bara børn, ið lesa tær.
Umframt børnini, kunnu bæði
annað og triðja ættarlið lesa tær.
Nguyen Thi Thu, sum hevur
ein lítlan bókhandil í Hanoi,
sigur um Harry Potter-bøkurnar:
»…Um eg ikki havi bøkurnar her
útgávudagin, verða fólk heldur
gruggut. Tey eru bundin av hes-
um bókunum…og eg tosi ikki
um børn.«
Harry Potter og Pokémon
Hetta líkist ikki sørt Pokémon.
Hann er helst ikki farin í gloym-
ibókina enn. Vit minnast, at fólk
vóru ójøvn á máli um Pokém-
onarnar. Summi søgdu, at teir
vóru púra ósekir figurar, meðan
onnur søgdu at tað var grundað á
ein japanskan átrúnað, ið nevnist
Shinto Buddisma. Fólk máttu
hava hesi kortini at býta sín-
ámillum, og gjørdust uppøst, um
tey ikki fingu tey.
Um hetta endurtekur seg við
Harry Potter, er ilt at siga. Men
eini góð ráð eru at kanna, hvat
tað er, ið børnini lesa og hvussu
tey uppliva tað, tey lesa. Soleiðis
kann ein kanska fyribyrgja, at
tað tey lesa hevur ringa ávirkan á
tey.
Norðmenn brúka í stóran mun
fólkanøvn til at lýsa lutir og
persónligar eginleikar. Í dag er
tað til dømis ikki serliga smart
at eita Harry ella Hjørdis.
Tað eru sera fá dreingjabørn,
sum verða doypt Harry í dag.
Orsøkin er, at Harry er vorðið
er fyribrigdi sum verður nýtt
um lutir, gerðir og fólk á ein
heldur negativan hátt. Til
dømis er tað Harry at hava
blinkandi ljósperur í vindeyg-
unum um jólini, at hava Wun-
derbaum hangandi á spegl-
inum í bilinum, at ganga í
sólbrillum tá tað er myrkt og
at tosa hart í mobil-telefon,
har onnur fólk eru tilstaðar.
Tað er eisini stak Harry at
hjún ganga túr við puddilhundi
í identiskum sprøklutum tren-
ingsklæðum og nýbustaðum
joggingskóm.
Hvat er so at vera Hjørdis?
Jú, Hjørdis verður brúkt um
eina ávísa typu av konufólki
og um lutir sum verða brúktir
av konufólki. Ein Hjørdis kann
til dømis verða ein solariibrún
dama um tey fimti, sum klæð-
ir seg í so ungdommiliga, t.d.
strammar gamasjubuksur og
niðurringaðan topp, har ongin
della verður fjøld. Tað er eisini
Hjørdis at ganga í høghælað-
um spískum skóm og útvask-
aðum frotésokkum, sum
mangla elastikk, samstundis.
Hjørdis-lutir kunnu vera stórar
gullmálaðar bamsur at hanga í
oyruni, breið svørt plastikk-
belti við píkum á og lillafarva
hárspenni við nylon-duskum.
Ein Hjørdis smæðist ikki burt-
ur í einum selskapi, og henni
dámar væl ein lítlan ella báðar
tveir. Hon brýggjar seg ikki so
nógv um samfelagsligar
spurningar, og tápulig úttalilsi
frá konufólki verða ofta karak-
teriserað sum heilt Hjørdis.
Frá gomlum av vóru Ola og
Kari tey mest brúktu fólka-
nøvnini í Noregi. Í dag er tað
meira populert at kalla børnini
t.d. Sondre ella Marie, men tá
norðmenn sipa til fólk flest, ja
so tosa teir um Ola og Kari
Normann. Sermerkið fyri Ola
og Kari er til dømis at teimum
dámar væl at standa á skíð, tey
rópa »Hurra for Norge« á
tjóðardegnum søttende mai,
tey standa í heilsukø og tey
hava ilt við at góðtaka tann
príspolitikkin, sum verður
førdur í Noregi.
Navnið Ola verður eisini
brúkt um klæðir og lutir sum
verða nýttir av teimum flestu.
Norðmenn hava ikki hoyrt um
cowboy-buksur. Í Noregi eita
cowboy-buksur Ola-buksur,
cowboy-jakki verður róptur
Ola-jakki, og ein Ola-bilur er
ein heimasmíðaður kassabilur
av tunnufjalum og barnavogns-
hjólum sum flestu smádreingir
spæla við.
Tá kaffi-Lars verður nevnd-
ur fáa flestu norðmenn eitt
saligt smíl um varrarnar.
Kaffi-Lars er ein gamaldags
jarnketil at kóka kaffi í úti í
náttúruni. Hesin verður ofta
nýttir um veturin uppi á fjall-
inum av norðmonnum, sum
rinda sær møðina aftaná ein
langan túr á skíð. Tá pápin fer
at kinda bál og mamman finn-
ur fram kaffi og kaffi-Lars frá
ryggsekkinum, ja tá er tað
»koselig på fjellet«.
Harry, Ola-buksur og kaffi-Lars
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Turið Mørkøre, Noreg, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no
Dagur 13.03.01
Til: birgir@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Harry Potter
Nr. 54 • leygardagur • 17. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá 12. maður fer til
Luksmburg í kom-
andi viku, verður
tað ikki bert fyri at
hyggja at fótbólti,
teir skulu eisini
spæla
ÁSKOÐARAR
Jákup Mørk
Tað kann ikki sigast
annað enn, at A-landslið
okkara í fótbólti hevur
havt góðan stuðul, tá teir
hava
ferðast
kring
Europa, har ymsu lands-
dystirnir eru á skránni.
12. maður hevur verið
við at kalla hvørja ferð,
men hetta hevur altíð
verið sum moralskur
stuðul frá áskoðara-
plássunum.
Landsdyst
Hesa ferð verður tó øðr-
vísi. Formaðurin í 12.
manni, Regin Egholm,
greiðir frá, at teir á ferð-
ini til Luksemburg eisini
skulu spæla landsdyst.
Talan er sjálvandi um
dyst móti áskoðarunum
hjá Luksemburg, og eis-
ini hesin verður spældur
leygardagin.
Regin greiðir frá, at
teir hava veri ðí sam-
bandi við onkran av
teimum, sum plaga at
skipa fyri upphitingini
hjá áskoðarunum, tá
Luksemburg spælir sín-
ar dystir, og avtalað er so
teirra millum, at hesa
ferð skulu áskoðararnir
eisini sleppa at royna
seg.
Áskoðarabólkurin hjá
mótstøðuliðnum hevur
verið í samband við
lokala fótbóltssamband-
ið, og hesir hava játtað at
hjálpt til við fyrireiking-
unum. Sostatt er vøllur
fingin til vega, eins og
fótbóltssambandið eisini
syrgir fyri, at dómari er
settur at døma dystin.
Alt fyri at tiltakið skal
hava so hátíðarkendan
dám sum gjørligt.
Tískil hava tey, sum
hesa ferð fara við lands-
liðnum, fingið eitt bræv,
sum er álíkt teimum,
sum Allan Simonsen
plagar at senda sínum
monnum. Har stendur
millum annað, at leikar-
arnir skulu hava gyldugt
ferðapass og skógvar til
at spæla á grasi.
Regin Egholm sigur
annars, at hann sjálvandi
gleðir seg til ferðina, og
ikki minst til fótbólts-
dystin. Han sigur, at teir
fyrr hava roynt seg í
millum øðrum bowling
dystum móti mótstøðu-
londum, men at hetta er
fyrsta ferð, at talan verð-
ur um fótbóltsdyst.
Dysturin millum á-
skoðararnar hjá Luks-
emburg og Føroyum
verður leiktur leygar-
dagin kl. 13.00, so hóast
hetta, so skuldi ikki
verið nakar trupulleiki at
komið til A-landsdystin
millum londini bæði.
Hesin verður spældur kl.
18.00.
Mugu hava
gaggur við
Hóast fótbóltsdystin, so skuldi borið til hjá
áskoðarunum at verið væl upphitaðir, so sum teir eisini
vóru í Sveis seinasta heyst
Føroyameistarar
á Giljanesi
Higartil eru tað bert
Mjølnir og Fleyr, sum
hava vunnið bestu
kvinnudeildina, men
hetta verður helst
broytt leygardagin
FLOGBÓLTUR,
KVINNUR
Leygardagin kunnu vága-
gentur tryggja sær føroya-
meistaraheitið í flogbólti, tá
tær kl. 13,30 fara á vøllin
ímóti Fossánesi. Dysturin
verður leiktur á Giljanesi.
Treytin er, at tær einki
sett tapa, tí settmunurin til
næsta liðið er eingin og
stigini eru tey somu. Men
Dráttur hevur ikki havt
trupulleikar higartil ímóti
Fossánesi, sum higartil í
kappingini
bert
hevur
vunnið ein dyst.
Um tað eydnast Drátti at
vinna FM-heitið, verður
hetta søguligt á tann hátt, at
hetta er fyrsta liðið, sum
vinnur FM í meistara-
deildini umframt Mjølnir
og Fleyr.
Lið í Vágunum hava fyrr
vunnið FM, men tá hevur
tað verið í navninum SÍF og
MB, og tá var navnið á
bestu deildini 1.deild.
SÍF var seinast vinnari í
1979 og 1980, meðan MB
vann
kappingina
árini
1976, 1977 og 1978.
Aðrir dystir
Í Havn leika Fleyr og Mjøl-
nir kl. 13,00 leygardagin í
Gundadalshøllini.
Hesin
dysturin hevur ikki tann
stóra týdningin í endaligu
støðuni hjá liðunum, uttan
tað, at Mjølnir helst ikki
skal tapa nakað sett, um tað
skuldi hent, at Dráttur
snávaði á Giljanesi.
Bronsustríð á
Tvøroyri
Hvør
vinnur
bronsuna
verður avgjørt á Tvøroyri
sunnudagin
kl.
13,00
millum TB og ÍF. Vinnarin
av dystinum gerst nr. 3 í
endaligu støðuni.
Støðan, Meistaradeild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir
taptir
vunnin
tapt munur
Stig
Dráttur
19
17
2
55
13
42
25
Mjølnir
19
17
2
54
12
42
25
ÍF
19
8
11
27
39
-12
13
TB
19
8
11
36
34
2
12
Fleyr
19
6
13
21
45
-24
7
Fossánes
19
1
18
5
55
-50
2
Støðan, Meistaradeild Menn
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir
taptir
vunnin
tapt munur
Stig
ÍF
15
11
4
37
21
16
17
Fram
15
9
6
35
25
10
14
Mjølnir
15
10
5
37
21
16
13
Fleyr
15
8
7
28
25
3
12
SÍ
16
0
16
3
48
*45
0
Gullspurningurin
varð svaraður fyri
viku síðani, men
annars er einki
avgjørt í bestu
mansdeildini
FLOGBÓLTUR, MENN
Hjá monnunum hevur ÍF
longur tryggja sær FM-
heitið áðrenn seinasta um-
far, men enn er ikki heilt
avgjørt, um tað verður
Fram, Mjølnir ella Fleyr
sum vinnur silvurið.
Báðir dystirnir hjá monn-
unum vera í Havn leygar-
dagin kl. 15,00. Á Eystur-
skúlanum leika Fram og ÍF
og í Gundadalshøllini leika
Fleyr og Mjølnir.
Sum tað framgongur eru
bert 2 stig á muni millum
nr. 2 og nr. 4. Avgjørt er tó,
at tað eru bert Mjølnir og
Fram, sum kunnu tryggja
sær silvurmerkini. Skal
Mjølnir vinna silvurmerk-
in, so skal Fram tapa ímóti
ÍF og Mjølnir vinna ímóti
Fleyr.
Vinnur Fleyr haraftur-
ímóti á Mjølni, so fær Fleyr
bronsumerkini og Mjølnir
einki, meðan Fram fær
silvurin, líkamikið um teir
vinna ella tapa ímóti ÍF.
So hetta kunnu gerast
tveir spennandi dystir.
Bert silvurstríðið eftir
Støðan í fremstu deildunum undan seinastu dystunum
Meðan tað hjá kvinnunum framvegis er spenningur um gullið,
tykist spenningurin hjá monnunum at snúgva seg um
silvurmerkini