leygardagur 17. mars 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 17. mars 2001
29
28
Nr. 54 - 17. mars 2001
Tað eydnaðist ikki
føroysku flogbólts-
útisetunum at
spæla seg í semi-
finaluni í DM
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var væntandi, at
Frederiksberg Volley fór
at fáa tað trupult í sein-
asta
dystinum
móti
DHG, sum liggur á odda
í kappingini. Úrslitið
gjørdist eisini eitt greitt
3-0 tap, og hetta merkir
so, at tað ikki eydnaðist
Frederiksberg at tryggja
sær atgongd til hálv-
finaluna.
Føroysku
genturnar
halda tað sjálvandi vera
spell, at tær ikki rukku
hesum máli, men hin-
vegin halda tær, at liðið
hevur ment seg sera
nógv, og at tað tí ikki er
nógv annað at gera at
dríva á við venjingini til
komandi ár.
Sum skilst, verður
manningin á liðnum á
leið hin sama sum í fjør,
og so er bert at vóna, at
framgongdin, sum tær
hava sýnt í ár, stendur
við. Annars senda tær
tríggjar einar eina heilsu
heim, og ikki minst til
Atlantic Airways, sum
hevur stuðlað teimum
hetta kappingarárið.
Um VB fær stig við
sær úr Klaksvík,
kunnu kvinnurnar
hjá VÍF tryggjað sær
FM-heitið
sunnudagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum kunnugt, so kiksaði
tað hjá besta mansliðinum
hjá VÍF at ogna sær meist-
araheitið, tá teir miku-
kvøldið spældu á Skála.
Um
vikuskiftið
hava
somu VÍF-menn frí, men
hetta nýtist ikki at merkja,
at eingin hondbóltur verður
í bygdini.
Kvinnuliðið hjá VÍF, sum
alt árið hevur ligið í odd-
inum,
hevur
nevnliga
møguleikan at staðfesta
einaveldi sítt, tá tær sunnu-
dagin spæla heimadyst
móti VB. Seinast liðini hitt-
ust, gav VB dygga mót-
støðu fyrstu løtuna, men at
enda var talan at kalla um
eina styrkisuppvísing frá
VÍF.
Tað er ikki víst, at talan
verður um ein somiki sann-
førandi sigur aftur hesa-
ferð, men hinvegin er ilt at
ímynda sær, at VÍF ikki fer
at vinna dystin sunnudagin,
og skuldi tað kiksað, so
skal tó nógv henda afturat,
um tað ikki skal eydnast
teimum at ogna sær gull-
merkini.
Sum sagt, so er treytin
fyri gullmerkjum til VÍF, at
VB megnar at gera okkurt
við Stjørnuna, tá hesi bæði
liðni hittast í Klaksvík. Um
sæð verður burtur frá dyst-
unum í Coca-Cola kapp-
ingini, har VB var greitt
omaná, so hevur talan hig-
artil verið um sera javnar
dystir millum báðar silvur-
biðlarnar, og eingin orsøk
er til, at tað ikki skuldi ver-
ið so leygardagin.
Liðini hóska í spælistíli
væl til hvørt annað, og so at
siga hvørja ferð tey hava
hitst seinastu tvey árini,
hevur talan verið um sera
spenanni og undirhaldandi
dystir.
Seinasti
dysturin
í
kvinnudeildini um viku-
skiftið verður á Giljanesi,
har Kyndil fer á vitjan hjá
Sóljuni. Sóljan tykist longu
hava mist møguleikan fyri
at varveita sessin í deildini,
og tískil er væntandi, at
Kyndil fer at taka stigini
heim. Hinvegin er hetta
helst besti møguleikin hjá
Sóljuni, um tær kortini
skulu bjarga sær, so einki er
at ivast í, at tær veruliga
fara at spenna seg út.
Silvurdysturin
Hjá monnunum er spurn-
ingurin um gullið enn ikki
avgreiddur, men einki er at
ivast í, at tað verða vest-
menningar, sum taka sær av
hesum.
Um
silvurmerkini
er
dysturin tó harður, og tey
bæði liðini, sum eru fremst
í hesum stríðnum, skulu
bæði royna seg um viku-
skiftið.
Á Skála fær StÍF vitjan
av H71, og hetta átti alt
annað líka at verið ein av-
greiðsluspurningur
hjá
heimaliðnum, sum rættiliga
tykist hava fingið gongd
aftur á spælið.
Uppgávan hjá Kyndli
tykist nakað torførari, tá
teir skulu til Vestmanna at
dystast móti kollfirðingum.
KÍF hevur givið Kyndli
stórar trupulleikar í fleiri
dystum, men skulu teir
grønu hava møguleika fyri
silvurinum, eru avgjørt ikki
ráð til fleiri mistøk.
Óli Johannesen
skal sunnukvøldið
spæla fyrsta dystin
fyri nýggja felag
sítt
DANMARK
Jákup Mørk
Meðan Todi Jónsson,
Jákup Mikkelsen og hin-
ir í superliguni halda frí
hetta vikuskiftið, fer
næstbesta danska deild-
ini í gongd við at av-
greiða seinnu kapping-
arhálvu.
Fyri Óla Johannesen
merkir hetta samstundis,
at hann fyri fyrstu ferð
skal royna seg í veru-
ligum dysti fyri nýggja
felag sítt, Hvidovre.
Møguleikararnir fyri
eini góðari byrjani tykj-
ast so avgjørt at vera til
staðar, tí mótstøðuliðið
er Birkerød, sum bert
hevur fingið sjey stig í
teimum 15 dystunum,
sum higartil eru leiktir
hetta kappingarárið.
Hvidovre er í løtuni á
11. plássi við 17 stigum.
Petur Magnusson,
sum í fjør vardi
Neistamálið, er nú
aftur í Føroyum,
har hann fer at
standa í mál hjá
Kyndli
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrra árið taldist hann
millum kyndilsleikarar-
nar, sum at kalla høvdu
gullmerkini um hálsin,
men sum kortini sóu tey
gleppa sær av hondum,
og í fjør taldist hann so
millum
teirra,
sum
tryggjaðu
Neistanum
gull fyri fyrstu ferð í 22
ár.
Petur Magnusson hev-
ur síðani búleikast í
Íslandi, men nú hevur
hann so gjørt av, at flyta
aftur til Føroya, og tað
verður Kyndil, sum fer
at fáa ágóðan av leikar-
anum hesaferð.
Sophus Dal Christian-
sen, venjari hjá Kyndli,
sigur við Sosialin, at tað
enn ikki endaliga av-
greitt, hvørt Petyur verð-
ur við, tá Kyndil skal
spæla móti KÍF um
vikuskifitð. Sum skilst,
er alt ikki endaliga av-
greitt við spæliloyvi,
men
kyndilsvenjarin
sigur, at hetta bert eru
formalitetir, og at alt
skuldi verið komið í
rættlag heilt skjótt.
Annars hevur Kyndil
eisini fingið tilgongd av
einum
grønlendskum
leikara, sum skal búleik-
ast í Føroyum komandi
árið.
So kann VÍF avgera
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1
VÍF
8
8 - 0 - 0
606
321
285
28
2
Stjørnan 7
5 - 0 - 2
521
398
123
20
3
VB
7
5 - 0 - 2
508
389
119
19
4
Neistin
7
5 - 0 - 2
414
404
10
15
5
Kyndil
7
1 - 1 - 5
442
536
-94
8
6
Tjaldur
8
1 - 1 - 6
307
512
-205
4
7
Sóljan
8
0 - 0 - 8
318
556
-238
2
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1
VÍF
8
7 - 0 - 1
644
482
162
26
2
StÍF
8
5 - 1 - 2
577
517
60
19
3
Kyndil
7
4 - 1 - 2
534
483
51
17
4
Neistin
8
5 - 0 - 3
491
499
-8
16
5
KÍF
7
3 - 1 - 3
457
505
-48
10
6
H71
8
1 - 0 - 7
508
580
-72
6
7
Tjaldur
8
0 - 1 - 7
458
603
-145
4
Kvinnurnar hjá VÍF kunnu
gerast føroyameistarar um
vikuskiftið, um úrslitini
annars laga seg eftir vild
Frederiksberg er úti
Óli fer í gongd
Petur verður aftur
hjá Kyndli
Søkt verður eftir
Íbúð ella set-
húsum til leigu
Í sambandi við setan av jarðfrøðingi leitar
Jarðfrøðisavnið eftir hóskandi íbúð ella set-
húsum til leigu til eitt danskt par við tveimum
børnum
í
Tórshavn
ella
aðrastaðni
í
miðstaðarøkinum. Hugsað verður einamest um
langtíðarleigu, men alt hevur áhuga.
Áhugað kunnu venda sær til:
Jarðfrøðisavnið
Brekkutún 1, Hoyvík
Postsmoga 3169
110 Tórshavn
tel. 357000
t-post: jfs@jfs.fo
Verkfrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi til byggideildina
hjá stovninum.
Byggideildin hevur ábyrgdina av almennum
byggi- og anlegsarbeiðum frá prosjekterings-
byrjan til avhending og garantisýn,og virkar sum
byggiharraráðgevi í øllum lutum. Deildin er
nýstovnað,og tann,ið verður settur,verður við til
at byggja hana upp frá byrjan.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um eitt nú
samskifti við stýrir, ráðgevarar, arbeiðstakarar og
aðrar áhugabólkar, útbjóðing, sáttmálar við
ráðgevarar og arbeiðstakarar, prosjektgransking,
byggileiðslu, tíðarstýring, fíggjarstýring, skráset-
ing, byggiroknskap o.a.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir royndum byggiverkfrøðingi.
Royndir innan eitt ella fleiri av nevndu virkis-
økjum geva fyrimun, men er eingin treyt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya
Verkfrøðingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, møguligum ummælum
og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til
Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn,
og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi
2. apríl 2001. Brævbjálvin eigur at merkjast
»Verkfrøðingur til byggideildina». Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá
Kristiani Rasmussen á tel. 31 13 33
(e-postur: kristian@lv.fo).
-har
tað hendir
Tekniski Skúlin
í Tórshavn
Søkt verður eftir verkstaðarassistenti til Smiðju-
og hárfríðkanardeildir skúlans.
Umsøkjarar skulu hava sveinabræv sum maskin-
smiðir, smiðir ella elektrikari við minst 5 ára
starvsroyndum. EDV kunnleiki á brúkarastøði er
ein fyrimunur,eins og víðari útbúgving er ein fyri-
munur.
Arbeiðið umfatar:
•
Umvæling av amboðum og útbúnaði á báð-
um deildunum
•
Innkeyp av tilfari til smiðjudeildina
•
Umsita amboð og tilfarsgoymsluna á smiðju-
deildini
•
Verða lærarum til hjálpar í samb. við undirvís-
ing á smiðjuverkstaðnum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri
og Føroya Handverkarafelag.
Skrivlig umsókn merkt »verkstaðarassistentur«
skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 26. mars 2001.
Starvið verður sett 1.apríl 2001, ella skjótast gjør-
ligt.
Tekniski skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75, P.o.b. 239
FO-110 Tórshavn
Teldupostur: tst@tst.fo
Søkt verður eftir
tveimum lærarum
til maskindeild
skúlans
Maskindeildin:
Størvini eru fulltíðarstørv, sum umfata undirvís-
ing í maskinsmíð við tilhoyrandi ástøðisligum
fakum.
Umsøkjarar skulu hava sveinabræv sum maskin-
smiður og minst 2 ára starvsroyndir í hesum yrki,
á maskinverkstaði ella líknandi arbeiðsplássi eftir
lokna lærutíð. Fyrimunur er at hava víðari út-
búgving sum maskinmeistari, verkfrøðingur ella
aðra viðkomandi útbúgving, men er tó eingin
treyt.
Eisini er áhugi fyri CAD/CAM og CNC ein fyri-
munur.
Royndartíðin er 2 ár.
Tey,sum sett verða,mugu vera til reiðar at taka lut
í pedagogiskum útbúgvingarskeiðum eins og
øðrum neyðugum eftirútbúgvingarskeiðum inn-
an fakið.
Starvið verður sett 1.apríl til at byrja beinanvegin.
Lønin verður smb.sáttmála millum Føroya Lands-
stýri og FTL.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til skúlan á tlf. 311957.
Umsóknin til starvið skal vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 26. mars 2001. Við umsóknini skal
fylgja avrit av próvskjølum og møguligar starvs-
váttanir. Umsóknin skal merkjast »lærarar til
maskindeildina«.
Tekniski skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75, P.o.b. 239
FO-110 Tórshavn
Muskelterapeut
Hevur t:
à H¿vuÝpnu
à L¾sta ¿ksl
à Msa-arm
à Knàttar v¿ddar o.a.
à Ynski um ¿kta v¾lveru
Herv¿r Jacobsen
L¾knaexam.Muskelterapeut
Tlf. 213034
L
®
G
E
E
X
A
M
.
T
E
R
A
P
E
U
T
DAN
SK
MU
SK
EL T
ER
APE
UT
FO
RB
UN
D
ROS
KIL
DE
M
USK
ELT
ERA
PE
UT
SK
OL
E
eftir kl. 16.00 vanl.
gerandisdagar,
t ikki hsdag.
( ViÝgerÝartilboÝiÝ kann eisini fast sum gvukort )
Vaskivognar
Kantinuvognar
Vit hava ngv ymisk sniÝ av vaski- og kantinu-
vognum goymslu. Vitja framsànigarh¿liÝ
okkara ella ring og f eitt prt viÝ okkum. Vit
senda sjlvandi katalog um alt landi.
P/F Thomas Dam Hlsi
Heykavegur 3 Tlf. 311400