Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 52

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2007 summarkapping 52 Lakeside Sightseeing Lakeside var navnið, sum bretsku hermenninir góvu bygdini Vatnsoyrar undir krígnum, og hetta navnið hevur Ólavur Poulsen tikið til sín í sínari fyritøku, sum kallast Lakeside Sightseeing. Her gevur Ólavur ferðafólki, bæði føroyskum og útlendskum, ein møguleiki at sigla á Leitisvatni, og so sleppa tey í land úti á Oyrum, har tað er sera vakurt og friðarligt. Sosialurin var ein túr við Ólavi, meðan hann hevði eitt ferðalag við, og hetta bleiv ein ógloymandi túrur. Meðan vit sigldu út á Oyrar, fingu vit ein góðan bita at eta, so tá vit komu út, vóru øll ferðafólkini mett og væl sett. Vit fóru í land við suðurendan av Leitisvatni, og so fóru vit øll út á ein gongutúr úti á oyrum. Vit gingu heilt út ímóti havinum, har vit sóu niðuryvir Bøssdalafoss. Í havsbrúnni hómaðist eisini Skúvoyggin, Dímun og Suðuroyggin, og hetta var ein sera vøkur sjón. Síðani gingu vit víðari, og áðrenn vit fóru aftur til bátin, sóu vit omanyvir ein Geituskorardrang, sum stendur við suðurendan av Vagoynni. Vit sóu eisini vestur á Mykines henda vakra sólskinsdag. Ein sera vøkur sjón. Meðan vit sigldu innaftur bleiv dúgliga práta um, hvussu góður hesin túrurin hevði verið henda vakra várdagin í apríl. byrja summarið hjá okkum Bo Grønt urtagarðurin Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Vælkomin á Hotel Norð Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68 Stórt úrval av baðirúmsmøblum Alt innan VVS