mikudagur 9. mai 2007síða 53
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2007
summarkapping
53
Vakstrarhúsið
Dáin
Um tú kemur av Streymoynni vestur í Vágar, so er vakstrarhúsið
Dáin tað fyrsta húsið í Sandavági, sum tú kemur til. Har hava tey at
kalla alt, sum er at fáa til urtagarðin. Í fjør hátíðarhelt vakstrarhúsið
sín 30 ára føðingardag, so Dáin hevur nógv ár á baki.
Eigarin av Dáanum sigur, at søla av blomstrum, trøðum, runnum og
slíkum heilt sikkurt er nakað, sum eigur summarinum til. Í Dáanum
byrja tey at planta og sáa í februar mánaði, so tá tað nærkast sumri
er klárt at selja blomstrini, trøðini, runnarnar og alt annað, sum
vakstrarhúsið hevur til sølu. Dáin selir eisini nógv av
summarblomstrum. Hesi blomstrini blóma yvir alt summarið.
Føroyingar eru byrjaðir at arbeiða meir í havanum, sigur hann.
Hann heldur, at man sær fleiri vakrar havar í landinum í dag, enn
man gjørdi fyri fáum árum síðani. At enda leggar hann afturat, at
fleiri føroyingar eisini fáa sær professionella hjálp at gera havan, og
hetta dámar honum væl, tí so vera fleiri snøggir havar her á landi.
Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
Vit taka okkum m.a. av
• passmyndum
• digitalum myndum
• allari myndaviðgerð
• sølu av digitalum myndatólum
• sølu av DVD video upptøkutólum
Troyggjur
Heilar og opnar