mikudagur 9. mai 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2007
54
summarkapping
Stubbin
Stubbin byrjaði sítt virksemi í Kvívík fyri tveimum árum síðani.
Plássið var tó ikki av tí besta í hølunum í Kvívík, og tí flutti Stubbin
til Vestmanna fyri einum ári síðani. Plássið í nýggju hølunum er
nógv betri, og á henda hátt hava tey eisini størri úrval á goymslu.
Stubbin selur mest bátar, bátaútgerð, kampingvognar og tílíkt, og
tað eru Kári Hansen, Ann Wilhelmsdóttir og Remy Hansen, sum
arbeiða í fyritøkuni.
Ann Wilhelmsdóttir sigur, at tey hava úr at gera hjá Stubbanum.
- Ja, her er ov mikið at gera. Vit hava rættiliga nógv at gera alt
árið, men um summarið er til tíðir ov nógv at gera, so tað kann vera
krevjandi.
Hon sigur eisini, at alt fleiri føroyingar keypa kampingvognar.
- Kampingvinnan vindur rættiliga uppá seg í Føroyum. Tað eru alt
fleiri, sum keypa kampingvognar, og tey flestu velja at nýta hesar
her á landi. Tað vera tó fleiri og fleiri, sum velja at fara uttanlanda
við kampingvogni, sigur Ann.
Stubbin selur tó ikki bara bátar, bátaútgerð og kampingvognar.
Tey hava eisini vátdraktir, útgerð til vatnítrótt, sleipikrókar,
viðfestisvognar og annað. Tey hava snøgt sagt at kalla alt, sum hevur
við bátar og kampingvognar at gera.
á Hotel Avenue í Keypmannahavn
Fríggjadag til mánadag (3 nætur)
Íroknað prísin er:
• Flogferð Vágar – Keypmannahavn og aftur við øllum avgjøldum
• 3 nætur á Hotel Avenue í dupultkamari við morgunmati
P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn •
Tel. 34 00 00 •
Fax 34 00 11 • booking@ff.fo
Vikuskiftistilboð
kr. 4.340,-
fyri hvønn
AVSLÁTTUR I
MAI KR. 400,-
Telefon 47 81 70
NilaN:
Ventilatións
verk við
innbygdari
hitapumpu
Tryggjar goTT iNNiklima Við aT:
• Tryggja støðuga útskifting av luftini
• Hita frísku luftina, sum verður blást inn
• Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarka ovurviðkvæmið
Verður uppsett av góðkendum montøri
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo