hósdagur 10. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 89 - 10. mai 2007
Talan var um ein boomerang av rang, tá Sambands
flokkurin í gjár gjørdi av, at Kaj Leo Johannesen,
floksformaður skuldi taka við sum fíggjarmálaráðharri
eftir Bárð Nielsen. Sum vit umrøddu her í oddagrein
ini í gjár, so hevði Kaj Leo bestu kortini á hondini at
gerast landsstýrismaður, men vit gjørdu kortini vart
við, at hetta fór at kosta Sambandsflokkinum ein
tingmann.
Men hetta hava Kaj Leo Johannesen og floksfelagar
hansara eftir øllum at døma ikki hugsað um. Tað
vórðu býráðslimir Sambandsfloksins í Havn, Beate
L. Samuelsen og Høgni Mikkelsen, sum saman við
Kaj Leo Johannesen kravdu Heðin Mortensen úr
Sambandsflokkinum, eftir at hann sambært teimum
hevði svikið eina avtalu við Fólkaflokkin um, at
Fólkaflokkurin skuldi varðveita borgarstjórasessin í
Havn, heldur enn at Sambandsflokkurin aftur fekk
sessin.
Alt hetta endaði við, at Heðin Mortensen varð koyrd
ur úr Sambandsflokkinum. Restina av søguni kenna
vit men hana átti formaður Sambandsfloksins
eisini at kent – tí tykist tað sera ørkymlandi, at hann
sum ketta úr høvdatrog seinnapartin í gjár viðgongur
hendan trupulleikan – og enn verri ábendingar eru
tað um politiskt tev og politiskt handalag, tá hann
leggur trupulleikarnar upp í hendurnar á Jóannesi
Eidesgaard, løgmanni.
Hurluvasin í Sambandsflokkinum í Havn er ein
innanhýsis trupulleiki, sum løgmaður hvørki eigur
lut ella deil í. Vil Sambandsflokkurin ikki missa ein
tingsess – og tað skulu vit ikki siga hann ringan fyri,
so er bara at seta onkran annan í Fíggjarmálaráðið,
enn júst ein tingmann úr Suðurstreymoy. Hetta áttu
tey at havt hugsað um longu í gjáramorgnunin!
Við Bárði Nielsen hevur Sambandsflokkurin mist
nógv. Men um Kaj Leo Johannesen nú ger málið um
Heðin Mortensen til samgongumál – ella setir løg
manni og samgonguni ultimatum hesum viðvíkjandi,
so er tað byrjanin til endan á hansara politisku karri
eru.
Sambandsflokkurin má tí broyta avgerðina um, at
Kaj Leo Johannesen verður landsstýrismaður. Av
tingmanningini eru tað bara Marjus Dam og Olav
Enomoto, sum kunnu taka við sessinum.
Avgerðin hjá Bárði Nielsen gav Sambandsflokkinum
ein trupulleika. Men loysnin hjá Kaj Leo Johannesen
og hansara fólki var til greiðan dumpikarakter.
Sosialurin
Kaj Leo dumpaði
longu fyrsta dagin
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað kann ikki koma upp
á tal, at 16 tilvildarligir
tinglimir sleppa at koll
velta føroysku valdømis
skipanina beint undan ein
um løgtingsvali.
Uttan at fara í smálutir við
tí, sum ein kann meina um
føroysku valskipaninna, so
má eg harmast um, at løg
tingsformaðurin í allari sín
ar tygn ikki longur hevur
samband við okkum, sum
dagliga húsast úti í valdømu
num kring um í Føroyum.
At
høvuðsstaðarmiðil
hevur hegni til at fáa eina
góða yvirskrift, kann eingin
taka sær nær men føroysk
ur politikkur kann tó ikki
gerast reinur sjónleikur.
Samgongan ræður
Undir
øllum
umstøðum
verður tað ikki andstøðan,
sum kemur at leggja eitt
slíkt mál fram, og sambært
spurnarrundini hjá høvuðs
staðarmiðlinum eru einans
níggju av 21 samgongulim
um fyri at gera Føroyar til
eitt valdømi.
Tað kemur ikki upp á tal,
at eitt slík uppskot verður
samtykt í tinginum, uttan at
samgongan fyrst er samd
um at bera málið niðan í
tingið.
At Edmund Joensen er
heitur talsmaður fyri upp
skotinum er ikki so løgið, tí
hann er einasti føroyski løg
maðurin, sum bleiv koppað
ur av sínum egna veljara
felag.
Leita vit so her norður til
Karsten Hansen so er hann
einasti norðoyatingmaðurin,
sum vil avtaka umboðan
norðoyinga á tingi.
Hetta sigur okkum nokk
so nógv um, hvørjar møgu
leikar norðoyatingmaðurin
metir seg sjálvan hava at
verða afturvaldur, nú hann
so bráddliga gjørdist Jenisar
maður.
Fólkið eigur at tala
Skulu Norðoyggjar avtakast
sum eitt valdømi, so eigur
tað at verða gjørt, um fólk
ið, sum her býr vil tað.
Minsta kravið er, at
politikkarar ella flokkar
taka hetta evnið við í val
skránna til eitt komandi løg
tingsval. So kunnu veljarar
stuðla teimum, sum eru fyri
ella ímóti.
Tað kann ikki vera rætt,
at fólkið als ikki sleppur at
siga sína hugsan í einum so
tíðandi málið, sum okkara
valskipan jú er.
Politikkur eigur ongantíð
at gerast sjónleikur men
fyri tað skulu fjølmiðlarnir
hava loyvi til framhaldandi
at fáa skemtiligar søgur
burtur úr skiftandi meining
unum hjá politikarunum.
Havi í dag fingið innlit sum
biðið varð um 26. apríl
2007 frá havnarmeistara
Jónsvein Lamhauge, sum
undirritaði við áhuga nú
nærlesur.
Sum skilst hevur Tórs
havnar kommuna og Tórs
havnar havn umrøtt aðrar
geografiskar møguleikar til
tað virksemi, sum nú er
tilætlað Signabø.
Hvørjir aðrir møguleikar
eru umrøddir?
Vil heita á Tórshavnar
kommunu um at fáa innlit í
kostnaðin av havnarøkinum
eystan fyri eystara gamla
molan í Tórshavnar Havn.
Íroknað spreinging og flutn
ing av mió. av tonsum av
gróti frá innanvert á Glyvurs
nesi, til brimbarda Skansa
tangan.
Av tí at Ólavur Hovsgarð,
fyrrverandi
skipari
á
Norrønu,
í
SvF
sigur
Norrønu ikki hava maskin
orku til vanlig ring veðurlík
indi í Tórshavnar Havn, so
heiti eg á Tórshavnar komm
unu og Tórshavnar Havn
um at handa mær úrsliti av
kanningum sum veita trygd
fyri at leggjast kann at á
Signabø, tá líkindi ikki eru
til tað í Havn. Vit skulu
minnast til, at fjallarøðin í
Streymoy er brotin av Koll
fjarðardali, so opið er í
Vestmannasund. So har eru
hvirlur og kastivindar úr øll
um ættum.
Meðan Poul Michelsen er
borgmeistari og Heðin Mort
ensen býráðslimur, fái eg at
vita frá Heðini Mortensen,
at fyrsta byggistigið av
havnarøkinum á Skansa
tanga fer í gongd uttan við
tøku av Tórshavnar býráð.
Vil fegin hava at vita nær
arbeiðið fer í gongd, og
útskrivt við dagfesting um
viðtøku í Tórshavnar bý
ráð.
Til hvat er havnarlagið,
millum fólk kallað Nyhavn,
upprunaliga ætlað til?
Hví eru byggistigini út á
fjørð slept? Orsøkin má
hava áhuga, tí nyttuvirði av
tí sum er gjørt, er nógv fall
ið í virði, nú ætlanin ikki
verður fullførd.
Tað undraði meg stórliga
í
borgmeistaratíðini
hjá
Poul Michelsen, at ætlanin
at byggja flogvøll á Glyv
ursnesi ikki varð tengd at
farmaflutningshavn innan
vert á Glyvursnesi.
Hvat hevur arbeiði við
ætlanum um flogvøll á
Glyvursnesi kostað Tórs
havnar kommunu?
Hvat hava veðurkanningar
undir skiftandi borgmeistar
um um flogvøll á Glyvurs
nesi kostað?
Sambært innliti frá Tórs
havnar Havn eru tað koll
firðingar undir leiðslu av
Hans Jacob Hansen sum
hava gjørt seg inn á Signabø,
heilt inn á Ósabakka.
Annars
hevur
Høgni
Johansen rætt í kjaki við
Heðin Mortensen í SvF.
Ikki fyrrenn í jan. 2005
vendir Tórshavnar havn sær
til friðingarnevndina um
kaikant, men longu í februar
2005 koma teir við ískoyti
til útfylling á Oyrareingjum.
Nú er projektið á einum
heilt øðrum støði, enn tá
kollfirðingar fingu grót úr
Vágatunnlinum at seta “lætt
an” ídna á.
Hóast kunnandi fund í
Kollafirði fyri tveimum
árum síðan, so liggur veru
leikin so langt frá tí upp
runaliga, at tað er væl skilj
andi at kollfirðingar nú
vakna sum við kaldan
dreym.
ois@petersen.mail.dk
Skal politikkur nú vera sjónleikur
Formaður í Norðoya
Sambandsfelag
JoHN WILLIAM
JoENSEN
Innlit í Tórshavnar Havn og flotvøllin á Glyvursnesi
ÓLAvUR
PEtERSEN