Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 13 viðmerkingar Førdi politikkurin í 80´unum kollsigldi landið. Vit eru væl á veg at gera tað sama í dag, um vit ikki steðga á og fara at reka ein rationellan politikk, har miðstaðarøkið verður styrkt heldur enn at verða gjørt veikari. Ágangurin á miðstaðarøkið er alsamt vaksandi, og sýn­ ist tað sum, at Havnin ong­ an góðan eigur. Í 80’unum kallaðist tað bygdamenning. Í dag hevur “rættvísis­brand­ urin” fingið annað navn; nevniliga útjaðaramenning. Landsstýrismaðurin við inn­ lendismálum amputeraði Strandferðsluna fyri vikum síðani fyri at leggja hana í Suðuroy, og eingin gretti eitt orð um tað. Tað líkist ongum. Hvussu kann sam­ gongan góðtaka, at ein lands­stýrismaðurin sigur starvsfólkunum úr starvi á Strandferðsluni, fyri at geva øðrum starvið uttan nakra haldgóða grundgeving? Samstundis virkar hann beint ímóti samgongu­skjali­ num, har tað klárt stendur, at samgongan vil kanna møguleikan fyri at nýggir stovnar verða lagdir út um landið, og ikki eitt orð um, at man vil flyta verandi stovn­ar. Mær vitandi er Strand­ferðslan ikki ein nýggjur stovnur. Loyva vit hesum, er ikki ilt at ímynda sær, hvat næsti leikur verð­ ur. Tí har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Hugs­andi er, at aðrir lands­ stýrismenn fara at reka sama lokalpolitik fyri al­mennar pengar og tveita ráð og stovnar út um alt land­ið, alt eftir hvar lands­ stýrismaðurin hevur sínar veljarar. Sostatt kunnu ráð og stovnar flyta rundt í landinum, hvørja ferð nýgg­ ir landstyrismenn koma til. Tað verður ein skrúva uttan enda. Vit hava sanniliga annað at brúka skattgjaldarans pen­ing til. Tað má verða upp­gávan hjá teimum, ið varða av teimum ymsu ráðu­ num og stovnunum at skipa hesi so væl, rationelt og brúk­aravinarligt sum gjør­ ligt og at skapa eitt so gott og trygt arbeiðsum­hvørvi hjá starvsfólkunum sum til ber. Ein afturvendandi trupul­leiki er stóra útskift­ ingin av starvsfólkum á al­mennu stovnunum, sum eftir fá ár í umsitingini leita sær út á privata arbeiðs­ mark­naðin. Einki løgið í tí, tá stovnarnir eru fyri áhald­ andi bygnaðarbroyt­ingum og flytan av stovnum út um landið. Eitt gott dømi um hetta er Toll- og Skatt, sum í løtuni liggur í andaleypi m. a. av somu orsøk. Nú landið seinastu árini hevur havt stóra búskapar­ liga framgongd, sýnist tað sum euforiin hevur tikið yvirhond, og at alt letur seg gera. Tað er sjálvandi lætt at hoppa upp á vognin og lova í eyst og vest. Men vit mugu ikki gloyma, at frum­ inntøkurnar hjá landinum stórt sæð einans stava frá fiskivinnuni og blokkstuðli­ num. Trupulleikin við hes­ um er, at fiskurin hevur stert og svimur haðar hann vil, meðan allir flokkar á tingi uttan ein, nú alment hava sagt seg vilja sleppa av við blokkin. Orsakað av lítlu støddini, Føroyar nú einaferð hava, krevst meiri av okkum at reka samfelagið so rationelt sum gjørligt. Ein nátturlig avleiðing er, at vit mugu miðja ímóti at miðsavna heldur enn at spjaða almennu stovnarnar, har vit fáa ein fyrimun av hesum. Eitt sterkt miðstaðarøki er ein fortreyt fyri búskap­ arvøkstri og øktari vælferð fyri útjaðaran og alt sam­ felagið. Fyri at draga okkara útbúnu fólk heim aftur eftir lokna útbúgving, er neyðugt at kunna bjóða áhugaverd arbeiðspláss í miðstaðar­øki­ num. Tað er ein sannroynd, at fólk helst leita sær til mið­ staðarøkini, har virksemið og útboðið av frítíðarvirk­ semi er stórt. Vit skulu minn­ast til, at vit kappast við aðrar stórbýir í Evropa um arbeiðsmegina. Dagsins førdi politikkur virkar at hava sum endamál, at íbúgvarnir á bygd skulu hava somu tilboð og eins góð­ar tænastur sum fólk í miðstaðarøkinum. Hesin poli­tikkur kann bara enda galið. Vit mugu ásanna, at tað ber ikki til uttan ovur­ honds stóran kostnað sum fylgi. Hví kunnu vit ikki lata fólk sjálvi ráða fyri, hvar tey vilja búleikast og góðtaka fylgjurnar av hes­ um vali. Um ein velur at búgva á bygd, er tað kanska júst fyri at hava ein jarðar­ teig, kríatúr og fyri at sleppa undan stórbýarresinum, með­an miðstaðarbúgvin dám­ar “stórbýarlívið”, og tað sum hartil hoyrir. Velur tú at búgva í útjaðaranum, so kann ein ikki vænta at hava somu møguleikar sum í miðstaðarøkinum, eins og miðstaðarbúgvin ikki kann vænta somu fyrimunir sum tann, ið býr á bygd. Fyri at sleppa undan hes­ um ódámliga ráki, ið kallast útjaðaramenning og sum í evsta føri kann forkoma bæði miðstaði og útjaðara, er neyðugt at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Tá fáa vit kanska skúgvað lokalu áhugamálini nakað til viks, har atgongumerkið inn um tinggáttina ofta eru lyftir um bátahylar, tunnlar og onkrar hissini vegastubbar. Nú ljóðar sum at best er at avtofta bygdirnar, men tað var ikki hugsanin. Men tað skal bara vera skil í gal­ skapinum. Hektisku og febrilsku kolo­niserings-tiltøkini úr Íslandi hava nú vart í meira enn sjey ár. Longu tá proklameradu ovur­hug­ aðir íslendskir handils­ dreingir í samrøðu við Sosialin, at teir vóru av­­ gjørt ikki í Føroyum fyri okkara skyld; – teir vóru bara í Føroyum fyri pro­ fittin skyld. Teir ætlaðu at tjena pengar í Føroyum. Tað var púra greið tala, og bert fáur átti at undrast á tað. Men seinni hava bæði føroyskir og íslendskir ørindasveinar roynt at skeikla henda einfalda reali­tetin við at fortelja ljósa­reyð ævintýr um, at hesir fíggjarligu imperial­ istar eru í Føroyum fyri at ”hjálpa” okkum! Hvussu hevur nú ís­lendska ”hjálpin” roynst okkum.? – Ja, fyribils hava naivir føroyingar ver­ ið forfardir eygleiðarar til eina ta (procentvís) størstu nationalu europeisku av­ reið­ingina av bæði vinnu- potentiali og ar­beiðs­pláss­ um til grót­harð­ar íslendsk­ ar kapital-interessur. Og í næstan hvørjum einstøkum føri hava føroyingar mist bæði umsetning, arbeiðs­ pláss og service-niveau. Seinasta íslendska kvett-royndin var í síðstu viku, har vit hoyrdu, at teir høvdu roynt at trokað seg inn í eina lítla, men effektiva fyritøku í Hós­ vík. Hetta var eitt luskut tiltak, sum setti tær lúnsku íslendsku handils-metod­ ur­nar í sjónskt relieff. Tí­betur eydnaðist hesi sol­ ventu fyritøku at lofta sær, men tað kravdi kapital. Tað er ikki vist, at tann næsta fyritøkan, sum ís­lendskir spekulantar fáa eyga á, orkar at útvega tann neyðuga kapital, sum krevst fyri at vísa slíkum fíggjarligum álopum aft­ ur. Vit eiga øll at ynskja hósvíkingum tillukku við sigrinum. Ússaligt var at síggja, hvussu tveir sperdir íslendingar royndu at møsna afturímóti. Teir kundu ikki við einum orði, hóast teir brúktu nógv blað­pláss, vísa nøkrum aftur, sum Thor-menn høvdu skrivað. Íslending­ arnir vavdu seg inn í irrelevant uttanumtos. Tí teir høvdu einki sakligt argu­ment at verja seg við. Skulu vit bara sita hendur í favn? Ætla løgtingsmenn bara at hyggja at, meðan fremm­ andur kapitalur otar seg inn í hvørja føroyska fyri­ tøku, sum er fíggjarliga interessant. Hetta hevði aldri gingið, um Atli Dam, Petur Mohr Dam, Hákun Djurhuus ella Kristian Djurhuus høvdu verið løgmenn. Hetta er beinleiðis at máa grundarlagið undan tí spinkla føroyska vinnu­lívi­ num, sum aldri hevur og aldri kemur at kunna eksi­ stera í heilt fríari kapping. Íslendingar sjálvir kenna sítt mark og eru av­gjørt ikki liberalir. Teir eru millum teir harðastu protektionistar í Europa, og teir hava tað mest subsidieraða vinnulívið um okkara leiðir. Teir hava erkent, at teir aldri høvdu klárað seg í heilt fríari internationalari kapping. – hví skulu vit so skjóta okk­um í fótin við at ”spæla” býttdjarvir og ovur­kátir liberalistar? Men tann størsti sorgar­ leikurin er at síggja, hvussu nógvir av okkara landsmonnum renna ørind­ ir fyri íslendingar og eru við til at beina fyri okkara lívsgrundarlagi. Tað kann ikki nóg ofta takast upp­ aftur, at hesir íslendsku sam­bandsmenn eru líka so farligir í dag, sum teir norsku sambandsmenn, ið runnu ódámlig ørindi fyri Norra og norskar inte­ ressur í tretivunum. Føroyskir nationalistar hava aloftast leitað sær til útlendska boppu. – Antin teir nú hava verið norskir, russiskir ella sum nú ís­lendskir sambandsmenn. Tað er upp á tíðina, at gekka­skorturin verður skræddur av tí ódámliga loysingarliðinum, sum ”ræð­ist” alt danskt, men krýp­­ur fyri og letur seg eirinda­­leyst kúga av út­lendsk­um valdi. Tað er bæði láturligur og harmiligur symbolikkur í, at íslendska sendivaldið gav Pouli Mohr, konsli og stjóra eitt boksl í skilnaðar­ gávu fyri sítt arbeiði sum íslendskur ørindasveinur í Føroyum. Íslendingar eru ikki í iva um, at teir full­ komuliga hava tamarhaldið á slíkum stjóra. Ósmakligi fíggjarligi ágangurin úr Íslandi Virgar T. Dalsgaard Í morgunlestrunum í farnu viku fær Marjun Bæk prest­ ur tað til, at hesir báðir eru ikki heilt álítandi í frá­søgn­ um sínum. Hetta er ikki fyrstu ferð at Marjun Bæk ger seg inn á skriftirnar. Ilt er at síggja, hvat tað er fyri ósamsvar, hon finnur í Ápostlasøguni 15 og í Galatia­brævinum 2. Í báð­ um førum eru Pætur ápostul og Jákup, hálvbeiggi Jesus­ ar, samdir við Paulus um, at ikki mátti leggjast ok á teir heidningarnar, sum høvdu tikið við trúgv, til at teir máttu verða umskornir og halda lógina. Fyri hesum máttu teir, sum høvdu tað sjónarmiðið, og sum Paulus kallar falskar brøður, boyggja seg. Lukas er ikki ein, sum bara blakar um seg við orð­ um, sum vit ikki kunnu taka fyri fult. Hygg bert í evan­ geliið hjá honum, kap. 1 versini 3-4. Viðvíkjandi Jónasar profetii hevur júst nú um dagarnar staðið grein í bløðunum um, hvat kendur norskur bíbliulærari sigur um hatta, ums. eftir John í Skemmuni. Har verður sagt, at tað er skeivt, tá ið sagt verður, at Jesus varð krossfestur fríggjadag, hann doyði mikudag, stóð har. Tað er altíð alvorligt at finnast at tí skrivaða orði­ num, innblást av Gudi og nyttuligt til lærdóm, sum skrivað stendur. Men tá ið hirðarnir fara at gera tað, er tað enn meiri alvorligt. Teir villeiða fylgið. Tað er ein kendsgerningur, at fólkið – mong - síggja upp til prest­ in, hann er jú tann lærdi, so hann man vita best, halda tey. Hetta leggur so mikið størri ábyrgd á prestarnar. Eitt er at teir “klóku” føra hetta fram, um at skriftirnar eru mannaorð, sum ikki kann lítast á, men at prest­ arnir, summir nú í Føroyum eisini, brúka prestaembætið til at sáa iva um orð Guds í hjørtuni, og teir verða ikki átalaðir fyri tað av teimum hægru mynduleikunum í kirkjuni, tað er hugstoytt. Kirkjan hevur lært skeivt upp í gjøgnum øldirnar, men tað hevur verið vart við, at soleiðis skiltu Luther og aðrir tað. Men hetta er nakað nýtt í Føroyum, at teir anngrípa skriftirnar og gera seg klókari enn baði Lukas og Jónas og aðrar. Nei, skriftin er øll innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, 2.Tim. 3,16. Vit kunnu trygt líta á skrift­irnar. Jesus sjálvur segði: “Skriftin vikast ikki.” Jóh. 10,35. Hevði hon verið mannaorð, sum vit kunnu lúka í eftir okkara høvdi, so var hon ikki brúkilig til nak­ að sum helst. Vinarliga við tøkk fyri upp­tøkuna. Styrkið miðstaðarøkið heldur enn útjagaran Hoyvík Hans Albert Hansen Lukas - høvundur ápostlasøgunar og Jónas profetur Richard Danielsen Gerið so væl, fái tykkum! Er støðan ikki tann, at með­ an føroyskir tíðindamenn skriva um ymsar longdir á flaggstengrum, so hava ís­lendskir imperialistar og føroyskir halleluja-kapital­ istar keypt sterkasta sam­ bandskortið burtur úr poli­ tikki? Rolf Guttesen