hósdagur 10. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2007
13
viðmerkingar
Førdi
politikkurin
í
80´unum kollsigldi landið.
Vit eru væl á veg at gera
tað sama í dag, um vit ikki
steðga á og fara at reka
ein rationellan politikk,
har miðstaðarøkið verður
styrkt heldur enn at verða
gjørt veikari.
Ágangurin á miðstaðarøkið
er alsamt vaksandi, og sýn
ist tað sum, at Havnin ong
an góðan eigur. Í 80’unum
kallaðist tað bygdamenning.
Í dag hevur “rættvísisbrand
urin” fingið annað navn;
nevniliga útjaðaramenning.
Landsstýrismaðurin við inn
lendismálum
amputeraði
Strandferðsluna fyri vikum
síðani fyri at leggja hana í
Suðuroy, og eingin gretti
eitt orð um tað. Tað líkist
ongum. Hvussu kann sam
gongan góðtaka, at ein
landsstýrismaðurin
sigur
starvsfólkunum úr starvi á
Strandferðsluni, fyri at geva
øðrum starvið uttan nakra
haldgóða grundgeving?
Samstundis virkar hann
beint ímóti samgonguskjali
num, har tað klárt stendur,
at samgongan vil kanna
møguleikan fyri at nýggir
stovnar verða lagdir út um
landið, og ikki eitt orð um,
at man vil flyta verandi
stovnar. Mær vitandi er
Strandferðslan
ikki
ein
nýggjur stovnur. Loyva vit
hesum, er ikki ilt at ímynda
sær, hvat næsti leikur verð
ur. Tí har ein skriða er
lopin, er onnur væntandi.
Hugsandi er, at aðrir lands
stýrismenn fara at reka
sama
lokalpolitik
fyri
almennar pengar og tveita
ráð og stovnar út um alt
landið, alt eftir hvar lands
stýrismaðurin hevur sínar
veljarar. Sostatt kunnu ráð
og stovnar flyta rundt í
landinum, hvørja ferð nýgg
ir landstyrismenn koma til.
Tað verður ein skrúva uttan
enda.
Vit hava sanniliga annað
at brúka skattgjaldarans
pening til. Tað má verða
uppgávan hjá teimum, ið
varða av teimum ymsu ráðu
num og stovnunum at skipa
hesi so væl, rationelt og
brúkaravinarligt sum gjør
ligt og at skapa eitt so gott
og trygt arbeiðsumhvørvi
hjá starvsfólkunum sum til
ber.
Ein
afturvendandi
trupulleiki er stóra útskift
ingin av starvsfólkum á
almennu stovnunum, sum
eftir fá ár í umsitingini leita
sær út á privata arbeiðs
marknaðin. Einki løgið í tí,
tá stovnarnir eru fyri áhald
andi bygnaðarbroytingum
og flytan av stovnum út um
landið. Eitt gott dømi um
hetta er Toll og Skatt, sum
í løtuni liggur í andaleypi
m. a. av somu orsøk.
Nú landið seinastu árini
hevur havt stóra búskapar
liga framgongd, sýnist tað
sum euforiin hevur tikið
yvirhond, og at alt letur seg
gera. Tað er sjálvandi lætt
at hoppa upp á vognin og
lova í eyst og vest. Men vit
mugu ikki gloyma, at frum
inntøkurnar hjá landinum
stórt sæð einans stava frá
fiskivinnuni og blokkstuðli
num. Trupulleikin við hes
um er, at fiskurin hevur
stert og svimur haðar hann
vil, meðan allir flokkar á
tingi uttan ein, nú alment
hava sagt seg vilja sleppa
av við blokkin. Orsakað av
lítlu støddini, Føroyar nú
einaferð hava, krevst meiri
av okkum at reka samfelagið
so rationelt sum gjørligt.
Ein nátturlig avleiðing er,
at vit mugu miðja ímóti at
miðsavna heldur enn at
spjaða almennu stovnarnar,
har vit fáa ein fyrimun av
hesum.
Eitt sterkt miðstaðarøki
er ein fortreyt fyri búskap
arvøkstri og øktari vælferð
fyri útjaðaran og alt sam
felagið. Fyri at draga okkara
útbúnu fólk heim aftur eftir
lokna útbúgving, er neyðugt
at kunna bjóða áhugaverd
arbeiðspláss í miðstaðarøki
num. Tað er ein sannroynd,
at fólk helst leita sær til mið
staðarøkini, har virksemið
og útboðið av frítíðarvirk
semi er stórt. Vit skulu
minnast til, at vit kappast
við aðrar stórbýir í Evropa
um arbeiðsmegina.
Dagsins førdi politikkur
virkar at hava sum endamál,
at íbúgvarnir á bygd skulu
hava somu tilboð og eins
góðar tænastur sum fólk í
miðstaðarøkinum.
Hesin
politikkur kann bara enda
galið. Vit mugu ásanna, at
tað ber ikki til uttan ovur
honds stóran kostnað sum
fylgi. Hví kunnu vit ikki
lata fólk sjálvi ráða fyri,
hvar tey vilja búleikast og
góðtaka fylgjurnar av hes
um vali. Um ein velur at
búgva á bygd, er tað kanska
júst fyri at hava ein jarðar
teig, kríatúr og fyri at sleppa
undan
stórbýarresinum,
meðan
miðstaðarbúgvin
dámar “stórbýarlívið”, og
tað sum hartil hoyrir. Velur
tú at búgva í útjaðaranum,
so kann ein ikki vænta at
hava somu møguleikar sum
í miðstaðarøkinum, eins og
miðstaðarbúgvin ikki kann
vænta somu fyrimunir sum
tann, ið býr á bygd.
Fyri at sleppa undan hes
um ódámliga ráki, ið kallast
útjaðaramenning og sum í
evsta føri kann forkoma
bæði miðstaði og útjaðara,
er neyðugt at skipa Føroyar
sum eitt valdømi. Tá fáa vit
kanska
skúgvað
lokalu
áhugamálini nakað til viks,
har atgongumerkið inn um
tinggáttina ofta eru lyftir
um bátahylar, tunnlar og
onkrar hissini vegastubbar.
Nú ljóðar sum at best er
at avtofta bygdirnar, men
tað var ikki hugsanin. Men
tað skal bara vera skil í gal
skapinum.
Hektisku
og
febrilsku
koloniseringstiltøkini úr
Íslandi hava nú vart í
meira enn sjey ár. Longu
tá proklameradu ovurhug
aðir íslendskir handils
dreingir í samrøðu við
Sosialin, at teir vóru av
gjørt ikki í Føroyum fyri
okkara skyld; – teir vóru
bara í Føroyum fyri pro
fittin skyld. Teir ætlaðu at
tjena pengar í Føroyum.
Tað var púra greið tala, og
bert fáur átti at undrast á
tað.
Men seinni hava bæði
føroyskir og íslendskir
ørindasveinar
roynt
at
skeikla henda einfalda
realitetin við at fortelja
ljósareyð ævintýr um, at
hesir fíggjarligu imperial
istar eru í Føroyum fyri at
”hjálpa” okkum!
Hvussu
hevur
nú
íslendska ”hjálpin” roynst
okkum.? – Ja, fyribils
hava naivir føroyingar ver
ið forfardir eygleiðarar til
eina ta (procentvís) størstu
nationalu europeisku av
reiðingina av bæði vinnu
potentiali og arbeiðspláss
um til grótharðar íslendsk
ar kapitalinteressur. Og í
næstan hvørjum einstøkum
føri hava føroyingar mist
bæði umsetning, arbeiðs
pláss og serviceniveau.
Seinasta
íslendska
kvettroyndin var í síðstu
viku, har vit hoyrdu, at
teir høvdu roynt at trokað
seg inn í eina lítla, men
effektiva fyritøku í Hós
vík. Hetta var eitt luskut
tiltak, sum setti tær lúnsku
íslendsku handilsmetod
urnar í sjónskt relieff.
Tíbetur eydnaðist hesi sol
ventu fyritøku at lofta sær,
men tað kravdi kapital.
Tað er ikki vist, at tann
næsta
fyritøkan,
sum
íslendskir spekulantar fáa
eyga á, orkar at útvega
tann neyðuga kapital, sum
krevst fyri at vísa slíkum
fíggjarligum álopum aft
ur.
Vit eiga øll at ynskja
hósvíkingum tillukku við
sigrinum. Ússaligt var at
síggja, hvussu tveir sperdir
íslendingar
royndu
at
møsna afturímóti. Teir
kundu ikki við einum orði,
hóast teir brúktu nógv
blaðpláss, vísa nøkrum
aftur,
sum
Thormenn
høvdu skrivað. Íslending
arnir vavdu seg inn í
irrelevant uttanumtos. Tí
teir høvdu einki sakligt
argument at verja seg við.
Skulu vit bara sita
hendur í favn?
Ætla løgtingsmenn bara at
hyggja at, meðan fremm
andur kapitalur otar seg
inn í hvørja føroyska fyri
tøku, sum er fíggjarliga
interessant.
Hetta hevði aldri gingið,
um Atli Dam, Petur Mohr
Dam, Hákun Djurhuus
ella Kristian Djurhuus
høvdu
verið
løgmenn.
Hetta er beinleiðis at máa
grundarlagið
undan
tí
spinkla føroyska vinnulívi
num, sum aldri hevur og
aldri kemur at kunna eksi
stera í heilt fríari kapping.
Íslendingar
sjálvir
kenna sítt mark og eru
avgjørt ikki liberalir. Teir
eru millum teir harðastu
protektionistar í Europa,
og teir hava tað mest
subsidieraða
vinnulívið
um okkara leiðir. Teir hava
erkent, at teir aldri høvdu
klárað seg í heilt fríari
internationalari kapping.
– hví skulu vit so skjóta
okkum í fótin við at
”spæla” býttdjarvir og
ovurkátir liberalistar?
Men tann størsti sorgar
leikurin
er
at
síggja,
hvussu nógvir av okkara
landsmonnum renna ørind
ir fyri íslendingar og eru
við til at beina fyri okkara
lívsgrundarlagi. Tað kann
ikki nóg ofta takast upp
aftur, at hesir íslendsku
sambandsmenn eru líka
so farligir í dag, sum teir
norsku sambandsmenn, ið
runnu ódámlig ørindi fyri
Norra og norskar inte
ressur í tretivunum.
Føroyskir nationalistar
hava aloftast leitað sær til
útlendska boppu. – Antin
teir nú hava verið norskir,
russiskir ella sum nú
íslendskir sambandsmenn.
Tað er upp á tíðina, at
gekkaskorturin
verður
skræddur av tí ódámliga
loysingarliðinum,
sum
”ræðist” alt danskt, men
krýpur fyri og letur seg
eirindaleyst
kúga
av
útlendskum valdi.
Tað er bæði láturligur
og harmiligur symbolikkur
í, at íslendska sendivaldið
gav Pouli Mohr, konsli og
stjóra eitt boksl í skilnaðar
gávu fyri sítt arbeiði sum
íslendskur ørindasveinur í
Føroyum. Íslendingar eru
ikki í iva um, at teir full
komuliga hava tamarhaldið
á slíkum stjóra.
Ósmakligi fíggjarligi
ágangurin úr Íslandi
Virgar T.
DalsgaarD
Í morgunlestrunum í farnu
viku fær Marjun Bæk prest
ur tað til, at hesir báðir eru
ikki heilt álítandi í frásøgn
um sínum. Hetta er ikki
fyrstu ferð at Marjun Bæk
ger seg inn á skriftirnar. Ilt
er at síggja, hvat tað er fyri
ósamsvar, hon finnur í
Ápostlasøguni 15 og í
Galatiabrævinum 2. Í báð
um førum eru Pætur ápostul
og Jákup, hálvbeiggi Jesus
ar, samdir við Paulus um, at
ikki mátti leggjast ok á teir
heidningarnar, sum høvdu
tikið við trúgv, til at teir
máttu verða umskornir og
halda lógina. Fyri hesum
máttu teir, sum høvdu tað
sjónarmiðið, og sum Paulus
kallar
falskar
brøður,
boyggja seg.
Lukas er ikki ein, sum
bara blakar um seg við orð
um, sum vit ikki kunnu taka
fyri fult. Hygg bert í evan
geliið hjá honum, kap. 1
versini 34. Viðvíkjandi
Jónasar profetii hevur júst
nú um dagarnar staðið grein
í bløðunum um, hvat kendur
norskur bíbliulærari sigur
um hatta, ums. eftir John í
Skemmuni.
Har
verður
sagt, at tað er skeivt, tá ið
sagt verður, at Jesus varð
krossfestur fríggjadag, hann
doyði mikudag, stóð har.
Tað er altíð alvorligt at
finnast at tí skrivaða orði
num, innblást av Gudi og
nyttuligt til lærdóm, sum
skrivað stendur. Men tá ið
hirðarnir fara at gera tað, er
tað enn meiri alvorligt. Teir
villeiða fylgið. Tað er ein
kendsgerningur, at fólkið –
mong síggja upp til prest
in, hann er jú tann lærdi, so
hann man vita best, halda
tey. Hetta leggur so mikið
størri ábyrgd á prestarnar.
Eitt er at teir “klóku” føra
hetta fram, um at skriftirnar
eru mannaorð, sum ikki
kann lítast á, men at prest
arnir, summir nú í Føroyum
eisini, brúka prestaembætið
til at sáa iva um orð Guds í
hjørtuni, og teir verða ikki
átalaðir fyri tað av teimum
hægru mynduleikunum í
kirkjuni, tað er hugstoytt.
Kirkjan hevur lært skeivt
upp í gjøgnum øldirnar,
men tað hevur verið vart
við, at soleiðis skiltu Luther
og aðrir tað. Men hetta er
nakað nýtt í Føroyum, at
teir anngrípa skriftirnar og
gera seg klókari enn baði
Lukas og Jónas og aðrar.
Nei, skriftin er øll innblást
av Gudi og er nyttulig til
lærdóm, 2.Tim. 3,16.
Vit kunnu trygt líta á
skriftirnar. Jesus sjálvur
segði: “Skriftin vikast ikki.”
Jóh. 10,35. Hevði hon verið
mannaorð, sum vit kunnu
lúka í eftir okkara høvdi, so
var hon ikki brúkilig til nak
að sum helst.
Vinarliga við tøkk fyri
upptøkuna.
Styrkið miðstaðarøkið heldur enn útjagaran
Hoyvík
Hans alberT
Hansen
Lukas - høvundur ápostlasøgunar
og Jónas profetur
ricHarD
Danielsen
Gerið so væl, fái tykkum!
Er støðan ikki tann, at með
an føroyskir tíðindamenn
skriva um ymsar longdir á
flaggstengrum, so hava
íslendskir imperialistar og
føroyskir hallelujakapital
istar keypt sterkasta sam
bandskortið burtur úr poli
tikki?
rolf
guTTesen