hósdagur 10. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 89 - 10. mai 2007
tíðindi
POLITIKKUR
Carl Jóhan Jensen
Reykjavík
Sum nevnt í undanfarnu grein er
íslendsk stjórnmálasøga tey sein
astu hálvfjers til trýss árini ólík
norðurlendskari í tí, at í Íslandi
var eingin stórur javnaðarflokkur
virkandi. Landslagið vinstrumegin
miðjuna var eitt satt jarðskjálvtaøki
politiskt, sprunga lá við sprungu
so langt sum eygað rakk og ímill
um sóust flokkarnir sum seilir av
mistrongari hugmyndafrøði.
Hugmyndin um at sameina all
an vinstraveingin í ein flokk ella
rørslu, sum evnaði at standa Sjálf
stæðisflokknum syftuna í val
undirtøku, hevur tó javnan verið
frammi og er ongantíð kólnað
burtur heilt, hóast striltið hevur
gingið at fáa hana í verk. Aftur og
aftur hava nýggir flokkar klovið
seg burtur úr teimum gomlum við
tí staðiliga endamáli at sameina
vinstraveingin.
Seinasti flokkur av hesum slag,
Þjóðvaki, kom fram í almenna
ljósmálan í 1994 við tí stevnumiði
at savna øll javnaðarsinnað í Ís
landi í ein flokk.
Eftir Altingsvalið í 1995 sleit
Sjálfstæðisflokkurinn stjórnarsam
starvið við Alþýðuflokkinn (sum
tá var hin alment viðurkendi javn
aðarflokkurin í Íslandi) og fór í
stjórnarsamgongu við Framsókn
arflokkinn. Sostatt vóru nú allir
flokkarnir á vinstraveinginum
komnir í andstøðu og skjótt fór
eitt orðaskifti í gongd um at fylkja
allan vinstraveingin á tingi undir
sama merki. Tað hevð óivað eisini
týdning í hesum viðfangi, at
vinstraflokkarnir á býráðsvalinum
í Reykjavík í 1994 kastaðu saman
við
Framsóknarflokkinn
og
gjørdu Rlistan, sum feldi meiri
lutan
í
Sjálfstæðisflokkurinn
hevði havt í mannaminni.
Hugurin at leggja saman var tó
ymiskur í flokkunum. Í Alþýðu
flokknum og Þjóðvaka, sum gingu
saman á Altingi, var semja um
sameingingina, men í hinum báð
um flokkunum vóru mong í iva.
Kvennalistinn ella kvinnulistin
var tann tíð tað var stovnaður við
tí fyri eyga at hann skuldi vera
eitt politiskt átak óheft av teirri
gomlu floksskipanini. Tað elvdi tí
til misnøgd innanveggja, at listin
nú skuldi neglast upp í eitt javn
aðarsamtak, og fleiri av teimum,
sum vóru ímóti sameining kvitt
aðu við listan.
Í Alþýðubandalaginu var mót
støðan upp aftur harðari. Flokkur
in gekk í tvíningum í spurninginum
um sameining. Semja fekst ikki
um fleiri avgerandi mál. Tey, sum
vóru ímóti sameining, hildu at
flokkurin fór at førka seg ov langt
til høgru, um hann legði saman
við Alþýðuflokkinn, sum á fleiri
økjum hevði ein øðrvísi politikk
enn Alþýðubandalagið, eitt nú var
hann meiri hugaður fyri NATO og
íslendskum limaskapi í ES. Ósemj
an førdi til, at tey sum vóru ímóti,
tóku seg úr Alþýðubandalaginu
og stovnaðu Vinstrigrøna flokk
in.
Samfylkingin
stillaði,
sum
nevnt fyrstu ferð upp til Altingsval
sum ein valsamgonga í 1999 og
fekk tá 26,8 prosent av atkvøðu
num. Í mai árið eftir var fylkingin
formliga stovnað sum flokkur og
Össur Skarphéðinsson varð valdur
til formann í flokkinum.
Nakrar mánaðir fyri Altingsvalið
í 2003 spurdust tey tíðindi, at
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, táver
andi borgarstjóri í Reykjavík bjóð
aði seg fram á listanum hjá Sam
fylkinguni í Reykjavíkar norðara
valdømi. Tíðindini komu óvart á
mangan. Ingibjörg Sólrún, ið var
ímyndin av Rlistasamstarvinum
og nógv umhildin sum borgar
stjóri, hevði eftir býráðsvalið árið
frammanundan fleiri ferðir boða
frá, at hon ikki ætlaði at stilla upp
til Altingsvalið. Nú kom hon sum
ketta upp úr høvdatrog og hóast
hon kom til tað seint upp í leikin,
legði hon kortini valstríðið undir
seg, vann fólkaansin og skuggaði
fyri formannin. Nú var tað hon
sum var forsætisráðharraevni hjá
flokkinum, hóast óvist var, antin
hon fór at vera vald ella ikki, tí
hon var í einum ivasessi á listanum
(í Íslandi er valskipanin øðrvísi
enn hjá okkum við tað at atkvøtt
verður fyri flokkum burturav. Val
evnini eru uppstillað í nummarrøð
og hvørt valevnið lukkast á ting
velst, ymiskt um atkvøðutalið hjá
flokkinum í viðkomandi valdømi
og ymiskt um, hvussu ovarlaga
valevnið er sett á listan).
Á valinum 10. mai 2003 fekk
Samfylkingin 31 prosent av
atkvøðunum, ein framgongd í
mun til valið í 1999 upp á góð 4
prosent. Úrslitið var tó lakari enn
mong høvdu væntað og vónað og
flokkurin var sitandi í andstøðu.
Í valskeiðnum, sum skjótt er á
enda, hava miklar rembingar verið
í Samfylkinguni. Á landsfundi
floksins í 2005 var stríðs, ikki at
siga krígsval um formanssessin
og í teirri handbrá mátti Össur
Skarphéðinsson lúta fyri Ingibjörg
Sólrúnu
Gísladóttir.
Kinkurin
sum kom í av floksformansvalinum
hevur verið drúgvur at fara úr
aftur. Ólag innanfloks og tvørrandi
álit hjá veljaranum á, at flokkurin
evnar tað sameiningarlutverk,
hann ætlaði sær sjálvum, hevur
havt við sær, at undirtøkan er
minkað. Í veljarakanningum stend
ur flokkinum til tap. Sambært
seinastu forsøgnum fer Sam
fylkingin at fáa umleið 20 prosent
av atkvøðunum og missir sostatt
útivið 10 prosent í mun til seinasta
Altingsval.
Stevnumiðini
Samfylkingin er sum sagt ein javn
aðarflokkur av tí endurnýggjaða
slagnum ikki óátøkur bretska
arbeiðaraflokkinum eftir ham
skifti í hálvfemsunum.
Javnaðarpolitikkurin hjá Sam
fylkinguni hevur ikki somu grund
í
sosialiskari
hugsan,
sum
íslendskur javnaðarpolitikkur fyrr
hevði, men hallar meira til liberal
sjónarmið um vinnufrælsi, frían
handil og vælferð.
Samanumtikið kann stevnuskrá
in hjá flokkinum lýsast soleiðis:
at fyritreytin fyri búskaparligari
menning og betri korum hjá fólki
Vælferð, javnaður og
Í triðju greinini í greinarøðini um
politisku støðuna í grannatjóðini fyri
vestan taka vit íslendska javnaðar
flokkin, Samfylkinguna til umrøðu.
Flokkurin hevur undanfarna valskeið
verið næststørsti flokkur á Altingi og
varð til sum ein valsamgonga upp undir
Altingsvalið í 1999. Men ikki fyrr enn í
mai í 2000 varð Samfylkingin formliga
stovnað sum flokkur. Samfylkingin er,
sum er, einasti flokkur í Íslandi, ið
hevur sett ESlimaskap á skránna. Val er
í Íslandi komandi leygardag