hósdagur 10. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2007
19
tíðindi
ES
sum heild er øðrumegin ein dygg
almenn vælferðar-, almannatrygd
ar- og útbúgvingarskipan og hin
vegin eitt vinnulív grundað á
handilsfrælsi, opnan marknað og
virkna luttøku í altjóða sam
starvi.
Valmanifest
Sum lið í valstríði sínum hevur
Samfylkingin sent út ein bókling
við heitinum Javnvág og fram
burður/Búskaparpolitikkur
við
ábyrgd (Jafnvægi og framfarir/
Ábyrg efnahagsstefna). Bókling
urin, sum Jón Sigurðsson hagfrøð
ingur og fyrrverandi stjóri í Norð
urlendska
fíggingarbankanum,
Tjóðbankastjóri og fíggjarmála
ráðharri, hevur ritstýrt, er ólíkur
øðrum valsstríðsritum, er meiri
sum ein greinagerð og kann sakt
ans lesast sum eitt slag av mani
festi, har politisku framtíðar
áherðslurnar hjá flokkinum eru
annar tráðurin.
Í bóklinginum verður búskapar
støðan í Íslandi lýst frá einum
atfinningarsomum
sjónarmiði.
Atfinningarnar eru serliga vendar
móti teirri búskaparstýring, sum
stjórnarsamgongan hevur staðið
fyri tey seinastu seks árini. Undir
lagið
fyri
atfinningunum
er
útígjøgn, at ES-limaskapur er tað
hald sum Ísland eigur at seta sær
til at tryggja búskaparligan støð
ugleika og vælferð.
Sambært bóklinginum hevur sit
andi stjórn ikki megnað at sam
skipa politikk sín í sambandi við
fíggjarviðurskiftini hjá tí almenna
og peningamál yvirhøvur. Úrslitið
er, at óstøðuleiki valdar í búskapi
num við øktari virðisminking
(inflation) og versnandi vakstrar
líkindum. Í mars 2001 valdi stjórn
in at áseta mark fyri virðismink
ingina (inflatiónina) og setti gang
virðið (kursin) á krónuni á flot.
Kortini hevur stjórnini ongantíð
eydnast at fáa bilbugt við virðis
minkingini, siga bóklingshøvund
arnir, tvørturímóti hava royndirnar
at tálma virðisminkingina við at
hækka grundrentuna hjá Tjóð
bankanum gjørt sítt til at halda
gangvirðið á krónuni høgum, sum
so aftur hevur elvt til hall á hand
ilsjavnanum.
Tey seinnu árini hevur ein inn
stoytur verið av útlendskari fígg
ing í íslendska kervið bæði orsak
að av íløgum í stórverkætlanir
(eitt nú Kárahnjúkabyrgingina),
men eisini til endurláns innan
lands. Hesin innstoyturin hevur
eisini trýst gangvirði á krónuni
upp.
Onnur viðurskifti, eitt nú at
útlendskir lánistovnar geva skulda
brøv út í íslendskum krónum,
hava virkað sama veg.
Undir slíkum umstøðum er
gangvirði hjá krónuni sum minsta
gjaldoyra á altjóðamarknaðinum
ridlut og viðbrekið fyri skiftingum
á fíggjarmarknaðum úti í heimi. Í
tíðarskeiðinum frá 2001 til 2006
hevur veruliga gangvirðið á krón
uni sveiggjað nógv og var í sein
asta ársfjórðingi í 2005 heili 42
prosent hægri enn í sama árs
fjórðingi í 2001.
Viðskiftakostnaðurin hjá ís
lendskum fyritøkum er nógv vaks
in orsakað av hesum og sveiggini
í gangvirðinum minka um íløgu
hugin hjá teimum.
Hóast
bóklingshøvundarnir
ásanna at verðandi gangvirðiskipan
(t.e. at krónan flýtur) kann fáast at
virka um onnur búskaparlig stýri
amboð verða brúkt við skili, er
niðurstøðan hjá teimum tó, at
áneyðir eru at umhugsa at skipa
gjaldmiðil og gangvirði øðrvísi í
Ísland, tí spurningurin er, sum teir
taka til, um krónan er nóg stór
fyri Ísland.
Við øðrum orðum eiga íslend
ingar gera búskap sín út til at upp
fylla tey krøv og treytir, sum sett
ar verða fyri at kunna taka evruna
upp sum løggildan gjaldmiðil.
Landbúnaður og studnings
tryggjaðir okursprísir
Í bóklinginum fær íslendski land
búnaðurin toyggi. Soleiðis sum
landbúnaðurin nú er skipaður,
skriva bóklingshøvundarnir, ger
vantandi kapping, almennur fram
leiðslustudningur, miðstýring av
framleiðslu og príslagi, høgur
tollur á innflutta búnaðarvøru og
innflutningsforðingar,
at
mat
vøruprísurin í Íslandi er uppi í
gjøgn.
Landbúnaðurin verður rikin
eftir einum avoldaðum heildarlagi,
ið tað almenna hevur tikið undir
sín verndarvong. Skipanin er ein
tíðarvilla og eigur tí at verða
broytt sum skjótast.
Sitandi stjórn hevur havt eitt
søguligt høvi, halda høvundarnir,
miðvíst at umskipað framleiðslu-
og søluviðurskiftini innan land
búnaðin. Undanfarin ár hevur
áhaldandi trot verið á arbeiðsmegi
í mongum vinnugreinum. Slíkar
umstøður áttu at gjørt tillaging til
nýggjar virkishættir munandi lætt
ari enn annars. Men stjórnin læt
henda møguleika gleppa sær av
hondum.
Við teimum royndum í huga
sum íslendingar hava havt av at
fríhandli og upplating av markn
aðum, eitt nú síðani ESB-sáttmál
in kom í gildi, meta høvundarnir,
at ES-limaskapur er greiðasta leið
in hjá íslendingum bróta seg út úr
hesi stirðnaðu landbúnaðarskipan,
sum fyrst og fremst verður rikin
til frama fyri fastgrógvin seráhuga
mál í samfelagnum.
Teir ásanna, at landbúnaðarpoli
tikkurin hjá ES ikki er lýtaleysur
sæddur í heimsbúskaparligum
ljósi, m.a. tí at hann í ov stóran
mun forðar innflutningi av búnað
arvøru
frá
menningarlondum,
men halda kortini at ES-lima
skapur hevði verið eitt stórt fram
stig fyri íslendskar brúkarar og
bøndur. Limaskapur hevði latið
nýggjar marknaðir upp og við tað
høvdu matvøruprísirnir lækkað
munavert, eins og teir gjørdu í
Svøríki og Finnlandi, tá ið hesi
lond gjørdust limir í ES í 1995.
ES: sannleikin, vegurin
og framtíðin
Sum sagt er undirlagið fyri bók
linginum Javnvág og framburður/
Búskaparpolitikkur við ábyrgd,
tað at Ísland eigur at stevna fram
ímóti ES-limaskapi og við evruni
sum løggildum gjaldmiðli.
Limaskapur
og
evru-tøka
høvdu, sambært bóklingshøvund
unum, ment samhandilin við
útlond, stimbra til meiri kapping,
gjørt nýtsluvørur bíligari, styrkt
umhvørvisverndina, styðja upp
undir tøknimenning og yvirhøvur
verið til bata fyri alt samfelagið
og vælferðina.
Men ikki bara tað.
Fyrireikingarnar til ES-lima
skap høvdu eisini, eftir teirra met
ing, í sjálvum sær kunnað kjølfest
íslendskan búskaparpolitikk og
tryggjað meiri støðugleika.
Íslendingar skulu á altingsval
nú leygardagin