Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 19 tíðindi ES sum heild er øðrumegin ein dygg almenn vælferðar-, almannatrygd- ar- og útbúgvingarskipan og hin- vegin eitt vinnulív grundað á handilsfrælsi, opnan marknað og virkna luttøku í altjóða sam- starvi. Valmanifest Sum lið í valstríði sínum hevur Samfylkingin sent út ein bókling við heitinum Javnvág og fram- burður/Búskaparpolitikkur við ábyrgd (Jafnvægi og framfarir/ Ábyrg efnahagsstefna). Bókling- urin, sum Jón Sigurðsson hagfrøð- ingur og fyrrverandi stjóri í Norð- urlendska fíggingarbankanum, Tjóðbankastjóri og fíggjarmála- ráðharri, hevur ritstýrt, er ólíkur øðrum valsstríðsritum, er meiri sum ein greinagerð og kann sakt- ans lesast sum eitt slag av mani- festi, har politisku framtíðar- áherðslurnar hjá flokkinum eru annar tráðurin. Í bóklinginum verður búskapar- støðan í Íslandi lýst frá einum atfinningarsomum sjónarmiði. Atfinningarnar eru serliga vendar móti teirri búskaparstýring, sum stjórnarsamgongan hevur staðið fyri tey seinastu seks árini. Undir- lagið fyri atfinningunum er útígjøgn, at ES-limaskapur er tað hald sum Ísland eigur at seta sær til at tryggja búskaparligan støð- ugleika og vælferð. Sambært bóklinginum hevur sit- andi stjórn ikki megnað at sam- skipa politikk sín í sambandi við fíggjarviðurskiftini hjá tí almenna og peningamál yvirhøvur. Úrslitið er, at óstøðuleiki valdar í búskapi- num við øktari virðisminking (inflation) og versnandi vakstrar- líkindum. Í mars 2001 valdi stjórn- in at áseta mark fyri virðismink- ingina (inflatiónina) og setti gang- virðið (kursin) á krónuni á flot. Kortini hevur stjórnini ongantíð eydnast at fáa bilbugt við virðis- minkingini, siga bóklingshøvund- arnir, tvørturímóti hava royndirnar at tálma virðisminkingina við at hækka grundrentuna hjá Tjóð- bankanum gjørt sítt til at halda gangvirðið á krónuni høgum, sum so aftur hevur elvt til hall á hand- ilsjavnanum. Tey seinnu árini hevur ein inn- stoytur verið av útlendskari fígg- ing í íslendska kervið bæði orsak- að av íløgum í stórverkætlanir (eitt nú Kárahnjúkabyrgingina), men eisini til endurláns innan- lands. Hesin innstoyturin hevur eisini trýst gangvirði á krónuni upp. Onnur viðurskifti, eitt nú at útlendskir lánistovnar geva skulda- brøv út í íslendskum krónum, hava virkað sama veg. Undir slíkum umstøðum er gangvirði hjá krónuni sum minsta gjaldoyra á altjóðamarknaðinum ridlut og viðbrekið fyri skiftingum á fíggjarmarknaðum úti í heimi. Í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2006 hevur veruliga gangvirðið á krón- uni sveiggjað nógv og var í sein- asta ársfjórðingi í 2005 heili 42 prosent hægri enn í sama árs- fjórðingi í 2001. Viðskiftakostnaðurin hjá ís- lendskum fyritøkum er nógv vaks- in orsakað av hesum og sveiggini í gangvirðinum minka um íløgu- hugin hjá teimum. Hóast bóklingshøvundarnir ásanna at verðandi gangvirðiskipan (t.e. at krónan flýtur) kann fáast at virka um onnur búskaparlig stýri- amboð verða brúkt við skili, er niðurstøðan hjá teimum tó, at áneyðir eru at umhugsa at skipa gjaldmiðil og gangvirði øðrvísi í Ísland, tí spurningurin er, sum teir taka til, um krónan er nóg stór fyri Ísland. Við øðrum orðum eiga íslend- ingar gera búskap sín út til at upp- fylla tey krøv og treytir, sum sett- ar verða fyri at kunna taka evruna upp sum løggildan gjaldmiðil. Landbúnaður og studnings­ tryggjaðir okursprísir Í bóklinginum fær íslendski land- búnaðurin toyggi. Soleiðis sum landbúnaðurin nú er skipaður, skriva bóklingshøvundarnir, ger vantandi kapping, almennur fram- leiðslustudningur, miðstýring av framleiðslu og príslagi, høgur tollur á innflutta búnaðarvøru og innflutningsforðingar, at mat- vøruprísurin í Íslandi er uppi í gjøgn. Landbúnaðurin verður rikin eftir einum avoldaðum heildarlagi, ið tað almenna hevur tikið undir sín verndarvong. Skipanin er ein tíðarvilla og eigur tí at verða broytt sum skjótast. Sitandi stjórn hevur havt eitt søguligt høvi, halda høvundarnir, miðvíst at umskipað framleiðslu- og søluviðurskiftini innan land- búnaðin. Undanfarin ár hevur áhaldandi trot verið á arbeiðsmegi í mongum vinnugreinum. Slíkar umstøður áttu at gjørt tillaging til nýggjar virkishættir munandi lætt- ari enn annars. Men stjórnin læt henda møguleika gleppa sær av hondum. Við teimum royndum í huga sum íslendingar hava havt av at fríhandli og upplating av markn- aðum, eitt nú síðani ESB-sáttmál- in kom í gildi, meta høvundarnir, at ES-limaskapur er greiðasta leið- in hjá íslendingum bróta seg út úr hesi stirðnaðu landbúnaðarskipan, sum fyrst og fremst verður rikin til frama fyri fastgrógvin seráhuga- mál í samfelagnum. Teir ásanna, at landbúnaðarpoli- tikkurin hjá ES ikki er lýtaleysur sæddur í heimsbúskaparligum ljósi, m.a. tí at hann í ov stóran mun forðar innflutningi av búnað- arvøru frá menningarlondum, men halda kortini at ES-lima- skapur hevði verið eitt stórt fram- stig fyri íslendskar brúkarar og bøndur. Limaskapur hevði latið nýggjar marknaðir upp og við tað høvdu matvøruprísirnir lækkað munavert, eins og teir gjørdu í Svøríki og Finnlandi, tá ið hesi lond gjørdust limir í ES í 1995. ES: sannleikin, vegurin og framtíðin Sum sagt er undirlagið fyri bók- linginum Javnvág og framburður/ Búskaparpolitikkur við ábyrgd, tað at Ísland eigur at stevna fram ímóti ES-limaskapi og við evruni sum løggildum gjaldmiðli. Limaskapur og evru-tøka høvdu, sambært bóklingshøvund- unum, ment samhandilin við útlond, stimbra til meiri kapping, gjørt nýtsluvørur bíligari, styrkt umhvørvisverndina, styðja upp undir tøknimenning og yvirhøvur verið til bata fyri alt samfelagið og vælferðina. Men ikki bara tað. Fyrireikingarnar til ES-lima- skap høvdu eisini, eftir teirra met- ing, í sjálvum sær kunnað kjølfest íslendskan búskaparpolitikk og tryggjað meiri støðugleika. Íslendingar skulu á altingsval nú leygardagin