Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 89 - 10. mai 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf 341800 ítróttur FCK eru meistarar Við útisigri í Brønd­by hevur FCK enn einaferð sett seg á d­onsku fótbóltstrúnuna. AaB og Súni Olsen mistu eitt týd­ning­ armikið fet við javnleiki móti FCN Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum tað lagaði seg í dag, so hóvaði tað kanska FCK væl, at teir taptu fyri AaB um vikuskiftið. Tað gav teimum nevn­ liga møguleika at vissa sær gullið ”heima” hjá arvafíggindunum úr Brøndby. Einasta málið á Brøndby stadion í kvøld stútaði Marcus Alback í kassan eftir frísparksinnlegg og stút upp á tvørs frá Michael Gravgaard. Eitt korter fyri leiklok sá Tobias Linderoth reytt kort, men kortini var leiðslan hjá FCK ongan tíð av álvara hótt. Í Aalborg misti AaB týdningarmikið fet í bronsudystinum, tá teir bert megnaðu javnleik móti FC Nordsjælland. Jón Rói Jacobsen var høgri vongverji hjá AaB. Samstundis vunnu OB og FC Midtjylland sínar dystir, og tí er bronsan nú trý stig burturi hjá AaB. Michael Gravgaard og hinir høvu alla orsøk at drekka sjampanju, tá teir á Brøndby Stadion vissaðu sær gullið Mynd: Polfoto/Jens Panduro Klaksvíkar Talvfelag setti punktum fyri einum framúr ári, tá teir eisini vunnu nýstovnaðu steypa­ kappingina fyri lið talv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kappingin, sum varð hildin á Gjáargarði, varð skipað við seks telvarum á vhørjum liði. Og við umhugsanartíð á 15 minuttir til hvørt talvið. 8 umfør vórðu telvað, soleiðis at øll liðini spældu móti hvørjum øðrum. Væntandi varð, at Klaks­ vík, Vestmanna og Havnin fóru at dystast í oddinum. IM Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen umboðaðu fremstu borðini hjá Havnini og IM John Rødgaard og Carl Eli Nolsøe Samuelsen fremstu borðini hjá Vestmanna. Klaks­ víkingar vóru umboðaðir við Finnbjørn Vang og Ólavi Simonsen á 1. og 2. borði. Men hóast teir ikki áttu nakran altjóða meistara, so gjørdust klaksvíkingar teir drúgvastu. Men har stóð nógv á. Bert tvey stig skiltu tey trý fremstu liðini. Framúr ár í Klaksvík Lutakastið vildi tað soleiðis, at Klaksvík og Vestmanna brustu saman longu í 1. umfarinum. Ein dystur, sum Klaksvík vann 4­2. Havnin vann í fjórða umfari 3,5­2,5 á Vestmanna, og tí gjørdist dysturin millum Havnina og Klaksvík avger­ andi. Tann dystin vunnu før­ oyameistararnir úr Klaksvík, og tá tá Vestmanna spurtaði við tveimum 6­0 sigrum í seinastu dystunum, fóru teir eisini fram um havnar­ menn. Og so kundu klaksvíkingar fegnast um helst besta árið í søgu felagsins. Enn tá í 40 ára føðingardagsárinum. Klaksvík vann steypakappingina TSF STEYPAKAPPING 2007 1 Klaksvík 37,5 2 Vestmanna 36,0 3 Havnin 35,5 4 Klaksvík 2 24,5 5 Sandavágur 22,0 6-7 Rókur 16,5 6-7 Toftir 16,5 8 Vestmanna 2 15,5 9 Havnin 2 12,0 Norðoya Sparikassi und­irskrivaði í d­ag tvey ára sponsor­ avtalu við Heid­i And­reasen Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á tíðindafundi í morgun kundi ein fegin Heidi Andreasen skriva undir sponsorsáttmála við Norðoya Sparikassa. Fyrst og fremst, so inniber hesin, at peningastovnurin fíggjarliga stúðlar Heidi í støðugu leiting hennara eftir avbjóðingum. Tann størsta av hesum verður komandi ár, tá OL er á skránni í kinverska høvuðs­ staðnum, Beijing. Men eisini aðrar uppgávur standa fyri framman. Um tvær vikur fer hon til Berlin, har stór kapping er á skránni, og í juli skal hon til Vancouver at kappast. Og tað verður altso við Norðoya Sparikassa sum stuðuli. Við sparikassanum til Beijing 10 jud­arar til Oyl Judosambandið hevur nú gjørt av, hvørji skulu manna føroyska judo­ landsliðið á Oyggja­ leikum. Níggju menn og ein kvinna eru tey, sum bókstaviliga skulu berj­ ast um heiðursmerki á leikunum. Tey tíggju eru: Menn undir 66 kg: Jógvan Páll Kristiansen, SJF Christoffer Olsen, HJF Menn undir 73 kg: Hjalmar Johannesen, SJF Áki Davidsen, HJF Menn undir 81 kg: Búgvi Poulsen, HJF Jákup Andrias Thomsen, HJF Menn undir 90 kg: Edvard Johannesen, SJF Menn undir 100 kg: Petur Sigurð Johannesen, SJF Menn yvir 100 kg: Zvonko Mrdalo, SJF Kvinnur undir 52 kg: Inga D. Remmel, HJF Smílin vóru stór, tá Heidi Andresen og umboð fyri Norðoya Sparikassa skrivaðu undir sponsorsáttmálan. Ein sáttmáli, sum gevur Heidi munandi betri møguleikar at leggja enn meira í strembanini eftir metum og gulli í svimjihylum kring knøttin Mynd: Álvur Haraldsen