hósdagur 10. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 89 - 10. mai 2007 ]
LÍF og TB mistu
týdningarmikil stig,
tá tey í miðvikuni
taptu fyri FS Vágum
og HB. B68, FSV og
ÍF kapprenna nú
um uppflytingina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kest týðandi av øllum var
kanska sigurin hjá vága
monnum í Leirvík. Við
málum frá teimum báðum
útlendsku spælarunum hjá
liðnum megnaði FS Vágar
at toga ein sigur heim við
sær, og tí halda teir enn
fast um annaðplássið á
talvuni. Samstundis mistu
leirvíkingar av álvara takið,
sum teir hava havt, og nú
eru seks stig upp til FS
Vágar.
Eisini var merkisvert, at
HB megnaði at taka alt á
Sevmýri. Nýggju fótbólts
reglurnar loyva ungum spæl
arum, sum ikki eru millum
teir fyrstu á besta liðnum,
at flyta niður, uttan at leypa
dyst um. Ta regluna nýtti HB
til at geva millum øðrum
Pætur Jørgensen spælitíð,
og við fyrra HB-málinum
átti hann sín avgjørda lut í
týðandi sigrinum.
Í Sørvági vann SÍ týðandi
dystin móti NSÍ. Við fýra
stigum í teimum báðum
seinastu dystunum hava
sørvingar veruliga lyft
seg, og hesa ferð megnaðu
teir at vinna seg upp um
niðurflytingarstrikuna.
Ístaðin er tað nú KÍ,
sum er í ítøkiligum niður
flytingarvanda. Klaks
víkingar vitjaðu hesa ferð
á Svangaskarði, og tó at 3-
1 tap fyri oddaliðnum ikki
er verri enn ilt, so sendi
hetta altso liðið undir
strikuna.
Seinasti dysturin var í
Fuglafirði, har ÍF hevði lætt
spæl móti botnproppinum,
B36. Tó at munurin í hálv
leikinum bert var tað
eina málið, so hevði ÍF
eina støðuga yvirvág, og
trivaligi sigurin var fult
uppiborin, skilst.
Úrslitini mikukvøldið
B68-KÍ 3-1 (2-0)
1-0: Dánial Hansen
2-0: Kristian Anton
Andreasen
3-0: Jan Ingi Petersen
3-1: Páll Klettskarð
LÍF-FSV04 0-2 (0-2)
0-1: Andrzej Stretowicz
0-2: Jovan Panic 25 metr
ar fríspark upp undir net
takið - framúr flott mál
TB-HB 0-2
0-1: Pætur Jørgensen
0-2: Jóan Petur Vang
SÍ-NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Jørgin Meitilberg
1-1: Sonni L. Petersen
2-1: Jørgin Meitilberg
Reytt kort: Bergur
Djurhuus (2 gul)
ÍF-B36 5-0 (1-0)
1-0: Vincent Jacobsen
2-0: Árni Petersen
3-0: Amin Fallah
4-0: Dánjal Pauli
Højgaard
5-0: Dánjal Pauli
Højgaard
Oddurin
skrædnaði
HB skapti mest
óvæntaða úrslitið,
tá teir vunnu 2-0 í
útidystinum móti TB
Mynd: Áki Betrholdsen
Torkil átti vakrasta talvið
Sum vanligt er, eftir lokna FM kapping fyri einstaklingar,
verður mett um vakrasta talv í kappingini. Vakurleikasteypið
frá FM kappingini í Klaksvík um Páskirnar vann Torkil
Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Eftirmetingarnevndin var
ivaleys í avgerðini. Talvið var ímillum Torkil Nielsen og Ólav
Simonsen, sum báðir - ofta - leggja doyin á álopstelving. Talan
er um fyrsta vakurleikasteypið hjá Torkili yvirhøvur, hóast
mangir kandidatar munnu vera í longu talvkarrieruni.
Jón Rói aftur á vøllinum
Jón Rói Jacobsen slapp fyri fyrstu ferð eftir drúgva
skaðasteðgin at royna seg á besta liðnum hjá AaB, tá ið teir
í gjárkvøldið leikti ímóti FC Nordsjælland. Jón Rói spældi
samfullar 90 minuttir, tá AaB spældi 1-1 javnleik móti FC
Nordsjælland. Og lítið er at ivast í, at hetta eru hugalig boð
hjá landsliðsvenjaranum, nú hann fyrireikar seg til dystin
móti heimsmeistarunum úr Italia.
Ársins telvari og
ársins stjørnuskot
vórðu kosin, tá
steypakappingin í
talvi varð hildin
Talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá steypakappingin varð
hildin, fingu seks umboð
úr hvøjum felag møguleika
at greiða atkvøðu um, hvør
skuldi fáa heiðurin ársins
telvari og ársins stjørnuskot.
Fimm telvarar vórðu inn
stillaðir til hvønn heiðurin,
og tá atkvøðurnar vórðu tald
ir saman, var eingin ivi, hvør
skuldi verða ársins telvari.
Nevnliga IM Helgi Dam
Ziska.
16 ára gamli unglingin
úr Havnini tók øll á bóli í
2006, tá hann, hóast sera
ungan aldur, megnaði at
gerast Altjóða Meistari í
Talvi. Minniligu avrikini
í Reykjavík Open, EM-
luttøka, NM gull fyri ung
í Finlandi, eru bert nøkur
avrik, sum eisini vóru við
virkandi til, at Helgi varð
kosin Ársins Ítróttarnavn
í Føroyum um árskiftið.
Andrias Ziska móttók, vegna
sonin, heiðurin.
Umframt snotuliga minnis
plátu, stuðlar Talvsamband
Føroya Ársins Telvara, við
kr. 3.000 til framhaldandi
menning innan telvingina.
Teir innstillaðu vóru (bók
stavarøð): FM Heini Olsen,
IM Helgi Dam Ziska, IM
John Arni Nilssen, IM
John Rødgaard og Martin
Poulsen.
Høgni varð
stjørnuskotið
Til ársins stjørnuskot vórðu
seks unglingar innstillaðir,
Innstillaðir vóru 6 unglingar,
sum hvør í sínum lagi hava
staðið seg væl í farna kapp
ingarárinum. Í oddinum var
sera javnt ímillum serliga
brøðurnar úr Sandavági:
Høgna og Rógva Egilstoft
Nielsen. Báðir hava teir
megnað ratingframgongd
uppá sløk 400 ratingstig
farna kappingarár. Men
hinir kandidatarnir lógu
somuleiðis framvið og ber
hetta hugalig boð um, at
fleiri stórtalentir eru innan
ungdómstelvingina.
9 ára gamli Høgni Egilstoft
Nielsen varð kosin Ársins
Stjørnuskot 2006. Unglingin
úr Sandavági hevur nærum
verið einaráðandi hesi
seinnu árini ímillum yngru
telvararnar. U10 FM vinnari
og NM luttøka seinastu 3
árini. Ratingframgongd uppá
368 stig og sera góð FM
kapping fyri einstaklingar,
vigaðu ivaleyst tungt tá
atkvøtt varð.
Umframt snotuliga minnis
plátu, stuðlar Talvsamband
Føroya Ársins Stjørnuskoti,
við kr. 3.000 til framhaldandi
menning innan telvingina.
Tey innstillaðu vóru (bók
stavarøð): DM Herborg Han
sen (16 ár), Hjalti Toftum
Jógvansson (14 ár), Høgni
Egilstoft Nielsen (9 ár), U-
FM Margar Berg (15 ár),
Rógvi Egilstoft Nielsen (14
ár) og DM Sára Traber Olsen
(11 ár).
Helgi og Høgni vórðu heiðraðir
Høgni Egilstoft Nielsen varð leygardagin heiðraður sum ársins stjørnuskot í føroyskari telving
1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B68
8
7
-
1
-
0
26
6
20
22
2 FSV04
8
6
-
1
-
1
16
6
10
19
3 ÍF
8
5
-
2
-
1
24
7
17
17
4 LÍF
8
4
-
1
-
3
23
11
12
13
5 TB
8
3
-
1
-
4
12
6
6
10
6 HB
8
3
-
1
-
4
12
20
-8
10
7 NSÍ
8
3
-
0
-
5
14
18
-4
9
8 SÍ
8
2
-
1
-
5
9
17
-8
7
9 KÍ
8
2
-
0
-
6
9
23
-14
6
10 B36
8
1
-
0
-
7
3
34
-31
3
Máltindurin
1. deild
Jósup Henriksen
B68
8
Andrzej Stretowicz
FSV04
7
Bartal Eliasen
ÍF
6
Alexandro Castilho
B68
5
Jovan Panic
FSV04
5
Atli Petersen
ÍF
5
Adrian Joensen
LÍF
5
Dánjal Hansen
B68
4
Tróndur Sigurðsson
HB
4
Nenad Saric
ÍF
4
Andreas Lava Olsen
LÍF
4
Magnus Skoralíð
LÍF
4
Jørgin Meitilberg
SÍ
4
Kaj Roest
TB
4
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?