Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 89 - 10. mai 2007 ] LÍF og TB mistu týdningarmikil stig, tá tey í miðvikuni taptu fyri FS Vágum og HB. B68, FSV og ÍF kapprenna nú um uppflytingina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kest týðandi av øllum var kanska sigurin hjá vága­ monnum í Leirvík. Við málum frá teimum báðum útlendsku spælarunum hjá liðnum megnaði FS Vágar at toga ein sigur heim við sær, og tí halda teir enn fast um annaðplássið á talvuni. Samstundis mistu leirvíkingar av álvara takið, sum teir hava havt, og nú eru seks stig upp til FS Vágar. Eisini var merkisvert, at HB megnaði at taka alt á Sevmýri. Nýggju fótbólts­ reglurnar loyva ungum spæl­ arum, sum ikki eru millum teir fyrstu á besta liðnum, at flyta niður, uttan at leypa dyst um. Ta regluna nýtti HB til at geva millum øðrum Pætur Jørgensen spælitíð, og við fyrra HB­málinum átti hann sín avgjørda lut í týðandi sigrinum. Í Sørvági vann SÍ týðandi dystin móti NSÍ. Við fýra stigum í teimum báðum seinastu dystunum hava sørvingar veruliga lyft seg, og hesa ferð megnaðu teir at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna. Ístaðin er tað nú KÍ, sum er í ítøkiligum niður­ flytingarvanda. Klaks­ víkingar vitjaðu hesa ferð á Svangaskarði, og tó at 3­ 1 tap fyri oddaliðnum ikki er verri enn ilt, so sendi hetta altso liðið undir strikuna. Seinasti dysturin var í Fuglafirði, har ÍF hevði lætt spæl móti botnproppinum, B36. Tó at munurin í hálv­ leikinum bert var tað eina málið, so hevði ÍF eina støðuga yvirvág, og trivaligi sigurin var fult uppiborin, skilst. Úrslitini mikukvøldið B68­KÍ 3­1 (2­0) 1­0: Dánial Hansen 2­0: Kristian Anton Andreasen 3­0: Jan Ingi Petersen 3­1: Páll Klettskarð LÍF-FSV04 0-2 (0-2) 0­1: Andrzej Stretowicz 0­2: Jovan Panic 25 metr­ ar fríspark upp undir net­ takið ­ framúr flott mál TB-HB 0-2 0­1: Pætur Jørgensen 0­2: Jóan Petur Vang SÍ-NSÍ 2-1 (1-0) 1­0: Jørgin Meitilberg 1­1: Sonni L. Petersen 2­1: Jørgin Meitilberg Reytt kort: Bergur Djurhuus (2 gul) ÍF-B36 5-0 (1-0) 1­0: Vincent Jacobsen 2­0: Árni Petersen 3­0: Amin Fallah 4­0: Dánjal Pauli Højgaard 5­0: Dánjal Pauli Højgaard Oddurin skrædnaði HB skapti mest óvæntaða úrslitið, tá teir vunnu 2-0 í útidystinum móti TB Mynd: Áki Betrholdsen Torkil átti vakrasta talvið Sum vanligt er, eftir lokna FM kapping fyri einstaklingar, verður mett um vakrasta talv í kappingini. Vakurleikasteypið frá FM kappingini í Klaksvík um Páskirnar vann Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Eftirmetingarnevndin var ivaleys í avgerðini. Talvið var ímillum Torkil Nielsen og Ólav Simonsen, sum báðir ­ ofta ­ leggja doyin á álopstelving. Talan er um fyrsta vakurleikasteypið hjá Torkili yvirhøvur, hóast mangir kandidatar munnu vera í longu talvkarrieruni. Jón Rói aftur á vøllinum Jón Rói Jacobsen slapp fyri fyrstu ferð eftir drúgva skaðasteðgin at royna seg á besta liðnum hjá AaB, tá ið teir í gjárkvøldið leikti ímóti FC Nordsjælland. Jón Rói spældi samfullar 90 minuttir, tá AaB spældi 1­1 javnleik móti FC Nordsjælland. Og lítið er at ivast í, at hetta eru hugalig boð hjá landsliðsvenjaranum, nú hann fyrireikar seg til dystin móti heimsmeistarunum úr Italia. Ársins telvari og ársins stjørnuskot vórðu kosin, tá steypakappingin í talvi varð hildin talv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá steypakappingin varð hildin, fingu seks umboð úr hvøjum felag møguleika at greiða atkvøðu um, hvør skuldi fáa heiðurin ársins telvari og ársins stjørnuskot. Fimm telvarar vórðu inn­ stillaðir til hvønn heiðurin, og tá atkvøðurnar vórðu tald­ ir saman, var eingin ivi, hvør skuldi verða ársins telvari. Nevnliga IM Helgi Dam Ziska. 16 ára gamli unglingin úr Havnini tók øll á bóli í 2006, tá hann, hóast sera ungan aldur, megnaði at gerast Altjóða Meistari í Talvi. Minniligu avrikini í Reykjavík Open, EM­ luttøka, NM gull fyri ung í Finlandi, eru bert nøkur avrik, sum eisini vóru við­ virkandi til, at Helgi varð kosin Ársins Ítróttarnavn í Føroyum um árskiftið. Andrias Ziska móttók, vegna sonin, heiðurin. Umframt snotuliga minnis­ plátu, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Telvara, við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina. Teir innstillaðu vóru (bók­ stavarøð): FM Heini Olsen, IM Helgi Dam Ziska, IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard og Martin Poulsen. Høgni varð stjørnuskotið Til ársins stjørnuskot vórðu seks unglingar innstillaðir, Innstillaðir vóru 6 unglingar, sum hvør í sínum lagi hava staðið seg væl í farna kapp­ ingarárinum. Í oddinum var sera javnt ímillum serliga brøðurnar úr Sandavági: Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen. Báðir hava teir megnað ratingframgongd uppá sløk 400 ratingstig farna kappingarár. Men hinir kandidatarnir lógu somuleiðis framvið og ber hetta hugalig boð um, at fleiri stórtalentir eru innan ungdómstelvingina. 9 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen varð kosin Ársins Stjørnuskot 2006. Unglingin úr Sandavági hevur nærum verið einaráðandi hesi seinnu árini ímillum yngru telvararnar. U10 FM vinnari og NM luttøka seinastu 3 árini. Ratingframgongd uppá 368 stig og sera góð FM kapping fyri einstaklingar, vigaðu ivaleyst tungt tá atkvøtt varð. Umframt snotuliga minnis­ plátu, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Stjørnuskoti, við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina. Tey innstillaðu vóru (bók­ stavarøð): DM Herborg Han­ sen (16 ár), Hjalti Toftum Jógvansson (14 ár), Høgni Egilstoft Nielsen (9 ár), U­ FM Margar Berg (15 ár), Rógvi Egilstoft Nielsen (14 ár) og DM Sára Traber Olsen (11 ár). Helgi og Høgni vórðu heiðraðir Høgni Egilstoft Nielsen varð leygardagin heiðraður sum ársins stjørnuskot í føroyskari telving 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 8 7 - 1 - 0 26 6 20 22 2 FSV04 8 6 - 1 - 1 16 6 10 19 3 ÍF 8 5 - 2 - 1 24 7 17 17 4 LÍF 8 4 - 1 - 3 23 11 12 13 5 TB 8 3 - 1 - 4 12 6 6 10 6 HB 8 3 - 1 - 4 12 20 -8 10 7 NSÍ 8 3 - 0 - 5 14 18 -4 9 8 SÍ 8 2 - 1 - 5 9 17 -8 7 9 KÍ 8 2 - 0 - 6 9 23 -14 6 10 B36 8 1 - 0 - 7 3 34 -31 3 Máltindurin 1. deild Jósup Henriksen B68 8 Andrzej Stretowicz FSV04 7 Bartal Eliasen ÍF 6 Alexandro Castilho B68 5 Jovan Panic FSV04 5 Atli Petersen ÍF 5 Adrian Joensen LÍF 5 Dánjal Hansen B68 4 Tróndur Sigurðsson HB 4 Nenad Saric ÍF 4 Andreas Lava Olsen LÍF 4 Magnus Skoralíð LÍF 4 Jørgin Meitilberg SÍ 4 Kaj Roest TB 4 Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?