hósdagur 10. mai 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2007
35
lýsingar
1. Inngangur
1.1
Við heimild í Kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast og Viðtøkunum fyri
Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin L/F (IRF) verða hesar reglur um móttøku av
ruski og burturkasti frá húskjum í limakommununum settar í gildi. Atlit er eisini tikin til
niðanfyristandandi lógir og kunngerðir:
Løgtingslóg um náttúrufriðing, nr. 48 frá 9. juli 1970
Løgtingslóg um umhvørvisvernd, nr. 134 frá 29. oktober1988
Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju frá 13. mai 1992
Kunngerð um umhvørvisreglur, nr. 53 frá 3. mai 1994
Reglugerð um ruskinnsavning frá 1. juli 1994
2. Endamál
2.1
Endamálið við hesum reglum er at tryggja, at rusk og burturkast frá húskjum í lima-
kommununum í IRF verður savnað og viðgjørt á ein tryggan hátt, tekniskt, heilsuliga og
umhvørvisliga.
3. Skipan
3.1
Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, stuttstava IRF, er eitt lutafelag, har alla
kommunur í Føroyum kunnu gerast lutaeigarar. Felagsskapurin hevur til endamáls at virk
fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burtur. IRF hevur skyldu til at taka ímóti
øllum burturkasti.
3.2
Hægsta vald í felagsskapinum er aðalfundurin. Aðalfundurin velur nevnd við seks
kommunustýrislimum fyri eitt valskeið ísenn.
3.3
Nevndin hevur heimild at seta nærri reglur um, hvussu innsavning, burturkoyring og
viðgerð verður skipað.
3.4
IRF hevur innsavningarskipan til húsarhaldsrusk, serliga dálkandi burturkast og annað
burturkast í limakommununum, sambært Kunngerð um burturkast og viðtøkum felagsins
3.5
IRF hevur innsavningarskipan til spillolju í limakommununum, sambært Løgtingslóg um
umhvørvisgjald á smyrjiolju.
3.6
IRF er eitt tænastuvirki viðvíkjandi burturkasti hjá kommununum. Tað merkir, at lima-
kommunurnar vísa til IRF, tá tað ræður um innsavning og viðgerð av ruski og burturkast
3.7
Vísandi til kunngerð um burturkast merkir tað, at borgarar og virki hava skyldu at lata sí
burturkast til IRF eftir teimum reglum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi.
Reglur um rusk og burturkast frá húskjum í IRF-limakommunum
Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007
4. Reglurnar umfata
4.1
Hesar reglur eru galdandi fyri øll húski í kommunum, sum eru limir í IRF.
4.2
Reglurnar eru galdandi fyri innsavning og viðgerð av øllum ruski og burturkasti, sum
stavar frá vanligum húsarhaldi.
4.3
Burturkast frá nýbygging og størri umvælingum av sethúsum, úthúsum og líknandi verðu
roknað sum vinnuligt burturkast. Víst verður til Reglur um burturkast frá virkjum í IRF-
limakommunum
4.4
Um nýggjar skipanir verða royndar, kann IRF seta serstakar fyriskipanir í verk í ávísum
kommunum. Viðkomandi kommunur skulu kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður s
í verk. Hesar fyriskipanir verða fastlagdar í fylgiskjølum til reglunar.
4.5
Reglurnar viðvíkja ikki:
mold, grót, betong o.l. frá byggivirksemi
serliga oxiderandi burturkasti
spreingievni
fýrverki
5. Allýsingar
5.1
Húski: Fólk, sum búgva í somu í sethúsum. Harafturat er eitt húski eisini fólk, sum búgva
somu íbúð í sethúsum, raðhúsum ella øðrum bústaðarskipanum. Bústaðirnir skulu lúka
treytirnar í kommunalu byggisamtyktunum.
5.2
Sethús: Hús, íroknað tvíhús við egnum matr. nr., sum verður brúkt til bústað.
5.3
Raðhús: Hús við egnum matr. nr., ið er samanbygt við fleiri hús í eini røð, og sum verður
brúkt til bústað hjá í mesta lagi einum húski.
5.4
Íbúð: Sjálvstøðugur bústaður í sethúsum, raðhúsum v.m., sum verður brúktur til bústað h
einum húski.
5.5
Eigari: Tann, sum sambært tinglýsingini eigur føstu ognina.
5.6
Rusk: Leivdir og smálutir, sum dagliga verða koyrdir burtur, og sum ikki kunnu
endurnýtast /endurvinnast ella eru serliga dálkandi.
5.7
Burturkast: Størri lutir og húsgøgn, sum bert verða koyrd burtur.
5.8
Vinnuligt burturkast: Víst verður til Reglur um burturkast frá virkjum í IRF-
limakommunum.
5.9
Innsavningarskipan: Skipan, har rusk verður heintað frá húskjum. IRF hevur ábyrgdina a
at innsavningarskipanin virkar sambært Kunngerð um burturkast.
5.10
Avhendingarskipan: Skipan, har kommunan vísir á móttøku, sum húski kunnu lata
burturkast til eftir ávísum treytum. Kommunan hevur ábyrgd av, at móttøkan verður rikin
sambært hesum reglum.
5.11
Støða: Staðið á ogn, har ruskposastativ stendur.
5.12
Flutningsvegur: Gonguteinur millum støðu og atkomuveg til ognina.
5.13
Grái posin: Posi við IRF áskrift til rusk, sum skal brennast, frá dagliga húsarhaldinum.
5.14
Grái eykaposin: Posi, ið fæst til keyps við IRF áskrift til rusk, sum skal brennnast, frá
dagliga húsarhaldinum.
5.15
Hvíti posin: Posi við IRF áskrift til pappír og papp, sum er ætlað til endurnýtslu.
5.16
Reyði posin: Posi við IRF áskrift til serliga dálkandi burturkast.
5.17
Ruskinnsavnari: Starvsfólk hjá IRF, sum heintar posar frá húskjum.
5.18
Burturkastmóttøka: Kommunalt pláss, sum tekur ímóti ruski og burturkasti frá borgarum
(bingjupláss, endurnýtslupláss).
5.19
Burturkastflokkar: IRF ger av, hvussu rusk og burturkast verður flokkað. Víst verður til
Fygiskjal 1.
6. Skyldur borgaranna
6.1
Húski í limakommununum hava skyldu at skilja rusk og burturkast samsvarandi teimum
skipanum, sum eru ella verða settar í verk av IRF, sambært Kunngerð um burturkast og
viðtøkum felagsins.
6.2
Húski í limakommununum hava skyldu til at nýta tær innsavningarskipanir, sum eru ella
verða settar í verk av IRF.
6.3
Húski í limakommunu hava skyldu til at nýta tær avhendingarskipanir, sum eru ella verð
settar í verk av kommununum sambært Kunngerð um burturkast.
6.4
Brenning av burturkasti er ikki loyvd uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni sambæ
Kunngerð um burturkast.
7. Innsavningarskipan til húsarhaldsrusk
7.1
Skipanin fevnir um innsavning av gráum ruskposum við bústaðin.
7.2
Húski skulu hava stativ til gráa ruskposan.
7.3
Húski útvega og viðlíkahalda sjálvi stativini. Stativini skulu vera av góðkendum slag
sambært Fylgiskjali 2.
7.4
Um meira enn eitt húski er í einum sethúsum, hava tey skyldu til at hava felags støðu. IR
avgerð, um hús við fleiri íbúðum, raðhús og íbúðir í ávísum økjum skulu vera felags um
eina ruskposastøðu ella ruskbingju. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunnast og
hoyrast, áðrenn støða verður tikin til at seta skipanina í verk.
7.5
IRF útvegar fyrstu ruskbingjuna, um so er, at íbúðirnar hava onnur íløt frammanundan.
Eftir hetta og í øki við nýbygdum íbúðum, hevur eigari ella eigarfelag skyldu til at útvega
góðkent ílat fyri egnan kostnað.
7.6
IRF kann taka avgerð um, at á ávísum ognum ella í ávísum bústaðarøkjum skulu bingjur
nýtast í staðin fyri ruskposar. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunnast og hoyras
áðrenn skipanin verður sett í verk.
7.7
IRF heintar ein gráan ruskposa um vikuna frá hvørjum húski. IRF útflýggjar hvørjum hús
ruskposar, svarandi til ein posa um vikuna. Ruskinnsavnararnir taka bert ruskposar við IR
áskrift. Tað er ikki loyvt at koyra annað í ruskposan enn tað, sum er fyriskrivað í
Fylgiskjali 1.
7.8
IRF heintar tveir gráar ruskposar um vikuna frá húskjum, har tað eru 6 fólk ella fleiri og
húskjum við serligum heilsuligum tørvi. Bý/bygdaráðini upplýsa IRF um hesi húski. Hev
húskið fingið loyvi til at hava tveir posar, er eisini neyðugt at hava tvey stativ.
7.9
Ruskinnsavnararnir taka eisini gráar eykaposar við IRF áskrift frá húskjum.
7.10
Ruskposin verður í mest møguligan mun tikin sama dag hvørja viku.
7.11
Hundar ella onnur djór skulu á ongan hátt vera til ampa fyri ruskinnsavnaran.
7.12
Støða, vekt, flutningsteinur o.a. viðvíkjandi innsavning av húsarhaldsruski skulu í minsta
lagi skipast samsvarandi galdandi tilmæli um ruskinnsavning frá Arbeiðseftirlitinum. IRF
kann gera strangari reglur enn Arbeiðseftirlitið mælir til. Nærri reglur eru lýstar í
Fylgiskjali 3.
8. Innsavningarskipan til pappír
8.1
Skipanin fevnir um innsavning av hvítum posum frá húskjum.
8.2
Hvíti posin stendur í stativi á somu støðu sum grái posin.