Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 89 - 10. mai 2007 lýsingar 8.3 Húski útvega og viðlíkahalda sjálvi stativ. Stativið skal vera av góðkendum slag sambært Fylgiskjali 2. 8.4 Um meira enn eitt húski er í einum sethúsum, hava tey skyldu til at hava felags støðu. IR avgerð, um hús við fleiri íbúðum, raðhús og íbúðir í ávísum økjum skulu brúka eina felagsbingju til pappír í staðin fyri posar. Viðkomandi íbúgvar og kommuna skulu kunna og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk. 8.5 IRF útvegar fyrstu ruskbingjuna, um so er, at íbúðirnar hava onnur íløt frammanundan. Eftir hetta og í øki við nýbygdum íbúðum, hevur eigari ella eigarafelag skyldu til at útveg góðkent ílat fyri egnan kostnað. 8.6 IRF tekur ein hvítan posa frá hvørjum húski við føstum millumbilum. IRF útflýggjar hvít posar í samsvarið við innsavningartíttleikan. Øll húski fáa einaferð um árið eitt yvirlit yv nær hvíti posin verður heintaður í teirra øki. 8.7 IRF kann, um serligar grundir eru fyri tí, gera av, at pappír ikki verður heintað í einari kommunu. Viðkomandi kommuna skal kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk. IRF kunnar íbúgvarnar um skipanina. 8.8 Annars eru somu treytir galdandi fyri innsavning av hvíta posanum sum av gráa posanum 9. Innsavningar- ella avhendingarskipan fyri serliga dálkandi burturkast 9.1 Skipanin fevnir um innsavning av serliga dálkandi burturkasti frá húskjum. 9.2 IRF útflýggjar øllum húskjum í limakommununum ein reyðan posa við jøvnum millumbilum. 9.3 Hvørt húski fær ein nýggjan reyðan posa, so hvørt tað letur ein. Ruskinnsavnarin festir nýggja posan í ruskstativið á tryggan hátt. Tað er ikki loyvt at koyra annað í reyða posan enn tað, sum er fyriskivað í Fylgiskjali 1. 9.4 Eigarin setir reyða posan á støðuna hjá gráa ruskposanum eftir tørvi. Posakjafturin skal vera afturlatin á tryggan hátt. 9.5 Reyði posin kann latast á vælriggaða burturkastmóttøku í kommununi, sambært Fylgiskja 4. 10. Móttøkustøð til rusk og burturkast 10.1 Kommunan hevur skyldu til at hava móttøkustøð til rusk og burturkast frá borgarunum sambært Kunngerð um burturkast. 10.2 Móttøkurnar skulu í minsta lagi verða gjørdar og skipaðar sum fyriskrivað í Fylgiskjali 4 pkt. 1 og pkt. 2.1. Verða nevndu krøv ikki fylgd, er neyðugt at gera avtalu við IRF um fyribilsskipan í seinasta lagi ein mánað eftir, at hesar reglur eru samtyktar. Á smáplássum kunnu serligar skipanir verða settar í verk eftir avtalu við IRF. 10.3 Kommunan byggir og rekur móttøkustøðina í samráð við IRF, og hevur kommunan ábyrgdina av, at støðin verður rikin forsvarliga. 10.4 IRF letur bingjur til móttøkustøðina við atliti til íbúgvaratalið í kommununi, og ber kostnaðin av øllum vanligum viðlíkahaldi av teimum, sum stendst av vanligum sliti og el meðan kommunan ábyrgdast fyri skaða ella óhapp, sum ikki stendst av vanligum sliti og elli. 10.5 Kommunan ásetur sjálv, nær og hvussu leingi móttøkan er opin. Kommunan setir og løni fólki at vegleiða, og at hava eftirlit á móttøkustøðini. 10.6 Móttøkustøðin tekur bert móti ruski og burturkasti frá vanligum húsarhaldi. 10.7 Tá rusk og burturkast verður latið á kommunalar móttøkur, skal tað verða skilt sambært Fylgiskjali 1 og skiljimøguleikunum á staðnum. 10.8 IRF tømir bingjurnar eftir tørvi. Tó skulu bingjur til burturkast, sum skal brennast, sum meginregla tømast einaferð um vikuna. 10.9 Kommunan hevur skyldu til at halda móttkustøðina og økið rundan um reint og ruddiligt og fylgja teimum ásetingum, sum IRF setur. 10.10 Rusk og burturkast av bingjuplássum verður avroknað millum IRF og viðkomandi kommunu sambært Fylgiskjali 5. 10.11 Kommunur kunnu samstarva um burturkastmóttøku. 11. Fyrispurningar og fráboðanir 11.1 Fyrispurningar viðvíkjandi burturkasti skulu stílast til høvuðsskrivstovuna hjá IRF. 11.2 Fráboðanir um broytingar skulu latast kommununum í góðari tíð. 12. Undantøk 12.1 IRF kann í serligum førum gera undantak frá hesum reglum. 12.2 Nevndin í IRF hevur heimild til at gera broytingar í fylgiskjølunum til reglurnar, sum sku kunngerðast kommunum og borgarum í góðari tíð. 13. Eftirlit 13.1 Tann einstaka limakommunan í IRF hevur eftirlit við, at ásetingar í hesum reglum verða fylgdar. 13.2 Verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við reglurnar staðfest, skal eigarin gera avtalu við kommununa um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist. 13.3 Kommunan boðar IRF frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag. 14. Kærur 14.1 Kærur um innsavning av ruski og burturkasti skulu stílast beinleiðis til høvuðsskrivstovu hjá IRF. 14.2 Húski kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til avvarandi kommunu. 14.3 Kommunur kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til Heilsufrøðiligu starvstovuna. 15. Revsing 15.1 Verða ásetingar í hesum reglum ikki hildnar, kann IRF nokta fyri at taka ímóti ruski og burturkasti frá húskjum og bingjuplássum. IRF boðar viðkomandi kommunu frá hesi avgerð. Møguligt brot á lógir og kunngerðir nevndar í §1.1 kunnu verða revsað sambært ásetingum í hesum. 16. Gildiskoma 16.1 Reglurnar koma í gildið 30 dagar eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins. 16.2 Broytingar í hesum reglum skulu samtykkjast á aðalfundi felagsins. 16.3 Reglurnar verða lýstar í stóru dagbløðunum og á heimasíðuni www.irf.fo í seinasta lagi eina viku eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins. Fylgiskjal 1. Flokkar av ruski og burturkasti Rusk Dømi um húsarhaldsrusk: dálkað ella vátt pappír og papp mjólka- og juicepakkar matleivdir reinførispappír av ymiskum slag pappírsblæur og bind smá plasttíløt og plastpakningur ymiskt annað rusk, sum skal brennast Pappír Dømi um pappír: tíðindabløð vikubløð lýsingarbløð reint pappír og papp smápakningur telefonbøkur Papp Dømi um papp: bylgjupapp grovt flatpapp pappeskur stuðulspapp Lívrunnið burturkast Dømi um lívrunni burturkast: høvd og innvølur av fiski, seyði og fugli fiskaskræða skinn fjarðar grindaleivdir Jarn og metal Dømi um jarn og metal: aluminiumslutir blikk hegn jarnlutir koparlutir komfýrar messinglutir mikroovnar oljufýrsketil onnur metal og metallutir sentrifugur súkklur trillibørur turkitrumlur tómur oljutangi uppvaskimaskinur vaskimaskinur ymiskt blandað metalskrambul Køli- og frystiburturkast Dømir um køli og frystiburturkast: frystiboksir, kuldaskáp Elektronisk burturkast Dømir um elektroniskt burturkast: fartelefonir kopimaskinur printarar sjónbandaspælarar sjónvørp skannarar teldur tól við battaríum at løða tónleikaskipanir útvørp Serliga dálkandi ella vandamikið burturkast Dømir um serliga dálkandi ella vandamikið burturkast: Íløt við øllum sløgum av brúktari olju og smyrjiolju Íløt við leivdum av máling, lakki og træverju Íløt við leivdum av terpentini, bensini og annars tynnarum av øllum slag Íløt við leivdum av eddikasýru, saltsýru, kaustiskari sodu og annars øllum sløgum av sýru og lúti Alt djóra- og plantueitur - eisini tóm íløt ella tómir posar Ljósrør, kyksilvurlampur, lágorkurperur og halogenperur Termometur, kondesatorar og blýleivdir Øll sløg av battaríum – eisini knappasellur og oyðiløgd battarí av fartelefonum, borimaskinum o.t. Smærri el-drivin ella battarídrivin amboð ella leiku Trýstfløskur Reglur um rusk og burturkast frá húskjum í IRF-limakommunum (framhald) Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007