hósdagur 10. mai 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2007
37
lýsingar
Fylgiskjal 2. Góðkend ruskstativ
Stativ við galvaniseraðum neti, t.d.
Stativ við timburgyrðing til ein posa, t.d.
Stativ við timburgyrðing til tveir posar, t.d.
Fylgiskjal 3. Innsavning av húsarhaldsruski
1.
Posastativið stendur úti á sjónligum stað, og sum høvuðsregla á stytstu leið millum
atkomuveg og húsini, tó í mesta lagi 20 metrar frá atkomuvegi. Bert ein støða skal vera á
hvørjari ogn.
2.
Støðan skal vera soleiðis, at tað er møguligt at koma heilt fram at stativinum við t.d.
sekkjavogni, at stativið stendur á sløttum, soleiðis at posin kann takast uttan trupulleikar,
og at posin kann takast og flytast uttan vanda fyri vanlukku ella heilsuskaða.
3.
Rusk má ikki koyrast leyst í ruskposan, men skal vera innballað ella í posa. Blæur, bind o.l.
skulu altíð vera í afturlatnum plastposa, áðrenn tey verða latin í ruskposan.
4.
Posin er at rokna sum fullur, tá ið 20 cm eru eftir upp til kantin. Serligur dentur verður
lagdur á, at posin ikki er skræddur, og at posin ikki vigar meira enn 20 kg.
5.
Gonguleiðin millum ruskstativi og ruskbilín skal vera soleiðis háttað, at flutningur av
ruskposa kann fara fram uttan vanda. Gonguleiðin skal vera sløtt og føst, uttan at vera hál,
ljós, rein og ruddilig, og ruddað fyri kava og ís.
6.
Portur, lúkur e.l. skulu kunna standa í opnari støðu, og vera nóg breið og høg til at
flutningurin kann fara fram uttan vanda.
7.
Ruskinnsavnarin letur portur, lúkur o.t. aftur, tá farið verður av ognini.
8.
Dettur rusk niður, tá posin verður tikin, tekur ruskinnsavnarin hetta upp og beinir tað
burtur, treytað av at krøvini í pkt. 4 eru fylgd.
9.
Verður ruskposin ikki tikin, skal ruskinnsavnarin boða frá hesum við einum
fráboðanarlepa, sum hann leggur í postkassan ella á annað hóskandi stað.
Fylgiskjal 4. Krøv til bingjupláss
1. Teknisk krøv til bingjupláss
Hesi minstukrøv verða sett til bingjupláss viðvíkjandi stødd, styrki, trygd og reinføri.
fast og tætt undirlag - skal tola 10 tons aksiltrýst
betonggarð - uml. 0,5 m høgur
hegn - uml. 2 m høgt
portur - meira enn 6 m breitt
festir til bingjur, sum standa á plássinum
ljós - so tað sæst at ganga og at lesa møguligar vegleiðingar á bingjum o. ø.
vatn – nóg mikið til at spula pláss og bilar
frárensl - helst við brunni til feitt og botnfall
atkomu - liggur bingjuplássið við ein høvuðsveg, er neyðugt at hava umleið 9 metrar millum
bingjur og portur. Kunnu ruskbilarnir brúka atkomuøkið at arbeiða á, kann plássið vera
grynri. Bilarnir eru upp til 10 metrar langir.
Mælt verður til, at leggja størri broytingar ella nýgerð fyri IRF til viðmerkingar, áðrenn
broytingarnar verða framdar.
2. Skipan av bingjuplássum
2.1 Vanlig bingjupláss
Minstu krøv til skipan av móttøku av ruski og burturkasti eru hesi:
Plássið er bert opið ávísar tíðir
Plássið er mannað, tá opið er
Plássið tekur bert ímóti burturkasti frá húskjum
Tað skal í minsta lagi vera møguligt at skilja burturkast í bingjur soleiðis:
o
tað, sum skal brennast
o
pappír & papp
o
jarn & metal
Annað burturkast, undantikið serliga dálkandi burturkast og trýstfløskur, kann setast á plássið.
2.2 Vælriggað bingjupláss
Umframt tey í 2.1 nevndu krøv, skal á hesum plássum harafturat verða møguligt at skilja burturkast
soleiðis:
elektronikk
kuldaskáp og fyrstiboksir
serliga dálkandi burturkast
trýstfløskur
spillolju
burturkast, sum skal tyrvast
Bingjupláss taka ikki ímóti fýrverki ella øðrum spreingitilfari
Fylgiskjal 5. Avrokning fyri burturkast frá kommunalum
ruskmóttøkustøðum
1.
Ársfjórðingsnøgd: Rusk og burturkast frá ruskmóttøku, svarandi til 0,34 m3 um ársfjórðingin
fyri hvønn íbúgva við ársbyrjan.
2.
Hvønn ársfjórðing verður gjørt upp, hvussu nógvir rúmmetrar av burturkasti eru heintaðir av
ruskmóttøkuni í hvørjari kommunu í hesum flokkum:
burturkast, sum skal brennast
jarn og metal íroknað kulda- og frystiútbúna
pappír og papp
elektronisk tól
burturkast til tyrving.
3.
Nøgdin svarandi til ársfjórðingsnøgd er upp í limagjaldinum. Er nýtslan í einum ársfjórðingi
minni enn ársfjórðingsnøgd, fellur munurin millum nýtslu og ársfjórðingsnøgd burtur.
4.
Á móttøkustøðum, sum eru skipað í tráð við Fylgiskjal 4, pkt 2.2, verður avroknað soleiðis:
Lagt verður saman upp til ársfjórðingsnøgdina í hesari raðfylgju:
+ elektronisk burturkast
+ burturkast, sum skal tyrvast
+ burturkast, sum skal brennast
+ jarn og metal
+ pappír og papp
Tað, sum fer upp um kvotuna, verður avroknað sambært galdandi IRF takstskipan. Harafturat
kann verða álagt eykagjald fyri fráskiljing sambært galdandi IRF takstskipan.
5.
Á móttøkustøðum sum eru skipað í tráð við Fylgiskjal 4, pkt 2.1, verður avroknað soleiðis:
Lagt verður saman upp til kvotuna í hesari raðfylgju:
+ elektronisk burturkast
+ burturkast, sum skal tyrvast
+ burturkast, sum skal brennast
+ jarn og metal
Tað, sum fer upp um kvotuna, verður avroknað sambært galdandi IRF takstskipan. Harafturat
kann verða álagt eykagjald fyri fráskiljing sambært galdandi IRF takstskipan.
Reglur um rusk og burturkast frá húskjum í IRF-limakommunum (framhald)
Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007