hósdagur 10. mai 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 89 - 10. mai 2007
lýsingar
1. Inngangur
1.1
Við heimild í Kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast og viðtøkunum
fyri Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin L/F (IRF) verða hesar reglur um
móttøku av burturkasti frá virkjum í limakommununum settar í gildi.
Atlit er eisini tikið til niðanfyristandandi lógir og kunngerðir:
Løgtingslóg um náttúrufriðing, nr. 48 frá 9. juli 1970
Løgtingslóg um umhvørvisvernd, nr. 134 frá 29. oktober1988
Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju frá 13. mai 1992
Kunngerð um umhvørvisreglur, nr. 53 frá 3. mai 1994
Reglugerð um ruskinnsavning frá 1. juli 1994
2. Endamál
2.1.
Endamálið við hesum reglum er at tryggja, at rusk og burturkast frá virkjum í
limakommununum í IRF verður savnað og viðgjørt á ein tryggan hátt, tekniskt,
heilsuliga og umhvørvisliga.
3. Skipan
3.1
Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, stuttstava IRF, er eitt lutafelag,
har allar kommunur í Føroyum kunnu gerast lutaeigarar. Felagsskapurin hevur til
endamáls at virka fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burtur. IRF hevur
skyldu til at taka ímóti øllum burturkasti.
3.2
Hægsta vald í felagsskapinum er aðalfundurin. Aðalfundurin velur nevnd við seks
kommunustýrislimum fyri eitt valskeið ísenn.
3.3
Nevndin hevur heimild at seta nærri reglur um, hvussu innsavning, burturkoyring
og viðgerð verður skipað.
3.4
IRF hevur eina innsavningarskipan til húshaldsrusk, serliga dálkandi burturkast og
annað burturkast í limakommununum, sambært Kunngerð um burturkast og
viðtøkum felagsins.
3.5
IRF hevur eina innsavningarskipan til spillolju í limakommununum sambært
Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
3.6.
3.7.
IRF er eitt tænastuvirki viðvíkjandi burturkasti hjá kommununum. Tað merkir, at
limakommunurnar vísa til IRF, tá tað ræður um innsavning og viðgerð av ruski og
burturkasti.
Vísandi til kunngerð um burturkast merkir tað, at borgarar og virki hava skyldu til
at lata sítt burturkast til IRF eftir teimum reglum, sum til eina og hvørja tíð eru
galdandi.
3.8.
IRF hevur ikki kommunalan umsitingar- ella eftirlitsmynduleika í limakommun-
unum. Hesir mynduleikar liggja hjá kommunustýrunum við kærurætti til
Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sambært Kunngerð um burturkast.
4. Reglurnar umfata
4.1
Reglurnar er galdandi fyri øll virki í limakommununum og viðvíkja burturbeining
av øllum føstum og flótandi virkisburturkasti, undantikið niðanfyri nevndu
flokkum.
4.2
Øll virki í limakommununum hava skyldu til at fylgja ásetingunum í hesum reglum
sambært Kunngerð um burturkast.
4.3
Reglurnar viðvíkja ikki:
mold, grót, betong o.l frá byggivirksemi
serliga oxiderandi burturkasti
spreingievni
fýrverki, kanónsløgum og neyðrakettum
radioaktivum burturkasti
botnsigi úr havnum og bátahyljum
5. Allýsingar
5.1
Virki: Skrásett felag/persónur við vinnuligum endamáli, uttan mun til um hetta er
MVG-skrásett ella ikki, almennur, kommunalur og privatur stovnur, samkomuhús,
felagshús ella annað virksemi, sum ber í sær øðrvísi ella meira burturkast enn tað,
sum kann roknast at hoyra einum húshaldi til.
5.2
Virkisburturkast: fast ella flótandi evni ella lutur, sum virki koyrir burtur ella hevur
skyldu til at koyra burtur.
5.3
Burturkastflokkar: IRF ger av, hvussu rusk og burturkast verður flokkað í
limakommununum. Nærri lýsing í Fygiskjali 1.
5.4
Serliga dálkandi burturkast: Sambært yvirliti í fylgiskjali til Kunngerð um
burturkast.
5.5
Goymsla: virkisposar, smábingja á hjólum, lokað bingja, last, trýstbyrði ella tangi.
5.6
Móttøkustað: brennistøð, spilloljuverk, umlastingarstøð, tyrvingarpláss
5.7
Eigari: tann, sum sambært tinglýsingini eigur føstu ognina.
5.8
Innsavningarskipan: skipan, har burturkast verður heintað frá virki ella virksemi.
5.9
Trýstbyrði: Samantrýst og umbundið papp, plast e.l.
6. Skyldur virkjanna
Nýtslukylda
6.1
Øll virki í limakommununum, sum hava burturkast, sum kemur undir hesar reglur,
hava skyldu til at brúka ta skipan, sum er sett í verk fyri innsavning av hesum.
6.2
Á hvørjum virki skal vera ein persónur, sum hevur ábyrgd av skiljing, goymslu og
avskiping av burturkasti.
6.3
IRF kann í serligum førum, har burturkast í nøgd og/ella skapi ikki kann viðgerast
á vanligu móttøkustøðunum, áleggja virki at betra um møguleikarnar fyri, at IRF
kann viðgera burturkastið ella at skipa fyri serligari viðgerð av burturkastinum.
6.4
Tað er ikki loyvt at brenna burturkast uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni
sambært Kunngerð um burturkast.
Skiljiskylda
6.5
Virki hava skyldu til at skilja sítt burturkast í teir flokkar, sum eru greinaðir í
Fylgiskjali 1. Í ivaførum ger IRF av, í hvønn flokk burturkast skal fara.
6.6
Minstamark til skiljiskyldu fyri pappír, papp og klárt plast er 0,1 m3 um vikuna.
6.7
Kravt verður ikki, at trúnaðarskjøl skulu skiljast til endurnýtslu. Tikið verður tó
ímóti makuleraðum trúnaðarskjølum.
Goymsluskylda
6.7
Virki skal tryggja, at umstøður eru til at hava goymslu til allar burturkastflokkar,
sum koma frá virkinum ella virkseminum.
6.8
Virki skal tryggja, at óviðkomandi persónar ikki hava atgongd til goymslurnar. IRF
hevur heimild til at gera serligar reglar fyri ávísar virkisbólkar.
6.9
Virki hevur skyldu til at hava goymslu til nøgdina í minst eina viku til hvønn
burturkastflokk sær. IRF kann áleggja virki at fáa sær størri goymslu, um verandi
goymsla javnan er ov lítil.
6.10
Gráir virkisposar skulu standa úti í stativi á einum sjónligum stað.
6.11
Goymsla av burturkasti má ikki føra til órudd, dálking ella annan ampa á
virkisognini ella á grannaognini ella draga rottu og onnur djór til sín sambært
Kunngerð um umhvørvisreglur.
6.12
Burturkast, sum kann fúka, skal vera í afturlatnum goymslum ella innandura. Leyst
papp og pappír skal goymast í regntøttum goymslum. Trýstbyrði kunnu goymast
uttandura í styttri tíð.
Upplýsningarskylda
6.13
Virki hevur skyldu til at geva IRF allar upplýsingar um burturkast. Virki hevur
eisini skyldu eftir umbøn at lata sýni av tilfari og burturkasti uttan kostnað, og í
serligum førum eisini at lata gera nærri greining av burturkastinum, til tess at kunna
hava eina umhvørvisliga rætta viðgerð av tí.
6.14
Nýggj virki skulu boða IRF frá við upplýsningum um, hvat burturkast og hvørjar
nøgdir virki fer at hava.
6.15
Virki hava skyldu til at boða IRF frá, um tað henda munandi broytingar í burtur-
kastnøgd ella burturkastsamanseting.
7. Innsavning og flutningur av vanligum burturkasti
7.0
Vanligt burturkast er burturkast, sum skal brennast, endurnýtast ella tyrvast
sambært Fylgiskjali 1.
IRF sum flutningsfelag
7.1
Virki skulu boða IRF frá í góðari tíð, at tað vil hava burturkast heintað. Er meira
burturkast fráboðað enn móttøkuorka er til, verða virki sett á avgreiðslulista.
7.2
Ábyrgdina av, at burturkastið verður heintað, flutt og viðgjørt á rættan hátt, hevur
IRF.
7.3
Bilførarin hevur bert skyldu til at taka burturkast, sum er skilt samsvarandi
forskriftum frá IRF, og er í hóskandi goymslu.
7.4
Bilførarin skal kunna koyra flutningsbilin heilt fram at goymsluni. Goymslurnar
mugu hóska til innsavningarskipanina hjá IRF.
7.5
Bilførarin skal skoða burturkastið, áðrenn hann tekur tað upp á flutningsbilin. Kann
bilførarin ikki út frá skoðanini avgera, hvør burturskastflokkur er í goymsluni, kann
hann krevja skrivliga váttan frá virkinum um, hvønn burturkastflokk talan er um.
7.6
Bilførarin skal tryggja, at burturkast ikki dettur úr bilinum undir flutningi.
Innsavningarbilar við trýstbingju skulu ikki flyta burturkast í móttøkukarinum.
Onnur flutningsfeløg
7.7
Flutningsfelag skal í góðari tíð gera avtalu við IRF um móttøku av burturkasti. Er
meira burturkast fráboðað, enn móttøkuorka er til, verður felagið sett á avgreiðslu-
lista.
7.8
Ábyrgdina av, at burturkastið verður heintað og flutt á rættan hátt, hevur
flutningsfelagið.
7.9
Flutningsfelagið skal tryggja sær, at burturkastið er skilt samsvarandi forskriftum
frá IRF.
7.10
Flutningsfelagið skal upplýsa IRF, hvaðani burturkastið kemur, burturkastflokk og
nøgd.
Reglur um burturkast frá virkjum í IRF-limakommunum
Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007