hósdagur 10. mai 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2007
39
lýsingar
7.11
Flutningsfelagið skal tryggja, at burturkast ikki dettur úr bili undir flutningi.
7.12
Virki ella onnur, sum koyra burturkast við egnum flutningsfari skulu fylgja somu
treytum, sum flutningsfeløg umrødd frá 7.6 til 7.10.
8. Innsavning og flutningur av serliga dálkandi og vandamiklum burturkasti
IRF sum flutningsfelag
8.1
Virki skulu boða IRF frá í góðari tíð, at tey vil hava serliga dálkandi ella vanda-
mikið burturkast heintað. Er meira burturkast fráboðað enn móttøkuorka er til,
verða virki sett á avgreiðslulista.
8.2
Ábyrgdina av, at burturkastið verður heintað, flutt og viðgjørt á rættan hátt, hevur
IRF.
8.3
Bilførarin hevur bert skyldu til at taka burturkast, sum er skilt samsvarandi
Fylgiskjali 1, er væl merkt, og í hóskandi goymslu.
Bilførarin skal kunna koyra flutningsbilin fram at goymsluni. Goymslurnar mugu
hóska til innsavningarskipanina hjá IRF.
8.4
Bilførarin skal skoða burturkastið, áðrenn hann tekur tað upp á flutningsbilin. Kann
bilførarin ikki út frá skoðanini avgera, hvør burturskastflokkur er í goymsluni, kann
hann krevja skrivliga váttan frá virkinum um, hvønn burturkastflokk talan er um. Í
serligum førum kann bilførarin nokta at taka burturkastið.
8.5
Bilførarin skal tryggja, at burturkast ikki dettur úr bilinum undir flutningi.
Onnur flutningsfeløg
8.6
Virki ella onnur, sum koyra burturkast við egnum flutningsfari skulu fylgja somu
treytum, sum flutningsfeløg umrødd frá 7.6 til 7.11.
9. Gjøld
9.1
Virki gjalda fyri heinting, flutning, móttøku og viðgerð av burturkasti, sambært
takstskipan felagsins.
9.2
Taksturin er fyri skilt burturkast í goymslu, sum hóskar til innsavningarskipanina
hjá IRF. Annars hevur IRF rætt til at taka eykakostna fyri arbeiði sambært galdandi
takstskipan.
9.3
Kemur annað flutningsfelag við burturkasti, sum ikki er skilt sambært forskriftum
frá IRF, verður flutningsfelagið kravt eftir meirkostnaði fyri neyðuga skiljing,
sambært galdandi takstskipan hjá IRF.
10. Fyrispurningar og fráboðanir
10.1
Fyrispurningar og fráboðanir viðvíkjandi burturkasti skulu stílast til høvuðs-
skrivstovuna hjá IRF.
11. Undantøk
11.1
IRF kann í serligum førum gera undantak frá hesum reglum.
11.2
Nevndin í IRF hevur heimild til at gera broytingar í fylgiskjølunum til reglurnar.
12. Eftirlit
12.1
Tann einstaka limakommunan í IRF hevur eftirlit við, at ásetingar í hesum reglum
verða fylgdar.
12.2
Verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við reglurnar staðfest, skal eigarin gera
avtalu við kommununa um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist.
12.3
Kommunan boðar IRF frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag.
13. Kærur
13.1
Kærur um innsavning av ruski og burturkasti skulu stílast beinleiðis til høvuðs-
skrivstovuna hjá IRF.
13.2
Virki kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til avvarandi kommunu.
13.3
Kommunur kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til Heilsufrøðiligu
Starvstovuna.
14. Revsing
14.1
Verða ásetingar í hesum reglum ikki hildnar, kann IRF nokta fyri at taka ímóti
ruski og burturkasti frá virki . IRF boðar viðkomandi kommunu frá hesi avgerð.
Møguligt brot á lógir og kunngerðir nevndar í §1.1 kunnu verða revsað sambært
ásetingum í hesum.
15. Gildiskoma
15.1.
Reglurnar koma í gildið 30 dagar eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins.
15.2.
Broytingar í hesum reglum skulu samtykkjast á aðalfundi felagsins.
15.3
Reglurnar verða lýstar í stóru dagbløðunum og á heimasíðuni www.irf.fo í seinasta
lagi eina viku eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins
Fylgiskjal 1: Skiljing av burturkasti
Burturkast, sum skal endurnýtast
Burturkast til endurnýtslu skal býtast upp í hesar flokkar:
bildekk
elektroniskur útbúnaður
jarn og metal
hvítvørur
klárt plast
køli- og frystiútbúnaður
papp
pappír
stórsekkir
garnaleivdir
Burturkast, sum skal brennast (brenniburturkast)
Í hesum flokki er burturkast, sum ikki skal endurnýtast ella tyrvast ella er serliga dálkandi ella
vandamikið at brenna, sum t.d.:
lívrunnið burturkast
timburleivdir og timburúrdráttir
vátt ella skitið pappír
plast sum ikki skal endurnýtast
annað blandað burturkast
Burturkast, sum skal tyrvast
Burturkast, sum skal tyrvast, er burturkast, sum ikki kann brennast, endurnýtast ella er serliga
dálkandi, sum t.d.:
asbest
eternit
PVC
trolleivdir
Serliga dálkandi og vandamikið burturkast
Serliga dálkandi burturkast er býtt upp í hesar flokkar:
spillolja
tungoljuslam
oljudálkað vatn
kemiskir løgir
sýrur og basur
eitur
ljóskeldur við kyksilvri ella halogeni
akkumulatorar og trukkbattarí
battarí
tungmetal
trýstfløskur
burturkast frá heilsuverkinum
Reglur um burturkast frá virkjum í IRF-limakommunum
Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007