Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 89 - 10. mai 2007 lýsingar Reglur um rottangatøming frá húskjum í IRF-limakommunum Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007 1. Inngangur 1.1 Við heimild í Kunngerð um spillvatnsevju, nr. 186 frá 5. november 1993 og Viðtøkunum fyri Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin L/F (IRF) verða hesar reglur um tøming av rottangum hjá húskjum í limakommununum settar í gildi. Atlit er eisini tikið til niðanfyristandandi lógir og kunngerðir: Løgtingslóg um náttúrufriðing, nr. 48 frá 9. juli 1970 Løgtingslóg um umhvørvisvernd, nr. 134 frá 29. oktober1988 Kunngerð um umhvørvisreglur, nr. 53 frá 3. mai 1994 2. Endamál 2.1 Endamálið við hesum reglum er at tryggja, at rottangar hjá húskjum í limakommununum í IRF verða tømdir regluliga, og evjan flutt og viðgjørd á tryggan hátt, tekniskt, heilsuliga og umhvørvisliga. 3. Skipan 3.1 Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, stuttstava IRF, er eitt lutafelag, har allar kommunur í Føroyum kunnu gerast lutaeigarar. Felagsskapurin hevur til endamáls at virka fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burtur. IRF hevur skyldu til at taka ímóti øllum burturkasti. 3.2 Hægsta vald í felagsskapinum er aðalfundurin. Aðalfundurin velur nevnd við seks kommunustýrislimum fyri eitt valskeið ísenn. 3.3 Nevndin hevur heimild at seta nærri reglur um, hvussu innsavning, burturkoyring og viðgerð verður skipað. 3.4 IRF hevur eina góðkenda skipan til innsavning og viðgerð av spillvatnsevju í limakommununum. 3.5 IRF er eitt tænastuvirkið viðvíkjandi burturkasti hjá kommununum. Tað merkir, at lima- kommunurnar vísa til IRF, tá tað ræður um innsavning og viðgerð av rottangaevju. 3.6 IRF hevur ikki kommunalan umsitingar- ella eftirlitsmynduleika í limakommununum. Hesir myndugleikar liggja hjá kommunustýrunum sambært Kunngerð um spillvatnsevju. 4. Reglurnar umfata 4.1 Hesar reglur eru galdandi fyri øll húski í kommunum, sum eru limir í IRF. 4.2 Reglurnar eru galdandi fyri innsavning og viðgerð av rottangaevju, sum stavar frá vanligum húsarhaldi. 4.3 Rottangar frá sethúsum við vinnuligum virksemi, verða roknaðir sum vinnuligir, sambært Reglum um rottangatøming frá virkjum í IRF-limakommununum. 4.4 Um nýggjar skipanir verða royndar, kann IRF seta serstakar fyriskipanir í verk í ávísum kommunum. Viðkomandi kommunur skulu kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk. Hesar fyriskipanir verða fastlagdar í fylgiskjølum til reglurnar. 5. Allýsingar 5.1 Húski: Fólk, sum búgva í somu í sethúsum. Harafturat er eitt húski eisini fólk, sum búgva í somu íbúð í sethúsum, raðhúsum ella øðrum bústaðarskipanum. Bústaðirnir skulu lúka treytirnar í kommunalu byggisamtyktunum. 5.2 Sethús: Hús, íroknað tvíhús við egnum matrikkulnummari, sum verður brúkt til bústað alt árið. Bústaðirnir skulu lúka treytirnar í kommunalu byggisamtyktunum. 5.3 Raðhús: Hús við egnum matrikkulnummari, ið er sambygt við fleiri hús í eini røð. 5.4 Íbúð: Sjálvstøður bústaður í sethúsum, raðhúsum v.m., sum verður brúkt til bústað hjá einum húski. 5.5 Frítíðarhús: Hús, íroknað tvíhús við egnum matrikkulnummari, sum verður brúkt til bústað ein part av árinum. 5.6 Eigari: Tann, sum sambært tinglýsingini eigur føstu ognina. 5.7 Rottangaevja: Land, skarn og vesipappír í rottanga. 5.8 Innsavningarskipan: Innsavning av rottangaevju frá sethúsum, raðhúsum og frítíðarhúsum. 5.9 Evjuinnsavnari: Starvsfólk hjá IRF, sum tømir rottangar. 5.10 Evjumóttøka: Pláss har evja verður kálkviðgjørd og løgd á goymslu. 5.11 Tømingarætlan: Ætlan fyri tøming av rottangum í einum øki. 5.12 IRF: Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, felagið, felagsskapurin 6. Skyldur borgaranna 6.1 Eigari av sethúsum, raðhúsum, frítíðarhúsum ella íbúð hevur sambært kunngerð um umhvørvisreglur skyldu til at tryggja, at spillvatn frá vatnklosettum verður leitt í rørum til rottanga ella reinsiverk. 6.2 Eigarin útvegar og viðlíkaheldur sjálvur rottangan. Nýggjur rottangi skal vera góðkendur av Heilsufrøðiligu Starvstovuni sambært Kunngerð um umhvørvisreglur. 6.3 Eigarin hevur sambært Kunngerð um rottangaevju skyldu til at nýta ta av kommununi ávístu skipan til rottangatøming. 6.4 Eigarin hevur til eina og hvørja tíð alla ábyrgd av, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan. 6.5 Eigarin hevur skyldu at tryggja, at rottangin bert verður brúktur til tað, hann er ætlaður til. 6.6 Eigarin hevur skyldu at boða IRF frá broytingum í eigaraviðurskiftum og tekniskum broytingum. 6.7 IRF hevur ábyrgdina av, at innsavningarskipanin virkar sambært hesum reglum. 7. Innsavningarskipan 7.1 IRF skipar fyri innsavning av rottangaevju frá húskjum. Skipanin fevnir um tøming av rottanga ella reinsiverki frá sethúsum, raðhúsum, íbúðum og frítíðarhúsum. 7.2 IRF tømir rottangar frá sethúsum, raðhúsum, íbúðum og frítíðarhúsum regluliga. Treytirnar fyri, at tangin verður tømdur eru: at tangin er lættur at koma til at tað er grivið væl frá rundan um lokið at lokið er væl fest, men lætt at loysa at lokið er trygt og heilt at lokið er lætt at festa aftur, tá arbeiðið er liðugt at innihaldið í tanganum er í samsvari við tað, tangin er ætlaður til (pkt. 5.7) 7.3 Metir evjuinnsavnari, at okkurt av omanfyri nevndu punktum ikki er í lagi, verður tangin ikki tømdur. Eigarin fær fráboðan sendandi um, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi. Kommunan fær avrit av fráboðanini. 7.4 Tangi við tekniskum fráviki nevnt í 7.2 verður ikki tømdur, fyrr enn váttan er komin um, at tað er rættað. Kemur váttanin innan 14 dagar eftir, at fráboðanin er send, verður tangin tømdur uttan kostna. 8. Gjøld 8.1 Kommunan rindar fyri at tøma rottangar frá sethúsum, raðhúsum og íbúðum, sum verða tømdir sambært tømingarætlanini. Eigari av frítíðartíðarhúsum má gjalda fyri tøming av rottanga. 8.2 Eigari fær rokning sambært galdandi prísskipan, um rottangi verður tømdur uttanfyri tømingarætlanina. 8.3 Tangar við nógvum óviðkomandi tilfari, kunnu bert tømast móti gjaldi, sambært galdandi prísskipan. 8.4 Kommunan rindar ikki fyri at tøma rottangar frá sethúsum, raðhúsum, íbúðum og frítíðarhúsum, um vinnuligt virksemi eisini verður útint í hesum. Víst verður til Reglur um rottangatøming frá virkjum í IRF-limakommunum 9. Undantøk 9.1 IRF kann í serligum førum gera undantak frá hesum reglum. 9.2 Nevndin í IRF hevur heimild til at gera fylgiskjøl til reglurnar. 10. Fyrispurningar og fráboðanir 10.1 Fyrispurningar viðvíkjandi tøming av rottangum skulu stílast til IRF. 10.2 Fráboðanir um broytingar skulu latast kommununum í góðari tíð. 11. Eftirlit 11.1 Tann einstaka limakommunan í IRF hevur eftirlit við, at ásetingar í hesum reglum verða fylgdar. 11.2 Verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við reglurnar staðfest, skal eigarin gera avtalu við kommununa um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist. 11.3 Kommunan boðar IRF frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag. 12. Kærur 12.1 Kærur um innsavning av rottangaevju skulu stílast beinleiðis til høvuðsskrivstovuna hjá IRF. 12.2 Húski kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til avvarandi kommunu. 12.3 Kommunur kunnu kæra avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum til Heilsufrøðiligu Starvstovuna. 13. Revsing 13.1 Verða ásetingar í hesum reglum ikki hildnar, kann IRF nokta fyri at tøma rottanga hjá húski. IRF boðar viðkomandi kommunu frá hesi avgerð. Møguligt brot á lógir og kunngerðir nevndar í §1.1 kunnu verða revsað sambært ásetingum í hesum. 14. Gildiskoma 14.1 Reglurnar koma í gildið 30 dagar eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins. 14.2 Broytingar í hesum reglum skulu samtykkjast á aðalfundi felagsins. 14.3 Reglurnar verða lýstar í stóru dagbløðunum og á heimasíðuni www.irf.fo í seinasta lagi eina viku eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins.