Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 41 lýsingar Reglur um rottangatøming frá virkjum í IRF-limakommunum Hesar reglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 3. mai 2007 1. Inngangur 1.1 Við heimild í Kunngerð um spillvatnsevju, nr. 186 frá 5. november 1993 og Viðtøkunum fyri Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin L/F (IRF) verða hesar reglur um tøming av rottangum hjá virkjum í limakommununum settar í gildi. Atlit er eisini tikið til niðanfyristandandi lógir og kunngerðir: Løgtingslóg um nátturufriðing, nr. 48 frá 9. juli 1970 Løgtingslóg um umhvørvisvernd, nr. 134 frá 29. oktober1988 Kunngerð um umhvørvisreglur, nr. 53 frá 3. mai 1994 2. Endamál 2.1 Endamálið við hesu reglum er at tryggja, at rottangar hjá virkjum í limakommununum í IRF verða tømdir regluliga, og evjan flutt og viðgjørd á tryggan hátt, tekniskt, heilsuliga og umhvørvisliga. 3. Skipan 3.1 Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, stuttstava IRF, er eitt lutafelag, har allar kommunur í Føroyum kunnu gerast lutaeigarar. Felagsskapurin hevur til endamáls at virka fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burtur. IRF hevur skyldu til at taka ímóti øllum burturkasti. 3.2 Hægsta vald í felasskapinum er aðalfundurin. Aðalfundurin velur nevnd við seks kommunustýrislimum fyri eitt valskeið ísenn. 3.3 Nevndin hevur heimild at seta nærri reglur um, hvussu innsavning, burturkoyring og viðgerð verður skipað. 3.4 IRF hevur eina góðkenda skipan til innsavning og viðgerð av spillvatnsevju í limakommununum. 3.5 IRF er eitt tænastuvirkið viðvíkjandi burturkasti hjá kommununum. Tað merkir, at lima- kommunurnar vísa til IRF, tá tað ræður um innsavning og viðgerð av rottangaevju. 3.6 IRF hevur ikki kommunalan umsitingar- ella eftirlitsmynduleika í limakommununum. Hesir myndugleikar liggja hjá kommunustýrunum sambært Kunngerð um spillvatnsevju. 4. Reglurnar umfata 4.1 Hesar reglur eru galdandi fyri øll virki í kommunum, sum eru limir í IRF. 4.2 Reglurnar eru galdandi fyri innsavning av rottangaevju frá virkjum. 4.3 Um nýggjar skipanir verða royndar, kann IRF seta serstakar fyriskipanir í verk í ávísum kommunum. Viðkomandi kommunur skulu kunnast og hoyrast, áðrenn skipanin verður sett í verk. Hesar fyriskipanir verða fastlagdar í fylgiskjølum til reglurnar. 5. Allýsingar 5.1 Virki: Skrásett felag/persónur við vinnuligum endamáli, uttan mun til um hetta er MVG- skrásett ella ikki, almennur og privatur stovnur, samkomuhús, felagshús ella annað virksemi, sum ber við sær øðrvísi ella meira burturkast enn tað, sum kann roknast at hoyra einum húshaldi til. 5.2 Eigari: Tann, sum sambært tinglýsingini eigur føstu ognina Rakstrarpersónur: Persónur ella felag sum vegna eigaran hevur dagligu ábyrgdina av ognini. 5.3 Rottangaevja: Land, skarn og vesipappír í rottanga. 5.4 Innsavningarskipan: Tøming av rottanga hjá virki ella tøming av reinsiverki, sum virki er bundið í. 5.5 Evjuinnsavnari: Starvsfólk hjá IRF, sum tømir rottangar. 5.6 Evjumóttøka: Pláss har evja verður kálkviðgjørd og løgd á goymslu. 5.7 Tømingarætlan: Ætlan fyri tøming av rottangum í einum øki. 5.8 IRF: Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, felagið, felagsskapurin 6. Skyldur virkjanna 6.1 Eigari av virki hevur sambært kunngerð um umhvørvisreglur skyldu til at tryggja, at spillvatn frá vatnklosettum verður leitt í rørum til rottanga ella reinsiverk. 6.2 Eigarin útvegar og viðlíkaheldur sjálvur rottangan. Nýggjur rottangi skal vera góðkendur av Heilsufrøðiligu Starvstovuni sambært Kunngerð um umhvørvisreglur. 6.3 Eigarin hevur sambært Kunngerð um rottangaevju skyldu til at nýta ta av kommununi ávístu skipan til rottangatøming. 6.4 Eigarin ella rakstrarpersónur hevur til eina og hvørja tíð alla ábyrgd av, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan. 6.5 Eigarin ella rakstrarpersónur hevur skyldu at tryggja, at rottangin bert verður brúktur til tað, hann er ætlaður til. 6.6 Eigarin ella rakstrarpersónur hevur skyldu at boða IRF frá broytingum í ábyrgdar- viðurskiftum og tekniskum broytingum. 6.7 IRF hevur ábyrgdina av, at innsavningarskipanin virkar sambært hesum reglum. 7. Innsavningarskipan 7.1 IRF skipar fyri regluligari innsavning av rottangaevju frá virkjum. Skipanin fevnir um tøming av rottanga ella reinsiverki. 7.2 IRF tømir rottangar frá virkjum regluliga. IRF tømir allar skrásettar rottangar regluliga, treyta av: at tangin er lættur at koma til at tað er grivið væl frá rundan um lokið at lokið er væl fest, men lætt at loysa at lokið er trygt og heilt at lokið er lætt at festa aftur, tá arbeiðið er liðugt at innihaldið í tanganum er í samsvari við tað, tangin er ætlaður til (pkt. 5.3) 7.3 Metir evjuinnsavnari, at okkurt av omanfyri nevndu punktum ikki eru í lagi, verður tangin ikki tømdur. Eigarin fær fráboðan sendandi um, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi. Kommunan fær avrit av fráboðanini. 7.4 Tangi við tekniskum fráviki nevnd í 7.2 verður ikki tømdur, fyrr enn váttan er komin um, at tað er rættað. 8. Gjøld 8.1 Virki rindar árligt gjald fyri at tøma rottanga ella reinsiverk sambært tømingarætlanini. 8.2 Tangi við tekniskum fráviki nevnt í 7.2 verður ikki tømdur, fyrr enn váttan er komin um, at tað er rættað. Kemur váttanin innan 14 dagar eftir, at fráboðanin er send, verður tangin tømdur uttan eykakostna. 8.3 Tangar við nógvum óviðkomandi tilfari, kunnu bert tømast gjaldi sambært galdandi prísskipan. 9. Undantøk 9.1 IRF kann í serligum førum gera undantak frá hesum reglum. 9.2 Nevndin í IRF hevur heimild til at gera fylgiskjøl til reglurnar. 10. Fyrispurningar og fráboðanir 10.1 Fyrispurningar viðvíkjandi tøming av rottangum skulu stílast til IRF. 10.2 Fráboðanir um broytingar skulu latast virkjunum í góðari tíð. 11. Eftirlit 11.1 Tann einstaka limakommunan í IRF hevur eftirlit við, at ásetingar í hesum reglum verða fylgdar. 11.2 Verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við reglurnar staðfest, skal eigarin gera avtalu við kommununa um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist. 11.3 Kommunan boðar IRF frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag. 12. Kærur 12.1 Kærur um innsavning av rottangaevju skulu stílast beinleiðis til høvuðsskrivstovuna hjá IRF. 12.2 Avgerðir hjá IRF eftir hesum reglum kunnu kærast til avvarandi kommunu. 13. Revsing 13.1 Verða ásetingar í hesum reglum ikki hildnar, kann IRF nokta fyri at tøma rottanga hjá virki og fráboða viðkomandi kommunu frá hesi avgerð. Møguligt brot á lógir og kunngerðir nevndar í §1.1 kunnu verða revsað sambært ásetingum í hesum. 14. Gildiskoma 14.1 Reglurnar koma í gildið 30 dagar eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins. 14.2 Broytingar í hesum reglum skulu samtykkjast á aðalfundi felagsins. 14.3 Reglurnar verða lýstar í stóru dagbløðunum og á heimasíðuni www.irf.fo í seinasta lagi eina viku eftir, at tær eru samtyktar á aðalfundi felagsins.