Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 89 - 10. mai 2007 lýsingar • Handilin er í støðugari framgongd • Umboðar tey kendastu merkir • Liggur væl fyri í miðbýnum • Góðan kundaskara Vil tú hava avbjóðingar er hetta ein góður møguleiki. Meir fæst at vita við at venda sær til tlf 514811 ella á mail dros@dros.fo søkir eftir Námsfrøðingi til Dagstovnin í Skálafirði Dagstovnurin í Skálafirði læt upp 1. apríl 2007, á stovninum eru 2 vøggustovur normerað til 12 børn í hvørjari. Vit eru ein stovnur undir Runavíkar Kommunu og halda til í leigaðum hølum í Kelduni í Skálafirði. Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru rúmlig og ljós og vit liggja tætt við haga og fjørðu. Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir: Námsfrøðingi, 25 t. um vikuna til Bláu stovu. Uppgávan hjá tí, ið settur verður, kemur primert at snúgva seg um at stuðla einum 1 ára gomlum rørðslutarnaðum barni í gerandisdegnum. Setan verður frá 1. juni 2007 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda­ gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Tóru Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. mai 2007, kl. 12,00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Postboks 139 FO­600 Saltangará Runavíkar Kommuna Søkt verður eftir stuðulsfólki at byrja 1. juli Starvið er avloysarastarv fyri stuðulsfólk í barsils­ farloyvi. Arbeiðstíðin er 24,5 tímar um vikuna. Løn samb. sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Umsókn við møguligum viðmælum skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 47 27 27. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur Smúkkuhjørnið Hotel Bólið søkir eftir álítandi fólki at byrja fulla ella hálva tíð. Vit vænta at tú • setur kundatænastu høgt • ert fyrikomandi • ert ágrýtin og álítandi • ert klárur at lyfta tak, tá hetta krevst • klárar alt vanligt telduarbeiði • hevur kunnleika til føroyskt og enskt Ætlanin er at viðkomandi skal byrja skjótast gjørligt. Trýggir teir fyrstu mánarnir vera royndartíð. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til felagið á tlf. 213303 Smúkkuhjørnið Niels Finsensgøta 51 Søkt verður eftir álítandi kVinnu Vinnumálaráðið søkir eftir einum starvsfólki til KT-skivuna hjá KT-fyrisitingini. KT- fyrisitingin er ein deild í Vinnumálaráðnum, ið tekur sær av kunningartøkniligari samskipan innan landsfyrisitingina sum heild. KT-fyrisitingin útvegar undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisiting- arligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til. Hetta undirstøðukervið verður nevnt Lands- NET, og er eitt rættiliga stórt kt-kervi við gott 500 brúkarum, og støðugt vaksandi. Starvið: Í dag starvast tvey fólk í KT-skivuni og uppgávan er í høvuðsheitum at ráðgeva og vegleiða teldubrúkarum, tá hesir hava tørv á hjálp. Talan kann verða um ráðgeving og vegleiðing í nýtslu av felags nýtsluskipanunum og standardforritum ella meiri tekniskari hjálp. Arbeiðsuppgávur: • taka í móti og skráseta fyrispurningar frá brúkarum • um gjørligt, at hjálpa brúkarunum við trupulleikum • senda fyrispurningar víðari til serkøn innan KT • tryggja at brúkari fær hjálp • brúkaraumsiting Talan er um eitt nýtt starv í eini rættiliga nýggj- ari fyrisiting, og skal tann, sum settur verður, tola møguligar broytingar í starvsinnihaldinum. Førleikakrøv: Vit vænta okkum av umsøkjarum, at teir hava: • Kunnleika og royndir innan KT • Royndir við teimum vanligastu KT-forritunum (MS Office v.m.) • Hegni til at vegleiða brúkarum í nýtsluni av KT • Viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir innan KT • Ídni, áræði og góð samstarvsevni Vit bjóða: Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og av- bjóðandi starv í einum umhvørvi, ið tú sjálv/ sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi. Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini í landsfyritøkuni. Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur stjórnarráð. Umsóknir: Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. mai 2007. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Gunnar Toftegaard, tlf. 35 60 78. VINNUMÁLARÁÐIÐ KT-FYRISITINGIN Søkt verður eftir starvsfólki til KT-skivuna StarvSfólk til Statoil argir Statoil Argir sóknast eftir dugnaligum starvs­ fólki til at arbeiða skiftandi vaktir. Uppgávurnar eru: Kassin og annað vanligt handils arbeiði. Statoil Argir leggur stóran dent á at veita góða tænastu. Ert tú fyrikomandi, smílandi, og eldri enn 17 ár? So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Róa Snorrason á tlf. 56 40 16. Ljóðar hettar sum tú? Send so eina skrivliga umsókn til: Statoil argir Traðargøta 41 FO­160 Argir