Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Nr. 89 - 10. mai 2007 Endurlýsing Miðnámsskúlin í Suðuroy Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi verður frá 1. august 2007 eitt starv sum adjunktur/lektari í evnafrøði leyst at søkja. Umsøkjarar skulu tilskila, í hvørjum lærugreinum teir hava undirvísingarførleika (høvuðsgrein, hjágrein ella annað), og um teir hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga útbúgving, og sum verða settir, skulu í august mánaði taka náms­ frøðiligt innleiðsluskeið, sum Mentamálaráðið skipar fyri. Skúlin fer í tilmæli sínum um setan í fast starv at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til føroyskt mál og føroysk viðurskifti, og um teir ikki hava tað, at teir eru sinnaðir at ogna sær innlit og vitan um hetta. Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjarar virknir fara at taka lut í menningini av einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir. Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um endamál skúlans við at venda sær til leiðslu skúlans ella við at vitja heimasíðu skúlans: www.midnam.fo Starvssetanin verður sambært sáttmála millum Yrkis­ felag studentaskúla­ og HF­lærara (YF) og Fíggjar­ málastýrið. YF­umsóknarbløð fáast frá Yrkisfelagnum ella frá skúlanum (tlf. 373622, faks 374026, e­mail ole@ midnam.fo) Umsóknin skal sendast til Miðnámsskúlan í Suðuroy, att. Ole Laursen, deildarleiðari, 900 Vágur, í seinasta lagi 25. mai 2007. Goymslufólk søkist Á goymslu okkara er eitt starv leyst at søkja hjá einum røskum, álítandi og fyrikomandi fólki. Arbeiðið umfatar avgreiðslu av ordrum, útkoyr­ ing og annað goymsluarbeiði. Arbeitt verður í vaktum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur stóra koyrikortið. Um starvið hevur tín áhuga, so ring til okkum á telefon 314650. Starvið verður at seta sum skjótast. P/f Poul Michelsen P/f Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum manna, varð stovnað í 1974. PM er í dag førandi heilsøla innan sítt virkisøki og hevur kundar kring alt landið og virksemið er í støðugum vøkstri. PM er skipað í 5 deildir: Sølu­, innkeyps­, fíggjar­, goymslu­ og útkoyringsdeild. Á goymsluni og í útkoyringini starvast íalt 15 fólk. Hjá PM starvast íalt 50 fólk. lýsingar KoKKur Søkt verður eftir royndum kokki at standa fyri matgerðini í køki okkara, at byrja beinanvegin. Arbeiðstíðin er: mánadag - fríggjadag kl. 8-13 Grønlandsv. 16 · FO-100 Tórshavn · tlf. 31 20 87 mai-kappingin Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan fríggjadagin 8. juni 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í mai er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður aðru vikuna í juni. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í mai 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- www.sosialurin.fo