Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 summarkapping 55 Upplivilsi í høgari ferð Nógvir føroyingar eru farnir at bjóða seg fram í ferðavinnuni í Føroyum seinastu árini, og ein teirra er Sigurd Gudmundsson í Vági. Hann hevur tveir bátar, har tann eini, Scorpion, er góðkendur til føroysku ferðavinnuna. Tað er tó nakað serligt við bátunum hjá Sigurd. Tann størri, sum er góðkendur til føroysku ferðavinnuna, kann nevniliga sigla upp í 63 míl, um hann hevur tveir persónar við, og er báturin fullur, so kann hann sigla á leið 52-53 míl, so gestirnir hjá Sigurdi kunnu fá eitt upplivilsi í høgari ferð, um teimum lystir. Sigurd byrjaði at sigla við bátunum í fjør, og tað hevur gingið hampiliga væl. - Fyrsta árið hjá mær gekk hampiliga væl, men eg vóni, at árið í ár verður enn betri. Eg geri mest túrar í Suðuroynni, og ofta vilja fólk sleppa til bjørgini vestan- til á oynni. Eg geri tó eisini túrar kring alt landið, men veðrið í landinum hevur sjálvandi rættiliga nógv at siga í hesi vinnuni, sigur Sigurd Gudmundsson. Sigurd sigldi m.a. fólk út á Ovastevnu í fjør. Her brúkti hann í miðal tríggjar og ein hálvan minutt fyri hvønn túr, og hetta dámdi fólki avbera væl. Hann ætlar aftur í ár at sigla fólk út á Ovastevnu, og til síðst leggur hann afturat, at fólk altíð kunnu koma suður at royna bátin ella standa á vatnski. Hann tekur bæði smærri og stórar bólkar. Sigurd Gudmundsson í Vági hevur bátin, Scorpion, sum hann brúkar í føroysku ferðavinnuni. Báturin kann sigla heilt upp í 63 míl Kristi himmalferðardag; 17. mai – 21. mai 2007 (íroknað) Hvítusunna; 25. mai – 29. mai 2007 (íroknað) Íroknað prísin er: • B-bilur (Mazda 3, Honda Civic, e.l.) • Fríur kilometur • Kasko- og tjóvarí trygging • MVG Sp/F F.F. Bilaleiga • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 50 • Fax 34 00 51 • hertz@ff.fo 5 daga bilaleiga kr. 1.495,- (avm. nøgd) Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri Halt frí tá tú hevur frí