Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 56

‹ fyrra síða allar 83 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 56 summarkapping Trúgva uppá ferðavinnuna Gunnar Skúvadal byrjaði heilt afturi í 1990 at sigla við bátum undir Vestmannabjørgini. Hetta var tó helst ikki nakað nýtt fyri vestmenningin, tí faðir hansara hevði líka síðani 1977 siglt nógv undir Vestmannabjørgini fyri vestan á Streymoynni. Í 1990 høvdu teir bert ein bát, sum kallaðist Urðadrangur, men í 1997 kom ein broyting í. Tá bleiv Sp/F Skúvadal sett á stovn, og um sama mundi keyptu teir Barbaru, sum er ein størri bátur. Hesum báðum bátunum sigldu teir við, til eitt nýtt partafelag bleiv sett á stovn í 2005. Hetta var P/F Vestmanna Tourist Centre, og við hesum bygdu teir bæði eitt hús niðri á havnarlagnum í Vestmanna, samstundis sum teir keyptu Froy, sum er tann triði og størsti báturin hjá felagnum. Gunnar Skúvadal letur væl at gongdini hjá felagnum, og hann sigur, at teir veruliga trúgva uppá ferðavinnuna í Føroyum. - Ja, tað hevur gingið væl hjá okkum. Vit hava sæð ein støðugt vaksandi áhuga síðstu árini, og hetta ger, at man tímir at blíva við. Vit hava eisini gjørt íløgur í felagið fyri á leið 10 mió. kr. seinastu 10 árini, so einki er at ivast í, at vit trúgva uppá føroysku ferðavinnuna. P/F Vestmanna Tourist Centre hevur bátarnar Froy og Barbaru, sum báðir sigla við ferðafólki undir Vestmannabjørgini            So langt burtur, og tó so nær ... Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv r e p r o z Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Troyggjur Heilar og opnar    