fríggjadagur 11. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 90 - 11. mai 2007
Orðaskiftið við fyrstu viðgerð av kirkjulógu
num var áhugavert á mangan hátt. Hóast orða
skiftið í sjálvum sær ikki snúi seg um yvir
tøkulógina, so avdúkaði hetta orðaskifti, at
breið semja er á løgtingi um yvirtøku. Sjálv
yvirtøkan fer sum kunnugt fram eftir yvirtøk
ulógini, sum eisini er á tingborði.
Hóast atfinningar frá serstakliga andstøðuni,
so má staðfestast, at kirkjulógirnar fingu
breiða og sera jaliga undirtøku undir fyrstu
viðgerð. Tað, sum eyðkendi røðurnar hjá
framsøgufólkunum, var, at fólkakirkjan hevur
sera stóran og savnandi týdning fyri allar
føroyingar. Hetta kann bert skiljast sum, at
kirkjan eisini hevur týdning fyri tey, sum ikki
eru limir í kirkjuni. Hóast onkra atfinnandi
rødd, so var breið semja um hetta páhald,
og ivaleyst er nakað um hetta. Fólkakirkjan
hevur stóran týdning fyri okkara samleika
og fyri trúarlívið sum heild.
Tað var eisini staðfest undir orðaskiftinum,
at føroyska fólkakirkjan í roynd og veru
altíð hevur verið ein rættiliga sjálvstøðug,
hóast hon síðan trúbótina hevur verið undir
útlendskari kirkjuligari yvirvøld. Kirkjan í
Føroyum hevur í mongum førum havt øðrvísi
siðvenjur og øðrvísið lógarreglur enn fólka
kirkjan Danmark. Hetta er sera áhugavert og
kann hetta bert skiljast sum, at yvirtøkan av
fólkakirkjuni, sæð við kirkjuligum eygum,
ikki er nøkur kollvelting, men ein liður í tí
meninning móti meira sjálvræði, sum eyð
kennir alt føroyska samfelagið. Hetta er bæði
gott og rætt. Hvør verður so munurin, tá fólka
kirkjan er yvirtikin, kann ein spyrja. Bert
tíðin kann svara, men sjálvandi kann tað bert
gagna kirkjuni, at allar avgerðarrættur er her
í Føroyum hjá tí fólki, sum eigur og brúkar
kirkjuna. Samantikið bendir alt á, at vit fáa
eina yvirtøku í fullari semju, sum tað sømir
seg í máli sum hesum.
Sosialurin
Fólkakirkjan
– yvirtøka í semju
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nú frættist, at meiriluti er á
Føroya Løgtingi fyri at skipa
Føroyar til eitt valdømi.
Hetta fær ein at spyrja,
hvørji felags áhugamál tey
10 fólkini, sum siga seg
standa aftan fyri uppskotið,
hava. Av royndum vita vit, at
tey eru rættiliga ymisk, men
allir flokkar eru kortini
umboðaðir, og har eru bæði
kvinnur og menn. Men eitt
hol er kortini sjónligt; her
hugsi eg um tey smáu val
dømini Vágar, Sandoyggin
og Suðuroyggin. Ein freistast
til at siga, at logikkurin er
kortini intaktur. Í hesum
valdømum eru ikki so nógv
ar atkvøður at heinta, og hví
skal man so gera tað til eitt
problem? Vit kundu skoytt
uppí, at tað er umráðandi, at
alt er so logiskt sum gjørligt!
Tey síðstu mongu árini
hevur
javnstøða
ella
manglandi javnstøða á tingi
fylt nógv. Í løtuni hava einans
tríggjar kvinnur sæti á tingi,
og tær eru allar tríggjar fyri
at skipa Føroyar sum eitt
valdømi. Og í so máta er
eisini ein vissur logikkur
galdandi, tí seinastu mongu
árini hevur tað verið gott
latín, at verða Føroyar eitt
valdømi so verða automatisk
fleiri kvinnur valdar á ting.
Men sum kunnugt er ofta
munur á teori og praksis, og
tí verður tað sjálvandi spenn
andi at frætta, um teori og
praksis halda á hesum øki.
Eg skal ikki taka mótið frá
kvinnunum, men havi hug at
siga, at tey sum halda, at her
liggur ein automatiskur
automatikkur kunnu lætt
gerast vónsvikin, tá veljarin
hevur valt.
Tí er tað umráðandi, at
kvinnur gera sær greitt, hvat
eitt løgtingsval snýr seg um.
Tað vanliga ”pena” prátið
um, at kvinnurnar eru ov illa
umboðaðar í løgtinginum
hevur so at siga onga ávirkan
á veruleikan. Tað átti at verið
óneyðugt at nevnt, at tað er
prógvað eftir hvørt einasta
løgtingsval tey seinastu 20
30 árini.
Ein tann kendasta daman,
tá talan er um kvinnur í
politikki man vera Margaret
Thatcher. Hon er tí eisini ein
persónur, sum allar kvinnur,
sum hava hug á einum sessi í
løgtinginum eiga at seta
kikarin á. Hópur av bókum
e r u
s k r iva ð a r
u m
jarnkvinnuna, so tað átti ikki
at verið nakar trupulleiki.
Skal vend koma í á hesum
øki, er neyðugt, at tær sum
droyma um ein løgtingssess
mugu taka dreymin í álvara.
Ella sleppa dreyminum og
seta seg inn í, hvat
løgtingspolitikkur snýr seg
um. Harumframt er neyðugt
at gevast at tøva í frasuni um
at velja eina kvinnu bara, tí
hon er ein kvinna. Tað er
onki at ivast í, at tað er júst
tann frasan, sum er ein
orsøkin til, at kvinnurnar eru
so illa umboðaðar sum tær
eru. Heldur áttu vit at sagt, at
so leingi vit hava demokrati,
so eigur ongin at hava nøkur
serrættindi. Halda vit ikki
uppat at pjøssa við slíkum
frasum kann støðan gerast
upp aftur verri enn hon er. Ja
sleppa vit ikki hesum
hugburðinum er vandi fyri,
at eftir komandi løgtingsval
fáa vit eitt løgting við ongari
kvinnu.
Tí er tað umráðandi, at vit
øll gera okkum greitt, at tey
sum verða vald í løgtingið
fáa nógvar og stórar
fyrimunir, sum tey sum
standa uttanfyri bert kunnu
droyma um. Tað er hesin
veruleikin, sum er altav
gerandi, og tann, sum ikki
hevur skilt tað hevur ongan
tjans í kampinum um sess
irnar og stóru fyrimunirnar,
sum liggja í einum løg
tingssessi.
Tað er onki at ivast í, at hjá
mongum løgtingspolitikkara
snýr valkampurin seg nærum
lív ella deyð. Og hjá teimum
er sjálvandi neyðugt at brúka
øll kneb, eisini tey minni
demokratisku. Harumframt
má alt leggjast til síðis í
orrustuni.
Og nú eru vit komin til
kjarnan í málinum.
Ein hevur varhugan av, at
hesar treytir vilja rættuliga fá
konufólk í Føroyum kasta
seg undir? Og vit kundu
spurt um nakað kann gerast
við tað?
Kann at enda skoyta uppí,
at eg, ta stuttu tíð eg havi
sitið sum formaður í Føroya
Fiskimannafelag, havi møtt
stórum blíðskapi, sum eg
onki kendi til frammanund
an. Tað takki eg fyri!
Føroya
Fiskimannafelag
JAN
HøJgAARd
Tíðindaskriv frá Landsfelag
Pensjónista
Leygardagin 19. mai verður skipað
fyri Eldradegi í Skopun. Pensjónistar
úr øllum landinum hittast í ungmanna
felagshúsinum »Samljóð« í Skopun til
fjølbroytta dagsskrá, har ymisk evni til
álvara og gamans verða havd á lofti.
Dagurin verður hildin frá kl. 9.00 til
17.00 við hesi skrá:
9.00 til 10.00 verður morgunkaffi/te
við rundstykkjum og øðrum.
10.00: Birgith Hentze, forkvinna fyri
Pensjónistafelagið Kvøldarsól bjóðar
vælkomin.
10.10: Borgarstjórin í Skopun,
Gerhard Lognberg, flytur fram røðu.
10.30: Katrina Joensen, lærari,
hugleiðir um kirkjuna.
11.00: Sangur við børnum.
11.30: Jóannes Eidesgaard, løgmað
ur, heldur røðu.
12.00 – 13.30 Døgurði.
13.30: Hanna á Reynatúgvu,
ergoterapeutur, greiðir frá ymiskum
hjálpartólum og skipar fyri løttum
fimleiki, sum øll kunnu luttaka í.
14.00: Kaj Vilhelmsen, eygnalækni,
heldur fyrilestur.
14.30: Palli Dalsgaard sigur frá.
15.00: Kaffisteðgur.
15.30: Umboð frá Almannastovuni
greiðir frá lóggávuni á eldraøkinum.
16.00: Spurningar og orðið frítt.
16.30: Lutaseðlar verða trektir.
16.45: Niclas Akraberg Poulsen,
formaður í Landsfelag Pensjónista,
ber fram heilsan til seinast.
17.00: Sangur og fráferð.
Fríðhild Winther verður fundar
leiðari.
Kostnaðurin er kr. 200, fyri hvønn
luttakara fyri allan dagin.
Luttøka eigur at verða fráboðað í
seinasta lagi 14. mai 2007 til eitt av
hesum tlf.nr.: 361330 – 361322 –
361359 – 361381 –361505 – 373829
Ferðaætlan hjá Teistanum leygardag:
Av Gomlurætt: kl. 8.45; 10.30;
13.15...
Úr Skopun: kl. 12.30; 14.00; 16.30;
18.30; 20.15 og seinastu ferð 22.30.
Bussur koyrir millum ferjuleguna í
Skopun og “Samljóð” í sambandi við
tiltakið.
Stuðlað og hjálpt í sambandi
við Eldradagin hava: Skopunar
kommuna, Føroya Banki, Eik,
Statoil Føroyar, Føroya Shell, Estra,
Pensjónistafelagið Kvøldarsól og
Landsfelag Pensjónista.
Fyrireikað Eldradagin 2007 hava:
Pensjónistafelagið Kvøldarsól &
Landsfelag Pensjónista.
Eldradagurin 2007
Demokrati