fríggjadagur 11. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti 11
journalistikkurin er ein týðandi
partur av einum vælvirkandi
samfelagi.
- Eitt samfelag, har tú ikki
kanst seta kritiskar spurningar,
er eitt sjúkt samfelag, og ein av
uppgávunum hjá fjølmiðlunum
er at seta spurningar við tað,
sum til dømis politikarar gera.
Tað er ikki uppgávan hjá okkum
bara at fortelja fólki, at í dag var
landsstýrismaðurin til arbeiðis.
Vit mugu røkka longur enn tað og
seta spurningar við tær avgerðir,
sum politikararnir taka.
- Við hvørt verður hetta lagt
út, sum at vit bert fáast við tað
negativa, men tað er okkara
skylda at seta spurningar við tað,
sum fer fram í samfelagnum og
lata fólkini, sum hava ábyrgd,
svara hesum spurningum, sigur
Jón Brian.
Spyrja upp í saman
Við hvørt er tað neyðugt hjá
einum útvarpsmanni at verða
áhaldandi, tá ið hann vil hava
svar upp á sínar spurningar, og
tað hoyrist javnan í beinleiðis
útvarpspráti, har journalisturin
tráspyr ein politikara ella annan
framstandandi persón.
- Tað er umráðandi hjá einum
útvarpsmanni at verða væl
fyrireikaður til eitt beinleiðis
interview í eini tíðindasending
ella aðrari sending. Tú skalt vita,
hvat tú ætlar tær at spyrja um,
og helst eisini vita, hvat gesturin
fer at svara. Tú skalt geva fólki
møguleikan at svara og lurta eftir
tí, sum tey siga.
- Hinvegin kann eg ikki lata
ein politikarar tosa uttanum fyri
at sleppa undan at svara mínum
spurningum. Tá kann við hvørt
verða neyðugt at bróta fólk av
og spyrja uppaftur fyri at ein
spurning svaraðan. Vanliga ræður
um at verða fólkaligur, men um
fólk sjálvi eru ófólkalig og ikki
svara tínum spurningum, so
mást tú geva teimum eitt ordiligt
mótspæl.
Jón Brian heldur, at tað ræður
um at spyrja røttu spurningarnar
og ikki verða órímiligur mótvegis
fólki, men viðhvørt er neyðugt
at fara í beinleiðis dyst við ein
politikara.
- Tað er einki endamál í sær
sjálvum at steikja fólk fyri opnari
mikrofon, og teir smartastu
spurningarnir eru ikki altíð teir
bestu, men tað eru ávísar støður,
har fólk helst vilja sleppa undan
at svara kritiskum spurningum,
og tá er neyðugt at spyrja upp í
saman fyri at fáa eitt svar til tað,
sum fólk vilja hava at vita, sigur
hann.
Málburðurin
So venda vit aftur til málburðin
– dialektina – hjá Jón Briani
Hvidtfeldt. Millum havnfólk,
suðuroyingar, norðoyingar og
aðrar føroyingar í útvarpinum,
er hann ein einsamallur fugl-
firðingur, og tað hoyrist aftur, tá
ið hann situr við mikrofonina.
- Tað fellir mær mest natúrligt
at tosa á sama hátt í útvarpinum,
sum eg geri í tí dagliga. Tað hevði
virkað kunstigt, um eg royndi at
tosa á ein annan hátt, enn eg geri
vanligt.
- Tað kemur fyri, at eg fái
onkra viðmerking um fuglfjarðar-
dialektina hjá mær, men tað er
mest í skemti – og í Fuglafirði
halda summi fólk, at tað ljóðar
sera vakurt, sigur Jón Brian við
einum smíli.
- Útvarpið er fjølbroytt og fyri
allar føroyingar, og tí er eisini
rúmd fyri flestu dialektunum.
Hetta avspeglar málið í samfelag-
num, og tað er ein stór styrki fyri
Útvarpið. Eg ætli mær ikki at
broyta mína dialekt, um eg ikki fái
boð um tað, og tað rokni eg ikki
við at fáa, sigur Jón Brian.
ann fær eitt svar
Jón Brian um
fartelefonir
Fartelefonin er eitt hent amboð, sum á ein hátt
hevur gjørt samfelagið minni, men kanska eisini
eitt sindur meira stressandi. Eg kenni meg eitt
sindur naknan, um eg ikki havi fartelefonina hjá
mær.
Jón Brian um
grindadráp
Tú kanst ikki byggja eitt samfelag
upp á ein gamlan sið, men
grindadráp er í lagi, so leingi tað
ikki ger meira skaða enn gang fyri
føroyska samfelagið.
Navn: Jón Brian Hvidtfeldt
Aldur: 29 ár
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Journalistur frá
Danmarks Journalisthøjskole
í 2004
Starv: Journalistur í
Útvarpinum
Fakta
- Tað fellir mær mest natúrligt at tosa á sama
hátt í útvarpinum, sum eg geri í tí dagliga.
Tað hevði virkað kunstigt, um eg royndi at
tosa á ein annan hátt, enn eg geri vanligt,
sigur Jón Brian Hvidtfeldt, fuglfirðingur í
Útvarpinum. Mynd: Jens Kr. Vang