fríggjadagur 11. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
11
tíðindi
Bedingsmeistarin á
Klaksvíkar Sleipistøð
heldur, at tað gevur
øllum pørtum nakað,
tá samstarvað verður.
- Vit hava eisini sæð,
at skipasmiðjur
og fyritøkur, sum
eru útbjóðarar av
hydraulikki, el og
apetering hava staðið
saman um størri
uppgávur við góðum
úrsliti, sigur Óla Hans
Johannesen
Handverk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Strandfaraskipið Ternan
stendur í løtuni á bedingini
hjá Klaksvíkar Sleipistøð,
sum eisini verður rópt
Stórabeding.
Skipið kom upp týsdagin
og fór ætlandi av aftur í
gjárkvøldið ella í morgun.
Ternan er millum størstu
skip, sum teir kunnu taka
upp á Stórubeding.
- Vit plaga at siga, at
skipini skulu ikki verða
størri enn 800-1000 tons,
men hetta veldst eisini um
tyngd og breidd. Ternan er
lutfalsliga breið, og tí kundi
hon ikki verið størri, um vit
skuldu tikið hana upp á
bedingini.
Tað sigur Óla Hans
Johannesen, bedingsmeist-
ari á Klaksvíkar Sleipistøð.
Góðum standi
- Ternan er vaskað og mál-
að, vit hava skift sinkini, og
síðan er bildekkið sandblast
og málað. Skipið hevur eis-
ini fingið árligt botnsýn,
sum Norsk Veritas hevur
staðið fyri.
Bedingsmeistarin sigur,
at skipið er í góðum standi,
og Norski Veritas læt teir
vita, at einki sum helst var
at finnast at botninum.
- Skipið hevur púrasta
rein pappírir, sum Óla Hans
Johannesen tekur til.
Sum skilst, skal Ternan,
ið annars er standby-skip,
setast inn í sigling fyri
Teistan, sum skal í dokk og
eisini hevur onkrar serupp-
gávur.
Øktir møguleikar
- Vit fingu Ternuna at mála,
eftirhyggja og til botnsýn í
kapping við aðrar, men nú
vit hava undirsjóvartunnil-
in, er einki til hindurs fyri
at taka lut í uppgávum, sum
aðrar skipasmiðjur hava. Í
aðrar mátar kunnu vit eisini
koyra kring landið, har brúk
er fyri okkum.
Óla Hans sigur, at sam-
starvið millum Klaksvíkar
Sleipistøð og hinar skipa-
smiðjurnar og bedingarnar
er gott, og tað er einki til
hindurs fyri at læna fólk og
seramboð ímillum, tá brúk
er fyri tí.
- Jú, eg haldi, at vit hava
eitt sera gott samstarv við
aðrar veitarar á økinum,
sigur hann.
Bedingsmeistarin heldur
eisini, at tað gevur øllum
pørtum nakað, tá samstarv-
að verður uppgávur sum
krevja meira enn ein veit-
ara.
- Vit hava eisini sæð, at
skipasmiðjur og fyritøkur,
sum eru útbjóðarar av
hydraulikki, el og apetering
hava staðið saman um størri
uppgávur við góðum
úrsliti.
Hann ivast onga løtu í, at
slíkt samstarv ger, at før-
oyskt handverk eisini sten-
dur sterkari mótvegis
útlandinum.
Ikki klaga
Óla Hans Johannesen sigur,
at teir umleið 20 menninir
á Klaksvíkar Sleipistøð
hava havt rættiliga fitt at
gera í longri tíð, og fyri
framman eru eisini rímiliga
stórar uppgávur.
- Vit skulu eitt nú hava
partrolararnar Bak og Stelk
til høvuðssýn, har bæði
høvuðsmotorar og hjálpi-
motorar skulu eftirhyggjast,
og vit hava eisini onnur
skip fyri framman, sum
skulu takast upp her hjá
okkum, sigur bedingsmeist-
arin.
Á Klaksvíkar Sleipistøð
eru í løtuni 7 lærlingar.
Samstarv fremur størri virk-
semi og økt kappingarføri
Ternan er millum størstu skip, sum kunnu takast upp á Klaksvíkar Sleipistøð. - Skipið skal setast
á sigling fyri Teistan, sum er í dokk. Ternan er í góðum standi, sigur bedingsmeistarin, Óla Hans
Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vegurin í lagi
Yvirfriðingarnevndin hevur nú góðkent ætlanina at gera
vegin til Norðoyatunnilin niðri við sjóvarmálan í Leirvík,
soleiðis sum lógin um vegin eisini sigur. Fyrr hevur frið-
ingarnevndin fyri Eysturoy tikið somu avgerð, og Lands-
verk er farið undir at fyrireika seg til at bjóða arbeiðið út.
Spurningurin er so, um málið endar her, tí meirilutin í
bygdarráðnum í Leirvík hevur samtykt, at vegurin til
Norðoyatunnilin skal gerast oman fyri bygdina.
Gera viðarlund
Bygdarráðið í Porkeri ætlar at gera eina viðarlund í
bygdini. Borgarstjórin, Eli Frederiksen, sigur við Viku-
blaðið, at ætlanin er at gera viðarlundina vesturi í
Mýrudalinum, sum er nakað vestan fyri sjálva bygdina.
Kommunan hevur fingið tað neyðuga lendið frá Búnað-
arstovuni, og í løtuni bíðar kommunan eftir svari úr Inn-
lendismálaráðnum um stuðul til verkætlanina. Gongst sum
ætlað, byrjar arbeiðið í summar.
Línuskipini, sum fiska
undir Føroyum, hava
rættiliga smáligan
fiskiskap, meðan
trolararnir aftur fiska
væl
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini, sum seinastu
dagarnar hava roynt undir
Føroyum, hava lítið og
einki fingið.
Jákup B og Ågot landaðu
í Klaksvík í gjár, og teir
høvdu sløk 40.000 pund í
part.
Skipini royndu í umleið
eina viku. Ein part av tíðini
hevur streymurin verið
hálvharðar, og fiskiskapurin
hevur
verið
heldur
vánaligur.
Polarstjørnan landaði
eisini í Klaksvík mikudagin,
og teir høvdu heldur ongan
fisk fingið, sløk 20.000
pund.
Betri trolveiða
Betri hevur gingið hjá
trolarunum at fiska.
Safir og Smaragd landaðu
í Klaksvík í gjár, og teir
vóru mest sum fullir.
Týsdagin vóru Navarin
og Borgarin, sum eru
fyrrverandi Polarhav og
Stjørnan, og eisini teir vóru
knappliga fullir.
Mánadagin landaðu
Fjallshamar og Nónhamar,
fullir undir lúkurnar.
Í gjárkvøldið kom
Stjørnan á Klaksvík við
114 kørum sum taka umleið
290 kilo hvørt.
Stjørnan skal takast upp
á bedingina hjá Klaksvíkar
Sleipistøð.
Línuskipini draga svart
Seinastu dagarnar hava línuskipini, sum royna undir Føroyum,
havt rættiliga smáligan fiskiskap. Millum skipini, sum landaðu
á Kósini í gjár, var Jákup B
Mynd: Vilmund Jacobsen