fríggjadagur 11. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti
10
Tað eru langt frá øll, sum vita
hvussu Jón Brian Hvidtfeldt
sær út, men tey flestu kenna
eyðkendu røddina aftur, tá ið
hon er at hoyra í útvarpinum.
Fuglfjarðamálið er serstakt
millum hinar røddirnar í lurtinum,
og hann smæðist ikki burtur við
sínari dialekt.
Tað venda vit aftur til.
Farna vikuskiftið var fugl
firðingurin í Sortudíki heiðraður
á fakfestivalinum hjá journalist
unum. Hann varð kosin sum
ársins journalistur fyri sítt
arbeiði farna árið, og tað var ein
stórur heiður hjá 29 ára gamla
útvarpsmanninum, ið fekk sína
útbúgving fyri trimum árum
síðani.
Eg havi nátt setningin, eg
setti mær, tá eg fór undir at
útbúgva meg sum journalist,
segði Jón Brian, tá ið hann fekk
heiðurin.
Gera mun
Tað var ikki av tilvild, at Jón Brian
Hvidtfeldt endaði á Danmarks
Journalisthøjskole í Århus.
Tað er ein gamal tanki at blíva
journalistur. Tað var tað, sum eg
helst vildi, sigur hann.
Vit kenna øll til at verða
forargað inn á okkurt og siga, at
“tað er for galið, at...”, men so
gera vit ikki meira við tað. Sum
journalistur kanst tú gera mun í
samfelagnum og gera okkurt við
tað, sum fólk argast inn á.
Frusteratiónin hjá einum
journalisti kann hinvegin verða, at
tú bert røkkur einum lítlum parti
av tí, sum tú kundi hugsa tær at
fingist við, men tá ið tú so gerst
mun á onkran hátt, er tað sera
hugaligt, sigur Jón Brian.
Hjá honum og øllum øðrum
journalistum er jagstranin eftir
góðu søguni ein týðandi partur av
yrkinum.
Journalistikkur er eitt
spennandi fak, sum hevur nógvar
nuansir. Tú fært møguleikan at
tosa við nógv fólk, sum liggja
inni við stórari vitan og hava
eina søgu at siga, tú kanst seta
mál inn í ein samanhang, og
spenningurin er altíð stórur, tá ið
tú fært fatur á einari góðari søgu.
Ein góð søga nýtist ikki
endiliga at verða ein gøla, hon
kann verða so nógv annað. Men
drívmegin hjá einum hvørjum
journalisti er tann góða søgan.
Góða søgan drívmegi
Stundum fáa journalistar skotið
í skógvarnar, at teir bert hugsa
um at finna negativar søgur,
men Jón Brian heldur, at kritiski
Jón Brian spyr til h
- Tað er einki endamál í sær
sjálvum at steikja fólk fyri
opnari mikrofon, men tað eru
ávísar støður, har fólk helst
vilja sleppa undan at svara
kritiskum spurningum, og tá er
neyðugt at spyrja upp í saman
fyri at fáa eitt svar, sigur
útvarpsmaðurin Jón Brian
Hvidtfeldt, sum er kosin til
ársins journalist í Føroyum. Vit
fingu eisini eitt svar, tá ið vit
spurdu hann um
fuglfjarðardialektina hjá honum
Jón Brian um ítrótt
Eg verði fasineraður av vinnaramentalitetinum,
sum sæst nógva staðni í ítróttinum. Tann
mentalitetin kundu vit eisini útnytta aðrastaðni
í samfelagnum.
Jón Brian um
politikk
Góður politikkur er ein grundarsteinur
undir fólkaræðinum, og tí hava politikarar
stóra ábyrgd. Tekur ein politikkari ikki hesa
ábyrgd í álvara og letur politikk blíva til
fjas, so endar tað við politiskari líkasælu
millum fólk – og tað er vandamikið.
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo