fríggjadagur 11. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 90 - 11. mai 2007
Sigla kortini
Í síðstu viku gjørdi danska Sjóferðslustýrið av at taka øll sigliloyvi frá reiðarínum H.
Folmer, men JydsleVestkysten skrivar í dag, at øll 13 skipini hjá reiðarínum sigla
framvegis, men nú fyri eitt reiðarí, sum eitur Eria. Myndugleikarnir tóku annars
sigliloyvið frá reiðarínum H. Folmer, tí alt ov nógv óhapp hava verið umborð á
skipunum, og tí undrar tað sjómannafelagið, at skipini kunnu halda fram bara við at
skifta reiðarí.
Renning úr Kvívík til Havnar
Kristi Himmalferðadag 17. mai verður eitt sokallað adventurrace-tiltak, har kappast
verður úr Kvívík til Havnar. Rennikappingin er fyri lið á fýra persónar. Tað verða tvær
rutur. Onnur rutan er fyri luttakarar, sum vilja hava stórst møguliga avbjóðing, har
teinurin verður á leið 30 kilometrar. Á rutini eru lagdar fleiri fysiologiskar og
psykologiskar forðingar inn. Hin rutan er væl stytri og við minni forðingum. Liðini
kunnu vera sett saman av báðum kynum, og liðið velur sjálvt hvørji rutu luttakararnir
ynskja at luttaka á. Tilmeldingarfreist 11. mai á telduposti: hansi@altfyrieitt.fo ella
fartelefon 504659 og 220660.
– Teir kunnu illa
liva við, at man
fyrst missir ein so
útmerkaðan lands
stýrismann, og so
setur formannin
til at taka yvir,
og reduserar um
tingmanningina, sig
ur løgmaður. Hann
skilur støðuna hjá
Sambandsflokkinum,
men vísir á, at Heðin
Mortensen sjálvur
eigur avgerðina í mál
inum, og at tað tí er
líkamikið hvat hann
og Kaj Leo Johanne
sen hava avtalað ann
ars
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Eg havi tosað við Jóannes
um hetta, og hann sigur, at
bólturin liggur hjá sær, at
hann skal tosa við Heðin
Mortensen, so tað bíði eg
bara eftir. Soleiðis segði
Kaj Leo Johannesen við
Sosialin í gjár. Men løgmað-
ur Jóannes Eidesgaard hev-
ur ikki ordiliga hug til at
lofta bóltinum, formaður
Sambandsfloksins tveitir til
hansara.
– Eg vil siga, at uttan
mun til hvar bólturin liggur,
er hetta málið lagt undir
eitt øgiligt trýst nú, tá tað
bleiv alment kent, at Sam-
bandsflokkurin hevur gjørt
semju um, at Kaj Leo skal
vera komandi landsstýris-
maður í fíggjarmálum.
Við blaðið í gjár segði
Kaj Leo Johannesen, at
hann og løgmaður hava
eina greiða avtalu um, at
Heðin Mortensen ikki skal
inn á ting, um annaðhvørt
hann ella Lisbeth : Petersen
fer í farloyvi ella úr tingin-
um. Er henda avtala so
greið?
– Kaj Leo veit sjálvandi,
at tað nyttar ikki hvat vit
báðir avtala, tí avgerðina
eigur Heðin Mortensen.
Men tað, vit hava avtalað,
og tað vil eg eisini gera alt
sum stendur í mínari makt
til, er at taka málið upp við
Heðin Mortensen, tí hetta
er ein nokkso løgin støða,
sum politiska skipanin er
enda úti í.
– Men tað, sum eg havi
lovað Kaj Leo og Sam-
bandsflokkinum – ikki bara
nú men, eisini tá hetta
málið av fyrstan tíð gjørdist
aktuelt – er, at eg upp á mín
besta máta fari at taka
málið upp við Heðin
Mortensen, og eg havi í
tveimum umførum tosað
við Heðin Mortensen, sum
hevur verið burturstaddur
og kemur heim í dag.
Líkamikið við avtalu
Men hvat merkir tað, at løg-
maður fer at taka málið upp
við Heðin Mortensen?
– Altso tá man hevur tik-
ið eina avgerð, so er tað
soleiðis at ein og hvør
avgerð hevur eina avleiðing.
Og tá Heðin Mortensen fer
úr Sambandsflokkinum, og
nú skal eg ikki blanda meg
upp í, um tað var tí at hann
bleiv koyrdur ella hann fór,
tí tað havi eg fyri so vítt
onga meining um, men
tann avgerðin hevur so tað
v i ð
s æ r
h j á
Javnaðarflokkinum, at man
má skipa viðurskiftini har
eftir. Man kann ikki heldur
aftaná ríða á fleiri hestum,
tí tá man hevur valt síðu,
má man halda seg til tað
síðu man hevur valt, svarar
Jóannes Eidesgaard og
leggur so aftrat:
– Men Heðin eigur
avgerðina einsamallur, sum
sagt, og tað er fullkomiliga
líkamikið hvat Kaj Leo og
eg hava avtalað, tí vit sleppa
ikki longur enn at tosa við
Heðin og appelera til Heðin
um, at heldur tú tað ikki ver-
ið rímiligt um hetta ella hat-
ta, men í seinasta enda er
tað Heðin Mortensen, sum
avgerð tað.
Lættari við øðrvísi
handfaring
Er Heðin Mortensen ein tru-
pulleiki fyri samgonguna?
– Tað átti tað ikki at ver-
ið. Hetta var jú ein trupul-
leiki, sum var innanhýsis í
Sambandsflokkinum til
kommunuvalið, og undir
øllum umstøðum er hetta
ikki ein trupulleiki, sum
liggur inni í Javnaðarflokk-
inum. Tað má eg púrasta
burturvísa.
Tað er ein trupulleiki,
sum viðkemur meg sum
løgmann og sjálvandi eisini
Kaj Leo sum formann í
Sambandsflokkinum
Men sum formaður í
Javnaðarflokkinum fær tað
valla verið ein trupulleiki,
at tit fáa ein tingmann
aftrat?
– Altso vissi tú sært mate-
matiskt upp á tað, so skal
tað vera tað øvugta. Men
sjálvandi er tað væl skilligt,
at hetta er ein trupulleiki, tí
at Sambandsflokkurin kann
illa liva við, at man fyrst
missir ein so útmerkaðan
landsstýrismann sum Bárð-
ur Nielsen, og so setur for-
mannin til at taka yvir, og
reduserar um tingmanning-
ina. Tað er klárt eg skilji
væl Sambandsflokkin og
tær frustratiónir, sum har
eru, og tí vil eg eisini med-
virka til, at vit fáa loyst mál-
ið so ella so, og tað má eg
so brúka tíð til, sigur Jóan-
nes Eidesgaard, sum heldur
at málið kundi verið hand-
farið betri.
– Tað hevði kanska verið
eitt lættari, um man hevði
tikið tann spurningin, sum
nú er aktuellur upp fyrst,
og síðani komi aftur til,
hvør landsstýrismaðurin
skuldi vera.
Men nú er tað so blivið
alment kent, at tað skal
vera Kaj Leo Johannesen,
og tað hevur givið málinum
eitt óneyðugt trýst, sum
ikki altíð er medvirkandi
til, at man kemur fram til
tær smidligastu loysnirnar,
sigur løgmaður.
Løgmaður:
– Eg kann ikki steðga Heðin
Mín fremsta uppgá
va sum formaður í
flokkinum er at síggja
til, at tingbólkurin
ikki minkar, sigur
Kaj Leo við Sosialin
í dag. Niðurstøðan
av hesum er tí, at so
kann hann ikki gerast
landsstýrismaður.
AnALysA
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nógv bendir á, at Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn, endar við at seta øll
skák í mát í politiska talvin-
um, sum verður leikt í hes-
um døgum. Onkur vil vera
við, at hann hevur buktina
um báðar endar, men tá
samanum kemur, hevur
hann helst buktina um fleiri
endar.
Fer hann uppí tingbólkin
hjá Sambandsflokkinum,
verður Kaj Leo Johannesen
glaður, tí tá sleppur hann í
Tinganes. Hetta er í øllum
førum tann loysnin, sum
hann og tingbólkurin mugu
hava væntað, tá tey útnevn-
du Kaj Leo til fíggjar-
málaráðharra. Tí, sum hann
segði við Sosialin í gjár, so
vóru teir útmerka væl greið-
ir um, at Heðin var næsti
maður á listanum.
Ikki í B
Onkur hevur tó eisini ró
upp undir, at støðan er íkom-
in, sum eitt úrslit av einum
valdsstríði í Sambandsflokk-
inum. Har skuldu Jóhan
Dahl, fyrrverandi og frá-
koyrdi landsstýrismaðurin,
og Edmund Joensen, fyrr-
verandi formaður floksins,
hava spunnið eitt lokkanet
um Kaj Leo, fyri at fáa
hann at missa andlit við at
bresta út við boðunum um
seg sjálvan sum formann,
uttan at taka fyrivarni fyri
trupulleikunum við Heðini.
Men, sum skilst, er hetta
heldur ongin møguleiki, tí
Heðin hevur onga orsøk til
at lefla fyri Sambandsflokk-
inum. Hetta kemur til sjónd-
ar í greinini, sum stendur í
blaðnum í dag, har Heðin
greiðir frá fortíð síni í flokk-
inum.
At skifta flokk enn eina
ferð hevði heldur ikki bøtt
um trúvirðið hansara, men
hevði kanska heldur
staðfest mytuna um, at
Heðin er sjúkur eftir valdi.
Ikki leysgangari
Velur Heðin Mortensen at
taka við tingsessinum sum
leysgangari, verður Kaj
Leo heldur ikki landsstýris-
maður. Við Sosialin í
morgun sigur Kaj Leo, at
um
prísurin
er,
at
tingbólkurin minkar, er tað
ikki tað vert.
- Hetta snýr seg ikki um
mín persón. Mín fremsta
uppgáva sum formaður í
flokkinum er at síggja til, at
tingbólkurin ikki minkar,
sigur Kaj Leo.
So hesin møguleiki er
ikki til, tí fer Kaj Leo ikki í
Tinganes, sleppur Heðin
heldur ikki á ting.
Sum skilst, hevur Javn-
að-arflokkurin annars onki
ímóti, at Heðin verður leys-
gangari, “fyri friðin”.
Heldur ikki C
Triði møguleikin hjá Heðini
er at fara uppí Javnaðar-
flokkin, men hesin kemur
undir omanfyristandandi
argumentatión, har Kaj Leo
sigur fremsta mál sítt vera,
at halda tingbólkinum so
stóran sum til ber.
Nógvar gitingar hava ann-
ars verið um støðuna hjá
Heðini Mortensen í býráð-
num. Men eftir hesum at
døma, verður hesin spurn-
ingur als ikki aktuellur, tí
Kaj Leo verður ikki lands-
stýrismaður. Og tí má Sam-
bandsflokkurin nú finna
eitt annað boð uppá avloys-
ara fyri Bárð Nielsen, ið
sum kunnugt fer niðan at
stjórna landsins størstu
verkætlan nakrantíð. Og
tað verður so ongin í ting-
bólki Sambandsfloksins,
sum verður landsstýrismað-
ur, tað er greitt.
Kaj Leo verður ikki landsstýrismaður