fríggjadagur 11. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti
9
skemt
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
Hvussu smakkar hann?
”Hann streyk avstað eftir eini langari sending frá Alex Jose dos
Santos, og nakað nærri fremra málstólpan var Sylla borðreiddur
við sínum lívsrætti”
www.dimma.fo
Tey kunnu eisini vera nógv...
»Tey kunnu vera fá, ið ikki minnist síðsta dystin í Formuladeildini
í fjør«
www.dimma.fo
Eitt gott hugskot?
»Teir leita eftir niðurdotna flogfarinum, har teir rokna við, at tað
er dottið niður«
Útvarp Føroya
Spæla teir altíð 6. umfar í Havn?
» AB er enn eina ferð á vitjan í Gundadali í sætta umfarinum av
Formuladeildini.«
www.dimma.fo
Ørting-effektin
»Clinton kemur seinni«
www.olivant.fo
Kurt leitar eftir orðum
»Kurt Mørkøre er farin á rannsóknarferð eftir sínum orðum.«
www.dimma.fo
Blivu teir ikki nr 2?
»EB/Streymur er byrjað, har liðið slepti í fjør, og í løtuni liggja
teir á einum 1. plássi.«
www.dimma.fo
Orðblindur
Blindur breti fley til Australia
www.vikublad.fo
Trupult roknistykki
»Sandoyingar hava nevniliga ikki vunnið ein landskappingardyst
ímóti GÍ síðani 1990. Hetta var árið fyri, at liðið bleiv
føroyameistari í 1989«
www.dimma.fo
Tað verður skeltað við bæði einum og øðrum í Føroyum. Handlar gera vart við prísir og útboð, fyrireikarar
vísa á tiltøk og myndugleikar minna á umstøður í ferðsluni.
Og so er tað hetta heldur serstaka skeltið, sum stendur uppi við gomlu kirkjuna í Gøtu. Her verður gjørt
púrasta greitt fyri fólki, hvat tað er, sum ikki er loyvt.
Eitt lorta skelti skal steðga hundalívi…
Lorta skelti
Síðani eitt felag hjá
Sosialinum keypti Studio
Pegasus í Klaksvík hevur
verið dúgliga tosað og gitt
um, hvat studio skal brúkast
til frameftir. Fleiri boð hava
verið, men enn er tað ikki
komið alment fram, hvønn
leiklut Pegasus fer at hava í
føroysku miðlaverðini.
Kanska eitt skelti í einum
handli í Havn nú um dagarnar
avdúkar eitt sindur um
hetta. Har stóð nevniliga, at
”Pegasus ger turkistativ”.
Tað hevur neyvan nakar gitt.
Hongd út
við skelti
Ein 46 ára gomul kvinna í Alabama í
USA fekk eina heldur óvanliga revsing
fyri at hava stolið í einum Walmart-
handli. Dómarin gav kvinnuni eitt val
– antin fór hon 60 dagar í fongsul, ella
skuldi hon stilla seg uttanfyri handilin
við einum skelti í fýra tímar. Kvinnan
valdi tað seinna, og á skeltinum stóð
við stórum bókstavum: „Eg eri ein
tjóvur – eg havi stolið frá Walmart“.
Pegasus ger turkistativ