fríggjadagur 11. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 90 - 11. mai 2007
Kommunan bíðar
Í gjár vistu vit at siga, at Yvirfriðingarnevndin hevur givið
Landsverki loyvi at fara undir at gera veg oman fyri
sjóvarmálan í Leirvík, og at stovnurin fyrireikar seg til at
bjóða arbeiðið út. Nú ger Leirvíkar kommuna vart við, at
eitt samt bygdarráð kærdi ætlanina hjá Landsverki fyri
vinnumálaráðnum, men at kommunan ikki hevur fingið
svar enn. Tí væntar kommunan ikki, at vegarbeiðið kann
byrja, fyrr enn kæran er svarað.
Fleiri enn ein av
hvørjum 25 føroy
ingum eru berarar
av einari sera
álvarsamari sjúku,
sum verður kallað
’Føroyska sjúkan’.
Barnalæknin, sum
fann fram til sjúkuna,
Ulrike Steuerwald,
sigur, at føroyingar
mugu taka støðu
til hvussu sjúkan
skal fyribyrgjast í
framtíðini
Føroyska sjúkan
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Barnalæknin, Ulrike Steuer
wald, hevur í mong ár
arbeitt við børnum við tí
sokallaðu ’Føroysku sjúk
uni’, og hon hevur funnið
fram til, at síðan 1977 eru í
minsta lagi 16 føroysk børn
fødd við hesi sjúkuni.
Børnini hava veikar
vøddar, eru tunghoyrd og
hava ilt við at stýra sínum
rørslum. Mentalt eru tey
ikki øðrvísi enn onnur.
Miðal livialdurin fyri
hesi børn eru 910 ár, men
onkur hevur livað til tey
vóru yvir 20. Sum nýfødd
líkjast tey øðrum børnum,
men, sum tey vaksa til,
verða tey meir og meir
óhjálpin.
Grannskingin vísir, at øll
børnini hava akkurát sama
enzym feil, nevndur
SUCLA2 mangul. Nøkur
fá børn aðrastaðni í heimi
num hava ein líknandi feil,
men júst henda sjúka finnst
bert í Føroyum.
Føroyingar
sama forfaðir
Í samband við kanningarnar
av sjúkuni vóru ættartalv
urnar hjá øllum teim sjúku
samlaðar, og tað vísti seg,
at tey øll hava ein felags
forfaðir, sum livdi á Oyri í
1600 talinum.
Talan er um eina víðkj
andi sjúku, tað vil siga at
bæði foreldrini skulu vera í
familju við Oyramannin.
Men av tí at Føroyar er so
lítið land við so lítlari til
flyting er títtleikin av berar
um í dag fleiri enn ein av
hvørjum 25 føroyingum.
Ulrike Steuerwald heldur
tí tað hava alstóran týdning,
at føroyingar tosa um og
taka støðu til, hvussu henda
sjúkan skal fyribyrgjast.
Ein háttur, sum hon held
ur vera skilagóðan er, at øll
børn vera screenaði fyri um
tey eru berarar. Svarið verð
ur so arkiverað anonymt
við nummarið.
Vandin fyri sjúkuni má
upplýsast fyri ungum í t.d.
lívfrøðitímunum, sigur
týski barnalæknin. Og tá
eitt par so finnur saman
kunnu tey ringja inn og vita
um teirra nummar passa
saman, ella um tey bæði
eru berarar.
Fyribyrging og vitan
Í dag ber til hjá einum par
ið, har bæði eru berarar, at
fyribyrgja, at komandi børn
teirra hava ’Føroysku sjúk
una’. Ulrike Steuerwald
greiðir frá, at við gen
diagnostikki, ber til at
kanna um gitnu kyknurnar
hava viðkomandi feilin,
áðrenn tær verða settar upp
í móðurlív.
Margreth Josephsen, sum
er mamma at knappt 4 ára
gomlu Ró, sum hevur ’Før
oysku sjúkuna,’ sigur at,
hon gleðist um at eldra
dóttir hennara kann fáa at
vita, um hon er berari,
áðrenn hon fær sær børn.
Og sjálvt um lítla Ró er ein
sólstrála í teirra lívi, so
heldur Margareth eisini, at
meir vitan er góð og neyð
ug.
Vit hava stutt síðani
fingið at vita at fyrsta dóttir
okkara doyði av somu
sjúku, og tað kennist gott at
vita hetta. Og í dagliga lívið
okkara við Ró er tað eisini
gott at vita, at hon skilur
alt, men at tað ikki nyttar at
venja hana kropsliga.
Ulrike Steuerwald leggur
eisini dent á, at børn og for
eldur mugu fáa neyðugu
hjálp og vitan, samstundis
sum vit sum samfelag
mugu taka støðu til, hvussu
sjúkan kann fyribyrgjast í
framtíðini.
Várkonsert
Sunnudagin 13. mai kl 16 fer Vágakórið at hava sína árligu várkonsert
í auluni í MiðvágsSandavágs skúla.
Kórleiðari er Katrina Petersen, sum er útbúgvin sangari/sang
pedagogur. Umframt at leiða Vágakórið og Ungdómskórið í Vágum,
undirvísir hon í sangi í Musikkskúlanum í Vágum og í Havn.
Á skránni eru mest vársangir og lættir og skemtiligir sangir úr
Føroyum og hinum norðurlondunum umframt sangir av bretskum
uppruna.
Í kórinum eru 24 sangarar, og framførslan verður skipað sum
blandað kór og manskór og kvinnukór.
Eik Banki hevur eitt
avlop eftir skatt fyri
fyrsta ársfjórðing upp
á heili 120,5 milliónir
roknskaPUr
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað gongur strúkandi í før
oysku fíggjarverðini.
Størsta føroyska bankasam
takið, Eik Banki, kann vísa
á eitt stak gott úrslit fyri
fyrsta ársfjórðing.
Botntølini vísa eftir skatt
eitt avlop upp á 120,5 milli
ónir krónur. Hetta eru heilar
85 millionir fleiri enn fyri
sama tíðarskeið í fjør.
– Fyrsti ársfjórðingur hev
ur hilnast sera væl. Vit hava
stóran vøkstur í grund
rakstrinum, bæði her heima
og uttanlands, samstundis
sum vinningsbýtið úr Spron
var eitt avbera gott íkast til
úrslitið, sigur Marner
Jacobsen, forstjóri í Eik
Banka.
Eik eigur 10% av parta
brøvunum í størsta ís
lendska sparikassanum,
Spron, og er harvið eisini
størsti partaeigari. Vinn
ingsbýtið hjá Spron fyrsta
ársfjóðring er heili 68
milliónir krónur, ella meiri
enn helmingurn av samlaða
avlopinum hjá Eik Banka
samtakinum. Samstundis er
virksemið í danska dóttir
felagnnum, Eik Bank Dan
mark, økt munandi.
Grundað á gongdina higa
rtil í ár væntar Eik Banki,
at samlaða ársúrslitið fyri
2007 fer at liggja um 340
milliónir krónur í avlopi
áðrenn burturleggingar og
skatt.
Eik Banki fyrireikar at
børsskráseta seg í Virðis
brævamarknaði Føroya og
á Københavns Børsfond
innanfyri ein mánaða ella
so, og tað er í tí sambandi,
at Eik er farið at almanna
kunngera ársfjórðingsrokn
skapir.
Gongur væl í fíggjarverðini:
Eik risaavlop fyrsta ársfjórðing
Ró Joensen verður skjótt 4 ára gomul. Hon hevur ’Føroysku sjúkuna’, sum ger at hon kroppsliga
er sera óhjálpin. Men hon er skilagóð og dugir væl at smílast
Føroyar
mugu fyri
byrgja vanda
mikla sjúku
tíðindi