fríggjadagur 11. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Ásla um at standa
á berum
Vit fluttu niður í 1967, tí Leivur skuldi læra um nøkur produktir,
sum hann skuldi selja. Stjórin var ímóti okkum á flogvøllinum
og vildi vera blíður og bjóðaði okkum í Tivoli. Vit høvdu tvey stór
kuffert, har alt, sum vit áttu, var í. Tá vit komu úr Tivoli, vóru
bæði kuffertini stolin úr bilinum. Vit stóðu á berum, men vit vóru
treisk og fingu onkursvegna pengarnar at strekkja til. Henda
upplivingin gav okkum kanska styrki í kreppuárunum.
Leivur um pápa sín, Jákup
Joensen (Jákup á Ternuni)
Babba er partur av so at siga allari søguni hjá Lorvíksleiðini.
Hann elskaði at vera blíður og gekk ikki altíð so høgt uppí um fólk
goldu fyri ferðina. So nógv fólk hava fortalt mær um upplivingar
saman við babba. Ein lorvíksingur greiddi mær einaferð frá,
hvussu babba plagdi at leggja seg og spæla við smádrongirnir á
Lorvíkskei. Hann var líka við øll og elskaði at møta nýggjum fólki.
Kanska líkist eg honum.
tað ikki. Men Leivur elskar tað.
Um tað so er jólaaftan, so ger
tað ongan mun. Bara hann kann
hjálpa einum viðskiftafólki, so er
hann glaður. Og hann sær altíð
jaligt uppá tingini.
- Ásla hinvegin er sum ein
spentur bogi, sigur Leivur smíl-
andi. Hon má gera sítt arbeiði til
lýtar, og tað skal vera skil í. Um
vit missa eitt sindur av pengum
av onkrum kundum, taki eg tað
ikki so tungt. Men hon stúrir meir.
- Eg vil ikki enda aftur, har vit
byrjaðu, svarar Ásla álvarsliga.
Eitt stig í senn
- Vit komu í roynd og veru ikki
upp undan fyrr enn í 1999, sigur
Leivur. Nústaðni tá høvdu vit ráð
at seta eitt hálvtíðarfólk afturat.
- Vit yvirlivdu við lagaligheit
frá bankunum, men teir vóru so
sanniliga eisini skeptiskir Eg
minnist einaferð bankaráðgevin
tók roknskapin, slepti pappírið
niður í skrellispannina og segði,
at hetta kundu vit ikki halda
áfram við.
Mitt í hálvfemsunum fingu
tey fyrstu teldurnar. Men
Ásla leit ikki heilt á nýggju
tøknina, og handskrivaðu
faktureringsbøkurnar ganga heilt
framm til 2001.
- Eg eri nokk eitt sindur varin,
sigur hon. – Og tá vit fluttu í
størri hølir í 2004 helt eg tey vera
alt ov stór. Í dag eru tey longu
næstan ov lítil.
Fonn Flog hevur ongantíð søkt
eftir fólki. – Vit hava altíð hugsa
okkum væl um, áðrenn vit hava
sett nakran, og fyrsta kravið er
blíðskapur. Tey mugu duga at fara
við fólki og vera pligtuppfyllandi. Í
so máta hava vit verið ómetaliga
heldig, eg haldi vit hava bestu
starvsfólk í landinum, sigur Ásla.
Spurd um hvat mál tey settu
sær, tá tey byrjaðu, svara tey
púra samd, at tey vildu yvirliva.
Tey høvdu ongar dreymar, um at
gerast so stór, sum tey eru í dag.
- Eg eri glaður fyri
framgongdina, sigur Leivur, sum
tó sær ein vanda í at tað gongur
út yvir kundatænastun. –Og eg
vil gjarna hava at tænastustøði
er høgt.
Ásla heldur hinvegin, at antin
er man við ella er man ikki. Men
hon vil eisini gjarna hava meira
tíð til ommudóttrina og alt hitt
í lívinum. Sjálvt um fyritøkan
gongur væl nú, er tað torført at
kopla úr.
- Vit mugu rýma av landinum,
um vit ynskja eina løtu fríð,
sigur Leivur. – Eg blívi við at
siga við Áslu, at vit skulu fara
vikuskiftisferð til Danmarkar
skjótt. Síðst vit høvdu fríð eitt
heilt vikuskifti var í Januar
mánað.
- Nei, tað gongur slett ikki,
letuigur Ásla avgjørd. -Vit hava
alt ov nógv at gera.
Fyritøkan Fonn Flog er í allari stillheit voksin frá einari lítlari kjallarafyritøku til í dag at hava 13 starvsfólk við deildum í bæði Klaksvík og Runavík. Bestu reklamurnar hava verið nøgd viðskiftafólk, og
fyritøkan hevur ongantíð søkt eftir starvsfólki. Mynd: Høgni Thomsen