fríggjadagur 11. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 90 - 11. mai 2007
Edmund sleppur ikki
Sum tingmaður fyri Sambandsflokkin skal Edmund
Joensen, løgtingsformaður, halda regluna um, at
samgongumenn leggja einki uppskot fyri Løgtingið,
uttan at samgongan er samd um innihaldið. Tað sigur
Kaj Leo Johannesen, floksformaður, eftir at Edmund
Joensen hevur boðað frá, at hann fer at koma við
uppskoti um at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Við
Útvarpið sigur floksformaðurin, at samgongan er ikki
samd um uppskotið.
Fleiri tvingsilssølur
Í seinastuni hava danskir búskaparfrøðingar ávarað
um, at umstøðurnar hjá teimum, sum eiga hús ella
íbúð, eru ikki so tryggar, sum teir hava verið. Nú
gongur sjón fyri søgn, tí sambært hagstovuni í Keyp
mannahavn er talið á tvingsilssølum vaksið heili 33
prosent tann seinasta mánaðin. Í apríl vóru 114 hús og
íbúðir lýst til tvingsilssølu ímóti 86 í mars. Bankarnir
halda ikki, at talið er ørkymlandi, men at tað gevur
eina mynd av støðuni.
Gongst sum ætlað
fær SvF sín fyrsta
føroyska kappingar
neyta í heyst, tá Rás
2 ætlandi fer undir at
senda sjónvarp
LOFTMIÐLAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur ligið í luftini eina
tíð, og nú gerst tað so veru
leiki: Sjónvarp Føroya fær
føroyska kapping.
Rás 2 fer fyrsta dagin und
ir at seta sendistøð upp á
Nólsoynni. Í vikuni vórðu
serligar gravimaskinur flutt
ar til Nólsoyar, sum skulu
grava ein kaðal frá bøgarðun
um niðan á Eyggjaklett, sum
er hægsta punktið á oynni.
Talan verður ikki um
nakra lætta uppgávu, tí í
støðum er mest sum steyr
rætt upp um hamrar, og
gravast skal gjøgnum grót
og skursl. Og júst tí er
neyðugt við serligum gravi
maskinum.
Vit fara í størst møgu
ligan mun at gera arbeiðið
sjálvir. Sjálvandi er ymiskt,
sum vit náttúrliga ikki
kunnu gera, eitt nú sjálva
mastrina, men alt tað, vit
sjálvir kunnu gera, gera vit,
sigur Jan P. Jacobsen, sum
hevur tikið við stjórastarvi
num á Rás 2 eftir pápanum
og stovnaranum Peturi
Jacobsen.
Tað verður heldur ikki
løtuverkj at fáa lagt kaðalin
undir jørð, tí talan er um
gott tveir kiloimetrar langan
kaðal. Men gongst sum
tíðarætlanin sigur, fer hetta
arbeiðið at taka áleið tveir
mánaðir.
Dýr men varandi loysn
Uppi á Eyggjakletti verður
sjálvandi eisini neyugt at
húsa teirri útgerð sum skal
til, fyri at sendarar og mót
takarar skulu virka. So um
framt sjálva mastrina, sum
verður 30 metrar høg, og
skal halda sendarum og
móttakarum, verður eisini
eitt 50 fermetrar stórt hús
bygt.
Av tí at talan er um
streymkaðalar verður kravt,
at økið verður hegnað inni,
hóast seyðamenninir fegnir
vildu at so ikki verður. Stað
ið er sum vera man ógvuliga
ábært, og tí høvdu seyða
menninir væl kunna hugsað
sær at nýtt húsið at kroka
aftanfyri, skuldi eitt æl kom
ið á teir uppi á Høgoyggj.
Tað sigur seg sjálvt, at
hetta, at leggja ein so lang
an kaðal og at byggja hús
og seta mastur upp, gerst
ikki fyri einki.
Hetta er ein rættiliga
dýr, men samstundis eisini
ein varandi loysn. Tað fer at
kosta okkum út við tríggjar
milliónir, men tá skulu vit
eisini minnast til, at staðið
liggur strategiskt ógvuliga
væl fyri. Við hesum sendara
fara vit at røkka meiri enn
50% av føroysku húsarhald
unum, sigur Jan P. Jacobsen,
stjóri.
Eru til reiðar
Og rætt er tað. Av Eyggja
kletti røkkast Skálafjørður
in, stórur partur av Sunda
lagnum, alt miðstaðarøkið
umframt Skopun og Skála
vík á Sandoynni.
So útbreiðslan verður
framúr góð við bara einum
sendara, men tað er eisini
neyðugt, tí ætlanin er við
tíðini at taka upp kapping
við Sjónvarp Føroya. Rás 2
hevur longu útgerðina til
upptøku og sending um
framt studio.
Fyrireikingar eru longu
farnar í gongd. Vit taka
longu nú upp tilfar at senda,
tá alt tað tekniska er klárt.
Eingin endaligur strukturur
er enn lagdur enn, fyrst
skulu vit hava alt upp at
standa, og síðani fara vit at
royndarsenda í eina tíð,
sigur Jan P. Jacobsen, stjóri
á Rás 2.
Tað er nú meiri enn hálvt
annað ár síðani fyrstu fyri
reikingarnar byrjaðu, og
arbeitt hevur verið miðvíst
líka síðani. Nú er tað so
komið hartil, at nakað ítøki
ligt fer at henda, og gongur
sum Jan P. Jacobsen ætlar,
verða fyrstu sjónvarpsmynd
irnar frá Rás 2 at síggja
einaferð í heyst.
Rás 2 byggir út:
Fer at senda
sjónvarp í heyst
Tað er sjáldan tú selur
nakað beinleiðis á
einari slíkari messu,
men áhugin frá
kundum var stórur.
Og reint faktisk seldu
vit tvey smærrri
frystirúm, sigur
Eirikur Hansen
NAFF
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stjórarnir báðir á Frost,
Ólavur Durhuus og Eirikur
Sundar Hansen, vóru meiri
spentir enn vanligt til eina
sølustevnu, nú North At
lantic Fish Fair var hildið í
síðstu viku. Og orsøkin var
greið, tí teir eru fyri tíð
síðani farnir í eitt samstarv
við íslendska fyritøku – av
sama navni – sum gevur
teimum nógv størri møgu
leikar.
Íslendingar eru – eins og
samstarvsfelagarnir í Føroy
um sjálvandi serfrøðingar
innan økið, sum í hesum
føri er køli og frystiútgerð.
Við íslendska samstarvinum
kann Frost nú bjóða fram
størri køli og frystiskipanir
til eitt nú flakavirkir og
skip.
Samstarvið er fingið í lag
við at íslendingar hava
keypt seg inn í føroysku
fyritøkuna, og teir eiga nú
33% av Frost í Føroyum.
Teir báðir Ólavur og Eirik
ur síggja stórar møguleikar
í samstarvinum at menna
fyritøkuna og eru heldur
ikki í iva um, at nýggja
útboðið fer at vaksa um
virksemið. Og týðiligar
ábendingar um júst hetta
fingu teir á NAFF.
Eg haldi, at tað kom
heilt væl burtur úr. Vit
fingu hópin av fyrispurning
um, eisini frá áhugaðum
potentielt ógvuliga spenn
andi kundum, sigur Eirikur
Hansen.
Úr at gera
Frost hevur longu sum er úr
at gera, og veksur virk
semið, soleiðis sum alt í løt
uni bendir á, so verður
neyðugt at økja um starvs
fólkatalið. Og tað er ikki
bara sum at siga tað, tí hetta
er serligt fakøki, sum
avgjørt ikki er »yvirfólkað«.
Men tað er ein positivur
trupulleiki.
Eftirvirkningarnir hava
verið nógvir. Vit hava havt
eina rúgvu av fyrispurning
um alla hesa vikuna, sigur
Eirikur Hansen.
Stjórin í Frost sigur, at
tað hjá teimum ikki er van
ligt, at nakað verður selt
beinleiðis á einari slíkari
messu, men tað hendi reint
faktisk á NAFF. Teir stillaðu
út eitt frystirúm upp á 8
kubikkmetur, sum er mun
andi størri enn tey, teir áður
umboðaðu, og teir seldu
tvey av hesum á sjálvari
messuni.
So samanum tikið eru
stjórarnir í Frost sera væl
nøgdir við úrslitið av NAFF,
sum altso hevur ført til
hópin av fyrispurningum
og eisini meiri ítøkiligum
áheitanum.
Eirikur Hansen, stjóri á Frost:
Fingu nógv burtur úr á NAFF
Jan Petursson Jacobsen, nýggi
stjórin á Rás 2. Gongur sum
hann ætlar, byrjar rásin at
senda sjónvarp í heyst
Eirikur Hansen, sum
er annar av stjórunum
og eigarunum av
Frost, er ógvuliga
væl nøgdur við tað,
sum kom burtur úr á
NAFF
Mynd: Leo Poulsen