fríggjadagur 11. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti
7
um vit høvdu havt mat í munnin,
um tað ikki var fyri ellisrentuna
hjá mammu.
Ongin ferðaðist
Í dag ferðast øll. Men soleiðis var
ikki mitt í kreppuni.
- At ferðast niður á vikuskiftis-
ferð ella til brúdleyp og konfirma-
tión var púra óhugsandi tá. Eingin
hevði ráð at ferðast, minnist Ásla.
Hóast vánaligu umstøðurnar
fingu tey støðugt fleiri viðskifta-
fólk. Serliga vóru tað mongu
handverkarnir, sum ferðaðust
niður at arbeiða, sum gjørdu mun.
- Men sjálvt um sølan gekk
betri, so var vinningurin so lítil,
at vit ikki høvdu ráð til løn, sigur
Leivur Fonn. Vit hava havt sama
bókhaldara øll árini, Sunnuvá Berg
Jacobsen, og hon arbeiddi eisini
fyri onga løn tey fyrstu árini.
- Vit høvdu prátað um at
leiga hølir niðri í býnum, men
vit høvdu ikki ráð. Vit hildu tí
til í kjallaranum hjá svágrinum,
Jógvan við Keldu. So ein dagin
koyrdi eg Áslu og mammu
hennara til Amaliu at keypa
tógv. Eg veit ikki hví, men eg
fór inn við. Amalia nevnir so
júst tey hølini, sum vit høvdu
prátað um, og spyr um vit høvdu
hug at samstarva við hana, so
hon kundi hava eina tógvdeild í
okkara ferðaskrivstovu. Hetta var
bønarsvar, og Ásla fekk nú løn í
tvey ár.
- Tá høvdu vit hvørki fartelefon
ella internet. Alt okkara sosi-
ala lív varð sett í bíðistøðu, vit
skiftust um at ganga til jarðar-
ferðir, og um vit fóru á møti,
máttu vit skunda okkum til
arbeiðis aftaná.
Supplera hvønn
annan
Ásla og Leivur eru sera ymisk.
Leivur er, sum Ásla útrykkir tað,
rundur og behagiligur. Hann er
lættur í sinni og hevur eina stilla,
blíða medferð. Ásla er meira
fýrakantað. Henni dámar, at skil
er í, og hon sigur sum oftast sína
erligu meining.
- Eg hevði aldri trúð, at vit
kundu arbeiða saman, sigur Ásla.
Men neyð lærir nakna kvinnu at
spinna. Og tá vit stóðu í skuld upp
um bæði oyru og vóru líka við at
missa húsini, so høvdu vit onki
val.
- Eg haldi vit arbeiða so væl
saman, júst tí vit eru so ymisk,
sigur Leivur. Ásla hevur sínar
styrkir, og eg mínar.
Ásla flennir. – Eg
hati at selja. Eg dugi ➘
Ásla um at vera
heimagangandi
Tá vit giftust vildi Leivur hava meg at vera heimagangandi,
og tað helt eg eisini verða í fínasta ordan. Eg mótmælti
ikki, men eg minnist, at eg hugsaði: Fari eg at halda út
bara at ganga inni? Tá Steinvør var fimm ára gomul,
spurdi Olivur Joensen, um eg kundi koma at hjálpa honum
í Norðlýsinum. Eg bað hann spyrja Leivur, um eg kundi
sleppa, sigur Ásla flennandi.
Leivur um
veðrið
Ein skuldi kanska trúð, at vit
seldu mest, tá veðri er ringt, og
fólk hava hug at sleppa vekk.
Men tað er beint øvugt. Tá sólin
skínur hava vit nógv meir at gera.
Kanska fólk tá uppdaga, hvussu
lekkurt tað er og ynskja sær meir.
- Tá høvdu vit hvørki fartelefon ella
internet. Vit arbeiddu í døgndrift.
Vit høvdu ikki ráð til annað. Vit fóru
ongastaðni, tí tonk um onkur ringdi,
meðan vit vóru burturstødd, sigur
Ásla Fonn um tey fyrstu mongu árini í
ferðavinnuni. Mynd: Høgni Thomsen