Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 90 - 11. mai 2007 tíðindi Eisini úti um landið er stór ónøgd við fløk­juna, sum Sam­ bandsflok­k­urin er k­omin í eftir at Bárð­ ur Nielsen legði frá sær sum landsstýris­ maður. Vit hava sjálvi alla sk­yldina, heldur formaðurin í sam­ bandsfelagnum í Suð­ uroy Sam­bandS­ flokkurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin - Hetta var óluksáliga kloss- ut atborið. Men vit hava sjálvi alla skyldina. Zakarias Bech er formað- ur í sambandsfelagnum í Suðuroy og hann er alt ann- að enn nøgdur við tað, sum farið fram í flokkinum í kjalarvørrinum á, at Bárður Nielsen óvæntað legði frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum fyrr í vikuni. Hann heldur, at hendan fløkjan, sum Sambands- flokkurin nú er komin í, var tað síðsta, flokkurin hevði brúk fyri so tætt upp undir løgtingsval. - Vit hava havt stórar tru- pulleikar í Sambandsflokk- inum í hesum valskeiðnum. Fyrst varð Johan Dahl koyrdur frá sum landsstýris- maður í fiskivinnumálum, síðani fór Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, upp í Javnaðarflokkin og nýliga fór Alfred Olsen eisi- ni úr flokkinum. - Tí var eitt nýtt stríð afturat ikki akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Sjálvskaptur trupulleikar Men samstundis staðfestir hann, at tað er eina og alei- na Sambandsflokkurin sjálvur, sum hevur skapt all- an trupulleikan og hevur alla skyldina. Hann harmast eisini um, at alt gekk so skjótt fyri seg, at ongin fekk stundir at umráða seg. Hóast hann er formaður í einum valfelagi hjá Sam- bandsflokkinum, visti hann ikki av nøkrum, fyrrenn hann frætti í fjølmiðlunum, at flokkurin hevði fingið nýggjan landsstýrismann. Tað heldur hann ikki er ílagi. - Bárður Nielsen hevur allan rætt til at siga seg frá, so tað kunnu vit ikki finnast at. Men eg haldi, at øll floksleiðslan átti at verðið kallað saman at viðgjørt málið. - Var tað gjørt, hevði val- felagið í Suðuroy roynt at fingið flokkin at valt Johan Dahl til nýggjan landsstýris- mann, sigur Zakarias Bech. Skundaðu sær ov nógv Zakarias Bech heldir, at tað var eitt stórt mistak at hevði slíkan skund at velja nýgg- jan landsstýrismann, at ong- in eftir øllum at døma hevur givið sær stundir at hugsa um avleiðingarnar. - Flokkurin gjørdi skjótt av og valdi Kaj Leo Johanne- sen til nýggjan landsstýris- mann. Men tey áttu at dug- að at sæð, at hetta fór at elva til trupulleikar við Heð- in Mortensen. - Heðin Mortensen er næsti maðurin á sambands- listanum, men trupulleikin er, at hann síðani er farin upp í Javnaðarflokkin og tí er flokkurin ikki sinnaður at lata hann koma inn á ting fyri Kaj Leo Johannesen. - Vil Heðin Mortensen ikki siga tingsessin frá sær, sigi eg hann ikki ringan fyri tað, tí hann er jú fólkavaldur. Men hetta er ein trupulleiki, sum Sambandsflokkurin átti at dugað á sæð. Tí heldur formaðurin í valfelagnum í Suðuroy, at tað var skeivt av flokkinum at vera so bráður at velja nýggjan landsstýrismann. - Flokkurin skuldi havt givið sær neyðugu tíðina til at fingið greiði á øllum við- urskiftum, áðrenn eftirmað- urin hjá Bárði varð valdur, so at vit sluppu undan hesi fløkjuni. - Tá ið flokkurin skal velja nýggjan landsstýris- mann, áttu vit at farið meiri nágreiniliga til verka. - Men vit høvdu ongan sum helst møguleika at við- gera støðuna, tí vit vistu ikki av nøkrum, fyrrenn alt varð yvirstaðið. Og tað var tað als ongin orsøk til. Halt løgmann uttanfyri Tí er hetta ein trupulleiki, sum er sjálvskaptur, heldur Zakarias Bech. Sostatt heldur hann eisini, at tað er burturvið at kasta ábyrgdina yvir á Løgmann. - Hetta er ein trupulleiki, sum Sambandsflokkurin sjálvur hevur skapt og eigur einsamallur og tí er tað skeivt at kasta alt yvir á løg- mann. Tí er hetta eisini ein tru- pulleiki, sum Sambands- flokkurin eigur at loysa ein- samallur. Løgmaður hevur bara eina uppgávu í hesum sambandi og tað er at tilnev- na tann landsstýrismannin, sum Sambandsflokkurin vísur á. At skjóta ábyrgdina yvir á løgmann og sostatt yvir at alla samgonguna, er púra skeivt, heldur Zakarias Bech. Hinvegin heldur hann, at skal ein løgtingsmaður verða landsstýrismaður, skal tað vera ein sambands- maður, sum aftur tekur sæti á Løgtingi. - Vit hava øll okkara hug- san um ymisk viðurskifti. Men í Sambandsflokkinum hava vit havt ov nógvar tru- pulleikar. Men hann vil ikki siga um hann heldur, at flokkurin kundi havt gott av fingið eina nýggja leiðslu. - Leiðslan er vald av ein- um meiriluta og longri er tann søgan ikki, sigur for- maðurin í valfelagnum í Suðuroy. Vit hava sjálvi vavt ok­k­um upp í fløk­juna - Hetta var óluksáliga klossut atborið, men tað er skeivt at skumpa trupulleikan yvir á Løgmann Altjóða dagur sjúk­rarøk­tarfrøðinga Í samband við altjóða dagin skipar Felagið Føroyski sjúkrarøktarfrøðingar saman við áhugabólkinum FÁ2 fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. mai. Evni á degnum verður ‘Lívsvirðir’. Fyrri parturin er fyri sjúkrarøktarfrøðingar, meðan seinni parturin, sum byrjar klokkan 13.45, er almennur. Í almenna partinum verða fyrilestrahaldarnir Lisbeth Due Madsen, sjúkrarøktarfrøðingur úr Danmark við drúgvum royndum innan krabbameinsøki, og Fiourz Gaini, antropologur og nývaldur formaður í Amnesty Føroya deild. Fyrilesturin hjá Fiourz Gaini, sum verður klokkan 14, hevur heitið ‘Vón og Lívsvirðir’. Stjórnin verjir borg Í morgin er val til íslendska Altingið, og sambært teimum seinastu kanningunum ætla íslendingar at lata somu stjórnarsamgonguna sita við ræðið fýra tey næstu árini eisini. Tann seinasta kanningin hjá Morgunblaðnmum sigur, at Sjálfstæðisflokkurin fær 44,7 prosent av atkvøðunum og Fraksóknarflokkurin 8,3, og sostatt fært samgongan 53 prosent. 3,5 prosent av veljarunum svaraðu, at tey høvdu ikki tikið støðu til, hvør fekk krossin. Sunnudagin k­emur eitt stórt ferðalag við útlendsk­um sendi­ harrum úr øllum heiminum til Føroyar á k­unningarferð Vitjan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sunnudagin fáa vit fína vitjan. Tað er eitt stórt ferðalag við sendiharrum úr øllum heiminum, sum kemur til Føroya á eina tríggja daga vitjan. Hetta eru útlendsku sendi- harrarnir í Danmark og til- samans eru teir ímillum 40-50 í tali, sum koma við til Føroyar. Men við makum og øðrum gestum, er talan um eitt ferðalag upp á yvir 80 fólk, sum kemur á Før- oyaferð. Útlendskir sendiharrar plaga at vera í Føroyum við jøvnum millumbilum við nøkrum fáum árum ímill- um. Í Føroyum er endamálið at síggja landið og at kunna seg um politikk, søgu, búskaparlig- og vinnulig viðurskifti og um føroysk viðurskifti, sum heild. Men ár er ferðalagið nógv størri enn vanligt, sig- ur Herálvur Joensen, føroy- skur umboðsmaður í Keyp- mannahavn. Hann sigur, at orsøkin til tað er, at danska stjórnin rindar fyri ein part av ferð- ini og tað økir um áhugan fyri at koma til Føroyar, eisini hjá teimum minnu sendistovunum. Danska uttanríkismála- ráðið plagar at skipa fyri eini sendiharraferð onku- staðni í Danmark, men hesuferð hava tey gjørt av at leggja ferðina til Føroya ístaðin. Stóra ferðalagið kemur til Føroya sunnumorgunin og tey hava nógv á skránni sunnudagin, mánadagin og týsdagin. Í Føroyum fara tey á útferðum at síggja nattúr- una, og tey hitta landsstýris- mannin í innlendismálum, Jacob Vestergaard og Jóan- nes Eidesgaard, løgmann. Og tey hitta eisini Heðin Mortensen, býráðsformann í Havn, Edmund Joensen, løgtingsformann, Stein- bjørn O. Jacobsen, borgar- stjóra í Klaksvík og Hans Jacob Lamhauge, borgar- stjóra í Runavík. Á Føroyaferðini sleppa tey at síggja Tinganes, Løg- tingið og stásiliga bygningin hjá Føroya Tele. Tey vitja eisini í Kirkjubø, Müllers Pakkhús, danska umboðið í Føroyum, Sørin Christian- sen, og sjálvandi eisini Norðurlandahúsið. Ì klaksvík skulu tey sígg- ja Christianskirkjuna og á vinnuliga økinum skulu tey hoyra Bjarna Olsen, stjóra í Eik, halda fyrilestur um føroyskan búskap, tey sígg- ja Bakkafrost, Tøting og landingarmiðstøðina í Klaksvík. Tey skulu eisini hoyra um føroyskan móta og ferðavinnu. Men Bogi Hansen, hav- frøðingur, fer eisini at greiða teimum frá um veð- urlagsbroytingar. Ferðalagið fer av aftur landinum týsdagin. Endamálið við ferðini er at kunna um føroyska sam- felagið og ongi politisk mál eru á skránni. - Summir sendiharrarnir koma úr londum, sum hava handilssamband við Føroy- ar, men aðrir koma fyri at kunna seg um landið og fólkið, sigur Herálvur Joen- sen. Fáa fínar gest­ ir sunnudagin